týsdagur 10. mai 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 86 - 10. mai 2005
Fyri allar føroyingar,
uttan mun til
politiskan lit, má tað
haldast at vera ein
sorgarleikur, sum fer
fram í Løgtinginum í
hesum døgum. Tað er
altíð harmiligt, tá
flokkar halda uttan-
umparlamentariskar
metodur vera neyð-
ugar innantings. Tað
er uppaftur harmi-
ligari, at ein nýggj
skipan Føroya og
Danmarkar ímillum
verður skrumblað
ígjøgnum Tingið
TINGHELLUKRONIKK
Finnbogi Ísakson
finnbogi@post.olivant.fo
Tað var lítið hugaligt at
lurta og hyggja at Løgting-
inum fríggjadagin, tá tvey
uppskot um framtíðar við-
urskifti Føroya og Dan-
markar ímillum vóru til
viðgerðar. Eitt uppskot til
føroyska lóg og eitt ríkis-
lógartilmæli um at seta eina
danska lóg um somu við-
urskifti í gildi í Føroyum.
Innihaldið í báðum lógun-
um er tað sama, men við-
merkingarnar samsvara als
ikki.
Tveir andstøðuflokkar,
Tjóðveldisflokkurin
og
Miðflokkurin, vildu ikki
greiða atkvøðu, og ting-
arbeiðið lá tí stilt í ein
hálvan tíma ella so. Talan
var sostatt um beinleiðis
boykott.
Ikki hevur tað komið ofta
fyri, at tingmenn hava boy-
kottað tingarbeiðið, men
nøkur dømi eru tó, sum eg
skal greiða frá í stuttum.
Dahlerup-málið
Løgtingið, sum varð tikið
av í 1816, varð endurreist
sum ráðgevandi Ting í
1852. Amtmaðurin, sum tá
var tann ráðaríki og óhøv-
iski Carl Emil Dahlerup,
var
løgtingsformaður.
Longu í 1860 kom sperðil í
millum
amtmannin
og
Tingið. Ætlanin við løg-
tingslógini var at menna
eitt demokratiskt stýrislag,
men Dahlerup brúkti sína
stóru makt til at varðveita
embætisveldið.
Fleiri tingmenn vildu
hava, at øll skip skuldu
gjalda akkerspening, eisini
tey føroysku. Amtmaðurin
var ímóti og skuldsetti upp-
skotsstillararnar fyri at vilja
leggja byrðar á sínar lands-
menn. Síðani segði hann
sum vant: “Jeg er den
eneste jurist her i tinget og
altså den eneste, der forstår
sig på lovfortolkning, og
det vil derfor vist ikke falde
vanskelig for tingets øvrige
medlemmer at vælge mell-
em Bærentsens og Lützens
lovfortolkning og min.”
Tað vóru tingmenninir
Enokkur Bærentsen, keyp-
maður — pápi Christian
Bærentsen,
sum
seinni
gjørdist amtmaður — og
A.C. Lützen, skúlalærari,
sum saman við próstinum
Andreas Djurhuus skutu
upp, at eisini føroysk skip
skuldu
gjalda
akkers-
pening.
Norðoyatingmaðurin
Hans David Matras úr
Fugloy skrivaði í sína dag-
bók, at “ingen ærekære
lagtingsmænd kan være
fornøjet med, i en offentlig
forsamling, at sigtes for en
fjende af sine landsmænd
eller for uvidenhed.” 13 av
teimum 20 tingmonnunum,
teirra millum prósturin,
rýmdu tí av Tingi, boðaðu
amtmanninum og løgmála-
ráðnum frá hesi avgerð og
sendu
løgmálaráðnum
kæru um amtmannin. Í
kæruni søgdu teir um
amtmannin, at “hans em-
bedsførsel i den grad har
været egenrådig og hen-
synsløs, at man kunne
udfylde hele bøger med en
beskrivelse derover.”
Amtmaðurin legði trýst á
summar tingmenn, sum
eisini høvdu annað alment
starv, og teimum, sum hann
ikki kundi leggja á trýst á á
henda hátt, vísti hann “en
hån og foragt, som umulig
lader sig beskrive.” Teir
siga haraftrat, at rokn-
skapirnir vóru ikki í lagi,
og at amtmaðurin hevði
“ført
ministeriet
bag
lyset”. Og at enda gjørdu
teir greitt, at teir møttu ikki
aftur á Tingi, fyrr enn
Dahlerup var farin frá sum
formaður.
Hetta var ikki lukkuligt
mótmæli, tí tað var jú púra
greitt, at Tingið kundi als
ikki virka, tá meira enn
helmingurin av tingmann-
ingini ikki møtti. Løg-
málaráðið tók Løgtingsins
støðu til eftirtektar — og
Dahlerup kom ikki aftur til
Føroya, men gjørdist í
staðin heraðsfúti í Odense.
Hans David Matras skriv-
aði:
“Og der blev så tyst! så
tavst! så stille! at minist-
eriet ikke forlangte mer,
men skaffede amtmand
Dahlerup af vejen.”
Sterlingrokið
Tað gekk mangan hart fyri
seg í Tinginum undir kríg-
num og árini eftir kríggið.
Eitt, sum elvdi til rok, var
virðið á bretska sterling-
pundinum.
Eftir at sambandið Dan-
markar og Føroya ímillum
slitnaði, eftir at týskarar
høvdu hersett Danmark og
bretar Føroyar, vóru Føroy-
ar innan fyri sterlingringin,
men Danmark uttanfyri.
