týsdagur 10. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 10. mai 2005
25
Brøndby
styrkti um
sína støðu
FCK tapti fyri fyrstu
ferð í ár, og nú hava
teir, undan vitjanini
í Brøndby 2. hvítu-
sunnudag, knívin á
barkanum
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Hósdagin vann Brøndby
donsku steypakappingina.
Tað gjørdu teir eftir
longda leiktíð moti FCM.
At spælararnir sinniliga
og kropsliga vóru serliga
troyttir bar við sær, at
Brøndby venjarin, Micha-
el Laudrup, undan viku-
skiftinum segði seg vera
væl nøgdan, um munurin
frá Brøndby og aftur til
FCK eftir vikuskiftið var
tann sami, sum hann var
undan vikuskiftinum.
Eftir
vikuskiftið
er
munurin eitt stig størri,
enn hann var, og tí var
Brøndby venjarin væl
nøgdur, eftir at Brøndby á
Odense stadion hevði
spælt 1-1 móti OB, sum
ikki hevur vunnið higartil
í vár.
Undan vikuskiftinum
hevði Michael Laudrup
roknað við, at FCK fór at
tryggja sær trý stig í
Parkini, har Silkeborg
vitjaði. Silkeborg hevði
ikki tapt í seks dystum á
rað. Hesa ferð vunnu teir
1-0, og harvið steðgaði
sigursrøðin hjá FCK, sum
hevði vunnið sjey ferðir á
rað.
Sjey umfør eru eftir av
hesum kappingarárinum.
2. hvítusunnudag skal
FCK spæla í Brøndby.
Áhugin er so mikið stór-
ur, at øll atgongumerkini
eru seld. FCK hevur knív-
in á barkanum. Um teir
framvegis skulu hava
møguleika at vinna DM,
so er alneyðugt hjá teim-
um at vinna øll stigini.
Um Brøndby vinnur trý
stig, so verður munurin
átta stig millum stóru
kappingarneytarnar, og so
verður ilt at ímynda sær,
at talan verður um stór-
vegis kapping um DM
seinastu seks umførini.
AaB hevur togað seg
fram á triðja plássið. Í
Danmark verður mett, at
teir í Aalborg eiga besta
liðið, síðani teir í 1999
við núverandi FCK venj-
aranum, Hans Backe, við
róðrið, vóru meistarar.
Hesa ferð vann AaB á
heimavølli 3-1 á AGF,
sum í longum løtum var
heilt niðurspælt.
FCM megnaði hvørja
ferð í tjúgu teimum fyrstu
royndunum
á
nýggja
stadion í Herning at fáa
stig. Nú hava teir tapt
tvær ferðir á rað. Hesa
ferð taptu teir 2-1 fyri
Viborg, sum er á sætta
plássinum og framvegis
er við í kappingini um
Royala fjórða plássið.
FCM, sum í vetrar-
steðginum var nummar
tvey, heldur hóast tvey tap
á rað, tørn um fjórða
plássið. Men kappingin er
stór frá Esbjerg, sum
rættuliga er komið fyri
seg. Hesa ferð vunnu teir
á heimavølli 3-1 á FCN,
sum legði seg á odda í 12.
minutti, men bara var
frammanfyri í ein minutt.
Tá ið hálvur tími var
farin, varð ein av FCN
monnunum
vístur
av
vøllinum fyri at hevna
seg. Venjarin og liðfelag-
arnir vóru so fortørnaðir
inn á mannin, sum hevndi
seg, at tað varð tosað um,
at hann skal blakast úr
felagnum.
FCN stríðist fyri at
sleppa undan at flyta nið-
ur. Teir eru á niðurflyt-
ingarplássi saman við
Herfølge. Gamla meist-
arafelagið
hjá
Jákupi
Mikkelsen var í Randers,
har úrslitið var 1-1. Rand-
ers er einasta felagið, sum
Herfølge og FCN hava
møguleika at fáa aftur. Á
hvítusunnu sær skráin í
superliguni soleiðis út:
Silkeborg-FCM
spæla
hvítusunnudag,
og
2.
hvítusunnudag
verður
spælt
soleiðis:
OB-
Randers, Viborg-Esbjerg,
AGF-Herfølge,
FCN-
AaB og Brøndby-FCK.
Við sannførandi av-
rikum í seinastu dyst-
unum hevur NSÍ av
álvara sett kósina upp
eftir stigatalvuni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð í ár hava
runavíkingar
vunnið
á
heimavølli. At talan so
eisini gjørdist um ein
sannførandi 5-1 sigur, hava
tey í kommununi helst
einki ímóti, og tá mót-
støðuliðið so eisini vóru
kontra-serfrøðingarnir úr
Vági, gerst úrslitið á ongan
hátt verri.
Vandamikil kontra
Dysturin byrjaði nærum
soleiðis, sum roknast kundi
við. Nógvi vindurin darv-
aði tó spælinum, men tað
var fyri tað nógva NSÍ, sum
royndi at leggja trýst á.
