Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 86 - 10. mai 2005 Ferðavinna við strendur fyri norðan Ferðist í Føroyum Í seinastu viku var ráðstevna hildin í Føroyum, har luttak- ararnir vóru fólk úr strandalondum fyri norðan, sum tosaðu um ferðavinnu við støði í gamlari strandamentan FERÐAVINNA Edvard Joensen Í døgunum 28. apríl til 1. mei skipaði Ferðavinnan í Eysturoy fyri fleirtjóða ráð- stevnu, har evnið var ferðavinna við strendurnar í londunum fyri norðan. Ráðstevnan verður nevnd Northern Coastal Experi- ence, og á stevnuni í Føroy- um herfyri vóru luttakarar úr Canada, Íslandi , Het- landi, Noreg, Svøríki og Finlandi umframt úr Føroy- um. Hendan ráðstevnan var tann triðja í røðini. Fyrireikararnir siga um upprunan til hesar fundir- nar, at Northern Coastal Experience, NORCE, er ætlað at vera eitt bindilið millum strandamentanir í útnorði. Talan er um eina trý ára verkætlan, sum byrj- aði í 2004 og endar í 2007. Ferðavinnan í Eysturoy er føroyski parturin av hesi verkætlan, og er við fyri at seta Eysturoynna í fokus, siga fyrireikararnir. Endamálið við hesi verk- ætlanini er at tosa og sam- starva um gamla mentan í strandaøkjunum hvør hjá øðrum. Í okkara føri tosa vit um grindadráp, skjúts og ymiskt, sum farið er fram frá landsnámtíðini til okkara dagar, greiðir Kjart- an Dalsgaard, formaður í Ferðavinnuni í Eysturoy frá. Millum annað hevur tíðin, har farið varð frá bóndasamfelag til fiski- mannasamfelag, verið lýst. Byggja gamlar bygdir uppaftur Millum luttakararnar á fundinum í Eysturoy hesar dagarnar, vóru fýra sviar úr økinum fram við norðara partin á Botnisku Víkini. Úr býunum Luleå, Skel- lefteå og Piteå. Tey greiddur frá, at í teirra øki var farið undir at byggja gomul útróðrarpláss uppaftur. Tað vil siga, at tey settu gomul hús í stand og nýttu tey so til gistingarhus til fólk, sum kom at vitja í økinum. Í høvuðsheitinum vóru tað sviar, sum vitjaðu, greiddu tey frá. Serliga um summarið. Men um veturin koma alt fleiri útlendingar, sum vilja sleppa at royna at koyra eftir ísinum, sum legst á víkina. Koyrt verður bæði við kavascootarum og við bili. Serliga hetta seinna er áhugavert hjá frammanda- fólkunum at uppliva, siga tey. Um summarið eru tað serliga siglitúrarnir í sker- garðinum, sum hava áhuga hjá ferðafólkinum. Alt eftir, sum bátarnir gerast størri og meira nútíðarhóskandi, er ferðafólkatalið eisini vaksið, siga tey. Tey síggja mun á ferða- fólkatalinum, sum hevur verið vaksandi, síðan tey komu við í hetta samstarv- ið, sum fær stuðul frá NPP (Northern Peripheri Pro- gram) grunninum. Hetta er ein grunnur, har bæði norðurlendskir og ES pengar eru uppií. Tey siga, at har uppi í Botnisku Víkini hava tey ikki brúkt so øgiliga nógvar pengar sum so til at lýsa í bløðum og við prentlutum við hesum økinum sum ferðamannaøki, sum annars er vanligt. Tey hava heldur lagt seg eftir at nýta inter- netið, sum røkkur nógv longri, sum tey taka til. Tað er jú heimsumfatandi. Og tey ivast ikki í, at tað eigur ein stóran part av æruni fyri framgongdini í talinum av vitjandi har uppi. Næsti fundurin av hesum slagnum verður í Skellefteå í september, greiða tey frá. Tá verður temaðið fyri fundin bátasmíð. Serliga fara tey tá at leggja dent á at lýsa bátasmíð, sum tað upp gjøgnum søguna hevur ver- ið í økjunum, sum eru við í samtakinum. Ferðaráð Føroya fer í vikuni at skipa fyri einum tiltaki í SMS, sum skal vera við- virkandi til at fáa før- oyingar at brúka sína frítíð í Føroyum FERÐAVINNA Edvard Joensen Føroyingar ferðast í Føroyum! Hesi eru ráðini, Ferðaráð Føroya hevur til fólk, sum leggja sína frítíð til rættis. Á eini ferðastevnu í SMS seinni í vikuni, verða ymsir møguleikar fyri at halda frí í egnum landi lýstir. Tiltakið í SMS verður hildið í døgunum 12. til 14, mei, undir heitinum »Frí í Føroyum« sigur Sóley Han- sen, sum vegna Ferðaráð Føroya skipar fyri hesum tiltakinum. Hon sigur, at har verður lýst rættiliga nógv ymiskt, sum er at uppliva í Føroy- um. Alt frá søgufrásgnum til vitjanir umborð á segl- skipum, sum eisini fara at gera onkrar serligar túrar í samband viðtiltakið. Tiltakið verður ikki skipað sum ein traditionell messa við básum til hvønn luttakaran, uttan sum eitt øki, har tann vitjandi gong- ur ígjøgnum og upplivir tað, sum sýnt verður fram, greiðir hon frá. Bæði úti og inni. Tí uttan fyri verður møguleiki at sleppa á rossabak at sita. Hetta, sum vanliga verður nevnt ponyríðing, er serliga ætlað børnunum, men sam- stundis eitt átak, sum skal lýsa møguleikarnar at ferð- ast á rossabaki í Føroyum. Felagið, sum stendur fyri hesum, er Davidsen Hestar í Miðvági, greiðir Sóley Hansen frá. Føroyska ferðavinnan á sjónum er rættiliga væl umboðað á stevnuni, sigur Sóley Hansen. Trý selg- skip, Johanna, Norðlýsið og Dragin, eru umboðað, og tey fara øll at liggja Úti undir Bakka hesar dagar- nar, so fólk kann vitja um- borð. Fríggjadagin fer Norð- lýsið at gera ein serligan túr í samband við tiltakið í SMS, sigur Sóley Hansen. Eisini onnur tiltøk, sum til ber at uppliva í Føroyum, verða umboðað á stevnuni. Greitt verður frá um kaving kring Føroyar. Tað er Faroe Dive í Klaksvík, sum stendur fyri tí tiltakinum. Føroya Náttúrugripasavn greiðir frá um fuglar og sýnir fram útstappaðar fuglar, eins og til ber at hoyra ymisk fuglaljóð. Á Eiði ber til at sleppa at rógva í Kano Niðri á Vatni (ikki niðara Eiðisvatni, sum í onkrari lýsing stendur. Blðm.) Sagt verður frá hesum tiltakinum, eins og greitt verður frá møguleikum at fiska síl bæði Niðri á Vatni og Suðuri á Vatni, sum eiðisfólk nevna Eiðisvatn. (At fólk nú eru farin at tosa um Eiðsivatn, tá meint verður við tað lítla vatnið Niðri á Vatni, og byrgingarnar hja SEV í staðin fyri Eiðisvatn, er heilt burturvið. Blðm.) Ferðaráðið hevur sum nakað nýtt sett ymsu tónleikafestivalarnar á ferðakortið, og í ár verður G! Festivalurin umboðaður á hesi stevnuni í SMS. Men søga og søgn verða ikki gloymd av Ferðaráðnum. Tí fara fólk úr Sandoyar Sýslu Ferðalag at syrgja fyri við teirri sonevndu søgusigingini, ella Storytelling, sum hetta verður nevnt á fremm- andum máli. Ílatin sum fólk vóru í gamlari tíð fara fólk um- boðandi verkætlanina »Søguslóður«, sum duga tað kynstrið, at siga livandi frá søgum og sagnum í huinaliga umhvørvinum, sum sett verður upp á Torginum í SMS hesar dagarnar. Sum vera man verða eisini kunningarstovurnar umboðaðar á stevnunum. Hvønn dag, meðan tiltakið er, verða onkrar av kunn- ingarstovunum í landinum upp á skift umboðaðar á Troginum í SMS. Millum luttakararnar á Northern Coastal Experience, NORCE, í Eysturoynni her- fyri, vóru Urban Larsson, Yngve Edström, Annika Sander og Göran Wallin norðan úr Botnisku Víkini, shar næsta ráðstevnan av hesum slagnum verður hildin í september í ár Mynd: Jens Kristian Vang Norðlýsið fer saman við Johonnu og Draganum at liggja á Vestaru Vág hesar dagarnar, tiltakið í SMS verður hildið. Fríggjadagin verður gjørdur ein serligur túrur við Norðlýsinum í samband við hetta tiltakið. Myndir er frá einum Dím- unartúri hjá Norðlýsinum Mynd: Edvard Joensen