Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 10. mai 2005 19 BAR eru bannaðir í tvær koyringar Eingir British American Racing Honda vóru við í koyringini í Barselona. Liðið varð seinasta mikudag dømt fyri at nýta ivasamar arbeiðsháttir. Um- framt, at liðið misti tey 10 stigini tey fingu á Immola, sleppa tey ikki at luttaka í tveimum koyr- ingum. Tá koyringarleiðslan á Im- mola breytini kannaði BAR- Honda bilin hjá Jenson Button aftan á koyringina á Immola, funnu teir ein goymdan bensin- tanga, tá hesin var tømdur, varð bilurin ov lættur. Tað er ikki loyvt at brúka bensin, sum bar- last umborð á einum formel 1 bili. Liðið fekk tó sannført koyr- ingarleiðsluna um, at bilurin ongantíð hevði verið ov lættur undir koyringini. Tí tangin bert hevði tað minstu nøgdina, sum kravdist fyri at bilurin kundi koyra, so um tangin ikki var fullur, so koyrdi bilurin ikki. Hetta góðtók koyringarleiðaslan og Bar-Honda slapp við eini átalu. Motorkappingarfelagið FIA góðtók tó ikki frágreiðingina, og avgjørdi at skjóta málið inn fyri kærurættin. Og mikudagin av- gjørdi kærurætturin, at liðið ikki tilvitað hevði snýtt. Men, at reglurnar vóru boygdar so illa, at liðið átti at hava kannað um hetta var lógligt. Ein vónbrotin Jenson Button greiddi fríggjadag fjølmiðlunum frá, at hansara vónir um at gerast heimsmeistari í ár, eru burtur.. Ársbyrjanin hjá Button hevur verið, stutt sagt, óheppin. Við nógvum tøkniligum trupulleik- um, og sera ivasomum taktikki, kom Button ikki á mál í teimum trimum fyrstu koyringunum. Fjóra koyringin var á Immola, og tey stigini eru nú eisini burtur. Hetta vikuskifti í Barse- lona, var Button áskoðari, tað verður hann aftur í Monako um tvær vikur. Tí fer hann eftir seks koyringar, ikki at hava eitt ein- asta stig. Hann sigur seg vera sera vón- brotnan. Havast skal í huga, at Button ikki er á BAR-Honda lið- num av góðum vilja. Hann royndi at skifta til BMW-Willi- ams í ár. Men eftir eina rættsak, varð hann noyddur at halda fram hjá BAR-Honda. Heimsmeistarin Michael Schumacher harmaðist fríggja- dagin um, at BAR-Honda ikki fór at verða við í tvær koyringar, tí avbjóðingin verður ikki tann sama uttan Button, og avbjóð- ingar eru altíð stuttligar, sam- bært týskaranum. -NuD Minardi hevur longt sáttmálan við Cosworth Minsta liðið í formel 1, hevur longt sáttmálan við motorfyri- tøkuna Cosworth. Minardi siga seg vera avbera væl nøgdar við Cosworth motorarnar, og tí gleðiliga leingja sáttmálan. Hóast øll hini liðini næsta ár skifta til V8 motorar, so verður Cosworh motorurin ein V10 motorur. Motorurin fær so ein avmarking á seg. -NuD Talvið hesa vikuna Heini Olsen (2322) — Flóvin Tór Næs (2330) Lask IM (11. umfar), 02.05.2005 Viðmerkingar: Heini Olsen 1.Rif3 d5 2.d4 e6 3.c4 c5 4.cxd5 exd5 5.g3 Tarrasch! Tað ger tað ikki minni áhugavert, at undirritaði fyri nøkrum vikum síðani fór undir at studera talvini hjá Kasparov - sum kunnugt var tað júst Tarrasch frábrigdið, sum fylgdi honum allan vegin upp í gjøgnum kandidatmatchirnar inntil hann varð steðgaður av Karpov í 7. og 9. talvinum frá endaleysu orrustuni í Moskva í 1984! Eftir hesar lemjandi ósigrar gavst hann heilt við at telva Tarrasch, men tað er vert at leggja sær í geyma, at allir hinir: Beliavsky, Korchnoi og Smyslov fingu einki við hvítum - ja tað var enntá so galið, at teir fingu negativa skoru! Allir tríggir! 5...Ric6 6.Bg2 Rif6 7.0— 0 Be7 8.Ric3 0—0 9.Bg5 c4 [9...cxd4 10.Rixd4 h6 11.Be3 Re8 var fasta framhaldið hjá Kasparov] 10.Rie5 Be6 11.e3 Rc8? Kanska longu avgerandi feilurin! Tað er áhugavert, at júst hesin leikur verður viðmældur av Jacob Aagard og Esben Lund í bókini: "Meeting 1.d4". Í donsku liðkappingini fyri einum fimm árum síðani spældi Esben sama leik ímóti undirritaða, men fekk tíðliga eina tapta støðu! Ástøðin sigur annars, at svartur skal leika annaðhvørt 11...Rid7 ella 11...Rie8, men hvítur hevur fríari spæl. 12.f4! Rixe5 [12...g6 13.Ff3! Minnist meg rætt kom henda støða fram í talvinum ímillum meg og Esben á sinni - svartur hevur stórar, ja kanska óloysiligar trupulleikar at dragast við...; 12...Rie8 var kanska frægasti leikurin, men hvussu hevur so 11...Rc8 bøtt um svørtu støðuna, kann ein spyrja.] 