Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 86 - 10. mai 2005 Kappingin tykist skula fara í tvíningar, men mikukvøldið, tá ið toppliðini hittast innanhýsis og tey í niðara endanum innanhýsis, kann so mangt fara at broytast 7. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Trífaldu meistararnir úr HB trívast illa á útivølli. Tað siga hagtølini. Tríggjar av teimum sjey ferðunum hava teir verið á bygd, og tað hevur kiksað hvørja ferð. Teir taptu í Klaksvík, í Vági, og nú á Skála. Øðr- vísi er í Gundadali. Har hevur HB fingið fult allar fýra ferðirnar. Einasti týdn- ingarmikli dysturin, sum teir higartil hava tapt á heimavølli, var fjórðings- finalan í steypakappingini. ÍF vann hósdagin 1-0 í Gundadali. Í annaðkvøld er áttanda umfarið á skránni, og tá fara HB og ÍF at spæla í Gundadali. Tað hevur gingið framúr væl hjá ÍF. Í fjør fingu teir í átjan umførum tólv stig. Í ár hava teir eftir sjey tey fyrstu umførini rokkið tólv stigum. Í trimum av teimum sjey umførunum, sum higartil eru avgreidd, eru tvey ella fleiri mál farin ígjøgnum hjá ÍF, sum tó tykist hava væl stinnari verju í ár, enn teir høvdu í fjør. Undan kapp- ingarbyrjan hevði eitt stig verið roknað sum góð úr- tøka á Eiði. Sum støðutalv- an nú sær út, kann tað kanska roknast sum hálvt vónbrot, men higartil hevur ÍF ikki tapt á útivølli, og so er spurningurin, hvat trýst fuglfirðingar í annaðkvøld fara at megna at leggja á HB verjuna. Tølini siga, at tað er ser- liga í verjupartinum, at tað skinklar hjá HB. Í fjør lótu teir bara átjan mál fara í gjøgnum í átjan dystum. Í sjey teimum fyrstu roynd- unum í ár er bólturin tólv ferðir farin í HB málið. Harvið hevur HB verjan higartil verið eins ótøtt sum tann hjá KÍ, og tað er merkisvert, at tað bara eru botnliðini GÍ og EB/- Streymur, sum hava havt størri hol í verjuni, enn meistararnir hava havt tað. Tølini siga eisini, at HB dystirnir eru teir málrík- astu. HB hevur skorað átjan mál, og tað eru fleiri, enn nakað annað felag hevur megnað. At HB hevur fing- ið so nógv mál er merkis- vert, tí teir tykjast fram- vegis leita eftir bestu upp- stillingini frammi á vøll- inum. Sunnudagin skoraðu teir tríggir ferðir á Skála, og annar av miðverjunum skoraði øll málini. B36 er framvegis odda- lið, og í annaðkvøld kunnu teir á Skála orduliga stað- festa ta støðuna. Moralurin tykist vera góður í árstals- felagnum, og tølini siga, at B36 trívst væl á útivølli. B36 hevur higartil bæði vunnið í Vági og í Fugla- firði. Eftir annað umfarið varð tað mett kiksað, at B36 ikki hevði megnað meiri enn málleysan javn- leik á Sevmýri. Úrslitini hjá TB síðani tá hava víst, at tað ivaleyst verður torført hjá fleiri á Tvøroyri. Verjuparturin hjá B36 er rættuliga stinnur. Bara tvey mál eru farin ígjøgnum hjá væl upplagda Jákupi Mikk- elsen í sjey teimum fyrstu umførunum. Í framrættaða partinum er tað merkisvert, at oddaliðið hevur skorað færri ferðir enn Skála, HB, NSÍ og ÍF. Moralurin á Skála tykist vera góður, og Skála er kanska tað liðið, sum higar- til hevur víst mest sannfør- andi spælið. Men tað hava teir bara gjørt í løtum. Í annaðkvøld fara moral- stinnu liðini at stríðast á Skála. Tað verður ógvuliga áhugavert. Uppi og niðri Eftir sjey tey fyrstu um- førini sigur støðutalvan, at kappingin er um at fara í tvíningar. Umframt tey fýra omanfyri nevndu, so hevur góða gongdin seinastu vik- urnar borið NSÍ fram mill- um tey, sum stríðast um heiðursmerkjapláss. NSÍ hevur ikki tapt síðani í fyrsta umfarinum. Men teir hava fleiri ferðir hálvkiks- að, og tað hevur kostað. Sunnudagin tóktist tað eina løtu sum um, at gongdin frá javnleikinum á heimavølli móti TB skuldi