Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 172 - 8. september 2000 Nr. 172 - 8. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Føroyska luttøkan í super- liguni mikukvøldið var ikki so stór, sum hon va rnæst- síðst. Í FCK gjørdu teir un- dan nýklassikaranum ímóti Brøndby av, at Todi Jónsson skuldi ikki spæla. Lærskað- in, sum Todi fekk undir skotvenjing á Svangaskarði fríggjakvøldið, versnaði so mikið tíðliga í 2. hálvleiki ímóti Slovenia, at Todi fyrrapartin av hesi vikuni ikki fekk vant saman við liðfeløgunum í FCK, og tí- skil fekk hann heldur ikki spælt mikukvøldið. At Óli Johannesen í viku- skiftinum var heima í Før- oyum og hjálpti til so at siga at seta Slovenia upp á pláss á Svangaskarði tóktist mikukvøldið ikki hava styrkt um støðu hansara í AGF hópinum. Spurning- urin er so, hvussu tað hevði verið vorðið, um Óli hevði havt verið heima í Århus og vant. Tann spurningurin er – so segði maðurin – hy- potetiskur, og tískil verður hann ikki svaraður. Óli Johannesen var í AGF hópinum. Næstsíðst spældi hann allan 2. hálvleik. Hesa ferð var hann bara við teir síðstu fimm minuttirnar á heimavøllinum í Århus, tá oddaliðið úr Lyngby vitjaði og fór við øllum stigunum. Óli kom í 85. minutti á vøll- in fyri Michael Nonbo. Tá hevði Óli sitið leingi á beinkinum. Tíðliga í 2. hálvleiki sveik ein partur av ljósinum í Århus. Tað gingu fleiri enn tjúgu minuttir, áð- renn brekið varð rættað og dysturin bríkslast í gongd aftur. AGF tapti 4–1 ímóti sera sannførandi Lyngby, sum við sigrinum styrkti um oddasessin. Tá 40 minuttir vóru farnir, hevði Lyngby lagt seg á odda 3–0. Lyngby, sum bara hevði ein mann heilt á toppinum, var framúr vandamiklið í kontraspæl- inum. Tað kann væl hugsast, at møguleikin hjá Óla Johan- nesen ikki versnaði miku- kvøldið. Verjan var ikki ser- liga sannførandi, og eitt korter undan leikloki sá ver- juspælarin Dennis Siim reytt fyri neyðbremsu. Tað vil siga, at hann verður ikki tøkur næstu ferð. Næsta royndin hjá AGF – og vónandi Óla Johanne- sen – verður á útivølli ímóti grannunum í Silkeborg. Jákup stórspældi Herfølge hevði vitjan av Sil- keborg. Sum alla aðra staðni í Danmark, har tað miku- kvøldið varð spælt í super- liguni, oysregnaði í Her- følge. Hetta gjørdi ikki ar- beiðsumstøðurnar hjá mál- verjunum betur. Men tað eydnaðist Jákupi Mikkelsen at halda tætt. Tað vóru ikki nógvir upp- lagdir málmøguleikar. Silkeborg hevði onkrar síð- sta korterið av 1. hálvleiki og aftur í síðsta korterinum av 2. hálvleiki. Landsliðs- maðurin Henrik Tømrer Pe- tersen hevði onkran sera vandamiklan stútara fram ímóti dystarenda, men Já- kup Mikkelsen bjargaði frá- gera væl út til horna. Harvið fekk Herfølge eitt stig, og nú eru teir so smátt við at lyfta seg fram ímóti nið- urflytingarstrikuni. Sunnudagin skal Herføl- ge til Gladsaxe at spæla í- móti AB. Zuma skoraði Todi Jónsson sat saman við 13.952 áskoðarum og hugdi at, tá AB var i Parkini. Talan var um nógv hægsta áskoð- aratalið mikukvøldið. Í Her- følge vóru 1.428 áskoðarar, og í Århus vóru teir 3.807. Áskoðaratalið var væl hægri