Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá vit eftir dystin á Eiði fingu orðið á Símun Elia- sen hjá ÍF visti hann ikki reiðiliga, um hann skuldi vera nøgdur ella ikki. - Úrslitið var nokk ikki heilt av leið, um tú roknar eftir møguleikunum, men tá tú ert á odda tvær ferðir, so skalt tú vinna. Eisini hóast talan altíð er um truplar dystir á Eiði, helt Símun. Um spælið sjálvt segði hann, at hetta ikki hevði verið nóg gott. - Vindurin var eftir síð- uni, og tí var sera trupult at fáa nakað at hanga saman. Vit royndu eina løtu, men talan gjørdist í nógvum førum um skeivar sending- ar, og tí varð ístaðin gjørt nógv við sparkarí, seðgi Símun. Men hóast alt, so kann hann saman við liðfeløg- unum gleðast um, at ÍF framvegis hongur væl við í oddinum, har teir nú mugu roknast sum annað og meira enn ein døgnfluga. - Vit hava so ikki tapt á útivølli enn, og bara tað í sjálvum sær er vert at halda fast um. Men vit kenna tað tó, sum um vit mistu tvey stig. Tá hini í oddinum vunnu, so mistu vit eisini eitt fet her, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Tí tey flestu fara helst at fáa tað strævið á Eiði, helt hann at enda. -jm Nr. 86 - 10. mai 2005 23 hon væl vera, at enn er landskappingin púrasta op- in. B36 er framvegis odda- lið, men teir sýndu fleiri veikleikar, sum helst mugu rættast, áðrenn teir kom- andi vikuna skulu hitta Skála og HB, sum bæði eru í hølunum á teimum. Tað er í øllum førum sannlíkt, at eitt lið við eitt sindur meira av sjálvsáliti í viðførinum hevði revsað árstalsfelagið fyri teir møguleikar, sum GÍ fekk sunnudagin. Tað kann vera, at hetta er tekin um hepni, men hig- artil er tað ongantíð eydnast einum liði at vinna nakað sum helst, um hepni ikki hevur ein leiklut onkra staðni í kappingini, og í nógvar mátar var dysturin hesaferð eitt dømi um slíkt hepni. Tað hepni og tað viðrák, sum eitt oddalið al- oftast hevur, og sum einum botnliði tørvar. Og samstundis kann eis- ini staðfestast, at botnsess- urin neyvan er eitt sannlíkt tilhaldsstað hjá GÍ komandi 20 umførini. Hóast teir einum botnliði so líkt vórðu revsaðir fyri síni mistøk, so vóru eisini nógvir glottar at hóma hjá gøtumonnum, og fáa teir bygt víðari á hesar, er einki at ivast í, at fleiri stig fara at koma inn á kontina – heilt skjótt. B36-GÍ 3-0 (1-0) 1-0: Mikkjal Thomassen, 32. 2-0: Bergur Midjord, 70. 3-0: Allan Mørkøre, 88. B36: Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson (Levi Hanssen, 90.), Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex dos Santos – Bergur Midjord (Bárður H. Joensen, 84.), Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen, Ingi Højsted – Allan Mørkøre, Okeke Obele Onyebuchi (Kenneth Jacobsen, 44.) GK: Mikkjal Thomassen, 11., Klæmint Matras1 61., Pól Thorsteinsson 81. RK: Mikkjal Thomassen, 81 GÍ: Marcin Dawid – Jónreid Dalheim, Robert Rzeczycki, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Símun Louis Jacobsen, Suni Jacobsen, Súni Olsen, Poul Henning Jacobsen (Magni Jarnskor, 79.) – Poul Arni Jacobsen (Kaj Ennigarð, 65.), Krzystof Popczynski GK: Súni Olsen, 54 Dómari: Eiler Rasmussen. Hevði ilt við at halda eini linju, sum spælararnir eisini kundu fylgja. Fakta um dystin Allan Mørkøre tykist hava vant seg við álopssessin í B36. Hann framdi enn einaferð eitt stórt arbeiðsavrik á toppinum, og enn einaferð slapp hann á máltalvuni, tá hann ísakaldur gjørdi sær dælt av plássinum, sum GÍ gav honum seinastu løtuna Mynd: Jens Kristian Vang Heldur ikki hesaferð megnaði EB/Streym- ur at vinna heima- dyst, men teir góvu seg ikki, hóast ÍF tvær ferðir var omaná FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ein av frágreiðingunum til, at EBS/treymur hevur stað- ið seg somikið væl í bestu deildini seinnu árini er, at liðið hevur verið sera sterkt á heimavøllinum á Mølini. Enn tykist tað eisini so, at tað er tungt at vinna á Mølini, og enn hevur eingin fingið fult við sær aftur, men tað hava teir hjá EB/ Streymi heldur ikki. Sunnudagin gjørdist talan um triðja av trimum møgu- ligum javnleikum, og hesa- ferð var tað ÍF, sum vitjaði. Rúni fyri aðru ferð Nógvur vindur var eftir vøllinum, og fyri tað nógva órógvaði hetta spælið. Bæði liðini høvdu tungt við at fáa spælið at hanga saman, og tí gjørdist talan í nógv størri mun um gúppa- rí fram eftir vøllinum í vónini um, at okkurt muna- gott kundi spyrjast burtur- úr. Tí var tað eisini ógvuliga smáligt við møguleikum, men tað var tó um reppið, at Gunnar Nielsen fekk lagt gestirnar framum tíðliga í dystinum. Hetta tá hann slapp púrasta leysur, men skotið var alt annað enn væleydnað, og bólturin fór langt framvið málinum. Stutt undan steðginum eydnaðist tó gestunum at leggja seg