týsdagur 10. mai 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 10. mai 2005
11
Hans Eiler Hammer
Sóknarprestur
Tað er áhugavert at lesa
grein í sosialinum hin
7.mai 2005 um kon-
firmatiónir í Mikladals
kirkju
í
1825,
sum
Andrass F. Joensen hevur
skrivað!
Tó er tað undrunnar-
vert, at Andrass F. Joen-
sen hevur skrivað eina
slíka grein uttan at hava
tosað við prestin, sum
hann metir hevur mis-
tikið seg í hesum máli!
Sum skilst hevur Andrass
F. Joensen tosað við fleiri
onnur um hetta mál,
ístaðin fyri rætta viðkom-
andi! Men ærast hann ið
ærast vil fyri at koma við
"røttum" árstølum! Eisini
undrast undirritaði yvir at
Sosialurin setur hesa
grein á prent, uttan at
biðja um eina viðmerking
frá undirritaða, sum bar
skeivt árstal fram undir
prædiku síni Páskadag í
ár. Tí varð biðið um eina
viðmerking, so slapst
undan hesi grein.
Undirritaði vil tó gera
vart við, og eisini upplýsa
Anndrass F. Joensen um,
at
sambart
teimum
kirkjubøkrum sum undir-
ritaði í dag hevur atgongd
til, so hevur eingin kon-
firmatión verið í Mikla-
dals kirkju í tíðarskeið-
inum 1893 - 2004.
Blaðfólk
á
Dimmu
hevði áðrenn konfirma-
tiónina Páskadag gjørt
sær gjøllan ómak at
kanna eftir í kirkjubókun-
um á Landsskjalasavnin-
um um nær seinasta kon-
firmatión var í Mikladals
kirkju. Hon kom fram til
1799. Hetta stóð at lesa í
Dimmalætting fáar dagar
undan konfirmatiónini
Páskadag 2005. Eina
tøkk skal hon her hava
fyri tann ómak hon gjørdi
sær! Hetta var til stóra
hjálp fyri undirritaða í
fyrireikingunum til kon-
firmatiónina, sjálvt um
árstalið nú vísir seg at
verða skeivt!
Andrass F. Joensen
hevur eftir øllum at døma
verið vitandi um árstalið
1799 ÁÐRENN kon-
firmatiónina páskadag.
Tí sum kunnugt var ein
av
konfirmantunum
henda Páskadag ein sum
Andrass
F.
Joensen
sjálvur er abbabeiggi til.
Tí er tað undrunnarvert at
Andrass F. Joensen kem-
ur við hesi rætting nú?
Hann hevur havt fleiri
høvi til at rætta hetta yvir
fyri teimum sum hava
rættingina fyri neyðuni.
Tí er tað neyvan av til-
vild, at Landsskjalasavn-
ið drálar við at senda
undirritaða umbidna av-
ritið av kirkjubókini úr
Norðoya Kirkjubók 1817
-1832 av konfirmantum í
Mikladals kirkju, sama
tíðarskeið, til greinin hjá
Andrass
F.
Joensen
HEVÐI
staðið
uppá
prent! Tí sum kunnugt
hevur Andrass F. Joensen
dagliga tætt tilknýtið til
Landsskjalasavnið!
Trupulleikin við hesum
yvirlitið er tó, at tað vísir
ikki 8 konfirmantar, sum
Andrass F. Joensen vil
verða við, men bert 4
konfirmantar, 2 dreingir
og 2 gentir. Dreingirnir
eru:
Johan Joensen,
Trøllanes og Johannes
Hansen, Mikladal. Gent-
urnar
eru:
Malena
Simonsdatter, Trøllanes
og Ellen Joensdatter,
Mikladal.
Men av tí at endamál-
ið hjá undirritaða ong-
antíð var árstalið í sær
sjálvum tá eg nevndi
hetta í prædikuni, men
bert at vísa á, at páska-
dagurin 2005 uttan iva
fór at verða ein hin
størsti fagnaðardagurin
í Mikladals kirkju í
mannaminnir,
vil eg
ikki gera meira við
hetta mál. Tí hetta var
dagurin sum okkara
trúføstu kirkjutænarar
í Mikladals kirkju gjøg-
num ein mannsaldur
vónaðu at uppliva, men
sum teir tó ikki fingu at
uppliva. Teir vóru báðir
sum ein opin søgubók
og kundi eingin teirra
minnast nakra kon-
firmatión í Mikladals
kirkju.
Heldur
ikki
høvdu teir hoyrt teirra
forfedrar
tosað
um
nakra konfirmatión í
Mikladals kirkju! Tí
var tað at vit mettu at
tað var ikki óhugsandi
at 1799 var tað rætta
árstalið, men so var
ikki.
Men ærast tann,
ið ærast vil!
Ærast tann
ið ærast vil!
