týsdagur 10. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tór-Ingar Akselsen. Hann
fekk lítlan og ongan stuðul,
men hann megnaði framúr
væl sjálvur at skapa sær
møguleikar. Fleiri ferðir
kendu mótstøðumenninir
seg noyddar at taka beinini
undan honum, og tað var
eftir sovorna støðu, at Ras-
mus Nolsøe á hálva tíman-
um úr tjúgu metrum sendi
upp um manngarðin og í
kassan.
Skála helt fram at trýsta,
og eftir tvær deyðbólts-
støður fingu teir eftir lítlari
løtu tvey mál afturat. Í fyrra
førinum legði Iulian Flo-
rescu innfyri úr vinstru, og
Rúni Nolsøe var so óheppin
at stýra bóltinum í egið
mál, og í seinna førinum
misti málverjin bóltin út til
Milic Curcic eftir langa
frísparksframlegging.
Tóku hvassasta
vápnið burturúr
Í 2. hálvleiki var væl minni
vindur, enn tað hevði verið.
HB royndi at leggja trýst á,
og tað myndaðist skjótt
soleiðis, at álopsspælar-
arnir hjá Skála arbeiddu
nógv í verjupartinum sam-
stundis sum skálamenn
støðugt hóttu við at fara í
kontra við fleiri monnum.
Tá ið umfarið var átta
minuttir gamalt, skifti HB
báðar álopsspælararnar út.
Harvið slapp Skála undan
Tór-Ingar Akselsen, sum
hevði verið støðug hóttan.
Heine Fernandez setti seg
sjálvan á vøllin. Hann flutti
seg ikki nógv, men hann
megnaði væl við rygginum
móti mótstøðumálinum við
beinum, høvdi og bringu at
temja til liðfelagarnar, sum
royndu við langskotum, utt-
an at tey vóru serliga neyv.
Skála hevði møguleikar
at økja um leiðsluna, men
HB fekk um endan, tá ið
Rasmus Nolsøe úr 35
metrum sendi fríspark upp
um manngarðin og um-
vegis tvørtræið og í kassan.
Tá fóru teir at vísa viljan,
sum skuldi til. Men 2. um-
farið var undirstriking av tí,
sum hevði verið at sæð
undan steðginum, og tað
var, at HB liðið ikki var í
javnvág. Jákup á Borg hev-
ur royndirnar og førleikan
til væl størri leiklut enn at
vera verjukendur vongverji,
og tað er serliga sjónskt, tá
ið hvørgin síðuspælarin á
miðvøllinum megnaði at
røkka til baklinjuna og
leggja innfyri.
Kortini boðar tað eisini
frá formati, at tað í so-
vornari støðu eydnast næst-
an at koma afturíaftur.
Síðstu løtuna vóru Jákup á
Borg og Rasmus Nolsøe
ofta í Skála brotsteiginum,
og sera arbeiðssami Pætur
Dam Jacobsen var eyka
miðverji hjá heimaliðnum.
Hann
og
liðfelagarnir
drógu longra stráðið. Tað
varð staðfest, tá ið Jónhard
Frederiksberg í skjótum
álopi
framvið
næstan
manntómu
HB
verjuni
skoraði til 4-2.
Nr. 86 - 10. mai 2005
21
Trífaldi HB mál-
skjúttin hevði ong-
antíð áður skorað í
landskappingini.
Hann ásannar, at
HB spælið ikki var
nóg gott, og at tað
vóru deyðbólts-
støðurnar, sum
vóru avgerandi
HB
Jóannes Hansen
Dagsins HB spælari var
miðverjin
Rasmus
Nolsøe. Kanska vóru tað
ikki verjudygdirnar, sum
vóru serliga eyðsýndar
hjá honum. Heldur vóru
tað óføru skotini. Ras-
mus skoraði øll trý HB
málini, og sjálvur sigur
hann, at tað var um
reppið, at hann javnaði
til 3-3.
