týsdagur 10. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Skálamenn vóru sonn
arbeiðsgrev, meðan
fleiri í HB nýttu
nógva orku til ill-
neiting, og tá ið teir
endiliga vóru um at
fáa um endan, var
kontravápnið hjá
Skála teimum ov
boysið
FÓTBÓLTUR
orð: Jóannes Hansen
myndir: Bárður Lydersen
Intensiteturin var toppupp-
gerð verdugur, tá ið HB
vitjaði á Skála. Stóran part
av tíðini var Skála framm-
anfyri, men seinna partin
av seinna umfarinum var
um reppið, at HB fekk teir
aftur. Í roynd undan lotin-
um at leggja trýst á fyri at
javna, tveittu teir mest sum
alt fólkið fram. Tveir
minuttir undan leikloki
spurdust tvey horna burt-
urúr. Í fyrra førinum var um
reppið, at bólturin fór í
Skála málið, men hann varð
beindur til nýtt horna.
Í seinna førinum megn-
aði heimaliðið at skovla
bóltin út úr brotsteiginum.
Jónhard Frederiksberg setti
ferð á, kapprann við HB
verjuna, men varðveitti
samstundis
yvirblikkið,
spældi í høgra borð til Boga
Gregersen, sum rak eitt
sindur og spældi fram í
høgru til innskifta og raska
Róa Jacobsen, sum legði
flatt í brotsteigin, hagar
Jónhard Frederiksberg var
komin.
Tá ið hann við innaru
síðuni smekkaði upp undir
nettakið, var um reppið, at
takið fór oman av innara
partinum av nýggja skýlin-
um. Málið tryggjaði Skála
øll stigini, og so nyttaði tað
HB einki, at trífaldi mál-
skjúttin hjá teimum, Ras-
mus Nolsøe, við rimmar
sparki sendi í kassan í evstu
løtu av nógv longdu leik-
tíðini, sum Lassin Isaksen
hevði lagt afturat, tí heima-
liðið í 2. hálvleiki hevðí
døllað sær so nógv.
Sjey mál boða frá undir-
haldi, og tað er harafturat
merkisvert, at flestu málini
vórðu skorað í sambandi
við deyðbóltsstøður.
Heimamenninir betur
upplagdir
Serliga í 1. hálvleiki, tá ið
Skála hevði nógva vindin
undan, var høgættin ikki
blíð. Spælið var darvað, og
HB hevði meiri enn ilt við
at fáa tingini at hanga sam-
an. Skálamenninir vóru
nógv meiri avgjørdir og
sannførandi í nærdystun-
um. Onkur á HB liðnum
var mest sum blindur ferða-
maður, og einir tveir lykla-
spælarar
tóktust
hugsa
meiri um at illneitast inn á
liðfelagarnar og serliga
dómaran, ið hevði torføra
uppgávu, enn at spæla og
serliga stríðast, sum tað var
alneyðugt at gera.
Stóri maðurin á heima-
liðnum var miðvallarin
Pauli G. Hansen. Liðfor-
maðurin gekk undan í stríð-
num, hann bakkaði væl
upp, fangaði eina ótrúliga
rúgvu, og so megnaði hann
saman við Nenad Stanko-
vic, Pæturi Dam Jacobsen
og
Hanus Thorleifsson
miðvallaruppgávurnar væl
betri enn HB miðvøllurin,
har
Kári
Nielsen
var
einsamallur um at vísa tað,
sum eigur at kunna roknast
við av meistaraliði.
HB verjan var orsaka av
kynkinum á miðvøllinum
undir stórum trýsti, og
málverjin hevði trupulleik-
ar í 1. hálvleiki. Skála fekk
hol á, eftir at HB í vinstra
verjuborði
hevði
givið
óneyðugt innkast. Tað varð
tveitt inn í málteigin, og
eftir tvær ferðir aftur og
fram sendi miðverjin Rúni
Rasmussen upp í mál-
hornið.
Einasta HB hóttanin var
20
Nr. 86 - 10. mai 2005
Skála liðformaður-
in heldur, at teir
áttu at havt tikið
spenningin burtur,
áðrenn HB mink-
aði um munin og
hótti við at javna
SKÁLA
Jóannes Hansen
Skála
liðformaðurin
Pauli G. Hansen var væl
nøgdur við, at tað eydn-
aðist at fáa fulla úrtøku
móti HB.
- Vit vóru sera vón-
brotnir eftir steypatapið
í Gøtu, og vit høvdu
gjørt upp við okkum
sjálvar, at avrikið móti
HB skuldi verða betri,
enn tað var móti GÍ. Og
tað haldi eg, at tað var.
Vit arbeiddu nógv og
væl sum lið.Spælið hekk
í løtum væl saman, og
eg haldi, at vit høvdu
fleiri
málmøguleikar,
enn teir høvdu. Vit áttu
at havt skorað fjórða
málið, áðrenn teir mink-
aðu um munin til 3-2. Tá
gjørdist tað óneyðuga
spennandi, heldur Skála
liðformaðurin, sum eitt
nú vísir á, tá ið Jónhard
Frederiksberg lyfti upp
um málverjan og dygst
framvið málinum.
- Sigurin kemur væl
við. Moralurin er í toppi.
Tíverri
varð
Iulian
Florescu skaddur. Tað
var longu í steðginum
greitt, at hann noyddist
at fara út. Hann hevðí
fingið skaða í lærið.
Bjarni Jørgensen kundi
ikki spæla, tí hann var
darvaður av trælæri,
men hann verður iva-
leyst tøkur mikukvøldið.
Hvussu gongur hjá
Alexanduri Johansen?
- Hann hevur ikki enn
verið og vant. Vit eru
ikki greiðir yvir, nær
hann verður førur fyri at
spæla, men vit vóna, at
tað verður skjótt. Tað
hevur týdning at hava
breiðan hóp, tá ið kapp-
ingin er long. Sveinur
Justinussen venur nú
hvørja ferð, og tað kem-
ur væl við.
Hvussu langt fara tit at
røkka í ár?
- Vit taka ein dyst í
senn. Nú síggja vit fram
til at fáa oddaliðið B36 á
vitjan mikukvøldið.
Tú vart nógv skaddur í
fjør. Hvussu hevur ging-
ið við tí í ár?
- Eg skal ikki klaga.
Onkrir smávegis snuddir
hava verið, men tað hev-
ur ikki darvað mær at
spæla, sigur Pauli G.
Hansen, ið er liðformað-
ur hjá Skála, sum eftir
sigurin á HB er næst-
fremst.
Tað gjørdist óneyðuga
spennandi
Sigurin kemur væl við, og moralurin er í toppi hjá
okkum, staðfestir Pauli G. Hansen
Skála-HB 4-3 (3-1):
Gestirnir høvdu gl