týsdagur 10. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 86 - 10. mai 2005
Tølini lúgva
Tá eitt lítið korter var
eftir av dystinum í
Gundadali,
varð
Magni Jarnskor sendir
á vøllin fyri GÍ. Hetta
var fyrsta ferðin í tvey
kappingarár, at Magni
er á vøllinum fyri
besta GÍ-liðið, og eftir
dystin duldi veteranur-
in ikki fyri, at tað hev-
ur verið tungt at sitið
uttanfyri í ár, meðan
skaði hevur forðað fyri
einum coma-back til
bestu deildina.
- Ikki minst var tað
tungt í dag, tá vit spæla
okkum fram til somik-
ið góðar møguleikar,
uttan at fáa nakað aft-
urfyri. Ikki minst tí
hinir vóru effektivir, tá
teir fingu møguleikan.
Men tað er kanska
júst tað, sum er munur-
in, tá talan er um tvey
lið úr hvør sínum enda
á stigatalvuni?
- Tað er tað kanska.
Tað virkar onkurs-
vegna,
sum
gerast
skeivu menninir frír.
Høvdu vit t.d .vunnið
tríggjar dystir á rað,
heldur enn at tapt
tríggjar, so ivist eg ikki
í, at hasir bóltarnir
høvdu sitið betri, stað-
festir Magni.
Men hóast tapið og
botnsessin,
so
vil
veteranurin á GÍ-lið-
num á ongan hátt geva
skarvin yvir.
- Tað hava vit so
ongar ætlanir um. Har
eru nógvir positivir
lutir, sum vit kunnu ar-
beiða víðari við. Mis-
tøkini mugu vit so bara
læra av og annars
leggja aftur um bak.
Skal metast eftir dyst-
inum í dag, so manglar
tað bara heilt lítið í,
áðrenn vit fara at vinna
nakrar dystir, og í
øllum førum haldi eg
ikki, at 3-0 var eitt
úrslit, sum gevur eina
rætta mynd av dyst-
inum, staðfestir Magni
Jarnskor at enda.
-jm
Hóast 3-0 móti botn-
liðinum ljóðar sum
ein sannførandi sigur
hjá oddaliðnum, so
munnu tey í B36
ásanna, at hepnið í
fleiri førum var størri
enn skilið sunnu-
dagin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fótbóltur kann til tíðir vera
eitt løgið spæl. Fyri bara
trimum vikum síðani tapti
eitt sera tannleyst GÍ-lið 3-
1 fyri HB í einum dysti, har
gestirnir hvørki maktaðu
eitt ella annað, og har spæl-
ið gav meira enn eina
ábending um, at gøtumenn
væl kunnu risikera at spæla
í aðru deild næsta kapp-
ingarár.
Sunnudagin var GÍ aftur í
Gundadali. Hesaferð var
mótstøðuliðið B36, men
hóast 0-3 tapið fyri odda-
liðnum, so var talan um eitt
munandi betri avrik hjá GÍ.
Og í nógvar mátar mnnu
tey í B36 kenna seg heppin,
at tey soleiðis fingu loyvi at
halda øllum stigunum.
Vandamikil kontra
Serliga fyri steðgin vóru
tað nevnliga gestirnir, sum
stóðu fyri tí mesta. B36
hevði ivaleyst ætla sær at
leggja eitt høgt trýst á GÍ í
vónini um at køva botnliðið
alt fyri eitt, men hendan
ætlanin tóktist vera full-
komuliga miseydnað.
Partvíst, so megnaði B36
ikki at hava trýstið nóg
breitt, skilt á tann hátt, at
gøtumenn við eini einstak-
ari sending aloftast kundu
spæla seg undan hesum.
Hartil, so vórðu gøtu-
menn als ikki komnir til
Havnar bara fyri at grava
seg niður. Í eini 4-4-2 upp-
stilling, har Krzystof Pop-
czynski var annar av álops-
monnunum, og har Súni
Olsen hevði funnið sæti á
miðvøllinum, megnaðu teir
ferð eftir ferð at senda
vandamikil kontra móti
B36 málinum, so skjótt
B36-trýstið var brotið. Og
bæði eina, tvær og tríggjar
ferðir átti hetta eisini at
givið úrslit, men óneyvleiki
í avgerandi løtunum førdu
við sær, at Jákup Mikkelsen
ikki slapp so frætt sum at
vísa, at hann skal roknast
sum besti málverjin í land-
inum. Ikki minst gav tað
gestunum gott pláss í
hesum partinu av spælin-
um, at bakkarnir hjá B36 í
besta Carlos-stíli støðugt
leitaðu niðan á vøllin. Tað
merkti í veruleikanum, at í
flestu
kontra-støðunum
spældi GÍ tveir móti tveim-
um, og tá annar hesum altíð
æt Popczynski, spældi B36
at kalla við eldin.
