týsdagur 10. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 86 - 10. mai 2005
Útvístur fyri
hurðasølu
Maðurin sum í leygar-
dagin varð handtikin,
fyri at selja blýantstekn-
ingar, var fyrrapartin
sunnudagin í rættinum.
Har varð hann útvístur
úr Føroyum. Harum-
framt fekk hann 1000
krónir í bót. Eisini varð
hald lagt á tær 24
myndirnar
maðurin
hevði og 200 kr., sum
hann hevði fingið fyri
søluna.
Maðurin var komin úr
Íslandi við Norrønu
saman við øðrum pó-
lendingum. Hann sigur,
at tey gjørdust ov sein til
skipið, og tí máttu bíða
eftir næsta farti.
Umframt
at
hava
brotið lógina um hurða-
sølu, virkaði maðurin
eisini í Føroyum uttan
arbeiðsloyvi.
Løgreglan leggur ikki
skjól á, at kvika og av-
gjørda handfaringin av
málinum,
hevur
eitt
fyribyrgjandi endamál.
Neyðugt er at steðga
ólógligum
virksemið
millum ferðafólk bein-
anvegin. Ein annar av
pólendingunum
varð
steðgaður av løgregluni
fríggjadagin. Men tá
vóru eingi prógv um
sølu, og hann slapp tí
við eini ávaring. Eisini
hevur løgreglan fingið
fráboðan
um
eina
kvinnu, sum somuleiðis
seldi myndir. Men hon
er ikki handtikin enn.
Tann dømdi verður
sendur avstað við flog-
farinum hjá Atlantsflog í
morgin árini. Úr Keyp-
mannahavn verður hann
sendur víðari til Póland.
-NuD
Tikin fyri at
koyra fullur
Klokkan tíggju minuttir
í seks leygarnáttina varð
ein maður tikin fyri at
koyra fullur í Havn.
Løgreglan tók mannin
á støðina, og blóðroynd
varð tikin.
Seinni fæst at vita,
hvat promillan var, og
hvørt maðurin stendur
til at missa koyrikortið,
sigur vakthavandi á løg-
reglustøðini í Havn.
-hkm
Sum heild
friðarligt
kring landið
Løgreglan kring landið
letur væl at, nógv tiltøk
hava verið, men uttan
fyri Havnina hevur lítið
verið av ófriði. Ein mað-
ur varð tikin á løg-
reglustøðina í Klaksvík
at sova, aftan á húsófrið,
men slapp leysur uttan
ákæru sunnumorgunin.
Í Eysturoynni, hendi
eitt
ferðsluóhapp
á
Keiðini í Runavík, tá ein
bilur rendi á eini hús.
Men annars var ikki
stórvegis at boða frá.
Í Vágunum var kontri-
dansur, men sambær±t
løgreglustøðini í Mið-
vági var stak friðarligt
hóast nógv fólk vóru í
dans.
-NuD
Rokalig
sunnunátt
í Havn
Løgreglan í Havn varð
sunnunáttina, tvær ferð-
ir, kallað út til húsaófrið.
Báðar ferðirnar var tó
rættuliga friðarligt, tá
løgreglan kom á staðið,
og tosaði fólk til rættis.
Tað eina staðið var ein
spegil brotin men eingin
bleiv tó handtikin.
Við Badmintonhøllina
varð løgreglan boðsend
um hálvgum trý tíðina, tí
tveir menn vóru farnir
til hendur. Eingin hevði
fingið mein, og teir siss-
aðust, tá løgreglan kom,
tí varð heldur eingin av
teimum tikin við.
Løtu seinni varð løg-
reglan aftur boðsend til
Badmintonhøllina. Ein
genta varð vorðin illa
fyri av rúsdrekka. Løg-
reglan boðsendi sjúkra-
bil, og gentan varð tikin
við á Landssjúkrahúsið.
Tvær ferðir sunnu-
náttina var løgreglan
boðsend á vertshús í
býnum, aftan á ófrið.
Báðu ferð eydnaðist tað
at fáa fólk, at sissa seg,
og fara hvør til sítt, so
neyðugt varð ikki at taka
nakran við á støðina.