enn alla aðra staðni miku- kvøldið. Tað var ikki so høgt, sum tað plagar at vera, tá Brøndby er í Parkini, men høga áskoðarataliðå boðar Jákup bjargaði Herfølge Superligan: FCK vann fyri aðru ferð á rað, men upp í gleðini yvir sigurin á grannunum úr AB varð mikukvøldið blandaður harmur um, at næstan allir verjuspælararnir eru skaddir frá, at nú verður av álvara roknað við AB sum eitt av stóru liðunum í Danmark. FCK vann 1–0. Málið fin- gu teir tíggju minuttir undan leikloki. Suðurafrikanarin, Sibusiso Zuma, skoraði málið, eftir at norðmaðurin Harald Brattbakk hevði spælt hann út frá baklinjuni í høgru. Nú hevur FCK vunnið tvær ferðir upp í slag. Roy Hodgson var sjalvsagt fegin um stigini, men hann segði seg stúra eitt sindur fyri komandi dystum. Orsøkin er tann, at so nógvir verju- spælarar hjá FCK eru skaddir. Mikukvøldið noyddist Bo Svensson at taka seg av vøllinum. Sam- bært Roy Hodgson eru bara tríggir rættuligir verjuspæl- arar, sum ikki eru skaddir, eftir í hópinum. FCK ven- jarin helt fyri mikukvøldið, at um ein verjuspælari verð- ur skaddur afturat, so verður neyðugt at seta ein av fram- rættaðu monnunum í ver- juna. FCK skal í næsta umfar- inum spæla í Aalborg. Hini úrslitini Viborg, sum kritsi himmal- ferðardag vann steypafinal- una, hevur verið væl við higartil í ár. Men teir fingu rættuliga oyruni í Brøndby maskinuna mikukvøldið. Tað var skjótt, at heimaliðið hevði skorað tvey mál, og so var alt avgjørt. Botnliðið úr Haderslev fór aftur úr Ikast við einum vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Lyngby 7 5 - 0 - 2 12 10 2 15 2 FC Midtjylland 7 4 - 1 - 2 15 9 6 13 3 Silkeborg 7 3 - 3 - 1 9 12 -3 12 4 Brøndby 7 3 - 2 - 2 18 7 11 11 5 Viborg 7 3 - 2 - 2 9 6 3 11 6 OB 7 3 - 1 - 3 10 5 5 10 7 FCK 7 3 - 1 - 3 9 6 3 10 8 AaB 7 3 - 1 - 3 10 11 -1 10 9 AB 7 2 - 3 - 2 11 7 4 9 10 AGF 7 3 - 0 - 4 9 15 -6 9 11 Herfølge 7 2 - 1 - 4 9 18 -9 7 12 Haderslev 7 0 - 1 - 6 6 21 -15 1 Støðan, danska superligan orduligum lúsingi. Saman- setta liðið á Miðjyllandi, FCM, vann 5–1, og nú eru teir á triðja plássi. Hópin myrkari sær tað út hjá Ha- derslev, sum er einsamalt í botninum. Fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Carsten Hemmingsen, var fyri fyr- stu ferð síðani 1996 á mið- vøllinum hjá OB, sum í O- dense hevði vitjan av AaB. OB skoraði tvær ferðir un- dan steðginum, og so var greitt, at øll trý stigini fóru at verða í Odense. JH Danska superligan, úrslit 06.09.00 AGF-Lyngby 1-4 06.09.00 Brøndby-Viborg 2-0 06.09.00 OB-AaB 2-0 06.09.00 FCK-AB 1-0 06.09.00 FC Midtjylland-Haderslev 5-1 06.09.00 Herfølge-Silkeborg 0-0 Komandi dystir 09.09.00 Viborg-FC Midtjylland 10.09.00 AB-Herfølge 10.09.00 Haderslev-OB 10.09.00 Lyngby-Brøndby 10.09.00 Silkeborg-AGF 11.09.00 AaB-FCK Lagið á leyvuni, Leo, er vorðið betri sein- astu tíðina, nú FCK aftur er farið at vinna Jákup Mikkelsen var ein hin størsta orsøkin til, at Herfølge fekk stig burtur úr dystinum móti Silkeborg Fótbóltsárið er av álvara far- ið at halla. Í yngru og lægru deildunum verður spælt um FM heitið, og í 3. deild er tað komið so