leygardagur 7. mai 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
29
ki um aldur
Shaky fekk platin
SHAKIN´ STEVENS
Stefan í Skorini
Undir konsertini fekk Shakin´ Stevens handað donsku platin-
virðislønina, sum verður givin fyri góð sølutøl. Hetta var bert ein av
mongum slíkum virðislønum hjá Shakin´ Stevens, sum hevur fingið
eitt ótal av platin, gull og dupultun platin virðislønum gjøgnum árini,
umframt at hann hevur selt milliónir av LP-um og stakfløgum.
Tað var ein vælklæddur umboðsmaður frá Tivoli, sum kom inn á
pallin undir konsertini og handaði Shakin´ Stevens donsku platin-
virðislønina, nú tónleika-fløgan og DVD útgávan hava rokkið teimum
40.000 eintøkunum.
Umframt platin í Danmark hevur Shakin´ Stevens júst fingið gull-
virðislønina í Bretlandi, har hann seldi 100.000 eintøk í átta dagar.
John Christoffersen, promotari:
Loyndarmálið er at
gevast á toppinum
SHAKIN´ STEVENS
Stefan í Skorini
Shakin´ Stevens er sera væl umtóktur í Norðurlondum, og tað var í
Danmark, at hansara síðsta savnsfløga fyrst varð givin út. John
Christoffersen tekur sær av Shakin´ Stevens í Norðurlondum.
- Eg eri í veruleikanum ikki serliga bilsin av, at Shakin´ Stevens
framvegis selur fløgur í stríðum streymum. Hann var nevniliga so
framsíggin, at hann gavst, meðan hann enn var á tindinum, tá hann
framvegis kundi fylla stórar hallir og savna stórar mannfjøldir til
sínar konsertir, sigur John Christoffersen.
- Nógvir tónleikarar spæla fyri stórum fjøldum, men so fjarðar
undirtøkan so spakuliga út, og teir enda við at spæla á heilt smáum
støðum. Men av tí at Shaky steðgaði á toppinum, kann hann trína
aftur á tónleikapallin eftir langan steðg, og fólk streyma til
konsertirnar.
Men hvat er tað nágreiniliga, sum ger, at hann framvegis er á
toppinum?
- Tónleikurin hjá honum er rættiliga tíðarleysur. Hetta er rock n´
roll beint út eftir landavegnum. Vit síggja í kvøld, at hann kann
undirhalda 20.000 áhoyrarum á plenuni í Tivoli. Tá hann fyrst hevur
víst vegin, so eru fólk við, sigur John Christoffersen.
- Nógir aðrir tónleikarar megna heilt einfalt ikki at levera vøruna,
tá teir eru komnir nakað upp í árini, men so er ikki við Shakin´
Stevens. Tað eru nógv dømir um sangarar, sum hava verið eins høgt í
metum sum Shakin´ Stevens, men tá teir royna at trína aftur á pallin
eftir ein steðg, eru teir ikki førir fyri at framføra á sama støði, sum
teir vóru vanir.
- So tað er framvegis ein
marknaður fyri mínum tónleiki,
slær Shaky fast.
Men hann er ikki bilsin av, at
hansara tónleikur framvegis
selur.
- Eg má vekja ein sovandi
lurtaraskarða, tá eg gevi fløgur
út. Vit nýta nógv sjónvarpslýs-
ingar, tá eg sendi nýtt tilfar á
marknaðin, og tað riggar sum
oftast sera væl. So um eg skal
røkka mínum lurtarum, so má eg
lýsa gjøgnum sjónvarpið, greiðir
Shakin´ Stevens frá.
Lívið sum stjørna
Hóast lívið hjá Micheal Barrat
ikki hevur somu ferðina sum í
fyri tjúgu árum síðani, kann
hann greiða eitt sindur frá,
hvussu hann hevur upplivað
tíðarskeiðið, tá hann livdi dreym-
in sum stjørna.
- Tað er nógv, sum gleppur
einum av hondum, tá lívið gong-
ur við rúkandi ferð, sum tað
gjørdi hjá mær, sigur Shaky. Tað
eru serliga tey persónligu sam-
bondini, sum fara fyri bakka, og
tað er nakað, sum eg sakni. Lívið
gekk frá hotelli til hotel, frá ein-
um palli til tann næsta, og eg
fekk ikki sitið í frið á einari
matstovu, tá eg bara vildi taka
mær av løttum.
