Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 86 - 10. mai 2005 Sunnudagin var hátíðarhald víða hvar í Eystur- europa til minnis um fall nazismunar. Í hesum sambandi hevur Rusland nýtt høvið at minna heimin á, at gamla Sovjet eftir russiska forsetans áskoðan meira enn nakað av hinum stórveldunum bar byrðarnar av stríðnum móti nazismuni. Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá øllum fyri vestan, og hevur eitt nú danski forsætisráðharrin kravt, at Rusland vegna Sovjetsamveldið skal geva eitt nú baltisku londunum eina umbering fyri ringa viðferð undir og eftir annan heimsbardaga. Russ- um hevur dámað illa hesa uppílegging hjá danska forsætismálaráðharranum, men teir eru tó ikki meira firtnir enn so, at danski forsætisráðharrin er gestur hjá russiksu stjórnini saman við fleiri av heimsins leiðarum, ið hátíðarhalda, at annar heimsbardagi endaði formliga sunnudagin fyri seksti árum síðani. Heima í Danmark hevur forsætisráðharrin vakt ans við at geva skyldfólkunum hjá teimum jødum, sum danska stjórnin sjálvboðin útflýggjaði Nazitýsk- landi undir hersetingini av Danmark. Danir taka yvirhøvur sera væl ímóti hesi hending og rósa for- sætisráðharranum fyri hetta. Men samstundis undrast fólk á, at landsins hægsti embætismaður ikki samstundis gevur donsku kommunistunum eina tilsvarandi umbering. Danskir kommunistar, ja, sjálvt fólkatingsmenn, vórðu handtiknar av danskari løgreglu og latnir Gestapo, sum sendi teir til KZ legur, haðan fleiri ikki vendu aftur. Tað hevði sømt seg fyri forsætisráðharran at givið hes- um landsmonnum eina umbering fyri hesa ræðu- ligu brotsgerð. Nú eru so liðin seksti ár síðan heimsbardagin end- aði í Europa. Talan er um eitt hitt ræðuligasta skeið í søgu mannaættarinar. Bardagin kostaði eini 50 milliónir mannalív, hvarav tær 27 milliónirnar vóru russar og tær seks milliónirnar vóru jødar, týndir í KZ legum av nazibølmennum. Nazisman varð bard niður, tí stórveldini Bretland, Frakland, Sovjet og USA kundu semjast um, at henda rørsla var ein so stór hóttan móti mannaættini, at hesi stórveldi, ið annars sínamillum vóru sera ósamd, noyddust at ganga saman um at basa hesi manna- vondu rørslu. Við stríðslok samdust tey sameindu um at stovna ST til tess at forða fyri, at nazisman nakrantíð aftur fekk høvdið fyri seg og fyri at tryggja varandi frið í heiminum. Tað hevur eydnast at basa nazismuni, hóast hon setir høvdið fram víða hvar. Verri er við rasismuni, sum tykist kykna upp víða hvar í Europa. Nazismunar brotsverk mugu ongantíð aftur verða endurtikin. Hvørki nazisma ella rasisma kunnu góðtakast og eiga øll rætthugsandi menniskju støðugt at vera á varð- haldi. Hetta er ein læran av tí 60 ára minni, sum verður hildið í hesum døgum. DAGSINS MEINING Sosialurin Ongantíð aftur! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bergur Wardum Heiti kann vera nógv, og í hesum sambandi er heiti Yvirtøku- og Heimildarlóg, og setir tað nógvar spurn- ingar við, hvat Danska Stjórnin vil við hesum lóg- um! Í stuttum kann sigast, at hesar lógir eru úrslit av Sjálvstýristilgongdini, sum í stuttum kann sigast, hevur skatt trúvirði hjá Danska Statinum, tí í veruleikanum er Danski Staturin einki annað enn eitt hjálanda- veldi, hvørt vit vilja vera við tað ella ikki, og heima- stýrislógin er í dag ein út- brendur akademiskur dul- búnaður / »camouflage«, sum hevur virkað fram til nevndu tilgongd, og Løg- maður okkara fór út í heim at gera millumtjóðaavtalur! Tann mannagongd, sum hevur verið nýtt, hevur av- dúkað okkara hjálanda- støðu, og vil heimildarlóg- in, saman við teimum Donsku viðmerkingum fyribyrgja hesum, tí er tað altumráðandi, at Grundlóg- in verður nevnd í viðmerk- ingunum. Restin er virðis- leyst í samband við okkara Statsrættarligu støðu, sum vit fingu staðfest í tí einasta fordømi, har bæði Danskar og Føroyskar viðmerkingar vóru, og var tað heimastýr- islógin. Ríkisumboðs- kvinnan, Birgit Klejst, hevur staðfest fyri Løgting- inum, at føroysku viðmerk- ingarnar ongan sum helst týdning hava fyri danir! Tað er umsitingin, ið eig- ur at tryggja at lógarupp- skotini eru politiskt