týsdagur 10. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 10. mai 2005
13
Fyrsta gøtan í Havn sum
fekk
neon-gøtuljós
var
Áarvegurin. Hetta var í
1957.
Snórur varð spentur yvir
um vegin, og ljósrørini
vórðu hongd uppi yvir hvør
síni koyribreyt. Hetta var
eitt stórt framstig í mun til
vanligu
ljósperurnar
í
lyktapelunum.
Myndin er tikin á Áar-
vegnum í 1961. Fiat vøru-
bilurin hjá kiosk Centrum,
stendur uttan fyri handilin.
Í hesum húsunum hevur
verið ymiskt virksemi upp
gjøgnum tíðirnar, nevnast
kann at í 1927 læt Aksel
Andreasen
(Aksel
á
Trónda) upp matstovu í
húsunum, og frá 1931-33
hevði Jørgen F. Jacobsen
(Jørgen
á
Áarvegnum)
isenkramhandil har. Í 1940
byrjaði Kirstine Jacobsen í
Stórustovu, vanliga nevnd
Kims, við Centrum, ið var
konditarí og kiosk. Hon
helt til har til 1965, tá Mar-
stein brøðurnir keyptu ogn-
ina, og Centrum flutti oman
í bygninginum hjá Heima-
virkinum á Kongabrúnni. Í
dag
er
klædnahandilin
Seytjan í hesum húsunum.
Skeltið
á
handlinum
»Tubbak« hjá Christian
Dahl Restorff sæst við
stórum stavum fest oman
fyri sýnisgluggan. Tey hús-
ini vórðu tikin niður, tá
Hotel Hafnia seinni varð
bygt út.
Urið uttan fyri Hotel
Hafnia er við ur & optikk-
handilin Skilling, ið helt til
í bygninginum. Sum tað
sæst á urinum uttan fyri hjá
Skilling, er myndin tikin í
døgurðatímanum, klokkan
er 13 minuttir yvir tólv.
Til høgru á myndini sæst
uppslagstalvan, har fólk við
plakatum kundu kunngera
ymisk tiltøk.
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at við-
merkja í samband við hesa
myndina, eru hann ella hon
vælkomin at seta seg í
samband
við
Birgar
Johannessen
á
telefon:
314647 / 273168.
Mynd: Føroya Fornminissavn
Havnar leksikon:
Fyrstu neon-gøtuljósini komu í 1957
Dagurin 10. mai
Gordianus, deyður umleið 362. Heiðin rómverskur embætismaður, sum gjørdist
kristin og varð hálshøgdur.