mikið langt, at nú ger strikan seg gald- andi. Tað vil við øðrum orð- um siga, at tað eru trý umfør eftir, og at nú ber ikki til longur at flyta niður í lægri deild. Síðsta vikuskifti varð ikki spælt í 1. deild. Tað hevði við sær, at teir, sum viku- skiftið frammanundan høv- du sitið á beinkinum í 1. deild, høvdu møguleika at spæla í 2. deild og í 3. deild, har næstbesta liðið er í tí deildini. Onkur feløg brúktu henda møguleikan. Men ikki øll gjørdu soleiðis, og tað skarst ikki so væl hjá øllum teimum, sum brúktu møguleikan. Úrslitini hesa ferð – allir dystirnir vóru leygardagin – høvdu við sær, at heilt nógv bendir á, at tað verður Skáli ella AB, sum fer at vinna beinleiðis uppflytingar- plássið, meðan hitt liðið fer at spæla í endaumfari ímóti tí næstaftasta í 2. deild. Um tað verður AB ella Skáli, sum vinnur rættin til beinleiðis uppflyting, veldst um úrslitini tríggjar tær seinastu ferðirnar. Skáli skal sunnudagin spæla á heima- vølli ímóti B68, so skulu teir í Gundadal ímóti B36, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av TB. AB fær sunnudagin vitjan av ÍF, so skulu teir á Svangaskarð, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av B36. Tað vil við øðrum orðum siga, at bæði oddaliðini skulu spæla ímóti B36. Havnarmenninir eru á triðja plássi. Teir hava framvegis møguleika at gera av sjálvir, um teir skulu enda ovast og harvið vinna gull krónurnar, og tað vil aftur siga, at teirra leiklutir er stórur í, hvør skal flyta beinleiðis upp. FS Vágar–KÍ Klaksvíkingar kundu rættu- liga havt lyft sær úr botn- inum, um teir vunnu. Men teir møttu við ikki serliga sannførandi liði. FS Vágar var nógv betur, teir vunnu stórt, og harvið er næstan greitt, at teir eisini komandi ár fara at eiga pláss í 3. deild. Stuttligt er tað at stað- festa, at millum málskjútt- arnar var Torkil Nielsen. Í komandi viku verður tíggju ára dagurin fyri minniliga sigrinum á Eysturríki í Landskrona og fyri mál- inum, sum Torkil Nielsen skoraði og sum fór um allan heimin. Kenslan at skora í- móti 3. deild hjá KÍ og An- dreasi Johannesen í KÍ mál- inum hevur neyvan verið tann sama hjá Torkili, sum hon var fyri tíggju árum síð- ani, og rómurin kring vøllin var leygardagin heldur ikki tann sami, men málið var týdningarmikið fyri eyka- liðið hjá FSV. 4. deildarliðið hjá KÍ er komið í endaspælið. Um tað skuldi komið soleiðis fyri, at 3. deildarliðið flytir niður, so hava teir møguleika at spæla 4. deildarliðið upp – um tað er nakað gott hug- skot. KÍ hevur undanfarnu árini megnað at hildið málskjót- ingina hjá mótstøðumonn- unum niðanfyri eitt hundrað í teimum átjan dystunum. Hesa ferð eydnaðist tað ikki. Nú eru 104 mál farin ígjøgnum. B68–ÍF Felags fyri bæði liðini er, at tey plaga at vera í ovara en- da, og at tey í ár bara hava verið ein skuggi av tí, sum tey ofta hava verið und- anfarin ár. Fótbóltsupplivilsið á Svangaskarði var so sum so. Tað var lítil munur á lið- unum, sjálvt um Jan Peter- sen, sum var leikbannaður, tá besta liðið hjá B68 næst- seinasta vikuskifti smurdi KÍ av, var á miðvøllinum . Fuglfirðingar