Hedvig Westerlund-
Kapnas
Í gjár kom ein ung kvinna
og bankaði uppá hjá okk-
um. Hon bjóðaði okkum
tekningar til sølu, sum hon
sjálv hevur gjørt. Hon
greiddi frá, at hon skal fáa
myndlistafrálæru hjá einum
listamanni vesturi í Vágum,
og ætlar at fíggja sær uppi-
haldið í tveimum vikum við
at selja myndirnar hjá sær.
Konan var vinarlig, høv-
isk, alt annað enn átroðk-
andi, og myndirnar vóru
fínar í mun til tað hon bað
um sum prís. Tað gleddi
okkum at kunna keypa eina
og stuðla henni í frálæruni
og gera møguligt at hon
kundi fáa listamannakon-
taktir í Føroyum.
Nú lesi eg á portalinum,
at viðkomandi er handtikin
og situr í varðhaldsfongsli
meðan avgjørt verður, um
hon skal verða víst av land-
ið.
Hvussu ógvisligar av-
leiðingar kann tað fáa, at
royna at vinna smápening
(200 kr fyri eina mynd, sum
nógvar arbeiðstímar eru
investerað í)? Hvar eru pro-
portiónirnar? Hevur út-
lendingastýrið og fútan
einki betri at fáast við?
Ikki ein vika gongur,
uttan at onkur kemur fram-
við og roynir at selja okkurt
- vanliga lutaseðlar. At
ávara um onkur selur ólóg-
liga er sjálvandi ein skylda
hjá fútanum, men eg vóni
at bløðini hava misskilt
restina av søguna!
Maria Jacobsen
Áminning um spurningar
viðv. og innlit í kanning av
barnaverndarmáli.
Av tí at eg ikki enn havi
fingið svar frá tygum uppá
skriv mítt til tygara frá
12.04.2005 viðv. omanfyri
nevnda máli, fari eg við
hesum at minna á, at eg í
skrivinum setti tygum 4
nágreiniligar
spurningar
viðv. kanningini og somu-
leiðis bað um innlit í kann-
ingina.
Eg fari at biðja tygum
svara spurningum mínum
og fari at minna á freistina
smb. § 16, stk. 2, í løgtings-
lóg nr. 133 frá 10.06.1993
um innlit í fyrisitingina.
Havi eg ikki frætt frá tyg-
um í seinasta lagi fríggja-
dagin 13.05.2005 verður
farið víðari við málinum.
Avrit av hesum skrivi er
sent
Dimmalætting
og
Sosialinum.
Hurðasøla
Áminning til Hans Paula Strøm
Jóannes Eidesgaard
løgmaður
Uttanríkispolitiska lógin
víðkar okkara møguleikar
at samráðast okkara egna
vegna. Lógin gevur okkum
møguleikan at menna ein
munandi meira sjálvstøð-
ugan og sjónligari leiklut á
uttanríkispolitiska pallin-
um.
Við nýggju uttanríkis-
politisku lógini verður tað
ikki longur neyðugt at biðja
um fulltrú úr Keypmanna-
havn, tá vit samráðast og
gera sáttmálar við onnur
lond og millumtjóðafelags-
skapir, tá tað snýr seg um
málsøkir, vit sjálvi ráða
yvir.
Tað verður ikki longur
eitt krav, at danska uttan-
ríkistænastan skal luttaka í
samráðingunum, soleiðis
sum tað higartil hevur verið
eftir
heimastýrislógini.
Mannagongdin
hevur
nevniliga verið, at danska
uttanríkismálaráðið í hvørj-
um einstøkum føri hevur
skulað mett, um tað er í
samsvari við áhugamál
ríkisins at lata føroyingum
samráðingarheimildina,
eisini hóast talan hevur
verið um samráðingar um
yvirtikin málsøki. Og tað
hevur verið eitt krav, at
danska uttanríkistænastan
skal luttaka í samráðing-
unum. Hesar reglur hava
gjørt
tilgongdina
bæði
stirvna og tunga. Ofta
hevur tað tikið drúgva tíð at
fáa svar úr Danmark, og tað
hevur í fleiri førum bein-
leiðis skaðað uttanríkis-
áhugamálum
okkara.
Nýggja lógin ruddar upp í
hesum viðurskiftum nú
føroyska uttanríkistænastan
fer at hava beinleiðis diplo-
matiskt samskifti við aðrar
uttanríkistænastur. Hetta
geldur eisini løgfrøðiliga
bindandi skrivligt samskifti
millum Føroyar og onnur
lond.
Løgmaður skrivar
nú undir
Higartil hevur danski uttan-
ríkisráðharrin
undirritað
sáttmálarnar fyri Danmark-
ar ríkið og fevnandi um
Føroyar. Løgmaður hevur
havt møguleikan at seta
sína undirskrift á sáttmálan
eisini, men hansara undir-
skrift hevur ikki havt nakað
altjóðarættarligt gildi – tí
hann bert hevur verið med-
undirritari
hjá
donsku
myndugleikunum.
