Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 10. mai 2005 5 "Hví Sjúkra- røktar- frøðingar?" Hósdagin 12. mai er altjóða dagur Sjúkra- røktarfrøðinga. Í hesum sambandi skipar Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt- arfrøðingar fyri almenn- um tiltakið í Norður- landahúsinum. Við hóp- in av áhugaverdum fyri- lestrum og framløgum. Stevnan verður sett av Jógvan á Lakjuni Landsstýrismanni. Hann greiðir frá ætlan- um innan útbúgvingar- økið. Margret I. Hallgrims- son, depilsleiðari á Universitetssjúkrahúsin um í Reykjavík, hug- leiðir um evnið "Hví Sjúrarøktarfrøðingar?". Hetta er eisini heitið á tiltakinum. Brynhild Danielsen, Sjúkrarøktarfrøðingar og Master of Sciense in Health Promotion, greiðir frá um mat- viðurskifti í føroysku skúlunum. Súsanna Mortensen, rektari á Sjúkrarøktar- frøðiskúla Føroya greið- ir frá um sjúkrarøkt- arfrøðiútbúgvingina. Ingrid Holm, sjúkra- røktarfrøðingur, greiðir frá arbeiði sínum, ið samband við flóðalduna í Asia. Ì lættara endanum verður sangur v/ The Nightingales. Tiltakið er fyri øll og er frá kl.14.00-17.00. -NuD SKATING Í FØROYUM Fyri fyrstu ferð í Føroyum verður skipað fyri innandura skater- kapping. Tiltakið verður í høllini á Hálsi tann 20. og 21. mai. Kappast skal í street og í rampu. Eitt inn- leiðandi umfar verður fyrsta dagin, og á seinna degnum verður finalan. Skatarar úr øllum Før- oyum koma til kapp- ingina. Tað er kristiliga ung- d ó m s a r b e i ð i ð AlienYouth, sum skipar fyri tiltakinum. Kring tiltakið verður nógv annað á skránni, millum annað DJ, multimedia, prædikur, hárkapping og konsertir. Meira kunning fæst á www.alienyouth.fo -hkm Tá 200 í seinastu viku blástu SMS um koll í sam- bandi við søluna av G! atgongumerkjum, lá tað tjúkt í luftini, at hetta var eitt av nøvnunum, sum skuldi við á festivalin. Í dag vátta fyrireikararnir, at 200 verða við. Sum vit skrivaðu tá, vildu fyrireikarnir ikki vátta nakað í vikuskiftinum. Men okkara git vísir seg nú at vera rætt. Fyrireikarnir siga at framførslan á G! Festival verður nakað heilt serligt. Tann næstan legendariski pappmasjefokkjúfingurin verður faldaður við eini 10 í kraft og stødd og vekt og úttrykki, og goysandi eldur verður lagdur afturat. Hetta ljóðar av nógvum, men er ivaleyst nógv meira. Vit kunnu longu byrja at gleða okkum. Sambært G! spæla 200 bara tvær kon- sertir í summar á G! og á Sandi. So hervið er eitt navn til festivalin á Sandi eisini kunngjørt. -NuD Tórshavnar kommuna varð í vikuskiftinum heiðrað fyri at eiga ársins talgilding. KT-dagur var í Norður- landahúsinum, sum KT- felagið skipaði fyri, og har skuldi ársins talgilding kjósast. Tórshavnar komm- una nýtir skipanina "In- voices workflow," og henda varð kosin ársins talgilding. Skipanin váttar og avvísir rokningar í Navision. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum fekk handað eitt steyp við kurlu sum tekin um heið- urin. -hkm Tá Direct Level spældi á Margarin Fabrikkini í Havn, vóru ikki nógvir áskoðarar. Men hetta gjørdi bara konsertina meira in- tima. Bólkurin tyktist heldur ikki merktur av um- støðunum og spældu eina góða rokkkonsert. Bassleikarin tosaði í millum løgini, og hann var ótrúliga sjarmerandi á ein sunnudagsskúlalærarakend an máta. Hann var øðiliga pedagogiskur og forkláraði væl, um tekst og boðskap. Tað virkaði løgið fyri eina rokkkonsert, men í intimu karmunum riggaði tað væl. Bólkurin spælir sveim- andi og atmosferiskan rokktónleik. Gittararnir eru dominerandi í ljóðmyndini, og skapa eina droymandi kenslu. Eina løtu eru dreymarnir stillir og so spakuliga gerast teir villir. Bassur og trummir eru trygga grundin, sum gitt- ararnir hava støðið á. Bólkurin er vælsignaður við einum framúr sangara, og røddin hóskar sera væl til stílin. Melodiðirnir hjá bólkinum eru vakrir, og røddin ber løgini. Í løgun- um Angels Talking og Oceans of Worries var bólkurin ordiliga góður, hesi løgini tyktust meiri liðug enn hini, og høvdu eitt sterkt útrykk. Í Oceans of Worries runnu gittararnir sama í eitt larmutt gittar- hav. Tað varð rátt og vilt, og vakurt. Nýggjasta lagið bólkin- um var gjørt í vikuni, og hetta hoyrdist. All over again, var eitt rættuliga glatt og upbeat lag. Men lagið hvørki svingaði eitt riggaði væl. Serliga byrj- anin tyktist óruddilig. Sum frá leið gjørdist lagið eitt sindur betur, men tað trongdi ivaleyst til meira venjing, og eina kerliga hond. Bólkurin gjørdist numm- ar tvey í Gospel Prixnum, og hevur tí vunnið eina viku í Studio Pegasus. Hendan vikan skal brúkast skjótt, tí bólkurin hevur ætlanir um at gera eina fløgu, kanska í fyrsta umfari eina maxi fløgu. -NuD Havnin átti ársins talgilding Heðin Mortensen við kurlusteypinum Mynd: Jens Kr. Vang Sveimandi, droymandi kristin rokkur 200 á G!