tykjast hava fingið betri tak á tí, nú fleiri veteranar eru aftur á liðnum. Aksel Højgaard legði heimaliðið framum, tá eitt korter var farið. Eftir skjótt álop stútaði hann innlegg úr høgru í kassan. Eitt lítið korter var farið av 2. hálv- leiki, tá Árni Petersen javn- aði fyri ÍF. Við handara stólpan stútaði hann frí- sparksinnlegg úr vinstru frá Ken Bærendsen í kassan aftanfyri Kjartan Nesá. Allan Joensen, sum í fjør var málverji hjá B68 – við- hvørt í 1. og viðhvørt í 3. deild – vardi málið hjá ÍF á Svangaskarði. Hjá B68 var tað merk- isvert, at faðir og sonur vóru á sama liði. Aksel Højgaard, málskjúttin hjá B68, var inni alla tíðina, og sonur hansara, Jóhan Dávur Høj- gaard, spældi teir síðstu át- jan minuttirnar. Bæði hjá B68 og ÍF var talan um fyrsta javnleikin í ár. B36–VB Sambært skipanini átti dyst- urin at verið spældur í Gun- dadali. Men B36 var í Vági eftir tí eina stiginum. Tað komst av, at B36 ikki megn- aði at manna lið, tá teir í 9. umfarinum skuldu havt ver- ið í Vági. Reglarnir siga, at um eitt lið ikki møtir á heimavølli, so missir felag- ið heimavøllin. Hjá VB vóru Eyðun Kjærbo, Kári í Lágabø og Petur Óli Samuelsen, sum allir høvdu sitið á beink- inum allar 90 minuttirnar í toppdystinum í 1. deild í- móti HB, á liðnum. Kortini var tað B36, sum kom á odda, tá Vinjard Guttesen fekk bóltin í mál- ið. Petur Olaf í Lágabø (við brotssparki) og Hans Jákup Hjelm fingu tó lagt heima- liðið fram um aftur, áðrenn farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki leikaði leingi javnt á, og kanska hevði B36 yvirvág í spæli. Tað eydnaðist teimum eisini at koma upp á javnt, við einum máli, sum Tummas Eli Hansen skeyt. Móti dystarenda hevði Tummas Eli ein risa møguleika at avgera dystin, men javn- leikur gjørdist so endaliga støðan. Bæði hjá B36 og VB var talan um fyrsta javnleikin á árinum. TB–AB Eingin ivi var um, at heima- liðið ikki ætlar sær nakran veg, meðan gestirnir hava uppflyting til 2. deild sum ikki veruleikafjart mál. AB var nógv betri fyri, teir vóru skjótari, teir vóru krops- sterkari, og teir orkaðu væl betur. Í eini handavend, tá eitt lítið korter var farið, kom AB framum við tveimum málum. Svend Poulsen staðfesti fyrst sína støðu sum toppskjútti, og so stút- aði Benny Poulsen í málið. TB hevði so at siga ongar atsóknir. Stutt undan steðg- inum varð ein langur bóltur skotin fram. Gunnleifur Rasmussen í AB málinum hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men Jóhannes Johannesen var fyrstur á returinum. Eftir eitt korter av 2. hálv- leiki endaði AB uppspæl í høgru við innleggi til hand- ara stólpan. Har smekkaði vongverjin í vinstru, Sigurð Justinussen, til, og bólturin small í nærra stólpan, áð- renn hann fór í málið. Eyðun Dalsgarð, sum var komin á vøllin, tá eitt korter var farið av seinna umfar- inum, staðfesti argjasigurin. TB misti í uppspælinum, rangstøðufellan miseydnað- ist, og so var mál. B71–Skáli 3–5 Tað gekk leingi javnt á, men tá gestirnir í 2. hálvleiki komu framum 3–2, skræd- naði hjá sandoyingum, sum ikki megnaðu at svara aftur fyrrenn fram ímóti