Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 86 - 10. mai 2005 Fuglafjørður og Havn Um vikuskiftið var FM-kapping í svimj- ing á skránni í Havn, og ikki færri enn 40 FM-vinnarar vóru funnir. Tað vóru Fuglafjarðar Svimji- felag og Havnar Svimjifelag, ið gjørd- ust stóru sigursharr- arnir FM Í SVIMJING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Svimjihøllin í Gundadali í Havn var um vikuskiftið karmur um árligu FM- kappingina í svimjing. Svimjarar úr øllum land- inum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu at finna út av, hvørjir eru teir fremstu í teimum ymisku kappingar- greinunum og á teimum ymsu teinunum. Bragd av fuglfirðingum Tá ið avtornaði vísti tað seg, at tað serliga vóru svimjararnir úr Fuglafirði og úr Havn, sum royndust drúgvastir. Bæði Fugla- fjarðar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag ognaðu sær 13 gullmerkir , so væl var heystað hjá teimum. At Fuglafjarðar Svimji- felag, sum umframt tey 13 gullmerkini eisini ognaði sær 14 silvurmerkir og sjey bronsumerkir, vinnur so nógv, kann ikki sigast at verða annað enn eitt bragd. Umstøðurnar til svimjing eru ikki av teimum bestu í Fuglafirði, men avlíkavæl roynast felagið kanska best í øllum landinum. FM-kappingin um vikuskiftið eydnaðist stak væl, og samanumtikið vóru úrslitini eisini rættuliga góð. Ikki færri enn 12 før- oysk met vóru sett, og enn einaferð var tað unga Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag, ið setti tey flestu. Elspa og Andras í serflokki Tey bæði, Elspa Mørkøre og Andrass Thomsen, vóru teir einstaklingarnir, ið Í sambandi við at FM í svimjing var í Havn um vikuskiftið, var eisini skipað fyri árligu gallaveitsluni hjá svimjingini. Á veitsluni var avdúkað, hvørji vóru vald til ársins svimjarar hjá bæði kvinnum og monnum SVIMJING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eins og tær flestu av hinum stóru ítróttargreinunum her á landi hevur svimjingin fingið sína árligu galla- veitslu, sum verður hildin í sambandi við kappingina um føroyameistaraskapið. Favorittarnir vunnu Á veitsluni varð avdúkað, at tey bæði, Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Andrass Thomsen úr Havnar Svimjifelag, vóru vald til ársins svimjarar hjá ávíkavist kvinnum og monnum. At tað gjørdist júst tey bæði var kanska ikki so óvæntað, tí bæði tvey hava tey staðið seg ómetaliga væl í ár. Hetta sást eisini aftur í sambandi við FM- kappingina um vikuskiftið, har Andrass og Elspa vóru teir báðir stóru sigursharr- arnir. Andrass vann ikki færri enn átta gullmerkir, meðan Elspa vann seks. Elspa Mørkøre er óivað eitt tað evnaríkasta ítróttar- fólk, ið vit eiga her á landi. Hóast hon hevur verið við í fremstu rók í føroyskari svimjing í nøkur ár, so er hon einans 14 ára gomul. Andrass er hinvegin gamal í garði í svimjingini, men tað hevur verið eitt sindur misjavnt, hvussu árini hava hilnast hjá honum. Í ár liggur tó væl fyri, og tað man verða lítið at ivast í, at hann er ein tann besta heið- ursmerkjavónin, ið føroy- ingar hava á Oyggjaleik- unum í Hetlandi í summar. Ársins svimjarar 2004/2005 Ársins ryggsvimjarar: Elspa Mørkøre FS og Kári Jóanesarson á Høvdanum FS. Ársins bringusvimjarar: Karina Petersen FS og Per Símunarsson Hansen Flot. Ársins firvaldarsvimjarar: Natalia Reinhardt Ægir og Jákup Øssursson FS Ársins frísvimjarar stutt teina: Elspa Mørkøre FS og Kristian Olsen Ægir Ársins frísvimjarar lang teina: Jutta Thomsen TS og Andrass Thomsen HS Ársins blandað svimjarar: Elspa Mørkøre FS og Jákup Øssursson FS Ársins svimjarar 2004/2005: Andrass Thomsen HS og Elspa Mørkøre FS Ársins venjari fyri 2004/2005 bleiv Johan Martin Poulsen VS. Í sambandi við FM í svimjing sum var um vikuskiftið, varð føroyska svimjilandsliðið, ið skal til oyggjaleik- irnar í Hetlandi í summar,úttikið. Teir 12 svimjararnir, ið skulu royna at vinna føroyingum heiður, eru hesir: Natalia Reinhardt Ægir Kristian Olsen Ægir Sára Ejdesgaard TS Shaila Millum Garðarnar TS Jutta Thomsen TS Elspa Mørkøre FS Karina Petersen FS Kári Jóanesarson á Høvdanum FS Jákup Øssursson FS Andrass Thomsen HS Lisbeth L.Joensen HS Beinir Eyðunsson Danielsen Flot Venjarar hjá føroyska svimjilandsliðnum eru Petur Heðin á Fløtti og Søren Olsen. Oyggjaleikasvimjarar- nir møtast komandi vikuskiftið í Havn til venjing. tn Oyggjaleika- landsliðið úttikið Elspa og Andrass ár