Nú verður tað løgmaður
einsamallur – saman við
sínum útlendska starvs-
bróðuri – ið skrivar undir
sáttmálar Føroya við onnur
lond. Løgmaður verður ikki
longur bert ein medundir-
ritari. Hansara undirskrift
verður altjóða bindandi.
Hetta er eitt stórt framstig í
mun til verandi støðu!
Nógv teir flestu sáttmálar
eru stjórnarsáttmálar. Sum
dømi um stjórnarsáttmálar
eru okkara fríhandilssátt-
málar, eitt nú við ES, og
rammusáttmálar um fiski-
rættindi. Í øllum hesum
sáttmálum
fer
“Føroya
landsstýri” at standa í
sáttmálaheitinum
saman
við stjórnini hjá landinum
vit gera sáttmála við.
Tá løgmaður hinvegin
skrivar undir sáttmálar har
ríkisnøvnini verða nevnd,
kemur at standa “Danmark-
ar kongsríki Føroyum við-
víkjandi”. Hetta er ein stað-
festing av, at løgmaður her
undirritar sáttmála, sum er
galdandi fyri tann partin av
ríkinum, ið er okkara – Før-
oyar. Hetta merkir sjálvandi
at løgmaður ikki skrivar
undir vegna eitt sjálv-
støðugt ríki, tí vit eru ikki
eitt sjálvstøðugt ríki. Í før-
um har vit fara at gera sátt-
málar saman við grøn-
lendingum
kemur
at
standa; “Danmarkar kongs-
ríki Føroyum og Grønlandi
viðvíkjandi”.
Sjálvstøðugan limaskap
Vit kunnu í ávísum førum
fáa limaskap og atlimaskap
í millumtjóðafelagsskap-
um, sum hava samtyktir, ið
loyva tí, og tá tað ikki er í
stríð við støðu okkara í
ríkisfelagsskapinum.
Nú
kunnu
Føroyar
sjálvar
søkja sær limaskap – tað er
ikki longur Danmark, sum
skal søkja fyri Føroyar.
Lógin
víðkar
eisini
munandi um okkara møgu-
leikar at hava sendimenn í
øllum londum og millum-
tjóðafelagsskapum,
har
Danmark í dag er um-
boðað, og ikki sum í dag,
bert í londum har vit hava
“serlig vinnulig áhugamál”.
Ein hjáveiða við uttan-
ríkispolitisku lógini kann
væl verða, at tað fer at
gerast lættari hjá føroysk-
um meginfeløgum at fáa
limaskap í ikki-stjórnar-
ligum millumtjóðafelags-
skapum eitt nú innan
mentan ella ítrótt. Tí, gerast
vit meira sjónlig, fara slíkir
felagsskapir at geva Før-
oyum størri ans og við
hesum fylgir helst størri
vælvild til føroysk ynski
um limaskap.
Danir bundið seg
Tað er ikki løgið, um fólk
flest eru ørkymlaði, nú
harðar røddir vilja vera við,
at uttanríkispolitiska lógin
er eitt afturstig. Men tann,
sum
sigur
tað,
hevur
annaðhvørt misskilt lógina
ella hevur ikki lagt seg eftir
at skilja hana. Við lógini
skriva danir undir uppá, at
teir geva føroyingum víðk-
aðar heimildir á uttan-
ríkispolitiska
økinum.
Okkara
myndugleiki
á
økinum verður nú stað-
festur í lóg, heldur enn í
óvissari fulltrú frá donsk-
um uttanríkisráðharra!
Vit vilja, og vit
fáa ávirkan
Lógin opnar ikki øll portur
á víðan vegg til umheimin.
Uttanríkispolitikkur
er
framvegis danskt málsøki.
Antin einum dámar tað ella
ikki, er tað ein veruleiki, at
Løgtingið samtykti hetta í
1948, tí tá varð heima-
stýrislógin samtykt við eini
áseting í § 5 um, at uttan-
ríkismál eru felagsmál. Tað
er veruleiki, vit mugu fyri-
halda okkum til. Ræði á
uttanríkismálum er eisini
eitt hitt fremsta eyðkenni
hjá einum fullveldisríki. Tí
gevur hendan lógin heldur
ikki føroyingum óavmark-
að vald á hesum øki. At
yvirtaka uttanríkismál er jú
tað sama sum at loysa frá
Danmark og tað er ikki
dagsskráin hjá hesi sam-
gongu.
Men lógin er eitt amboð,
sum víðkar okkara møgu-
leikar at samráðast okkara
egna vegna, og tíðin fer
skjótt at vísa at so er. Nýta
vit lógina til fulnar, verður
ein sjálvstøðugur leiklutur í
uttanríkispolitikki ein víð-
gangandi siðvenja.
Uttanríkispolitiska lógin,
sum í løtuni verður við-
gjørd í Løgtinginum, gevur
okkum vissuliga møgu-
leikan at taka við størri
uttanríkispolitiskari ábyrgd
- og tað er tað, vit vilja!
Uttanríkispolitiska lógin merkir
virknari uttanríkispolitikk
VIÐMERKINGAR