dystar- enda, tá Alex Nielsen, sum ikki spældi við, tá besta B71 liðið stóð seg so væl í Gundadali, pyntaði um. Spælandi venjarin hjá skálamonnum, Kaysten Rasmussen, var eyðsýndur. Fyrst gjørdi hann nýtslu av brotssparkið, sum var dømt fyri hands, og so sneiddi hann fleiri av og skoraði hjá Henriki Juul úr meiri enn 20 metrum. Ib Morh Olsen hevði frammanundan seinna málinum javnað til 1–1, tá hann eftir horna- sparksinnlegg frá Torbirni Jensen fekk síðsta fótin á. Ein annar B71 veteranur, Páll á Reynatúgvu, javnaði til 2–2 upp á brotsspark, sum varð dømt fyri harðligt spæl. Í 2. hálvleiki komu trý mál, og var tað Skáli, sum fekk hesi tilskrivað. Okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið uppspurt, hvør skeyt tey trý seinastu málini hjá Skála. Máltindurin á hesum síðum eigur tí at verða tikin við fyrivarni hesu ferð. Úrslit FS Vágar–KÍ 8–0 (4–0) 1-0: Petur Niclassen 21. 2–0: Magnus Simonsen 27. 3–0: Torkil Nielsen 42. 4–0: Magnus Simonsen 44. 5–0: Petur Niclasen 49. 6–0: Magnus Simonsen 69. 7–0: Magnus Simonsen 72. 8–0: Petur Niclasen 76. B68–ÍF 1–1 (1–0) 1–0: Aksel Højgaard 16. 1–1: Árni Petersen 57. B36 situr við lyklinum til uppflytingina 3. deild: Um tað verður Skáli ella AB, sum endar á beinleiðis uppflytingarplássinum veldst ikki minst um, hvussu lið- ini fara at standa seg ímóti B36 B36–VB 2–2 (2–1) spældur í Vági 0–1: Vinjard Guttesen 1–1: Petur Olaf í Lágabø br 2–1: Hans Jákup Hjelm 2–2: Tummas Eli Hansen TB–AB 1–4 (1–2) 0–1: Svend Poulsen 11. 0–2: Benny Poulsen 12. 1–2: Jóhannes Johannesen 42. 1–3: Sigurð Justinussen 59. 1–4: Eyðun Dalsgarð 89. B71–Skáli 3–5 (1–2) 0–1: Kaysten Rasmussen br 1–1: Ib Mohr Olsen 1–2: Kaysten Rasmussen vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Skála 15 10 - 1 - 4 59 32 26 31 2 AB 15 10 - 0 - 5 70 35 35 30 3 B36 15 9 - 1 - 5 43 21 22 28 4 VB 15 8 - 1 - 6 43 42 1 25 5 B71 15 8 - 0 - 7 51 44 8 24 6 TB 15 6 - 2 - 7 44 44 0 20 7 B68 15 4 - 5 - 6 37 37 0 17 8 FS Vágar 15 5 - 2 - 8 45 54 -9 17 9 ÍF 15 4 - 1 - 10 36 51 -15 13 10 KÍ 15 4 - 1 - 10 36 104 -68 13 Støðan, 3. deild menn 2–2: Páll á Reynatúgvu br 2–3: Ikki upplýst 2–4: Ikki upplýst 2–5: Ikki upplýst 16, umfar verður 10. september VB–FS Vágar Skáli–B68 KÍ–B36 B71–TB AB–ÍF Máltindurin Svend Poulsen AB 19 Kristoffur Vidtfeldt B71 15 Petur Niclasen FS Vágar 14 Aksel Højgaard B68 13 Pauli Hansen Skála 12 Signar Johannesen AB 11 Magnus Simonsen FS Vágar 11 Egill Steintórsson VB 10 Oddbjørn Joensen AB 9 Per Joensen VB 9 Regin Arge B36 8 Kaysten Rasmussen Skála 8 Kaj Roest TB 8 Hans Christian Djurhuus Skála 7 Hallur Christiansen TB 7 Jákup Olsen B68 6 Páll á Reynatúgvu B71 6 Jákup Baldvinsson ÍF 6 Marius Joensen Skála 6 Kári í Lágabø VB 6 Tumas Eli Hansen B36 5 Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 5 Aksel Johannesen KÍ 5 Eyðun Svalbard TB 5 Jóhannes Johannesen TB 5 Fróði Stenberg AB 4 Dánial Petur Johansen B36 4 Vinjard Guttesen B36 4 Eirikur Poulsen B71 4 Jónsvein Thomsen B71 4 Sjálvmál B71 4 Ken Bærendsen ÍF 4 Bárður Andreasen KÍ 4 Leon Bjartalíð KÍ 4 Jón Rasmussen Skála 4