borð- bær, tað vil siga, at lógar- uppskotini løgfrøðiliga hanga saman áðrenn tey koma fyri Tingið. Tað er Løgtingsskrivstovan, ið eigur at tryggja hetta. Men tað er ikki hent í hesum týdningarmiklu málum, tí vit hava sum kunnugt, bæði Danskar og Føroyskar við- merkingar, sum ger, at mál- ið er sera óruddiligt. Her- umframt kemur, at í álit- inum til málið átti at verið ein niðurstøða frá Altjóða- serfrøðingum í Stjórnmála- frøði. Tá hesin parturin var komin uppá pláss, so áttu vit at tryggja okkum lyfti frá Donsku Stjórnini um, at hesar lógir vórðu lagdar fyri ST og aðrar altjóða- stovnar- og felagsskapir, áðrenn tær vórðu sam- tyktar! Eftirtíðin vil ikki einans døma politikararnar fyri at teir soleiðis hava givið fat- an av, at teir vóru óvitandi um tað, teir samtyktu, men eisini fyri at hava givið fatan av, at teir ikki vistu hvat teir samtyktu. Men sanniliga eiga politikararnir eisini at verða dømdir og eftirmettir fyri, at hava vilja fjalt seg aftan fyri virðis- leysum viðmerkingum, sum einans eru tilætlaðar at rættvísgera seg sjálvar tá aftur er brúk fyri stuðli frá veljarunum, sum teir so- leiðis hava niðurgjørt. Hesar viðmerkingar skulu enda við titlinum á einari kendari skaldsøgu: »Grát, grát mítt kæra land.« Hvat hevur mítt kæra land gjørt, síðani tað hevur uppiborið slíkan politikk! Annita á Fríðriksmørk tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin Hans Pauli Strøm kann brúkast til mangt! Nú er hann initiativtakar- in til at forða fakfelags- rørsluni at fara í verkfall. Fútabann var hansara fyrsta reaktión, tá ið sjúkrarøktar- frøðingarnir ætlaðu at nýta sítt einasta amboð, sum tær hava, nú leiðslan á lands- sjúkrahúsinum við blá- stempli frá HPS hevur de- graderað teirra virkisøki. Hóast eg havi framúr góðar royndir av fakfólk- unum á føðideildini, bæði jarðamøðrum og sjúkra- røktarfrøðingum, fari eg ikki at gera meg klóka uppá, hvør í best er egnað til at leiða føðideildina. Men eg skylji ikki, hví slík provokerandi tiltøk skulu setast í verk mitt í einum sáttmálaskeiði. Eitt og hvørt fakfelag vildi reagerað júst soleiðis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hev- ur reagerað. Gjørdi felagið ikki tað, so vardi tað ikki rættin og áhugamálini hjá limunum. Seinast fútabann var sett í gildi, var eftir at Brimil hevði ligið liðugur í Noregi í fleiri mánaðir og bíða eftir eini semju, so hann kundi fara í sigling, og eftir at bann varð sett móti mann- ingini hjá Tjaldrinum at fara umborð. Men hesuferð bíðar HPS ikki so mikið sum éin dag. Sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu sláast á fingrarnar beinanvegin. Hóast felagið hevði tryggjað sær, at alt virksemi, sum var lívneyð- ugt var undantikið verk- fallinum Men HPS vísir ikki fagfeløgunum og teirra virksemi náði yvirhøvur. Hesin sami maður sum í andstøðu í 2003 gjørdi seg til sjálva ímyndina av fak- felagsrætti, tá ið hann sum hin stóri gekk úti á barru- kadunum ímillum arbeið- arafjøldina. Men hendan fyrr so ýdna fakfelags- kempan, klárar nú betri enn nakar fólkafloksmaður nakrantíð hevur klárað at steðgað fakfeløgunum. Tá ið HPS bókstaviliga gekk undir liðini á teimum, og tá ið Javnaðarflokkurin sat í andstøðu kravdu ar- beiðarafeløgini 60 % lønar- hækkan. Nú Javnaðarflokk- urin er í samgongu taka tey til takka við 0% lønar- hækkan - í krónum og oyr- um. T.v.s., at um vit taka prísvøksturin við, sum alt bendir á eisini kemur at merkja tað komandi árið, so merkir hendan semjan í veruleikanum eina lønar- lækking fyri arbeiðara- fjøldina. Samstundis sum gjógvin er vaksin millum hág og láglønt við samtykta skatta- lættanum, sum øll sam- gongan atkvøddi ígjøgnum. Men hóast hesa 0% lønarhækking frá fakfe- lagsrørsluni og hóast Javn- aðarflokkurin hevur tikið stig til skattalættan til tey hægstløntu, himprast HPS ikki við at brúka koyrilin mótvegis einum øðrum parti. Ongin skal ivast í hvør ræður í hesum landi, tey sum ikki akta harraboð við leiðsluordrum skulu gera tað við fútabanni. Beinanvegin! Hans Pauli Strøm fer frá barrukadunum til koyrilin Viðmerking til staðfesting av endaligu Heimastýrislógini!