endurtak- ast, men eftir steðgin vóru teir í NSÍ flúgvandi. Turbolensurin hevur ver- ið stórur í Klaksvík. Tá ið havt verður í huga, at TB er uppflytari, so kann tað kanska tykjast sum um, at eitt stig á Sevmýri var solt- ið hjá KÍ, men tá ið støðan seinastu vikuna verður havd í huga, og tá ið sam- mett verður við, hvussu t. d. B36 og NSÍ hava staðið seg móti TB, so var tað kanska ikki verri enn ilt hjá nýggja KÍ venjaranum at leggja soleiðis fyri. Í annaðkvøld er talan um lagnudyst hjá KÍ. Um teir ikki megna at fáa fulla úr- tøku á heimavølli móti illa stadda EB/Streymi, so fer at standa heilt illa til í Klaksvík. Um teir megna at vinna, so kann tað verða so skjótt, at teir sleppa upp millum tey fremru. VB venjarin hevur fleiri ferðir víst á, at tað serliga er í framrættaða partinum, at hansara lið hevur trupul- leikar. Tølini siga, at VB í ongum dysti hevur skorað fleiri enn eitt mál. Tvær ferðir hava teir fingið fulla úrtøku burturúr einum máli, men sunnudagin oyðiløgdu teir sær — fyri- bils í hvussu so er — heilt málmunin. Í annaðkvøld fær VB vitjan av TB. Tvørámenn hava alla orsøk at vera nøgdir. Higartil hava teir staðið seg væl. Trýstið hev- ur verið stórt á teir, men tað eru bara tvær ferðir farin fleiri enn eitt mál ígjøgn- um. Í fyrsta umfarinum taptu teir 5-1 á Skála, og í Gundadali taptu teir 3-1 móti HB. Størsta spurnartekini higartil eigur GÍ. Fleirfaldu meistararnir, sum hósdagin sendu Skála úr steypakapp- ingini, eru aftast. Hjá ong- um eru so nógv mál farin ígjøgnum, sum tað eru hjá gøtumonnum. Hóast teir taptu stórt í Gundadali, so kundi avrikið saman við tí móti Skála hósdagin bent á, at GÍ fer at lætta sær á. Fyrsti møguleikin verður í annaðkvøld, tá ið NSÍ fer at vitja. Grannarnir báðu megin Gøtueið hava mang- an verið í drápiligum víggi. Um GÍ fer at lætta sær á, so er spurningurin, hvør so verður fremsta evnið at yvirtaka lítið hugaliga botn- plássið. EB/Streymur er næstniðast. Í fjør gekk við ferð hjá teimum, og teir høvdu ætlað og roknað við meiri, enn teir higartil hava megnað. Málsóknu álops- spælararnir frá í fjør hava higartil ikki fingið nakað serligt burturúr. Spurningur- in er, um tað verður í Klaks- vík, at teir fara at fáa gongd á. Bæði hjá heimaliðnum og EB/Streymi stendur heilt nógv upp á spæl! Mikukvøldið verður spælt soleiðis: KÍ-EB/- Streymur, HB-ÍF, VB-TB, GÍ-NSÍ og Skála-B36. 2. hvítusunnudag verða upp- gerðirnar aftur áhugaverd- ar. Tá fer skráin at síggja soleiðis út: B36-HB, NSÍ- Skála, TB-GÍ, EB/Streym- ur-VB og ÍF-KÍ. Tá verður fyrsti triðingurin av 2005 kappingini av, tá hava meistararnir verið tvær ferðir fleiri í Gundadali, enn teir nú hava verið, og tá kann talvan fara at síggja væl øðrvísi út, enn hon ger nú, tí talan verður næstu dagarnar um nógvar innan- hýsis uppgerðir millum tey ovaru og tey niðaru. Meistararnir trívast ikki á bygd B36 er framvegis oddalið, og í annaðkvøld kunnu teir á Skála orduliga staðfesta ta støðuna Mynd: Jens Kr. Vang vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 7 5 - 1 - 1 11 2 9 16 2 Skála 7 4 - 2 - 1 17 10 7 14 3 HB 7 4 - 0 - 3 18 12 6 12 4 NSÍ 7 3 - 3 - 1 14 9 5 12 5 ÍF 7 3 - 3 - 1 12 11 1 12 6 KÍ 7 2 - 2 - 3 10 12 -2 8 7 VB 7 2 - 1 - 4 4 11 -7 7 8 TB 7 1 - 3 - 3 6 10 -4 6 9 EB/Streymur 7 1 - 3 - 3 6 13 -7 6 10 GÍ 7 1 - 0 - 6 9 17 -8 3 Máltindurin Formula-deildin Súni Olsen GÍ 5 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 5 Jónhard Frederiksberg Skála 5 Rúni Nolsøe HB 4 Tór-Ingar Akselsen HB 4 Allan Mørkøre B36 3 Obele Okeke Onyebuchi B36 3 Hans á Lag HB 3 Rasmus Nolsøe HB 3 Atli Danielsen KÍ 3 Andy Olsen NSÍ 3 Bogi Gregersen Skála 3 Óli Johannesen TB 3