Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 • týsdagur • 10. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo 2. deild í morgin Tíverri varð rúm ikki fyri umrøðu av dystunum í 2. deild í blaðnum. Hetta verður ístaðin í mikudags- blaðnum Schumacher útav í Barcelona síða 28 HB koppaði fyri triðju ferð síða 20-21 Gullnál til Elspu síða 26-27 Bara niðurflyt- ingin eftir í Onglandi síða 29 Formaðurin legði kongin Bylgjurnar ganga høgt í Klaksvík. KÍ- formaðurin vildi ikki kennast við uppsøgn- ina av venjaranum, og leygardagin tók hann avleiðingarnar og segði seg úr sessinum KÍ Jákup Mørk Tað var ein bumba, sum brast, tá portalurin leygar- dagin kundi boðað frá, at KÍ-formaðurin, Gestur Hovgaard, hevði sagt seg úr sessinum. Orsøkina til hetta segði Gestur Hovgaard vera av persónligum slag, men í aðrar mátar hevur verið tunnligt við viðmerkingum til málið. Við Norðlýsið segði Gestur Hovgaard tó, at tað eisini hevur havt týdning, at Ove Flindt Bjerg varð sagdur úr starv- inum, tí hetta varð ein av- gerð, sum hann á ongan hátt stuðlaði. Venjarasetanin dróg út Tað ljóðaði longu í farnu viku, at formaðurin var ávegis úthurðini. Eitt nú dróg dag eftir dag út við setanini av nýggja venjar- anum. Eisini hóast navnið á hesum var teimum flestu greitt longu týsmorgunin. Orsøkin seðgist vera, at formaðurin noktaði at gera sáttmála við nýggja venjar- an. Ikki endiliga tí hesin ikki skuldi vera rætti mað- urin, men meira tí Gestur Hovgaard ikki var partur av avgerðini um at seta Ove Flindt Bjerg frá sum venj- ara. Uttan uppbakning frá restini av nevndini – ella í øllum førum einum meiri- luta av nevndini – kundi formaðurin tó ikki gera tað stóra við hesa avgerðina, og hetta var ivaleyst tann so væl kendi dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Eykaaðalfundur er ein møguleiki Spurningurin, sum flestu klaksvíkingar nú seta sær sjálvum er helst, hvussu felagið fer at verða myndað komandi tíðina. Formaðurin hjá felagnum er valdur beinleiðis av aðal- fundinum, og tí tykist upp- lagt, at kallað verður inn til eykaaðalfund, men heldur ikki hetta er í løtuni vist. - Nevndin fer saman við Gesti at hava fund týsdagin, har vit fara at umrøða støðuna, sum nú er íkomin. Her verður millum annað tikin støða til, hvussu verð- ur við formanssessinum, og tá er ein møguleiki sjálv- andi at hava aðalfund, sigur John William Joensen, sum er samskiftisleiðari hjá KÍ. - Hinvegin er bygnaðurin soleiðis, at nevndin eisini hevur heimild til at taka nýggj fólk inn, um limir fella frá, og um so er, so er ikki neyðugt við nýggjum nevndarvali. Men er tað ikki ein óhaldbar støða, um nevndin sjálv velur nýggjan lim, sum skal sita fram til næsta regluliga aðalfund í januar ella februar? - Tað er so millum annað tað, sum vit fara at tosa um týsdagin. Meira fái eg ikki sagt í løtuni, staðfestir John William. Møguleiki fyri kreditor-loysn Tað er tó einki at ivast í, at millum fremstu málini á fundinum týsdagin verður fíggjarliga støðan hjá KÍ og ein møgulig bjargingarætl- an hesum viðvíkjandi. Tað er eingin loyna, at KÍ hevur eina ovurhonds stóra skuld, sum tey í verandi løtu ongan møguleika hava at rinda. Tann loysnin, sum oftast hevur verið nevnd í hesum sambandi, er ein kommunal yvirtøka av KÍ- høllini, og hetta er avgjørt enn tann møguleikin, sum arbeitt verður við. Í hesum arbeiði hevur tað tó fyrst og fremst verið Gestur Hovgaard, sum hev- ur verið frontfigurur, og tí kann tað skapa eina trupla støðu fyri felagið, um mað- urin við samráðingarborðið nú er burtur. Tí kann ein hugsandi støða væl gerast tann, at talan verður um eina kredi- tor-loysn á bæði trupulleik- unum í felagnum. Ella sagt við øðrum orðum, at tað eru tey, sum hava pengar- nar, sum seta treytirnar fyri framtíðina hjá felagnum.