leygardagur 7. mai 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 85 - 7. mai 2005
SUMMARTILTØK
Snorri Brend
Tá ein tosar um OM, so munnu
tey flestu beinanvegin hugsa um
gomlu Norrønu, sum í løtuni
verður umskapað til “Logos
Hope”.
Men OM er annað enn skip. Tí
hesin felagsskapurin skipar eisini
á hvørjum ári fyri kristiligum
ungdómslegum, har fólk úr
øllum heiminum hittast.
Ein slík lega verður aftur
hildin í ár, og verður aftur í ár
væntað, at fleiri føroyingar fara
til Týsklands í juli mánaði.
Í fjør vóru fleiri enn 160
føroyingar á hesi leguni, og
vónað verður, at sama tal av
ungum trúgvandi føroyingum
fara á hesa TeenStreet-leguna í
ár.
Júst, hvussu nógvir føroyingar,
ið fara á leguna, ber ikki til at
siga enn. Freistin at tekna seg er
fyrst úti um góðar tvær vikur, so
fyrst um hálvan mai fæst tað
nágreiniliga talið at vita.
Í fleiri londum
TeenStreet varð fyrstu ferð hildið
í Týsklandi summarið 1993 við
54 luttakarum.
Í fjør vóru 3.500 tannáringar
og hjálparfólk úr uml. 20 ymisk-
um londum við - 162 av teimum
vóru føroyingar. Føroyingar hava
luttikið síðani 1999, tá 13
føroyingar vóru við.
Ikki kann sigast annað enn, at
TeenStreet er vaksið nógv gjøg-
num árini, hóast tað sjálvandi
ikki ber til hjá øllum ungum runt
í heiminum at koma til Týskland
á leguna.
Tí varð umhugsað at byrja
TeenStreet aðrastaðni í heimin-
um. Sum sagt, so gjørt, tí í 2003
var TeenStreet hildin í Uruguay, í
2004 í Brasilia, og í ár verður
TeenStreet fyri fyrstu ferð hildin
í India og Kekkia.
Føroyingar hava tó bert luttikið
í Týsklandi, og tað fara teir at
gera aftur í ár. Farið verður til
Munster í døgunum 30. juli til
06. august.
Nógv á skránni
Føroysku tannáringarnir verða á
føroyskum liðum við uml. seks
gentum ella dreingjum á hvørj-
um. Hvørt liðið hevur ein før-
oyskan liðleiðara.
Fyrrapartar eru øðrvísi bíbliu-
tímar enn teir, vit kenna her
heima, har m.a. drama, kapp-
ingar og tónleikur o.s.fr. eru við
at mynda og lýsa undirvísingina
á ein kreativan hátt.
Seinnapartar eru møguleikar at
íðka ítrótt, hitta onnur ung, fara í
býin ella at luttaka á teimum
mongu ymisku aktivitetunum á
økinum.
Hvørt kvøld hittast allir legu-
luttakararnir og leiðararnir í
stóru høllini til eina lovsongs-
løtu.
Fairplay til føroyingar
TeenStreet er mennandi og læru-
ríkt, og víðkar avgjørt sjónar-
ringin hjá øllum, yngri sum eldri.
Ungu føroyingarnir eru fyri-
myndarlig umboðsfólk fyri
Føroyar og hava avgjørt sett
heimlandið á heimskortið.
Sum eitt dømi um hetta kann
nevnast, at teir føroysku dreing-
irnir gjørdust TeenStreet-meist-
arar í fótbólti í 2004.
Genturnar hava vunnið fair-
play steypið bæði í 2003 og 2004
fyri fyrimyndarligan ítróttaranda.
Armgarð Absalonsen úr
Klaksvík fekk í fjør 1. virðisløn í
málninga- og teknilist í eldra
bólkinum, og Marita á Lakjuni
úr Fuglafirði fekk 3. virðisløn í
somu grein í yngra bólkinum. Í
2001 vann ein føroyingur eina
ballónferð fyri at hava savnað
mest pening inn til vælgerandi
endamál.
Øll árini eru føroyingarnir
eisini kendir fyri at vísa gott
samanhald og sera góðan atburð.
Føroyingar hitta ungdómar úr
Hesi seinnu árini
hava hópurin av
føroyskum ung-
dómum luttikið á
teirri stevnuni,
sum Operation
Mobilisation
skipar fyri í Týsk-
landi. Aftur í ár
gevst hesin møgu-
leikin, tá
TeenStreet 2005
stendur á skránni
Ungdómar úr øllum heiminum luttaka á TeenStreet. Føroyingarnir smæðast ikki burtur
Ein ísur er góður ein heitan summardag í Týsklandi
Føroyska fótbóltsliðið gjørdist nr. 1 í kappingini