Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 85 - 7. mai 2005 SHAKIN´ STEVENS Stefan í Skorini Myndir. Álvur Haraldssen Vit standa backstage og bíða eina løtu, áðrenn Shaky kemur niður av pallinum. Hann tykist brádliga nógv lægri á vøkstri, enn tá hann stóð á pallinum og sang lunguni úr sær. Hann er í veruleikanum bæði lítil og klæntrasligur, tá man stendur frammanfyri manninum. Vit hava sett Shakin´ Stevens ella Micheal Barrat, sum hansara kristna navn er, stevnu eftir konsertina í Tivoli, har 20.000 fólk júst hava lýtt á aldrandi stjørnuna úr Wales. Men hóast hann framvegis kann breggja sær av at hava eitt slag av stjørnustatus í pop- heiminum, er hann bæði blíður og fyrikomandi. Hann minnir eitt sindur um Cliff Richard við tí svarta hárinum og síni fólkaligu atferð. Etikettuna "svigermors drøm" kundu vit eisini heft á Shakin´ Stevens. Á palli er hann eisini hampuligur í skjúrtu og nála- stríputum klædningi. Tíðarleysur tónleikur Vit spyrja mannin sjálvan, hvat er tað, sum ger, at summir tón- leikarar selja fløgur tjúgu ár eftir, at teir vóru í vælmaktini? - Mín tónleikur rakar ein breiðan skara. Hann er blandaður saman av fleiri tónleikagreinum so sum country, blues, swing og vanligt rock n´roll, og tí er eitt sindur til øll, sum dáma slíkan tónleik, sigur Shakin´ Stevens. Eitt gott dømi um keypiorkuna fyri Shakin´ Stevens tónleiki er, at tá seinasta útgáva hansara kom á marknaðin í Danmark fór hon beint inn á nr. 1 á sølulistunum. Nakað seinni fór sama útgáva á marknaðin í Bretlandi, og hon seldi 100.000 eintøk eftir einari góðari viku. Nú er so ætlanin er senda fløguna á marknaðin í Týsklandi eisini. - Fólk hava lætt við at kenna seg aftur í mínum tónleiki. Hann er einfaldur og lættur at skilja. Tað er jarðbundin tónleikur, sum nógv kunnu relatera til. - Tónleikurin hevur eisini ein "good-feel-factor", sum ger fólk glað. Øll tíðindi eru ikki góð tíðindi, og tí hava vit eisini tørv á glaðum og positivum tónleiki, sigur Shaky um sín egna tónleik. Maniskt áratíggju Shakin´ Stevens hevði sína stór- heitstíð í áttatiárunum. Hann greiðir frá, at lívið í áttatiárunum var "maniskt", sum hann sjálvur tekur til. - Talan var mangan um tríggjar konsertferðir um árið, ein LP og fýra stakfløgur hvørt ár. Eg gjørdi eisini eitt ótal av sam- røðum við tíðindafólk. Speedarin var snøgt sagt í botni í áttatiár- unum, sigur Shakin´ Stevens. - Í 84 og 85 skuldu vit í veru- leikanum havt steðgað á eitt sindur og gjørt støðuna upp, men hildu á heilt inn í nítiárini, sigur Shaky, tá hann hyggur aftur á teir gyltu dagarnar í áttatiárunum. Í nítiárunum traðkaði Shakin´ Stevens av tí altjóða tónleika- pallinum. Tíðin var komin at trappa niður við konsertum og útgávum. Um vit hyggja aftur- eftir, var hetta óivað ein klók avgerð hjá Shaky. - Orsøkin til at vit steðgaðu á var, at lívið var heilt einfalt ov ferðmikið. Vit hildu kanska á ov leingi, men eg steðgaði at taka nýtt tilfar upp í 92. Men eg hevði framvegis konsertir ymsastaðni, so eg lá ikki í dvala, hóast fólk ikki hoyrdu ella sóu so nógv til mín tá. - Eg nýtti eisini høvið at gera mína fíggjarligu støðu upp. Tað er lætt at missa tamarhaldið, tá tú ikki hevur stýrt viðurskiftunum viðvíkjandi útgávum og teimum fíggjarligu viðurskiftunum sum heild. Eg vildi ikki hava fleiri pengar, men tað var eitt gott høvi at gera status og síggja, hvar eg flótaði í øllum meldrinum frá áttatiárunum, greiðir hann frá. Comeback Í fjør gjørdi Shaky eina roynd at geva tilfarið hjá sær útaftur. Sony í Danmark skeyt upp, at geva eina kombineraða savnsfløgu við teimum best kendu løgunum og einari DVD við upptøkum frá konsertum. Hendan fløgan fór beinleiðis upp á hægstu rók í Danmark, og hetta gav teimum mót at geva tað sama út í Bretlandi. Hetta eydn- aðist eisini sera væl, tí fløgan kom inn á fjórða pláss á hit- listanum, og hon seldi gull eftir átta døgum. Shakin´ Stevens:Rock n´ Roll spyr ikk - Eg eri ikki bilsin av, at mín tónleikur framvegis kann selja og liggja ovarlaga á sølulistum. Mín tónleikur er tíðarleysur, og eg fari framhaldandi at skriva og geva mín egna tónleik út, sigur Shakin´ Stevens, sum hóast síni 57 ár ikki hevur lagt árarnar inn - Føddur í Cardiff í 1948 - Gjøgnum 80-ini og tíðliga í 90-unum hevði hann 38 hit-stakfløgur - Fýra stakfløgur sum nr. 1 og tríggjar sum nr. 2 - Hevur ligið í 277 vikur á sølulistanum í Bretlandi (eingin annar hevur so góð hagtøl at vísa á) - Tríati top 30 hits innanfyri eitt áratíggju - Shakin´ Stevens var tað navnið, sum var longst á ensku hitlistunum frá 1980-89. Fakta um Shakin’ Stevens