Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

flokkinum og heilt serliga Javnaðarflokkinum illa við, at teir vóru tiknir av ræði. Teir politikarar, sum mann- aðu Tingið tá, høvdu teir flestu stríðst eitt hart stríð í 40-árunum. Tað sást aftur í orðaskiftinum og atburð- inum teirra millum. Í 1965 fekk so andstøðan tann rætta kjansin at vinna samgonguni neisir. Tingið kom sum vant saman á Ólavsøku, og tá helt løg- maður sína løgmansrøðu. So kom kinkur í. Ein ting- maður var burturstaddur vegna sjúku. Tá løgtings- formaðurin, sum var Sámal Petersen, skuldi seta Ting- ið, møtti andstøðan — Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin — ikki upp. Siður var tá, hóast tað ikki stóð í Tingskipanini, at Løgtingsfundur varð ikki settur uttan so, at meira enn helmingurin av tingmonn- um var á fundi. Nú stóð 14 móti 14 — helvtin av Tinginum møtti upp, hin helvtin ikki. Hetta stóð við í fleiri dagar, hvussu nógvar veit eg ikki. Men 27. august tók løgtingsformaðurin avgerð um at seta tingfundin við 14 tingmonnum (helvtini), og tá varð uppskot til fíggjarlóg lagt fram. Tá formaðurin hevði sett fund- in, komu allir hinir 14 inn í salin. Soleiðis endaði tað boy- kottið. Boykottið fríggjadagin Alt hetta er søga og er nevnt sum dømi um tær fáu ferðir, tingmenn hava boykottað løgtingsarbeiðið. Nú komi eg fram til nú- tíðina. Fríggjadagin hendi so tað, at ein partur av andstøðuni, Tjóðveldis- flokkurin og Miðflokkurin, brúkti ta elektronisku at- kvøðuskipanina til at boykotta tingarbeiðið. Fyrr var tað soleiðis, at ting- menn skuldu reisa seg at atkvøða fyri ella ímóti. Teir, sum sótu, greiddu ikki atkvøðu. Við hesi skipan kundi tað ikki hent, sum hendi fríggjadagin. Tann nýggja, elektron- iska atkvøðuskipanin virk- ar soleiðis, at tingmenn við at trýsta á ein knøtt — teir eru tríggir at velja ímillum, ikki tveir, sum summi halda — kunna atkvøða “ja” ella “nei” ella “atkvøði ikki”. Í Tinginum fríggjadagin atkvøddu 20 tingmenn av 32 ja. Ein — tingmaður Sjálvstýrisfloksins — var uttandura. Tingmenninir hjá Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum vildu ikki atkvøða. Tað hevði við sær, at atkvøðugreiðslan kundi ikki gerast liðug. Boykottið av tingarbeiðinum vardi í ein hálvan tíma. Hetta líkist púra ongum. Tað stendur týðuliga og greitt í Tingskipanini, at “Løgtingsmaður skal geva seg undir avgerð forman- sins”. Tí áttu allir tingmenn at atkvøtt, tá formaðurin segði, at teir skuldu at- kvøða — sama, hvat teir annars hildu um upp- skotini, teir skuldu atkvøða um. Tað einasta, Tjóðveldis- flokkurin og Miðflokkurin fingu burtur úr hesum mótmæli, var, at føroyingar ivast í teirra seriøsiteti, og at tað nú stendur í gerðabók Løgtingsins, at ongin at- kvøddi ímóti. Málini Málini, sum talan er um — løgtingsmálini nr. 91 og 92 — eru ein gudsjammurlig fløkja. Lógartekstirnir í føroysku “lógini” og donsku lógini eru eins, men viðmerkingarnar samsvara als ikki. Orðið “lóg” havi eg skrivað í gásareygum, tí sambært Heimastýrislógini kann Løgtingið samtykkja “løgtingslógir”, men ikki “lógir”. Hetta seinna hevur í danska ríkinum bara Fólkatingið heimild til. Tað má eisini vera ein spurningur, hvussu “lógin” skal kunngerast. Í Heimastýrislógini stendur, at “Tær av løgtinginum samtyktu og av lands- stýrisins formanni staðfestu lógir verða nevndar løg- tingslógir”, og talan er eisini um ”staðfesting løg- tingslóganna”. Tað kundi bent á, at løgmaður kann staðfesta ”løgtingslógir”, men ikki ”lógir”. Hetta er so fyrst og fremst ein løg- frøðiligur spurningur. Tað verður ov drúgt at fara ígjøgnum bæði málini, men eg havi hug til at draga fram tvey ting, sum eg haldi vera serliga áhuga- verd í øllum hesum meldr- inum: annað er eitt upprit frá løgfrøðingi hjá Løg- tinginum, hitt er ein oddagrein í Dimmalætting. Løgtingsmál nr. 91 er tann føroyska “lógin”, nr. 92 er uppskot til ríkis- lógartilmæli um eisini at samtykkja ta donsku lógina við hennara viðmerkingum, sum ikki samsvara við føroysku viðmerkingarnar. Um hetta skrivar løg- frøðingurin hjá løgting- inum: “Ger Løgtingið hinvegin av at samtykkja uppskotið til ríkislóg í løgtingsmáli nr. 92, so er ilt at finna svar upp á spurningin um, hvørja heimild uppskotið í løgtingsmáli nr. 91 hevur. Harumframt er uppskotið tá uttan meining og innihald.” Hetta er eitt upprit til Formansskap Løgtingsins og eitt álvarsamt upprit. Har stendur, at um Løg- tingið samtykkir uppskotið um ríkislógartilmælið, er innihaldið í uppskotinum frá Landsstýrinum einki vert. Basta. Samstarv Tað tykir mær løgið, at samgongan hevur slíkan skund at skrumbla hesi mál ígjøgnum. Eftir kríggið endaði stríðið um tey ríkisrættarligu viðurskiftini við, at ein tepur meiriluti á Tingi samtykti Heima- stýrislógina. Síðani hevur eitt eljustríð verið um hesa lóg. Nú trumfar ein meiriluti, sum er størri enn ta ferðina, eina nýggja skipan ígjøg- num, sum andstøðan ikki kann taka undir við. Skula vit so aftur ta næstu hálvu øldina gott og væl stríðast um innihaldið? Hava vit ongantíð hug til at royna at finna saman? Tað kemur fyri, meira enn so, at eg eri mestsum fullsamdur við oddagrein- unum í Dimmalætting. Oddagreinini seinasta fríggjakvøld 6. mai taki eg fult út undir við. Har stend- ur: Tað er tí hugstoytandi at hoyra umboð fyri sam- gonguna kveistra allar royndir um at kjakast um innihaldið í lógini av borðinum_” Og: “Vit sakna eina frá- greiðing um, hví ætlanin er at fáa Føroya Løgting at samtykkja tvær lógir, ið verða bygdar á tvær ymiskar grundgevingar. Vit síggja longu nú ruðuleikan av hesi skipan.” Og: “Tíverri eru uppskotini ikki nóg góð. Tað átti at borið til at komið fram til eina orðing av skipanini, sum bar í sær, at tey, ið eru ímóti, einans hava eina politiska orsøk til at vera ímóti og ikki eina orsøk, ið botnar í beinleiðis ella óbeinleiðis løgfrøði og mis- og dupultfatanum. Spurningurin er, um uppskotið, ið nú liggur á tingborði, er so virðismikið, at tað fyri ein og hvønn prís skal trumfast ígjøgnum nú, áðrenn tingið fer heim. Hvat er tað, ið hastar?” Ja, hvat er tað, sum hevur so ovurhonds stóran skund? Málið er stórt. Er enda- málið einans at vinna Tjóð- veldisflokkinum neisur, er tað ikki nóg gott. Serliga er tað ikki nóg virðiligt fyri ein løgmann, sum jú er løgmaður fyri øll, eisini tjóðveldisfólk. Eg haldi, at løgmaður og øll samgongan áttu at lurta eftir Dimmalætting: Bíðið eitt sindur við hesum mál- inum. Hetta hevur alstóran týdning fyri Føroya fólk, fyri møguleikanum at finna eina tjóðskaparliga fyri- bilssemju og fyri friðar- ligum viðurskiftum á polit- iska arbeiðsmarknaðinum. Ikki rokni eg við, at ein endalig semja kann fáast. Sum tjóðveldismaður gangi eg út frá, at Tjóðveldis- flokkurin gevst ikki, fyrr enn fullveldi av einum ella øðrum slag er stovnað. Kortini haldi eg, at ein fyribilsskipan Danmarkar og Føroya ímillum kundi verið frægari enn Heima- stýrislógin. Tí áttu løgmað- ur og allir floksformenninir at sett seg niður og í frið og náðum í nakrar mánaðir at roynt at funnið eina semju um eina fyribilsskipan. Tað er mítt tilmæli. Nr. 86 - 10. mai 2005 15 ið m "Ikki rokni eg við, at ein endalig semja kann fáast. Sum tjóðveldismaður gangi eg út frá, at Tjóðveldisflokkurin gevst ikki, fyrr enn fullveldi av einum ella øðrum slag er stovnað. Kortini haldi eg, at ein fyribilsskipan Danmarkar og Føroya ímillum kundi verið frægari enn Heimastðrislógin. Tí áttu løgmaður og allir floksformenn- inir at sett seg niður og í frið og náðum í nakrar mánaðir at roynt at funnið eina semju um eina fyribilsskipan. Tað er mítt tilmæli." Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður