Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2005 41 Maskinmeistari søkist til Elfelagið SEV Eitt starv sum maskinmeistari á Fossáverkinum í Vestmanna er leyst at søkja til setan frá umleið juni 2005. Starvið: Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald av Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði og sum vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Undir Fossáverkinum hoyra eisini Mýru-, Heyga- og Eiðisverkið, sum eins og vatnturbinan á Strond verða stýrd frá Fossáverkinum. Talan er um til- samans 7 vatnturbinuaggregat við einum saml- aðum mátti upp á 28,4 MW. Harafturat stýrir vakt- havandi á Fossáverkinum býtið av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini Sundsverkið og Strond (lastfordeiling). Eisini er vakthavandi á Fossá-verkinum koblingsleiðari fyri háspenningsanleggini í meginøkinum. Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskin- meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara- prógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv. Lønin: Starvið er lønt sambært 5.lønarflokk eftir sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri framman- undan. Byrjunar- og endalønin í 5. lønarflokki er í løtuni netto ávikavist kr. 23.234,37 og kr. 24.926,19 um mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønar- gjaldi tilsamans ávikavist kr. 2.904,30 og kr. 3.115,77 um mánaðin. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktar- gjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Umsóknir: Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu- ligum ummælum verða send Elfelagnum SEV, Postrúm 319,FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi hósdagin,tann 19.mai 2005. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Pól Joensen, verksmeistara á Fossáverkin- um ella til Bjarka Hermansen, deildarstjóra á Maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800. Tórshavn, tann 2. mai 2005. Elfelagið Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Sambýli Líknargøta 1 620 Runavík Pedagogur Innan Heimarøktina og Serforsorgina, og stovnum undir tí við fyribilstænastu á Sambýlinum á Líknagøtu 1 í Saltangará,er eitt pedagog starv leyst til setan 1. juni 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar og vikuskiftisarbeiði. Á Sambýlinum á Líknagøtu búgva 3. ungir menn við autismu. Arbeiðið fevnir um at skipa gerandis- dagin og frítíðina saman við teimum og verandi starvsfólkum. Tað krevur m.a., at tú er førur fyri at gera kropsligt arbeiði, ganga túrar, svimja, gera fimleik o.s.fr. Løn- og setunartreytir: Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið á lønarstigi 24, 25, 27,28 og 30 til 33 eftir lønartalvu frá 01.10.04 Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið og Bústovnin á Rúnarvegi 3 & 6 í Runavík,ið eru undir somu leiðslu sum Sambýlið á Líknagøtu 1.Tí kann tann setti eis- ini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um tørvur gerst á hesum. Bert umsøkjara, sum hava lokið eina námsfrøðiliga útbúgving verða settir í starv. Umsóknarfreist Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V.skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2005 kl. 12.00 Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 226121. Umsóknir skulu stílast til: Bústovnin á Rúnarvegi Att: Leiðarin Rúnarvegur 6 Fo - 620 Runavík Søkt verður eftir pedagogi/- hjálparfólki Til Frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu Frítíðarskúlin heldur til í gomlu læknahúsinum á Heiðavegi 22 Saltangará. Frítíðarskúlin er nor- meraður til 30 børn. Pedagogi 30 t um vikuna Starvið er fyri ein pedagog ið fer í barnsburðar- farloyvi frá 10. august 2005 til 30. juni 2006. Hjálparfólkið 20 t um vikuna Starvið er fyri eitt hjálparfólk ið fer í barnsburðar- farloyvi 10. august 2005 til 30. juni 2006. Vit ynskja at umsøkjarin: • er áhugaður at arbeiða við størri børnum • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur góð samstarvsevnir • hevur umsorgan og virðing fyri børnunum Starvið verður sett 10. august ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Lailu Weihe, leiðara, á tlf. 448594 lok. 12 ella tlf. 216630. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai. 2005 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Aðalfundur Aðalfundurin hjá Borðtennissamband Føroya verður fríggjakvøldið 20. mai 2005 kl. 19.00 í ÍSF- húsinum. Borðtennissamband Føroya Ársaðalfundur Neistans verður mikudagin 25. mars kl. 19.00 í Neistahølunum. Neistin