Tað skuldu ganga 20
minuttir, áðrenn B36 hevði
sítt fyrsta veruliga gjøg-
numspæla álop, og tó at
hetta ikki kastaði mál av
sær, so sýndi oddaliðið
fleiri ferðir, at teir eru
sterkir í deyðbóltsstøðum.
Ikki minst, tá Santos ta einu
ferðina sendi hornaspark
innfyri, sum fór millimetrar
framvið høvdinum á einum
leysum Mikkjal Thomas-
sen, men hóast hesa ávar-
ing, so slapp B36 at nýta
júst somu kombinatión, tá
teir løgdu seg á odda.
Gav B36 frið
Málið gav sjálvandi B36
nakað av luft, og eftir hetta
løgdu teir seg eitt vet long-
ur aftur á vøllin. At ein
hálvskaddur Óbi varð skift-
ur út, gav eisini nakað
meira tyngd í miðvøllin, og
tí gjørdist vegurin til kviku
kontra-álopini frá gøtu-
monnum ikki eins stuttur.
Gestirnir vóru tó fram-
haldandi væl við í dyst-
inum, og einar tvær ferðir
mátti Jákup Mikkelsen vísa
kynstur síni í málinum,
áðrenn B36 brádliga av-
gjørdi dystin. Allan Mørk-
øre spældi hegnisliga mitt
ímillum til Berg Midjord,
og eins hegnisliga slapp
hann sær leysan av verjuni,
áðrenn hann sendi málverj-
an ein veg og bóltin annan.
Hetta tók mest sum luft-
ina úr GÍ-trýstinum, men
seinastu løtuna kom tó
nakað av spenningi í aftur.
Mikkjal Thomassen var alt
annað enn samdur í døm-
ingini ígjøgnum dystin, og
tá hann gav hetta til kennar
yvir fyri dómaranum, fekk
hann ostaskorpuna sum
tøkk. Eftir hetta flutti GÍ
nógv fólk fram. Einar tvær
ferðir høvdu teir vanda-
miklar frísparksstøður, og
eina ferð mundi Súni Olsen
kenna seg snýttan fyri
brotsspark, men endaliga
punktumið slapp Allan
Mørkøre tó at seta, tá hann
varð sendir blankur avstað
frá miðvøllinum.
Enn er alt opið
Skal ein niðurstøða gerast
við støði í dystinum, so má
Hóast tað nakrar ferðir
fyrstu løtuna stóð nógv á
hjá B36, so helt liðskiparin,
Pól Thorsteinsson, ikki, at
tað var hepni, sum tryggj-
aði teimum sigurin.
- Eg haldi, at vit hava
tamarhald á teimum. Teir
hava nøkur vandamikil
kontra, men tá vit fyrst
skora, so hava vit teir har,
sum vit vilja hava teir.
Tað ljóðar, sum er sjálvs-
álitið á leikarunum í lagi,
og tað staðfestir Pól eisini,
tá spurt verður um hug-
burðin hjá leikarunum til
uppgávurnar.
- Tað er kanska serliga, tí
vit hava staðið okkum so
væl í verjupartinum, at vit
hava trúgv upp á egin evni.
Partvíst, so eru vit væl
mannaðir í verjuni, og part-
víst hava vit eisini Jákup,
sum higartil hevur tikið at
kalla alt tað, sum hini hava
skotið eftir honum. Akkurát
hann er kanska størsti
styrkurin, sum vit hava
fingið yvirhøvur, heldur
Pól.
Komandi vikuna skal
B36 fyrst vitja á Skála,
áðrenn teir taka ímóti HB,
og Pól ivast heldur ikki í, at
hetta verða tvær veruligar
styrkisroyndir hjá liðnum.
- Enn er sjálvandi nógv
eftir, men hesir báðir dyst-
irnir fara nokk at geva eina
ábdning um, hvat lið fer at
liggja heilt frammi kom-
andi vikurnar.
Men tann fyrsta av hes-
um mugu tit so klára tykk-
um uttan Mikkjal Thomas-
sen?
- Tað er sjálvandi ein
missur, tí Mikkjal hevur
spælt væl. Men vit hava so
eisini aðrar spælarar. Klæ-
mint spælir í miðjuni í dag,
og Ingi er so eisini har, so
eg haldi avgjørt, at vit hava
ein sterkan hóp, har vit
kunnu tola onkra fráveru,
sigur Pól Thorsteinsson at
enda.
-jm
Sterkir í verjuni
B36-GÍ 3-0 (1-0):
Hepni skal til