týsdagur 10. mai 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 86 - 10. mai 2005
TB-KÍ 0-0:
Lásið fór ongantíð upp á Sevmýri
Uppløgdu málmøgu-
leikarnir vóru ikki so
nógvir, og efir steðgin
var ferðin ikki so stór,
tá ið TB og KÍ sættað-
ust við málleysan
javnleik
TB-KÍ
Jóannes Hansen
Eitt stig var at liva við.
Tann hugburðurin tóktist at
gerast alt meiri ráðandi,
sum seinna umfarið leið í
nógva vindinum á Sevmýri.
Í síðstu løtu var kortini
um reppið, at KÍ fór við
øllum. Ovi Nysted hevði
fína frísparksroynd úti frá,
sum frágera góði TB mál-
verjin, Predrag Markovic,
bjargaði stak væl, og Høgni
Madsen smekkaði til úti frá
og undan vindinum, men
bólturin fór dygst skeivu
megin stólpan.
Tvørámenn eru brandar
til verjuspælið. Teir duga
sera væl at skipa seg, og
hóast
mótstøðumenninir
hava bóltin nógv, so tykist
tað sum um, at tað er TB,
sum ofta ger av, hvussu
spælið skal ganga fyri seg.
Nýggi KÍ venjarin hevði
broytt uppstilling. Í staðin
fyri 4-4-2, sum liðið higar-
til hevur spælt, so vóru
klaksvikingar í 4-3-3 upp-
stilling. Ovi Nysted var
fluttur úr miðverjuni og í
fremstu ódn. Í borðunum
báðum vóru Arnhold Joen-
sen og Heðin á Lakjuni, og
so tóktist ætlanin at vera, at
teir skuldu frá baklinjuni
senda innlegg í høvdið á
Ova og kanska í føturnar á
Hjalgrím Elttør, sum aftur
var á liðnum og hesa ferð
var fremsti miðvallarin.
KÍ megnaði so at siga
ikki at bróta ígjøgnum í
borðunum. Teir royndu at
finna hvønn annan úti á
vøllinum, men tað endaði
ofta við at høgar sendingar
vórðu lagdar ímóti Ova
Nysted, men hann hevði
torførar treytir, tá ið tað
vóru Óli Johannesen og
Aca Petrovic, sum ansaðu
honum og vendu rætta
vegin.
Bara fyrra partin av fyrra
umfarinum sást venjara-
effektin, sum tað plagar at
verða nevnt, tá ið venjarin
er útskiftur, og liðið fær
nýggja innspræning. Tá
vóru klaksvíkingar ágang-
andi, og TB var trýst.
Men so fótaði TB sær, og
síðani gekk nógv tað mesta
fyri seg eftir teirra treytum.
Tvørámenn høvdu tveir
møguleikar, sum væl kundu
havt borið mál við sær. Í
fyrra førinum smekkaði Óli
Johannesen fríspark undan
vindinum. Bólturin brast í
tværtræið, áðrenn hann
stakk út aftur í spælið.
Í seinna førinum varð
Olivur Abrahamsen, sum
hesa ferð var annar av
álopsspælarunum, spældur
leysur innanfyri KÍ verjuna.
Hann setti ferð á og royndi
at lyfta upp um KÍ mál-
verjan, sum var komin
nakað út úr málinum, men
Karstin Joensen fekk akk-
urát ytsta lið á fingrunum á
bóltin og vardi soleiðis fyri.
Tunnir frameftir
TB hevði vindin ímóti eftir
steðgin. Tá sýndu teir betri
spæl, enn teir høvdu gjørt
undan vindinum. Men trup-
ulleikin hjá tvørámonnum
er, at teir hava ikki ta álops-
tyngdina, sum skal til fyri
at skapa møguleikar og
harvið at fáa mál.
Tað er ógvuliga stórur
saknur, at Daniel Nyarko
framvegis er knæskaddur.
Hann var ætlaður at eiga
berandi leiklut á sentrala
miðvøllinum. Tað var Alex-
ander Jovevic eisini ætlaður
at gera. Hann hevur leingi
verið skaddur, men sunnu-
dagin spældi hann seinna
partin av seinna umfarin-
um, og nú verður vónað, at
hann fer at vera tøkur næstu
dagarnar,
tá
ið
stóru
uppgávurnar fara at vera á
skránni.
Málið, sum skuldi til fyri
at lætta um føstu bindingar-
nar, kom ongantíð á Sev-
mýri, og sum 2. hálvleikur
leið lækkaði ferðin, og tað
tóktist sum um, at báðir
partar vóru nøgdir við at
fáa í hvussu so er eitt stig í
úrtøku.
Tað tóktist, sum um málleysi
javnleikurin var til at liva
við hjá báðum pørtum á
Sevmýri
Mynd: Áki Bertholdsen
TB-KÍ 0-0
Dómari: Páll Augustinussen
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Mortan
Enni (Alexander Jovevic, 65.), Einar Petersen
(Hallur Christiansen, 89.), Búi Mortensen (Allan
Poulsen, 82.), Birgir Rasmussen - Emmanuel Larbi,
Olivur Abrahamsen
Gult kort: Mortan Enni, Predrag Zivkovic
KÍ:
Karstin Joensen - Leon Bjartalíð, Jan
Andreasen, Niclas Niclassen, Eyðun Klakstein - Atli
Danielsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen -
Arnhold Joensen (Kristoffur Jacobsen, 73.), Ovi
Nysted, Heðin á Lakjuni (Julian Samuelsen, 82.)
