Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 86 - 10. mai 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Rætting – skeivt navn Leygardagin høvdu vit myndir frá eini móttøku, sum varð hildin í sambandi við at Skipafelagið Føroyar og Eimskip eru løgd saman í eitt felag. Av misgáum var navnið á stjóranum komið skeivt fyri. Navnið skal sjálvsagt vera Árni Joensen. Vit biðja orsakað mistakið! – Fólk tíma ikki at møta øðrum fólkum, sum ganga í sama plaggi sum tey. Sum skraddarar kunnu vit útvega fólki eitt plagg, sum er unikt, siga tveir av góðu skraddarum okkara, Sólvør og Beinta HANDVERK Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: – Skræddari stavast altso við A – skraddari! Teir báðir skraddararnir, Sólvør og Beinta eru sera bevístar um sítt fak. Og tað kemur eisini til sjóndar í øllum tí, tær takast við. Teirra arbeiði er merkt av nærlagni, dygd og eini upp- finnsomheit sum ein má leita leingi eftir. Tær halda vanliga til í hølum sínum miðskeiðis í Havnini, men tað hevur helst ikki altíð verið so lætt hjá fólki at finna fram til, hvar tær halda til. Tí mong munnu tey vera, sum ynskja at síggja alt tað, sum tær fáa frá hondum. Nú er hesin møguleikin so til staðar, við teirri sølu- framsýningini tær hava í hølunum hjá Listir í Bø- gøtu. Á hesum staði ber væl til at síggja og keypa nøkur av teim snotuligu pløggunum, sum tær hava evnað til. Kærkomið høvi Sólvør Jacobsen (26) og Beinta Vilhelmsen (29) seyma so at siga alt tað, sum fólk ynskja. Her kann vera talan um buksur, blusur, taskur, turri- klæð bæði til børn og vaks- in, eins og vanlig gerandis- klæði. Í lítlu hølunum, har tær halda til, er ikki gjørligt at hava ein sýnisglugga. Tað eru uttan iva mong, sum hava ynskt at sæð tað tær takast við, men sum hava hildið seg aftur í at støkka inn á gólvið hjá teimum, orsakað av hølisviðurskift- unum. – Nú vit eru komnar oman higar, so ynskja vit at markera okkum og okkara arbeiði, siga tær báðar við Sosialin. Henda framsýningin í Listir er tí somuleiðis eitt kærkomið høvi hjá teimum at vísa fram nakað av tí, tær hava gjørt. Og ein góður møguleiki hjá fólki at ogna sær lutir, sum eru »made in the Faroes«. Tær eru tí sera spentar uppá, hvussu henda sølu- framsýningin fer at eydnast væl. Tær byrjaðu seinasta mánadag, og verður opið allan henda mánaðin. Dreymaplaggið Tær báðar byrjaði at ar- beiða saman fyri sløkum tveimum árum síðani. Hetta var ein heppin loysn, tí tær hava havt úr at gera síðani tá. Nógv pløgg eru latin úr hondum, og hetta er so við til at skapa enn størri umtalu manna millum. At arbeiða sum skraddari er eitt heilársstarv, men tað eru tó tíðir, tá serliga nógv er at gera – t.d. henda tíð- ina, nú fólk ynskja sær føroysk klæðir til students- prógvið ella til ólavsøkuna, sum verður um minni enn fýra mánaðir. Teirra styrki er, at tær kunnu seyma eitt dreyma- plagg til fólk, hóast fólkini ikki hava nakra mynd ella annað at vísa fram. Byrjast kann við einum blonkum arki og kann tað enda við júst tí plagginum, sum fólk altíð hava ynskt sær. – Á henda hátt kunnu fólk eisini tryggja sær, at teirra plagg er unikt – at eingin annar gongur í sama plaggi sum tey, siga tær báðar. Hjá fólki Sólvør og Beinta sita tó ikki bert í egnum hølum og seyma klæði. Og tær eru ikki bert á almennum fram- sýningum. Tær vitja eisini ofta úti hjá fólki. Eitt, sum teimum dáma sera væl – og sum onnur eisini halda vera áhugavert – eru tey sonevndu »home- parties«. Hesi kvøldini hava verið sera væl umtókt, og hava tær longu verið fleiri ferðir úti, m.a. til samkomur í Vestmanna, Havn, Porkeri og í Vági. Á hesum samkomum hava tær so víst fram nakað av tí, tær hava gjørt, eins og tær hava kunna tikið mát av fólki, soleiðis at fólk kunnu fáa júst tað plaggið, tey ynskja sær. Jú, her er talan um tvær kvinnur sum vilja nakað. Og um eina serføroyska framleiðslu, sum fólkum dáma. Frá blonkum arki til eitt dreymaplagg Beinta Vilhelmsen og Sólvør Jacobsen hava arbeitt saman í tvey ár sum skraddarar. Nú eru tær á søluframsýning í »Listir« Mynd: Bárður Kunnað verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri Jørgen Kreisb andaðist í heiminum 2. mai, 50 ára gamal. Farið verður frá heiminum á Falster Aastrupvej 50, 4850 Stubbekøbing, 14. mai kl. 12.00. Verður jarðaður á Assistens Kirkegaard í Keypmannahavn kl. 13.45. Familjunnar vegna Natascha Tøkk Eg vil við hesum fegin bera fram eina tøkk til øll, sum á einhvønn hátt góvu mær ans á 75 ára føðingardegnum 30. apríl 2005. Tøkk fyri vitjanir og gávur, fyri uppring- ingar og fjarrit, fyri brøv og kort og heilsanir annars. Tøkk til tykkara, sum á ein serligan hátt gjørdu dagin hugnaligan og minnisríkan. Harrin signi oss og ráði. Bestu heilsan Sigvald Kristiansen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu , tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Maja K. Lervig Leirvík andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Takk til tykkum á Giljagarði, sum vóru so væl um hana, ta tíð hon var har. Takk fyri minnisgávur til Missiónshúsið. Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Óluva, Sylverius og Mikkjal