Og hetta tóktist eisini at
hóva gestunum væl. Teir
lógu aftarliga á vøllinum,
og so dúvaðu teir upp á
kontra, har bólturin ofta
varð sendir langt niðan á
vøllin, har kviku framherj-
arnir og kantarnir so høvdu
til uppgávu at bjóða av.
Nakrar vandastøður stóð-
ust eisini av hesum, og tað
eydnaðist eisini vágbingum
at leggja seg á odda. Hetta
hendi, tá Poul N. Poulsen
stútaði innlegg í kassan, og
løtu seinni var heilt nær við
2-0, tá drønskot reyk beint
á samankomingina.
Fullu saman at enda
Spakuliga vaknaðu runa-
víkingarnir tó. Teir fingu
spælið at hanga betri sam-
an, og so líðandi gjørdist
talan
eisini
um
fleiri
møguleikar. Men tað skuldi
eitt hornaspark til, áðrenn
hol kom á. Vágbingar
megnaðu ikki at rudda
burtur, og eftir fleiri roynd-
ir eydnaðist at enda Helga
L. Petersen at smekka
bóltin í kassan.
Eftir steðgin vóru tað
runavíkingarnir, sum stóðu
fyri tí nógva. Nú vóru tað
teir, sum høvdu vindin
undan, og tó at gestirnir
stríddust væl, so lá eitt mál
afturat til heimaliðið alla
tíðina í luftini. Og tá Andy
Olsen hegnisliga avgreiddi
innlegg úr vinstru, var liðið
eisini á sigurskós. Vágbing-
ar megnaðu sjáldan at
skapa so øgiliga nógv
afturat, og tó at teir áhald-
andi stríddust fyri møgu-
leikanum, so tóktist hetta
ikki at muna.
Og seinasta korterið fall
alt saman. Fyrst slapp
Christian Høgni Jacobsen
avstað, tá Helgi L. Petersen
mest sum tacklaði bóltin til
hansara. Minuttin seinni
kundi Ike nærum renna
beina leið gjøgnum VB-
verjuna
við
bóltinum,
áðrenn hann sendi í kassan,
og at enda slapp ungi
Hjalmar Dalbúð upp í part,
tá hann kundi gera sær dælt
av mistaki frá Bjarna í VB-
málinum.
Við í oddinum
Fyri NSÍ bar sigurin við
sær, at teir nú eru um at
vera heilt væl við í odda-
stríðnum. Komandi umfar-
ið bíðar ein trupul útidystur
í Gøtu, har tey ikki halda
stigini standa mát við
avrikini, og í øllum førum
hevur lokal-uppgerðin ong-
antíð verið nakar lættur
dystur hjá NSÍ.
Megna teir at vinna her,
so fer tó av álvara at síggja
ljóst út. Ikki minst tí hini
oddaliðini nú øll stríðast
innanhýsis komandi dystir-
nar, og tað kann geva øðr-
um møguleika at sleppa
framat.
Hjá VB mundi avrikið
hinvegin kennast sum eitt
slag í andliti. Stóran part av
tíðini var avrikið á eini heilt
góðari leið, og tað kunnu
teir helst vera nøgdir um.
Hinvegin kann ikki góðtak-
ast, at liðið soleiðis fór nið-
ur við høvdinum seinastu
tíðina, og ivaleyst verður
tað hetta, sum verður á
skránni, tá dysturin skal
eftirmetast.
NSÍ-VB 5-1 (1-1):
Runavíkingar við fullari ferð
Hóast VB var vandamikið í kontra-fasuni, so helt NSÍ verjan fyri tað mesta fast
Mynd: Bárður Lydersen
NSÍ-VB 5-1 (1-1):
0-1: Poul N. Poulsen, 4.
1-1: Helgi L. Petersen, 41.
2-1: Andy Olsen, 59.
3-1: Christian Høgni Jacobsen, 77.
4-1: Ikechukwu Onyema, 78.
5-1: Hjalmar Dalbúð
Dómari: Suni Johansen
NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjálvur Nielsen,
Óli Hansen, Viggo Johannesen, Einar Hansen
(Ikechukwu Onyema, 62.)– Andy Olsen (Debus
Danielsen, 70.), Helgi L. Petersen (Hjalmar Dal-
búð, 82.), Jústinus R. Hansen, Jónstein Petersen –
Christian Høgni Jacbosen, Dánjal Hansen
GK: Ikechukwu Onnyema, 78.
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Anders
Sørensen, Michael í Lágabø, Kári í Lágabø – Sím-
un Samuelsen, Milan Kulic, Evrad Ble, Nenad
Zivanovic – Poul N. Poulsen (Jón K. Poulsen, 86.),
Dan Djurhuus (Sigmund Mikkelsen, 80.)
FAKTA UM DYSTIN