13.dxe5 Rig4 14.Bxe7 Fxe7 15.Fd4 Við hóttanini f4-f5 og vinnur. 15...Fc5!? Ein áhugaverd roynd hjá Flóvini at fløkja um støðuna. 16.Fxc5! Uttan iva tað lættasta, men annars var freistandi at leika: [16.f5 Rixe3! 17.Fxc5 Rxc5 18.fxe6 Rixf1 19.exf7+ Rxf7 20.Bxf1 d4 21.Rie4 Rxe5 22.Rid6 b5 23.Rixf7 Kxf7 24.a4 a6÷ men henda støðan er púra ógreið.] 16...Rxc5 17.Rfe1 b5 18.Rad1 Rd8 19.Rie4 Rc6 20.h3 Rih6 21.Rid6 Ra6 22.a3! Rb8 23.g4+- (Fritz 7 metur hvítan hava + 1.25 fyrimun — cens) b4 24.axb4 Rxb4 25.Bxd5 [25.e4! dxe4 26.Rif5 vinnur sjálvandi eisini.] 25...Bxd5 26.Rxd5 g6 27.Re2 [27.Rc5!] 27...Ra1+ 28.Kf2 Rc1 29.Rc5! Kg7 30.Rc8 a5 Støðumynd eftir 30...a5 31.g5 og svartur gavst. Hann noyðist at lata riddaran, tí eftir 31...Rig8 32.Rie8+ verður hann mátaður eftir fáum leikum. 1—0 Tað líktist einum minni góðum úrsliti hjá Heina Olsen í svenskari IM-kapp- ing, men góður enda- spurtur vendi hesa støðu. Flóvin Tór Næs luttók eisini í somu kapping TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Heini Olsen og Flóvin Tór Næs hava seinastu mánað- irnar tikið lut í einari ser- ligari IM-kapping í Lund, Svøriki. Talan er um "Schackforums & LASK´s IM turnering 2005". Kapp- ingin byrjaði í februar og endaði fyri viku síðani. Tað serstaka við kapp- ingini varð, at telvað varð einans eitt umfar um vik- una. Hetta førdi til nógv út- sett talv og tí høvdu fáir luttakarar telvað eins nógv talv, tá komið varð ímóti kappingarendanum. Men onkrir dagar vórðu settir av til hesu mongu útsettu talv, so tá komið varð inn í mei mánaða kom endiliga skil á kappingartalvuna. Norðurlendsk burturav Ellivu telvarar tóku lut og tíggju umfør vórðu leikt. Sviar, danir, føroyingar og ein íslendari mannaðu IM- kappingina í Lund. Tískil ein rættiligur norðurlenskur dámur í Lund. Hægstrataði telvarin varð stórmeistarin Stellan Bry- nell (2464). Hann var í harðari kapping við IM Bjørn Ahlander (2393), men tað varð Brynell sum vann kappingina við 8 stig- um. Ahlander fekk 7,5 stig. IM Emil Hermansson (2415), sum hevur vant før- oyskir unglingar, endaði saman við ungu svensku vónini Linus Olsson (2332) á triðja plássi við 6,5 stigum. Heini setti ferð á Tá kappingarendin nærkað- ist, høvdu Heini og Flóvin báðir fá stig. Heini fekk mannað seg upp og vann við heilt góðari telving síni seinastu trý talv. Tað gav honum 5,5 stig av tíggju, eitt deilt fimta pláss og eina ratingframgongd á umleið 10 stig. Heini ger nógv við telv- ingina í hesum døgum og hevur sum mál fyri 2005 at vinna sær tveir IM-normar. Hann hevur tann eina normin. Fleiri av talvunum hjá Heina í Lund bóru brá um djúpa telving, har fyri- munir vórðu grundaðir í byrjanarspælinum. Eitt dømi um hetta, er sigurin ímóti Flóvini í seinasta umfarinum. Heini hevur gjørt viðmerkingar til talv- ið, sum er talvið hesa vik- una. Óndur sirkul Verri gekk tað hjá Flóvini. Hóast ein góðan sigur móti IM Hermansson, tyktiskt einki at bera til hesaferð hjá Flóvini, sum herfyri vann sær sín triðja og seinasta IM-norm. Tó krevst 2400 í rating (og tríggir normar) innan ein kann kalla seg altjóða meistara. Flóvin misti heilt fitt av rating fyri síni 2 stig í Lund. Honum vantar nú yvir 100 ratingstig fyri at kunna kalla seg altjóða meistara. Men Flóvin er treiskur sum fáur og hevur eisini fyrr bart seg úr slíkum myrkum støðum. Sum hann sjálvur segði beint tá kappingin var av, ja so hevur hann einar tvær reisir verið í somu støðu: nevnliga at hann fyrr hevur havt væl omanfyri 2300, men so knappliga hevur mist yvir 50 ratingstig, fyri síðani at berja seg aftur uppum 2300-markið. Ein sirkul, sum Flóvin tykist at hava ilt at koma burturúr. Heini fekk gott úrslit í Svøríki Lesið -so eru tit við!