Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 10. mai 2005 7 Bilfyritøkan Berg Motors hevur keypt eina aðra bilfyritøku, D.B. Bilar, frá Derek Brockie, sum hevur rikið fyritøkuna í J. Bronsksgøtu síðan 1973. D.B.Bilar umboðar bilmerk- ini: Kia, Rover, Land Rover, MG, Subaru, og Dai- hatsu FYRITØKA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Berg Motors hevur yvir- tikið bilfyritøkuna D.B. Bilar. Derek Brockie, frá D.B. Bilum sigur, at gongdin allastaðni vísir, at fyritøkur leggja sam- an í størri eindir. Bil- verksmiðjurnar seta stór krøv til bilasølurnar. Um hann skuldi hildið fram við fyritøkuni, mátti hann gjørt so stórar íløg- ur í tøkniligan útbúnað, at tað hevði verið ringt at fingið raksturin av fyritøkuna at hingið saman. Berg Motors hevur keypt fyritøkuna og um- boðini, men ikki bygn- ingarnar í J. Broncks- gøtu. Starvsfólkini hjá D.B. Bilum koma at halda áfram. Støða er enn ikki tikin til um tey skulu flyta. Brockie familjan byrj- aði at selja bilar beint eftir seinna verðaldar- bardaga, tá teir fingu umboð fyri ensku Austin bilarnar. Í 1973 yvirtók Derek Brockie, sum er triðja ættarlið, bilverk- staðin og í 1980 bil- umboðini hjá fyritøkuni Robert. P. Brockie. Teir umboðaðu tá bilmerkini hjá British Leyland Motor Company (BLMC) sum t.d. Aust- in, Morris, Rover, Land Rover og japansku Dai- hatsu. Berg Motors keypt D.B. Bilar – Tað, sum vit gjørdu í Løgtinginum fríggja- dagin, var vánaligur tingsiður. Men tað var alt annað í hesum máli eisini, sigur Hergeir Nielsen BOYKOTT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at tað, vit gjørdu fríggjadagin í Løgtingin- um, var vánaligur tingsiður. Hergeir Nielsen er sjálv- ur næstformaður í Løgting- inum. Men saman við rest- ini av tjóðveldisflokkinum og miðflokkinum boykott- aði hann atkvøðugreiðsl- urnar um vyritøkulógirnar. Sjálvur kallar Hergeir Nielsen tað eina kontanta avgerð. Og hóast hann ásannar, at hetta var vánaligur ting- siður, var hetta bara ein vánaligur endi á eini ting- viðgerð, sum hann heldur var eitt skúladømi um vánaligan tingsið allan vegin ígjøgnum. – At boykotta atkvøðu- greiðsluna var okkara máti at vísa okkara stóru mis- nøgd við tað, sum sam- gongan hevur staðið á odda fyri í hesum máli, sigur Hergeir Nielsen. Skrumblað ígjøgnum Hann heldur at yvirtøku- lógirnar eru týdningar- mestu lógirnar, sum hava verið til viðgerðar í Løg- tinginum seinastu 50 árini. Tí heldur hann, at málini høvdu uppiborið eina ná- greiniliga og allýsandi viðgerð í løgtinginum. Men tey fingu alt annað, staðfestir hann. – Málini eru skrumblað ígjøgnum løgtingið og tað er eisini út av lagi vánaligur tingsiður, sigur næstfor- maðurin í Løgtininum. Hann sigur, at í fyrsta lagi varð málið lagt ov seint fyri tingið og tí mátti tað hava undantaksloyvi, tað vil siga, undirskriftirnar frá 17 tinglimum fyri at tað yvirhøvur kundi leggjast fra. – Í øðrum lagi skeyt sjálvstýrisflokkurin upp at ein serlig nevnd við um- boðum úr øllum flokkurin varð sett at viðgera málið. Annars skuldi málið við- gerast í uttanlandsnevndini og har hevur sjálvstýris- flokkurin onki umboð. Hergeir Nielsen sigur, at tað sýtti samgongan fyri og sostatt var tann eini flokk- urin útihýstur frá at sleppa við at viðgera so týðandi mál. Í triðja lagi sýtti uttan- landsnevndin eisini fyri at innkallað serfrøðingar, sum andstøðan vildi hava greiða nevndina frá sínum sjónar- miðjum. – Talan var um ein ís- lendingin, Gudmund Al- fredsson, sum er ein hin fremsti serfrøðingum í fólkarætti í heiminum og vit hildu, at tað var alneyð- ugt at fáa ein slíkan ser- frøðing at greiða frá sínum sjónarmiðjum, men tað varð altso noktað. Í fjórða lagi hevur løg- tingsskrivstovan eisini gjørt vart við, at tað, sum Løg- tingið var í ferð við, var ógvuliga ivingarsamt, men heldur ikki tað varð tikið til eftirtektar. Út av lagi vánaligur tingsiður Hergeir Nielsen sigur, at eftir hansara tykki er tað, sum er farið fram í málin- um út av lagi vánaligur tingsiður. – Tað má sigast at vera stak vánaligur tingsiður av samgonguni at tvinga sín vílja ígjøgnum og at skúgva andstøðuna og annars øll ivamál til viks í einum so týðandi máli. – At skrumbla so týðandi mál ígjøgnum eftir einari viku, uttan at lýsa