týsdagur 10. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 10. mai 2005
9
Nú eru eftirhondini
nógvar vikur síðani,
at vit byrjaðu at
hoyra um stríðið á
føðideildini. Nú eru
33 yrkisfeløg eisini
komin upp í leikin.
Men hvat snýr tað seg
í veruleikanum um?
Vit taka málið í
stuttum
FØÐIDEILDIN
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
8. mars 2005:
Kunnandi fundur um
umleggingar á Lands-
sjúkrahúsinum.
Landsjúkrahússtjórin kallar
inn til ein kunningarfund
um ætlaðar umleggingar á
m.a. føðideildini. Ætlanin
hevur verið leingi ávegis.
Upprunaliga var ætlanin
ikki, at størv skuldu sparast
burtur, men við verandi
fíggjarlóg er tað vorðið
neyðugt. Ætlaninar verða
lagdar út til hoyringar.
10. mars 2005:
Umleggingar á føðideild-
ini á Landssjúkrahús-
inum føra við sær at nøk-
ur størv verða spard burt-
ur, men kortini fer tæn-
astan at batna.
Poul Geert Hansen, stjóri á
Landssjúkrahúsinum, sigur
við Sosialin, at tað ber til at
spara,
samstundis
sum
tænastan
til
sjúklingin
verður betri.
Tað skulu umleggingar,
sum ætlanin er at seta í verk
á føðideildini og á psykiatr-
iska deplinum, vísa.
Hann sigur, at politiska
kravið til Landssjúkra-
húsið, er, at 3,5 milliónir
skulu sparast í ár.
11. mars 2005:
Umleggingarnar á føði-
deildini seta trygdina hjá
sjúkum pinkubørnum í
vanda, sigur Felagið Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøð-
ingar
– Felagið mótmælir harliga
ætlanini hjá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum,
at
siga átta sjúkrarøktarfrøð-
ingum á føðideildini úr
starvi, samstundis sum ann-
ar starvsbólkur verður sett-
ur inn á deildina í staðin,
sigur felagið í eini hvass-
orðaðari yvirlýsing.
Felagið sigur, at tað er
beinleiðis at reingja sann-
leikan, tá ið sagt verður, at
tað liggur bæði ein sparing
og ein menning í hesi
ætlan.
14. mars:
Ongin orsøk til at ivast í
trygdini hjá pinkubørn-
um á Landssjúkrahúsin-
um
– Tað er óetiskt at siga at
trygdin hjá sjúkum pinku-
børnum og barnakonum
verður sett í vanda á føði-
deildini á Landssjúkrahús-
inum, sigur Eyðfríð Jacob-
sen, forkvinna í Ljós-
møðrafelag Føroya.
22. mars:
Landssjúkrahúsið hótt av
verkfalli
– Umleggingin á føðideild-
ini á Landssjúkrahúsinum
er ein krígsavbjóðing.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
á
Landssjúkrahúsinum
hótta nú beinleiðis við
verkfalli, verða ætlaðu um-
leggingarnar á føðideildini
á Landssjúkrahúsinum sett-
ar í verk.
Tær gera Hans Paula
Strøm púra greitt, at tær
fara undir ongum umstøð-
um at góðtaka ætlaðu um-
leggingarnar.
8. apríl:
Hoyringssvar frá sjúkra-
røktarfrøðingunum á A2:
Okkara niðurstøða er, at LS
leiðslan ikki hevur sett seg
inn í hvørjar avleiðingarnar
verða av ætlaðu umlegging-
unum. Góðskan til brúkar-
an
versnar
munandi.
Umleggingarnar fara ikki
at geva ein meiri rationellan
rakstur, sum LS leiðslan vil
vera við.
13. apríl:
Rýma av føðideildini á
Landssjúkrahúsinum
Stemningurin er nú so
vánaligur, at tríggir sjúkra-
røktarfrøðingar eru farnir
av føðideildini og vandi er
fyri at enn fleiri fara sama
veg
Tveir sjúkrarøktarfrøð-
ingar hava sagt upp og ein
er farin í farloyvi.
15. apríl:
Avgerðin tikin: Um ein
mánað verður føðideildin
umskipað
Stjórin á Landssjúkrahús-
inum sigur, at nógv um-
stríddu umleggingarnar á
føðideildini verða settar í
verk og hann vónar at tað
kann gerast um ein mánað.