Gult kort: Niclas Niclassen, Høgni Madsen
FAKTA UM DYSTIN
Veteranurin sær
ljóst upp á tað
Jón Johannesen sær
allar dystirnar sum
íløgu í framtíðina
soleiðis at skilja,at
ungu menninir fáa
royndirnar,sum
skulu til fyri at
styrkja um sjálvsálitið
TB
Jóannes Hansen
Hóast teir ikki fingu meiri
enn eitt stig burturúr á
heimavølli, so vóru teir í
TB ikki misnøgdir við
úrtøkuna ímóti KÍ.
- Um væl hevði viljað
við, so høvdu vit kanska
vunnið við einum máli.
Men um illa hevði viljað
við, so høvdu vit kanska
tapt við einum máli. Ofta
hevur TB tapt sovornar
dystir, men tíbetur hava
vit nú framúr góðan
málverja, sum var gull
verdur fyri okkum, tá ið
teir endiliga fingu møgu-
leikan.
Tað er TB veteranurin,
Jón Johannesen, sum vit
práta við. Hann fjalir ikki
yvir, hvat tað snýr seg um
hjá TB.
– Vit eru uppflytarar, og
vit kenna treytirnar. Hjá
okkum ræður tað um at
varðveita plássið í deild-
ini, og vit verða væl nøgd-
ir, um endastøðan verður,
sum støðutalvan nú vísir.
Vit hava fleiri ungan
spælarar á liðnum. Teir
mugu fáa royndirnar fyri
at fáa sjálvsálitið, sum
skal til fyri at verða førur
fyri at vísa tað í dystum,
sum teir eru førir fyri
undir venjing.
Nú standa lykladystir
fyri framman?
– Avgjørt. Um vit
høvdu megnað at fingið
stig í Vági mikukvøldið
og so vunnið á heimavølli
móti TB, so hevði støðan
verið góð. Men um vit
skulu vinna, so mugu vit
fáa tyngd í álopspartin.
Tað er stóra takið, tí
samstundis vilja vit ikki
sleppa í verjuni, sum er
útgangsstøðið hjá okkum,
staðfestir Jón Jóhannesen.
Oddbjørn Joensen
ásannar, at fyrstu
vikuna verður tað
mest við orðum, at
hann hevur møgu-
leika at ávirka spælar-
arnar í gamla felagn-
um hjá venjaranum
KÍ VENJARIN
Jóannes Hansen
Fram til og við 1987 var
hann evnaríkur miðvallar-
spælari í Klaksvík, har
hann er føddur og upp-
vaksin. Síðani hevur hann
búð
í
høvuðsstaðnum.
Hann hevur fyri tað mesta
spælt og verið hjálparvenj-
ari í HB. Fyrst í níti árunum
vandi hann LÍF í 1. deild,og
í 1997 hevði hann í tveir
mánaðir ábyrgdina av besta
HB liðnum.
Nú er hann vorðin venjari
í Klaksvík. Hann sigur seg
harmast um mátan, sum
hann hevur fingið ábyrgdi-
na uppá.
- Tað er ongantíð hugaligt
at gerast venjari á henda
hátt. Men eg fekk hetta
bjóða, og eg tók av. Satt at
siga so er tað gamalur
dreymur at sleppa at venja
KÍ, og eg veit ikki, nær
møguleikin hevði komið
aftur, ella um hann yvir-
høvur hevði komið aftur.
Hvussu ætlar tú at ávirka
liðið?
- Í fyrstu atløgu verður tað
mest við orðum. Skráin er
hørð. Vit spældu sunnudag-
in á Tvøroyri, mikudagin
skulu vit spæla á heima-
vølli móti EB/Streymi, og
mánadagin skulu vit spæla
í Fuglafirði. Eg havi broytt
skipanina frá 4-4-2 og til 4-
3-3. Tað eru ikki stundir til
nógvar venjingar. Eg havi
sagt við spælararnar, at eg
vil hava, at teir sleppa
nervunum, og at teir royna
at halda upp á bóltin. Eg
haldi, at KÍ er nóg gott lið
til at vera bólthaldandi.
Hvat eru framtíðar ætl-
anirnar?
Tað er týdningarmikið at
spæligleðin er til staðar. Á
Tvøroyri vístu allir rætta
hugburðin, og tað er gott at
byggja á. Men tað skal
stríðast nógv, og eg vóni, at
vit fara at koma væl undan
hesi næstu vikuni.
Meiri fólk
Oddbjørn Joensen heldur,
at tað eru ov fáir spælarar í
KÍ hópinum. Hann sigur, at
hetta skal ikki skiljast
soleiðis, at hann ikki er
nøgdur við teir, sum eru
tøkir, men hann vildi havt
einar tríggar afturat.
- Eg vil hava størri kapp-
ing um plássini. Tað havi eg
sagt við leiðsluna, og vit
arbeiða við onkrum møgu-
leikum at fáa spælarar. Men
tað er torført hesa tíðina av
árinum.
Hvat fyri spælarar vilt tú
hava?
- Sum sagt so eri eg
nøgdur við teir, sum vit
hava. Men eg hevði einki
havt ímóti at fingið ein aft-
urat í hvørjari ketuni, sigur
nýggi KÍ venjarin, sum er
sera spentur upp á upp-
gávuna.
Gamal dreymur vorðin veruleiki