framum, og í nógvar mátar var uppskrift- in hin sama, sum tá teir fyri viku síðani vunnu heima- dystin móti TB. Eftir hornaspark fekk EB/ Streymur stútað bóltin út- frá, men ikki longur enn til Rúna Elttør, ið sum einasti maður samlaði upp uttan fyri brotsteigin, og annað vikuskiftið á rað meddaði hann bóltin í kassan av brotsteigarmarkinum. Tvey einmansavrik Eftir steðgin vóru tað teir á heimaliðnum, sum royndu at trýsta. Talan var fram- vegis ikki um tað stóra spælið, men teir stríputu vóru kanska eitt lítið vet grammari. Teir fingu fatur á flestu leysu bóltunum, og tí ferðast bólturin nógv á ÍF-hálvuni. Talan var tó aftur um deyðbóltsstøðu, tá útjavn- ingin kom. Egil á Bø plagar at vita, hvar málið stendur, og tað gjørdi hann eisini hesaferð, tá hann við høvd- inum stýrdi í kassan. Javnstøðan helt sær tó ikki leingi. Góðar tíggju minuttir seinni framdi Gunnar Nielsen tað, sum helst var dagsins einmans- avrik. Einsamallur móti trimum verjuleikarum dróg hann til vinstru, áðrenn hann langaði bóltin yvir í handara síðunetið, og so var fagnaðurin stórur. Hetta staðfesti, at ÍF framvegis er við í oddastríðnum, og sjálvir munnu fuglfirðingar eisini iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast. Teir tóktust annars hava tamarhald á tí mesta, men Teitur Joensen vildi tað tó øðrvísi. Hann hevur ikki verið nógv at sæð á liðnum hjá EB/Streymi í ár, men hesaferð byrjaði hann mill- um teir fyrstu ellivu, og 12 minuttir fyri leiklok takk- aði hann eisini fyri álitið. Upphavið var annars eitt innkast til fuglfirðingar, men Teitur vann bóltin, dró nakrar ferðir og royndi seg so við skoti, sum streyk framvið Allani Joensen í ÍF-málinum. Og hjá gestunum kundi tað gjørst enn verri. Møgu- leikar vóru báðar vegir seinastu løtuna, tá bæði vildu avgera, men tann størsta av hesum átti EB/ Streymur uttan iva. Men Sorin Anghel mundi als ikki vita, hvussu leysur hann var, tá bólturin varð sendur innfyri, og so spurdist heldur einki burtur úr teirri royndini. Rættvíst úrslit Javnleikurin var kanska eitt rættvíst úrslit av royndun- um hjá báðum liðum, men tað skerst ikki burtur, at báðir partar mundu iðra seg nakað. EB/Streymur, tí tað heldur ikki hesaferð eydn- aðist at vinna á heimavølli, hóast teir høvdu møgu- leikan til hetta móti endan- um. Fuglfirðingarnir vóru tó teir, sum tvær reisur vóru á odda, og tá skalt tú helst eisini vinna dystin, um tú vilt vera partur av oddin- um. Hesa ferðina vóru teir tó ikki nóg kaldir, men alt í alt man eitt stig á Mølini ikki vera lakasta úrslitið, tá tikið verður samanum kappingarárið. Hóast hann var eitt sindur harmur um, at tað heldur ikki hesaferð eydnaðist at vinna á heimavølli, so helt Egil á Bø, at EB/Streymur kundi taka nógv positivt við sær úr dystinum. - Vit høvdu umskipað liðið nakað, og tann part- urin riggaði hampuliga væl. Ikki minst var Teitur Joensen óførur á miðvøllin- um, nú hann endiliga er við aftur, og málið hjá honum var eitt flott punktum fyri hansara avriki. - Men fyrst og fremst, so haldi eg, at vit hesaferð sýndu góðan moral. Bæði á Sevmýri og í Havn hava vit teir báðar seinastu dystirnar verið væl við, til hinir hava skorað. Men so eru vit farnir so dyggiliga niður við høvdinum. Tað hendi so ikki hesaferð, hóast vit tvær ferðir eru aftanfyri, og tað kunnu vit í øllum førum brúka til nakað, helt Egil. Um úrtøkuna fyrstu sjey dystirnar heldur Egil, at tann parturin kundi væl verið betri. - Tríggir heimadystir uttan sigur, er ikki nóg gott. Tað er í øllum førum skjótt at staðfesta. Hinvegin hava vit heldur ikki tapt, og sum vit plaga at taka til, so skulu vit bara hava hol á. So verða vit ikki til at steðga, sigur Egil á Bø at enda. -jm EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-1): Triði javnleikurin á Mølini Vístu moral Kundi fara báðar vegir EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-1) 0-1: Rúni Elttør 1-1: Egil á Bø 1-2: Gunnar Nielsen 2-2:Teitur Joensen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Bárður Olsen, Fróði Clementsen, Egil á Bø, Ólavur Poulsen – Teitur Joensen (Hallur Jacobsen, 81.), Gert Hansen (Jákup Martin Joensen, 77.), Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen – Sonni L. Petersen (Leif Niclassen, 70.), Sorin Anghel GK: Gert Hansen, 6., Hans Pauli Samuelsen, 36.,Teitur Joensen, 45., Sorin Anghel, 85. ÍF: Allan Joensen – Fritleif í Lambanum, Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, John S.Thomsen - Gunnar Nielsen, Símun Eliasen, Høgni Zachariasen, Rúni Elttør (Bárður á Lakjuni, 88.) - Sylla D. Ahmed, Magni á Lakjuni (Hanus Eliasen, 69.) GK: John S.Thomsen, 45., Símun Eliasen, 65., Gunnar Nielsen, 70. Dómari: Birgir Sondum Fakta um dystin