27. mars 1941 varð semja
gjørd millum Føroyar og
Bretland um tey fíggjarligu
viðurskiftini millum bæði
londini. Kursurin á einum
sterlingpundi varð settur til
22,40 kr, og kursurin kundi
ikki broytast uttan so, at
londini vóru samd um tað.
Eftir kríggið varð 16.
august 1945 gjørd valuta-
semja millum Danmark og
Bretland um, at kursurin á
einum sterlingpundi skuldi
vera 19,34 kr, men semjan
umfataði ikki Føroyar or-
sakað av semjuni frá 1940.
Stjórnin læt Løgtingið vita,
at tað hevði verið hentari,
um føroyska krónan hevði
sama
virði
sum
tann
danska. Løgtingið tók
undir við hesum, og før-
oyska krónan fekk sama
virði sum tann danska frá 8.
september 1945.
Men tá hevði rættiligt rok
verið í Tinginum um málið.
Tingið var soleiðis mannað,
at Fólkaflokkurin hevði 12
tingmenn
(frá
Bartals-
messuvalinum 1943), Sam-
bandsflokkurin 8 og Javn-
aðarflokkurin 5 tingmenn.
Hesir báðir seinnu flokk-
arnir høvdu sostatt ein ting-
mann í meiriluta. Fólka-
floksmenn mótmæltu av-
gerðini um pundið og fóru
til hús. Thorstein Petersen
las eina yvirlýsing upp, har
mótmælt varð, at danir
kravdu sama krónuvirði,
áðrenn
eitt
løgtingsval
hevði givið eina ábending
um, hvussu tey ríkisrættar-
ligu viðurskiftini fóru at
vera í framtíðini. Flokkurin
endaði yvirlýsingina við
kravi um nýval sum skjót-
ast.
Fólkaflokkurin
metti
krónuvirðið hava sera stór-
an týdning, tí flokkurin
gekk við tonkum um at
stovna ein landsbanka —
ein landsbanka, sum teir nú
eru í ferð við at taka av.
Stjórnin bjóðaði føroy-
ingum at veksla sterling-
ágóðan til kursvirðið 22,40
kr, um hetta varð gjørt fyri
8. september. Thorstein
Petersen, sum var stjóri í
Sjóvinnubankanum, veksl-
aði ikki bankans ágóða um,
tí hann helt tað vera
ómøguligt at siga, um
danski búskapurin var farin
um koll undir krígnum, og
um vandi tí var fyri, at
danska krónan fór at verða
niðurskrivað heilt nógv.
Krígsvinningurin hjá føroy-
ingum hevði so farið fyri
skeytið.
Sjóvinnubankin
hevði
um hetta mundið 635.000
pund til góðar í bretskum
bankum. Skuldi bankin
veksla til tann nýggja
kursin, misti hann 3,06 kr.
fyri hvørt pundið. Málið
endaði í landsrættinum, og
Sjóvinnubankin vann sak-
armálið móti statinum, sum
noyddist at gjalda bank-
anum útivið 2 mió.kr.
Um Løgtingið er at siga,
at Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin hildu við
sínum
13
tingmonnum
fram við fundinum. Eitt
mál, sum var til viðgerðar,
var um viðurskiftini Dan-
markar og Føroya ímillum.
Sambandsflokkurin vildi
hava, at áðrenn tingingar
vóru við stjórnina, skuldi
fólkaatkvøða
vera
um
spurningin “Vilja tygum, at
Føroyar verða loystar úr
øllum sambandi við Dan-
mark?”
Javnaðarflokkurin vildi
heldur
hava
nýval
til
Løgtingið. Uppskotið hjá
Sambandsflokkinum fall,
meðan allir 13, sum vóru á
fundi, samtyktu uppskotið
frá Javnaðarflokkinum um
at skriva út nýval at vera 6.
november 1945.
Tað, sum Fólkaflokkurin
fekk burturúr at halda seg
burtur, var, at hann var ikki
við til at viðgera málið um
fólkaatkvøðu ella nýval.
Boykottið í 1965
Eitt nokkso álvarsligt boy-
kott hendi í Løgtinginum í
1965, meðan Sjálvstýris-
landsstýrið sat. Á valinum
8. november 1958 vann
Javnaðarflokkurin stórsigur
og fekk 8 tingmenn av 30
móti 5 av 27 í 1954. Saman
við Sambandsflokkinum og
Gamla Sjálvstýrinum, sum
flokkurin kallaðist tá, fekk
Javnaðarflokkurin meiri-
luta og skipaði samgongu
við Petur Mohr Dam úr
Javnaðarflokkinum
sum
løgmanni.
Í 1962 fekk Javnaðar-
flokkurin aftur 8 tingmenn,
hesaferð av 29 tilsamans.
Sambandsflokkurin fekk 6
og Gamla Sjálvstýri 2. Til-
samans gav tað ein meiri-
luta uppá 16 av 29 ting-
monnum.
Men Gamla Sjálvstýri
skifti hest. Heldur enn at
halda fram í gomlu sam-
gonguni fór Gamla Sjálv-
stýrið upp í eina Sjálv-
stýrissamgongu. Aftan fyri
hesa
samgongu
vóru
Tjóðveldisflokkurin við 6
tingmonnum, Fólkaflokk-
urin við 6, Gamla Sjálv-
stýrið við 2 og Framburðs-
flokkurin við einum ting-
manni, tilsamans 15 móti
14 í andstøðu.
Tað
kom
Sambands-
Um at boykotta løgtingsarbeiði
og skrumbla stórmál ígjøgnum
Tingið fer at viðgera málið aftur í dag