- Tú sært heldur ikki nøkur av
teimum nærmastu gerast vaksin
og tílíkt. Men tað er farið. Vit
hava øll ymsar arbeiðstíðir, sigur
hann.
Spurdur um hann angrar
nakað, er svarið játtandi.
- Eg angri ávís viðurskifti her í
lívinum. Eitt nú var pápi mín
ikki til staðar, tá mín yrkisleið
fekk vind í seglini, men tað fái
eg ikki broytt.
Micheal Barrat spældi í bólk-
inum Shakin´ Stevens and The
Sunsets í sekstiárunum, og í 69
gjørdust teir yrkistónleikarar. Tey
fyrstu nógvu árini spældu teir á
smáum klubbum og fyri ungum
lesandi. Í 1972 varð bólkurin
kosin besti live-bólkur í einari
atkvøðugreiðslu millum
tónleikaáhugað.
Shakin´ Stevens byrjaði sína
solo-karrieru í 1977, og trý ár
seinni fekk hann sítt gjøgnum-
brot við lagnum Hot Dog.
Vit vita, at tað kann vera sera
torført hjá evnaríkum tónleik-
arum at fáa eitt gjøgnumbrot á
altjóða tónleikapallinum. Men
hvussu upplivdi Shakin´ Stevens
tíðina undan sínum gjøgnum-
broti.
- Tað er torført, sera torført. Tú
mást ongantíð fella í fátt. Eg var
heppin við timing og teimum
sambondum innan tónleika-
heimin, sum eg hevði. Tað hevur
alt at siga í veruleikanum.
- Tá eg var ungur, gingu plátu-
feløgini ikki runt í Cardiff og
leitaðu eftir sangarum sum mær.
Eg var heppin, tí í dag eru møgu-
leikarnir hjá nýggjum bólkum og
einstaklingum munandi betraðir
samanborið við mínar ungdóms-
dagar.
Orkan bilar ikki
Gamal í skinni, men ungur í
sinni, verður sagt. Og tað kunnu
vit siga um Shakin´ Stevens, sum
hóast sín heldur høga aldur (til
eina popstjørnu í øllum førum)
framvegis hevur orku til stórar
konsertir.
- Sóu tit ikki ein ungan mann á
pallinum í kvøld. Eingin er ov
gamal til rock n´ roll. Man er so
ungur, sum man sær út, og eg
síggi rættiliga ungur út, svarar
hann flennandi.
Tá vit nema við framtíðar-
vónirnar hjá Shakin´ Stevens, so
kunnu vit gleða okkum til nýtt
tilfar. Hann greiðir frá, at nýtt
tilfar er á veg, og hann roknar
við at fara í upptøkuhølini um
ikki so langa tíð.
- Mínir lurtarar hava uppiborið
nýtt tilfar, og tað havi eg sjálvur
eisini, sigur hann við einum
smíli.
Vágsbøur bíðar
Leygarkvøldið 6. august verður
Shakin´ Stevens at síggja á palli
á Summarfestivalinum í Klaks-
vík, og Shaky gleðir seg til at
vitja Føroyar.
- Eg havi ongantíð verið har
áður, men eg havi hoyrt, at tað er
eitt sera vakurt stað, vit skulu
vitja, og tí gleði eg meg til at
vitja í Føroyum. Eg má tó fara at
lesa eitt sindur uppá, áðrenn eg
komi til oyggjarnar, so at eg
kenni til viðurskiftini har, sigur
Shaky.
- Tað er altíð ein avbjóðing at
framføra fyri einum nýggjum
skara av fólki, sum allarhelst
ongantíð hevur hoyrt meg live
fyrr.
Vit kunnu tí vænta at síggja
ein væl upplagdan Shakin´
Stevens á palli í Klaksvík, har
hann fer at framføra allar tær væl
kendu landaplágurnar frá áttati-
árunum.
Gamal í skinni, men ungur í sinni, verður sagt.
Og tað kunnu vit siga um Shakin´ Stevens,
sum hóast sín heldur høga aldur (til eina
popstjørnu í øllum førum) framvegis hevur
orku til stórar konsertir