Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 86 - 10. mai 2005 MARKNAÐARRÁK Amerikanska arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingin fyri apríl vísti ein arbeiðsmarknað, sum er í nógv betri standi, enn íleggjarar væntaðu. Heili 274.000 nýggj størv komu (væntað 174.000), umframt at talið fyri mars mánað varð uppmett við 36.000. Haraftrat hækkaðu bæði lønarvøksturin og mið- al tímatalið í arbeiðsvikuni meir enn væntað. Soleiðis vísa allir partarnir av týdn- ingarmiklu frágreiðingini á ein amerikanskan búskap í sunnum vøkstri. Lánsbrævarenturnar enn metlágar Lánsbrævarenturnar hildu sær á metlága stiginum í farnu viku. 10-ára rentan kom ikki langt frá botnin- um á 3,43%. Nógv verður tosað um lækkandi bú- skaparvøksturin í USA sum eina orsøk til lága rentu- stigið. Hann er tó oman fyri 3,5%, og arbeiðsmarknað- arfrágreiðingin man eisini gera sítt til, at tað ikki verð- ur amerikanski búskapurin, sum fær skyldina fyri lágu renturnar. Hampuligir roknskapir Eftir at partabrøv hava havt nakrar torførar dagar, hækkaðu t.d. tey norður- lendsku 1,6% eftir bjørtu arbeiðsmarknaðarfrágreið- ingina. At oljan aftur er hækkað hevur tó tálmað gongdini nakað. Í USA eru roknskaparkunngerðirnar fyri 1. ársfj. um at vera av, tó vanta t.d. Cisco, Dell og HP at kunngera. Higartil hava inntøkurnar verið 4,4% betur enn væntað og 14,2% hægri enn fyri ári síðani. Sostatt hava rokn- skapirnir verið hampuligir, og fara neyvan at tálma gongdini í næstum. Hesa vikuna Hesa vikuna verða mest áhugaverdu lyklatølini handilsjavnin fyri mars og smásølan fyri apríl úr USA. Úr Evropu kemur brutto- tjóðarúrtøkan hjá evru- londunum. Íleggjarar fara at leggja størsta dentin á USA. Handilsjavnin hevur nógv at siga fyri dollarak- ursin, og hugt verður eisini eftir, um smásølan vísir somu sunnu mynd av bú- skapinum sum arbeiðs- marknaðarfrágreiðingin. Um so er, stuðlar tað undir bæði partabrøvum og láns- brævarentum. Fleiri nýggj størv enn væntað í USA Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 5,81 0,4% Lánsbrøv í DKK 103,32 -0,9% JPY 5,53 0,1% Evru Lánsbrøv 173,87 0,0% GBP 10,98 -0,6% Norrøn Partabrøv 88,84 3,9% NOK 0,92 0,0% Altjóða Vøkstur 60,54 2,6% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. 3,4% 4,0% 4,6% 2004 2005 700 800 900 2004 2005 Vika 19, 2005 www.kaupthing.fo Stórar ætlanir um jóansøkufestival og fløgu Tað er fallið suðuroy- ingum fyri bróstið, at sandoyingar ætla at halda ein tónleika- festival sama viku- skifti, sum jóansøka verður hildin í Suður- oynni. Hetta verður í Suðuroynni mett at verða heldur frekt og lítið sømuligt, og tí verður nú arbeitt við einum mótspæli, nevniliga einum jóan- søkufestivali við góð- um nøvnum á skránni. Eisini borgar- stjórin á Tvøroyri metir tað vera óhepp- ið, at sandoyingar leggja festival meðan jóansøka er FESTIVALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo At sandoyingar hava meld- að út, at á jóansøku verður tónleikafestivalur á Sandi, er rættiliga fallið suðuroy- ingum fyri bróstið. Jóansøkan er á Tvøroyri í ár og ikki gekk long tíð, innan ein áhugabólkur fór í gongd við at fyrireika eitt aftursvar til sandoyingar. Ein fyrireikingarbólkur er farin í gongd við at fyri- reika ein jóansøkufestival, nú jóansøkan fyllir 80 ár. Í fyrireikingarbólkinum eru kendar tónleikakreftir á Tvøroyri, sum t.d. Tróndur Enni, Poul Arni Holm og Fróði Vestergaard. Men longu nú er eydnast at fáa vágbingar uppí eisini, so tiltakið gerst afturvendandi á hvørjum árið, bæði á Tvøroyri og í Vági. Frekt Í fyrireikingarbólkinum verður mett, at tað er heldur frekt og ikki lítið virðiligt at leggja ein ferstival á Sandi sama vikuskiftið, sum onnur stevna er í sunn- ara enda av landinum, nevniliga 80 ára gamla jóansøkan. Fyrireikararnir siga, at vanligt hevur ikki verið at leggja slík stór til- tøk somu tíð, sum aðrar stevnur og gamlir siðir eiga sítt náttúrliga pláss. Og tí er bólkurin farin til verka, hóast stutt skotbrá. Og fyrireikingarbólkurin til jóansøkufestivalin hevur ætlanir um at fáa stór nøvn á pallin. Fleiri av stóru før- oysku nøvnunum koma ætlandi á lýsingarlepan, samstundis sum samband hevur verið við útlendsk nøvn, harav okkurt vísir seg væntandi at fara at bera til at fáa hendavegin. Sera óheppið Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, heldur eisini lítið um, at sandoy- ingar ætla at skipa fyri festivali, meðan jóansøka er í Suðuroynni. - Tað er sera óheppið, at sandoyingar skipa fyri festivali, meðan jóansøkan er. Eisini tá hugsað verður um alt tað samstarv, sum annars hevur verið millum Sandoynna og Suðuroynna. Jóansøkan er eisini einasti inntøkumøguleiki hjá fleiri feløgum og er eitt tiltak, sum skal vera landsdekk- andi, hvat Suðuroynni við- víkir. Og hví skal festivalur nú verða á hvørjum tanga, so at onki verður í part til nakran?, spyr borgarstjórin á Tvøroyri, sum er sera harmur um støðuna. Og býráðið á Tvøroyri harmast um støðuna og skal á býráðsfundi í næstum tosa um støðuna og um møgu- ligan stuðul til ein jóan- søkufestival í Suðuroynni. Jóansøkufløga Jóansøkan fyllir 80 ár í ár og er á Tvøroyri í ár. Tí ar- beiða tvøramenn við eini jóansøkufløgu, har teir mongu kendu songfuglar- nir á Tvøroyri taka lut. Nøvn sum Guðrun Sólja Jacobsen, Tróndur og Brandur Enni, Poul Arni Holm og Jonhild A. Nielsen eru við á fløguni. Upptøk- urnar eru byrjaðar og fara fram í Skýrák í Havn. Og í samband við fløgu og festival, so verður ein útgávukonsert ætlandi part- ur av jóansøkufestivalinum, har tey luttakandi fara á pallin, samstundis sum fløgan verður løgd fram. Líkt er til, at suðuroying- ar eru til reiðar at taka dyst- in upp og ætla ikki at loyva sandoyingum at taka jóan- søkna uttan stríð.