tað til fulnar, er sera vánaligur tingsiður og hevði ikki sømt seg nøkrum tingi yvirhøvur. Tí kvitteraði tjóðveldis- flokkurin við at boykotta atkvøðugreiðsluna. – Hetta var okkara íkast til tann stak vánaliga ting- siðin, sum eyðkendi alla málsviðgerðina, sigur Her- geir Nielsen. – Eg dugi ikki at síggja, hvussu andstøðan skal vísa góðan tingsið, tá ið sam- gongan gongur á odda at vísa vánaligan tingsið- við vælsignlisi frá sjálvum løgtingsformanninm, sum skal tryggja, at góður ting- siður verður hildin. Hann ásannar, at virð- ingin fyri Løgtinginum úti í samfelagnum, fær sjálvsagt ein snudd av slíkum. – Men tað má so vera, tí í heum máli gjørdu vit av at markera, at tingarbeiðið er farið av kós og tað verður ikki verri av at vit boy- kottaðu atkvøðugreiðsluna, sigur Hergeir Nielsen. Tað sum tjóðveldis- flokkurin og mið- flokkurin gjørdu í Løgtinginum fríggja- dagin, hoyrir onga- staðni heima, sigur løgtingsformaðurin BOYKOTT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað, sum tjóðveldis- flokkurin og miðflokkurin gjørdu í Løgtinginum fríggjadagin, hoyrir onga- staðni heima. Edmund Joensen, løg- tingsformaður heldur ómetaliga lítið um atburðin hjá tjóðveldisflokkinum í løgtinginum fríggjadagin. Tá ið Løgtingið skuldi at- kvøða um báðar yvirtøku- lógirnar, noktaðu tjóðveld- isflokkurin og miðflokk- urin at taka lut í atkvøðu- greiðsluni. Flokkurin boykottaði so- statt atkvøðugreiðsluna og tingarbeiðið og lógirnar vóru tískil avgreiddar, uttan at tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin vildu taka lut í atkvøðugreiðslunum. – Hetta er ein óskikkur av ringasta slagi, er skoðs- málið, sum atburðurin hjá teimum báðum andstøðu- flokkunum fær frá løg- tingsformanninum. Bróta sínar egnu reglar Hann sigur, at løgtingið hevur reglar at ganga eftir, sum allir tingmenn sjálvir hava samtykt. Eg haldi, at Løgtingið átti at gingið á odda at hildið sínar egnu reglar, heldur Edmund Joensen. – Hann sigur, at ting- skipanin sigur týðiliga, hvussu farast skal fram í Løgtinginum og tað er brot á tingskipanina, at flokkar boykotta eina atkvøðu- greiðslu. Tað stendur í tingskip- anini, at tingmenn skulu geva seg undir ræðið for- mansins so tá ið formað- urin biðjur teir atkvøða, skulu teir gera tað. – Tað stendur eisini, at tingmenn skulu atkvøða antin ja ella nei, ella skulu teir trýsta á tann triðja knøttin sum sigur, at teir atkvøða ikki. Edmund Joensen heldur ikki, at tað kom teimum, sum samtyktu tingskipan- ina, til hugs, at tað yvir- høvur kundi koma fyri, at ein flokkur beinleiðis skuldi boykotta eina at- kvøðugreiðslu. Undir gomlu skipanini hevði eitt slíkt boykott ikki kunna latið seg gjørt, tí tá skuldi tingmenn reisa seg, táið teir atkvøddu ja ella nei og teir sum ikki atkvøddu, vórðu sitandi. Tað, sum hendi fríggja- dagin er ein keðilig hend- ing, sum formansskapurin fer at taka upp til umrøðu. Kortini heldur hann at tað er rættiliga ivingarsamt, hvat er at gera við slíka framferð. – Tað, sum hendi fríggja- dagin var at misbrúka skip- anina, tí hetta er beinleiðis at boykotta hana. Óvanliga keðiligt signal Edmund Joensen heldur, at hetta er eitt óvanliga keði- ligt signal, sum Føroya Løgting, sum átti at verið eitt fyridømi, við hesum sendir almenninginum. – Tað kann verða vandi fyri, at onnur spyrja, hví tey skulu halda lógir og reglar, tí ið sjálvt Løgtingið, brýt- ur sínar egnu reglar. Edmund Joensen sigur, at Løgtingið skuldi gingið á odda sum eitt gott fyridømi og at slíkt kemur fyri eina- ferð, er einaferð ov ofta. Líkist púra ongum Vit tóku eina kontanta avgerð – Tað, sum hendi í Løgting- inum fríggjadagin, er eitt óvanliga óheppið signal at senda frá Føroya Løgtingi, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður – Tað sum vit gjørdu í Løg- tinginum fríggjadagin, var okkara máti at vísa okkara ónøgd uppá, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður og næstformaður í Løgtinginum Derek Brockie hevur selt fyritøkuna D.B. Bilar til Berg Motors. Derek hevur verið 40 ár í bilbransjuni. Hann fór í læru sum bilmekanikari hjá Frits Jensen í Gundadali í 1965, og hevur hann arbeitt við bilum síðan tá Mynd: Jens Kristian Vang Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið