Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 86 - 10. mai 2005 Í samband við fyri- reikingarnar til vin- arbýarstevnu, sum verður í Leirvík, 24.- 26. juni, skipar Norrøna Felagið í bygdini fyri hugna- løtu í skúlanum í Leirvík týskvøldið HUGNALØTA OG VINARBÝARSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í summar fáa leirvíkingar vitjan av umleið 70 norð- urlendingum, sum koma til Leirvíkar at halda stevnu. Í døgunum, 24.-26. juni, verður nevniliga vinabýarstevna í Leirvík. Hetta er ein stevna, ið vinabýirnir, sum Leirvík hevur í Norðurlondum, skiftast um at hava – og í ár er tað so Leirvík, sum skal skipa fyri stevnuni. Hugnaløta Tað er í hesum sambandi, at Norrøna Felagið í Leir- vík skipar fyri hugnaløtu skúlanum týskvøldið, 10. mai. Á skránni verður eitt nú felagssangur við har- moniku, drekkamunnur og lagkøka, og síðan verður tosað um norðurlendskt samstarv og um vinabýar- stevnuna, sum verður í summar. - Vit heita á bygdarfólk- ið um at møta fjølment, soleiðis at vit fáa fyrireik- að okkum á bestan hátt til at taka ímóti teimum um- leið 70 gestunum, sum koma higar at vitja okkum úr hinum norðurlondun- um. Norrøna Felagið í Leirvík sigur, at høvið verður eis- ini á hugnaløtuni at tekna seg til at hýsa onkrum av norðurlendsku gestunum. Hugnaløta og vina- býarstevna í Leirvík Tað er skipsmeklara- virkið, MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri sølunum SKIPASØLUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri vórðu skipini, Varðborg og Ólavur Hvíti, seld. Tað er skipsmeklara- virkið á Argjum, MARE- TEC, sum hevur skipað fyri sølunum. Ólavur Hvíti, sum P/F Thor í Hósvík átti, er seldur til eitt felag í Gibr- altar. Ætlandi fer skipið til fiskiskap á leiðunum úti fyri Senegal. Tveir føroy- ingar vóru við á longu leiðini niður til Gibraltar. Ísfiskatrolarin, Varð- borg, sum felagið Stjørn- an í Leirvík, átti, er seldur O.C. Joensen á Oyri. Varðborg seld til Oyrar, Ólavur Hvíti til Gibraltar Varðborg er seld til Oyrar… … og Ólavur Hvíti er seldur til Gibraltar Projektir til vinnulívið Trý skip við svartkjafti Útbúgvingin sum framleiðslutøkningur við Tekniska skúla er ein tvey ára fram- haldandi útbúgving TEKNISKI SKÚLIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagin, 19. apríl, løgdu næmingarnir í fram- leiðslutøkni við Tekniska skúla fram síni projektir. Nøkur av projektunum hjá næmingunum eru ógvu- liga áhugaverd og kunnu saktans gerast viðkomandi fyri vinnuna. Eitt nú hava næmingarnir framleitt eina maskinu, sum avsaltar saltfisk. Mett verður, at hetta kann gerast ein maskina, sum vinnan kemur at hava áhuga fyri. Eitt annað projekt, ið næmingarnir við Tekniska skúla hava gjørt, snýr seg um at nýta ljósleiðarar til at lýsa upp í eitt nú tunlum og aliringum. Útbúgvingin Útbúgvingin, sum fram- leiðslutøkningur, er ein tvey ára framhaldandi út- búgving, sum í Danmark hevur heitið, "produktions- teknolog". Útbúgvingin á Tekniska skúla tekur tvey ár og fevnir eitt nú um hesar lærugreinar; maskinkon- struktión, framleiðslutøkni, framleiðslu-og virkis- leiðslu, leiðsla-samstarv, støddfrøði/ alisfrøði, teldu- læra (mest CAD-forrit), virkisbúskapur og automa- tión. Upptøkukrøvini eru; handverksútbúgving í við- komandi yrki, studentsút- búgving, SIT 2. støðisár, HIF, HH, HT og HF. Seinasta freist at søkja á Tekniska skúla sum fram- leiðslutøkningur var í gjár, mánadagin, 9. mai. Skúlin byrjar aftur, 15. august 2005. SVARTKJAFTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin landaði Christi- an í Grótinum umleið 2.000 tons av svartkjafti til Havs- brún í Fuglafirði. Á virkinum vistu tey mánadagin at siga, at tvey onnur skip eru væntandi næstu dagarnar, Jupiter og Norðborg. Hvør av hesum verður hin fyrri, var ikki greitt, tá ið vit frættu, men væntandi er, at Jupiter og Norðborg hava umleið 2.000 tons í part, tá ið túrurin er av, og lagt verður til bryggju. Nakrir av framleiðslutøkningunum á Tekniska skúla, sum høvdu framløgu av sínum projektum, 19. apríl. Eitt av projektunum snúði seg um ljósleiðarar, sum eitt nú kunnu nýtast til at lýsa upp í tunlum Mynd: Jens Kr. Vang Næstu dagarnar koma eisini Jupiter (mynd) og Norðborg á Fuglafjørð við umleið 2.000 tonsum av svartkjafti í part Mynd: Vilmund Jacobsen