– Ongi røktarstarvsfólk
verða søgd upp, men ósett
og komandi leys størv,
verða ikki sett aftur fyrrenn
vit eru komin niður á
starvsfólkatalið sum ætlað,
sigur Poul Gert Hansen.
18. apríl
Ljósmóður
yvirtekur
leiðsluna á føðideildini
– Ein ljósmóður er sett
sum leiðari á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum.
Sjúkrarøktarfrøðingurin,
sum var leiðari á føðideild-
ini, er sett frá og ístaðin er
ein ljósmóður sett sum leið-
ari.
Men beint undir leiðaran-
um eru so tveir millumleið-
arir settir á jøvnum føti, ein
ljósmóður og sjúkrarøktar-
frøðingurin, sum áður var
leiðari.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinm sigur, at hetta er ein
fyribils loysn, tí áðrenn eitt
ár er farið, skal lýsast eftir
nýggjari leiðslu.
04. mai
Fráboðan um verkfall
Frá fríggjadegnum 6. mai
kl. 08.00, verður nokta lim-
um felagsins at taka upp
arbeiði.
04. mai
Metir
verkfallið
vera
ólógligt
– Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum hevur ongan sátt-
mála brotið, og má verfallið
hjá sjúkrarøktarfrøðingun-
um tí metast at vera ólóligt,
sigur Hans Pauli Strøm,
sum kortini framvegis ikki
ætlar sær at leggja seg út í
ósemjuna millum partarnar.
04. mai:
Landsstýrið
skjýtur
málið inn fyri fútarættin
04. mai:
16 yrkisfeløg mótmæla
harðliga, at fútarætturin
verður nýttur at loysa
trupulleikar á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
05. mai:
Fútabann móti verkfall-
inum
Um 21 tíðina avgjørdi
dómarin í fútarættinum,
Peter Flügger, at verkfallið
hjá sjúkrarøktarfrøðingun-
um er ólógligt.
06. mai:
Verkfallið avlýst!
Verkfallið, ið varð lýst at
verða 6. mai kl. 8. verður
hervið avlýst vegna fúta-
forboð.
09. mai:
Ætla at seta tiltøk í verk
Starvsmannafelagið bjóðar
33 feløgum, sum hava sátt-
mála við fíggjarmálastýrið,
til fundar. Ætlanin er at
umrøða
verkfallið
hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum,
sum bleiv steðgað av fúta-
banni. (Sí viðmerking frá
Gunleivi Dalsgarð aðra-
staðni á síðuni).
Starvsmannafelagið
beyð mánamorgunin
øllum feløgunum,
sum hava sáttmála
við Fíggjarmálastýrið
til fundar. Tey góð-
taka nevniliga ikki, at
fútarætturin varð
blandaður uppí málið
um føðideildina.
– Hetta er grov provo-
katión, verður sagt
FÚTABANNIÐ
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Gunleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafel-
agnum, var fámæltur mána-
morgunin áðrenn fundin.
Hann greiddi frá, at
Starvsmannafelagið er stig-
takari til fundin, men ætl-
anin er at fáa eitt kjak í lag
um tað, sum er farið fram í
málinum um føðideildina.
– Vit ætla at tosa við hini
feløgini, sum hava sáttmála
við Fíggjarmálastýrið, fyri
at hoyra hvat skal gerast í
hesum málinum, greiðir
hann frá.
Hann sigur, at tað ikki
verður góðtikið, at fútarætt-
urin verður brúktur til at
sníkja danska arbeiðsrættin
inn yvir føroysk starvsfólk,
tí arbeiðsreglurnar í Dan-
mark eru als ikki tær somu
sum í Føroyum.
– Vit meta hetta sum eina
sera grova provokatión. Í
løtuni situr ein arbeiðsbólk-
ur í Føroyum, og arbeiðir
við at finna eina loysn, sum
bæði arbeiðsgevarar og –
takarar kunnu vera nøgdir
við. Tað veit stýrið á Lands-
sjúkrahúsinum fullvæl, og
vit halda tað vera burturvið,
at teir so nú skulu draga
danskan arbeiðsrætt inn í
føroysk viðurskiftið.
Gunleivur
Dalsgarð
greiðir frá, at arbeiðs-
bólkurin, sum arbeiðir við
at finna eina føroyska loysn
uppá trupulleikan við fúta-
rættinum, hevur sitið síðani
2003, og roynt at funnið
eina loysn, og at tað tí tykist
sum ein provokatión, at
danski fútarætturin hóast
alt verður nýttur.
Spurdur um arbeiðsbólk-
urin er komin til nakra nið-
urstøðu ella nakra loysn í
málinum, svarar Gunleivur,
at tað eru teir ikki.
– Men teir arbeiða við at
finna eina loysn, sum báðir
partar á arbeiðsmarknaðin-
um kunnu góðtaka.
Spurdur hvat leiðslan á
Landssjúkrahúsinum so átti
at havt gjørt, tá teir hvørki
kunnu nýta fútarættin ella
føroyska
arbeiðsbólkin,
sum enn ikki er komin til
nakra niðrstøðu, svarar
Gunleivur, at tað hevur
hann onga viðmerking til.
– Eg havi ikki tíð at tosa
longur, fólk byrja at koma á
fund nú.
Hvat er eitt fúta-
forboð í grundini. Og
hvør hevur rætt í
longu trætuni um
føðideildina?
FØÐIDEILDIN
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Fútarætturin kann bert geva
eitt fyribils forboð ímóti
arbeiðssteðgi. Eftir at fúta-
forboð er givið, skulu tað í
mesta lagið ganga 7 dagar,
innan málið verður beint
víðari í Føroya rætt. Har
verður so endaliga avgjørt,
hvør hevur brotið sáttmál-
an.
Fyri vanlig fólk er tað ilt
at taka dagar ímillum hvør
hevur rætt og hvør hevur
skeivt í málinum um føði-
deildina.
Hvør sigur hvat
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
siga, at tað er stýrið á
Landssjúkrahúsinum
og
Almanna– og Heilsumála-
ráðið, ið hava brotið sátt-
málan, við tað, at teir nú
seta munandi bygnaðar-
broytingar í verk. Tær føra
fram, at sáttmálin verður
brotin,
tí
ein
annar
starvsbólkur nú skal umsita
teirra økið,m sum er røkt
av sjúkum pinkubørnum.
Hinvegin siga sjúkrahús-
stýrið og Almanna– og
Heilsumálaráðið seg ikki
hava brotið nakran sátt-
mála. Tað er kravt av teim-
um at spara 3,5 mió. Tað
gera teir m.a. við at útnytta
arbeiðsorkuna hjá jarða-
møðrunum betri, við tað, at
tær nú eisini koma við í
arbeiðið á føðideildini, eftir
at barnið er føtt. Hetta er
nakað, sum jarðamøðurnar
leingi hava havt ynski um,
og eru egnaðar til at gera.
Stýrið
sigur,
at
um
sjúkrarøktarfrøðingarnir
fara í verkfall, eru tað tær,
ið bróta sáttmálan. Tær
hava nevniliga friðarskyldu
í sáttmálaskeiðnum.
Talan er sostatt um ein
tulkingarspurning.
Og
einasti
hátturin,
sum
leiðslan
kann
steðga
einum, eftir teirra meting,
ólógligum verkfalli, er við
at fara í fútarættin.
Fútarætturin verður nýttur,
tá eitt mál hevur skund og
ein
avgerð
skjótt
má
finnast. Í hesum førum
varð avgerðin, at verkfallið
var ólógligt, tí stýrið ikki
brýtur sáttmálan við ætlaðu
s a m a n l e g g i n g u n u m .
Fútabann varð tí givið.
Avgerðin
hjá
fútarættinum, saman við
restini av málinum, verður
síðani beint í Føroyarætt,
har ein endalig avgerð
verður tikin.
Fútaforboðið er sostatt bert
galdandi til Føroyarættur
hevur sagt nýggjan dóm í
málinum. Òvist er nær tað
verður.
Fútaforboðið bert fyribils
Hvat er hent á føðideildini?
– Grov provokatión
Einki úrslir spurdist burturúr fundinum mánamorgunnin.
Týsmorgunin verður ein nýggjur fundur har avgerð verður tikin
um hvørji tiltøk skulu setast í verk
Mynd: Jens Kr. Vang