- Vit høvdu horna, og
bólturin kom til handara
stólpan, har eg ætlaði at
seta hann í málið, men
tíverri fór hann undir
fótinum, og so fingu teir
hann út aftur til horna,
sigur Rasmus Nolsøe, ið
ikki hugsar um at sleppa
longri fram á vøllin at
spæla.
- Eg trívist best sum
miðverji.
Er tað langt síðani, at
tú hevur skorað trý mál í
sama dysti?
- Um tú hugsar um í
bestu deildini, so er tað
faktiskt soleiðis, at eg
havi ongantíð áður skor-
að í landskappingardysti
í 1. deild.
Heldur tú, at mann-
garðarnir eru rættir, tá ið
teir royna at byrgja fyri
fríspørkum?
- Eg haldi, at teir ofta
eru ov stórir, og at tað
harvið verður óneyðuga
torført hjá málverjanum.
Tá ið eg javnaði til 1-1,
lyfti eg bara bóltin upp
um manngarðin. Eingin
serlig ferð var í sparkin-
um, men bólturin fór í
netið, tí málverjin var ov
langt í hinum borðinum.
Hann roknaði við, at
manngarðurin fór at
verja hina síðuna av
málinum, og so var hann
prísgivin.
Hvat heldur tú er besti
manngarðurin?
- Har tað ikki eru fleiri
enn tríggir spælarar, og
har málverjin stillar seg
eitt sindur meiri mitt í
málið.
Heldur tú, at mál-
verjin átti at havt tikið
seinna
frísparksmálið
hjá tær?
- Lotið var undan, og
tí bar til at fáa nógva
ferð á bóltin. Um eingin
manngarður hevði havt
verið, so hevði málverj-
in havt betri møguleika
at fylgt bóltinum.
Hvat heldur tú um
tykkara avrik?
- Tað var ikki nóg gott.
Skála eigur eitt gott lið.
Teir arbeiða nógv, og teir
eru góðir fótbóltsspæl-
arar. Tí krevst tað nógv
av okkum móti sovor-
num liði, og vit megn-
aðu ikki nóg nógv. Vit
arbeiddu ikki nóg nógv,
og spælið hekk ikki nóg
væl saman. Legg til
merkis, at tað eru deyð-
bóltsstøðurnar,
sum
vóru avgerandi og ikki
so nógv gjøgnumspæld
álop, ið bóru mál við
sær, staðfestir Rasmus
Nolsøe.
Manngarðarnir
eru ov stórir
Skála-HB 4-3 (3-1)
1-0: Rúni Rasmussen 12.
1-1: Rasmus Nolsøe 29.
2-1: sjálvmál Rúni Nolsøe 33.
3-1: Milic Curcic 35.
3-2: Rasmus Nolsøe 68.
4-2: Jónhard Frederiksberg 88.
4-3: Rasmus Nolsøe 90.
Dómari: Lassin Isaksen
Skála: Vlada Filipovic - Bárður Danielsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu (Rói
Jacobsen, 65.) - Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Nenad Stankovic (Sveinur
Justinussen, 90.), Hanus Thorleifsson - Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen
Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Iulian Florescu, Nenad Stankovic
HB: Bárður Johannesen - Jákup á Borg, Jóhannis Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M.
Joensen - Rókur Jespersen (John Heri Dam, 77.), Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Hallur
Danielsen - Hans á Lag (Hendrik Rubeksen, 54.),Tór-Ingar Akselsen (Heine Fernandez, 54.)
Gult kort: Bárður Johannesen, Rúni Nolsøe
Fakta um dystin
Rasmus Nolsøe skoraði fyri fyrstu ferð í bestu
mansdeildini í fótbólti. At talan so eisini gjørdist um
hat-trick mundi gjørt dagtin perfektan, men har
vantaðu stigini
loymt tendringina
HB-miðvøllurin fekk ongantíð
motorin í gongd av álvara, og tað
gerst ikki uttan revsing, tá Skála er
mótstøðuliðið