-NuD
Fimleikafelagið
Ljósið
skipaði leygardagin fyri
loppumarknaði og øðrum í
gongugøtuni í Havn.
Jonna Djurhuus, pen-
ingarøkil í fimleikafelag-
num Ljósið, sigur, at enda-
málið er at savna inn
pening til felagið.
- Hetta er árligi familju-
dagurin hjá felagnum. Um-
framt loppumarknað kunnu
børnini stuttleika sær við
smábátasigling í lítlum
hyli, og so hava vit eisini
Káta Køkin og annað, sigur
Jonna Djurhuus.
Tað eru meir enn 700
limir í fimleikafelagnum,
og Jonna Djurhuus sigur, at
limatalið økist á hvørjum
ári. Hon sigur seg vóna, at
felagið skjótt fær eina
fimleikahøll, sum ætlanin
leingi hevur verið.
-hkm
Elfelagið SEV sigur í
tíðindaskrivi,
aftan
á
hálvárliga umboðsnevnd-
arfundin at felagið ætlar at
útbyggja vatn- og vindork-
una. Eisini eru luttekur
felagið í menningarverk-
ætlanum innan aldu- og
sólorku.
Avlopið í 2004 varð 27
milliónir krónur, og skal
nýtast til neyðugar íløgur í
el-netið og til varandi orku,
sum skal minka CO2-
útlátið. Her er talan fyrst og
fremst um vind- og vatn-
orkuna í Eysturoynni.
Samanumtikið hepnaðist
fíggjarárið 2004 væl. Fram-
leiðslan burtur úr vindi og
vatni øktist, og samstundis
minkaði framleiðslan á
motorverkunum. Tað bar
við sær, at SEV keypti
minni av olju í 2004 sam-
mett við 2003.
Í samstarvi við Vest-
manna Kommunu hevur
felagið høvi at fylgja við
sólorkuskipanini hjá vest-
menningum.
Á vetnisøkinum, hevur
SEV
skipað
samtakið,
North Atlantic Hydrogen
Association, saman við
íslendska felagnum, Ice-
landic New Energy, og
orkumyndugleikunum
í
Føroyum og Grønlandi.
Hetta fyri at menna kunn-
leikan um vetni. Hesin
orkuformur kann gerast ein
týðandi partur í framtíðar
orkuhøpi
SEV
og
Tórshavnar
Kommuna eiga helvt um
helvt av Fjarhitafelagnum,
sum veitir húsum í Hoyvík
hita frá Brennistøðini á
Hjalla. Nú útbyggingin í
Hoyvíkshaganum
heldur
fram, verður neyðugt at fáa
meira hita til vega frá
Sundsverkinum, og tí skal
fjarhitaleiðingin
millum
Sundverkið og Brenni-
støðina á Hjalla útbyggjast.
SEV hevur avgjørt at seta
2,5 milliónir krónur afturat
í Fjarhitafelagið treytað av,
at Tórshavnar Kommuna
ger tað sama.
Avlopsorkan til fjarhita,
sum er tøk á Sundsverk-
inum, kann hita umleið
2000 sethús alt árið. Við
miðstøðuhita við gassolju,
høvdu hesi hús brúkt seks
milliónir litrar av olju um
árið. Fjarhitin Tálmar har-
við CO2-útlátið.
Sambært tíðindaskrivin-
um er størri opinleiki í
SEV, aftan á broytingarnar í
viðtøkunum í fjør. Henda
opinleika fer Elfelagið í
alsamt størri mun at vísa í
verki. Í næstu viku fer SEV
at senda øllum húsarhald-
um og øðrum viðskifta-
fólkum hjá Elfelagnum
ritið, SEV Í ORÐUM OG
TØLUM. Í ritinum eru -
umframt ársfrágreiðingina
og ársroknskapin 2004 -
greinar, myndir og talvur,
sum lýsa partar av dagliga
virkseminum hjá SEV.
-NuD
Ljósið hevði familjudag
Familjudagur í gongugøtuni.
Mynd: Hans Kárason Mikkelsen
Varandi orka er vegurin fram