leygardagur 9. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 173 - 9. september 2000
gult cyan magenta svart
STEFAN Í SKORINI
Tað er ikki líkt til, at tey
stóru ferðamannaskipini,
sum hava vitjað høvuðs-
staðin seinastu vikuna, hava
kannað lógina nóg gjølla
ella yvirhøvur hirt at skeitt
í hana. Bæði tað ovurstóra
Rotterdam og Delfin hava
havt teir reyðu og hvítu litir-
nar blaktrandi í tí nógva
vindinum.
Tað er nevnliga greitt fyr-
iskrivað, at skip, sum koma
inn í føroyskar havnir at
liggja, skulu hava tað før-
oyska flaggið veittrandi og
ikki tað danska.
Hetta hevur ikki verið virt
av teimum stóru ferða-
mannaskipunum, ella eru
tey bara óvitandi um, at Før-
oyar ikki longur eru í amt-
støðu, sum fyri meira enn
hálvthundrað árum síðani.
Av Havnarskrivstovuni
verður sagt, at lógin sigur,
at føroyska flaggið skal
verða nýtt í føroyskum hav-
num. Hesi boðini hava ferð-
amannaskipini eisini fingið
frá Havnarskrivstovuni, og
tí er bara at kvetta Danne-
brog og fáa tann føroyska
klútin upp aftur, har hansara
rætta pláss er.
Hósdagin hevði Delfin
enn danska flaggið veittr-
andi, men fríggjamorgunin
var als einki flagg vundið á
stong.
Eisini verður sagt av
Havnarskrivstovuni,
at
einki verður gjørt víðari við
máli, men tað fer óátalað
aftur við borðinum - hes-
aferð.
ÓLAVUR Í BEITI
Síðan fiskimálaráðharrin
var í fjølmiðlunum og segði,
at hann fór at royna at fáa
sum mest úr okkara rættind-
um og umhugsaði at skriva
út nýggj rækjuloyvi, eru
knapt 20 umsóknir um at
sleppa at fiska rækjur
komnar í Fiskimálastýrið.
Tað er á nøkrum leiðum,
eitt nú við Svalbard, at rækj-
uskipini ikki fiska alt daga-
talið og tí umhugsaði fiski-
málaráðharrin at útskriva
nøkur loyvi aftrat. Tal er
ikki sett á, hvussu nógv
loyvi talan er um.
Tilsøgnir
Fiskimálastýrið hevur givið
tilsøgnir um loyvi at fiska í
eitt ár, men hetta hevur ikki
verið besta loysnin, tí
áhugin er ikki fyri slíkum
og fíggingarstovnarnir hava
ongan hug at verða við í
prosjektum í eitt ár.
Jørgen Niclasen, fiski-
málaráðharri sigur, at vit
hava mist fleiri hundrað
milliónir, tí vit hava ikki
brúkt hesar tilsøgnir og tí
er tað vit umhugsa at geva
fleiri varandi loyvir.
– Tað er nógv við at
henda innan hesa vinnu nú,
sigur Jørgen Niclasen, og
vit skulu fult nýta okkara
rættindi, men tað er sera
umráðandi at undirstrika, at
vit umhugsa framvegis at
geva fleiri rækjuloyvir og eg
veit ikki, henda umhugsun-
artíð er umliðin.
–
Nógvir
spurningar
skulu greiðast, áðrenn loyv-
ini verða givin, leggur fisk-
imálaráðhaarin aftrat.
Knapt 20 um-
sóknir um rækjur
Tað eru knapt 20 umsóknir komnar til
fiskimálaráðharran um at sleppa at
fiska rækjur. Jørgen Niclasen hevur
tó onga avgerð tikið enn um, hvussu
nógv varandi loyvir verða givin
Skulu flagga
føroyskt
Tvey stór ferðamannaskip hava verið
á Havnini seinastu dagarnar, men
bæði hava havt Dannebrog í húnar
hátt, hóast lógin sigur, at tað skal
verða Merkið
Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Politikararnir svikið
sjónvarpið
NÚ um dagarnar segði stjórin í SvF upp. Møguliga eftir
trýsti fyri vánaliga fíggjarliga úrslitið hjá stovninum.
Landsstýrismaðurin hevur ikki dult fyri, at onkur mátti
taka avleiðingarnar av hesum úrsliti. Tað hevur Tróndur
Djurhuus nú gjørt. Tað er eftir okkara tykki stórur missur
fyri stovnin, tí stavnhald hansara hevur verið at byggja
upp eitt nútímans føroyskt sjónvarp, og var hetta komið
væl áleiðis. Ein uriaspostur, ið vegna tørvandi politiska
uppbakking, hevur verið ómøguligur at liva upp til av
sjálvt tí besta. Hetta hava verið nøkur ár við stórari
menning í sjónvarpinum sum stovni. Tá undirtøkan at
fara undir at byggja nýtt sjónvarpshús ikki var nóg stór,
hevur verið roynt at byggja út á verandi øki, og hetta
vita vit er nakað, sum kann kosta nógv, tá avtornar. At
menna stovnin innihaldsliga um somu tíð sum fysisku
karmarnir verða betraðir, er eitt stórt og tungt tak. Tá
politikararnir so ikki hava viljað sett neyðuga peningin
av til menningina av hesum stovni, hevur leiðslan verið
noydd at dúva uppá inntøkur frá spæli og lýsingum.
Slíkar eru svikaligar. Tað hevur tó eydnast stjóranum at
skapa hesum stovni nakrar nýggjar karmar, sum so
skuldu vera tað grundarlag, ið alt framtíðar innihaldið
skuldi byggjast á. Gjørdar eru íløgur, sum skuldu bera
stovnin inn í framtíðina. Í øllum hesum stríði hevur
leiðslan so mist yvirlitið yvir fíggjarligu støðuna.
FØROYINGAR kenna Trónd Djurhuus sum ein av okkara
dugnaligastu journalistum. Fáur hevur dugað sum hann
at verið vertur fyri sendingum, sum vit øll hava virðismett
høgt. Tað eru eisini tey, sum siga, at hansara pláss er á
skíggjanum og ikki inni á teimum stressaðu stjórakontór-
unum. Vit eru eitt so lítið land, at tað er eisini avmarkað
við gávuríkum fólki til slíkar uppgávur. Tað skal vera
okkara vón, at hesin evnaríki og fryntligi TV-verturin
aftur fer at teljast millum virknu journalistarnar í landin-
um, hvar hann so enn endar. Eingin ivi er um, at
sjónvarpið verður fátækari uppá dygd og engagement,
nú Tróndur ikki verður at síggja longur á skíggjanum.
Tað má vera okkum loyvt at gita, at hann kortini onkurs-
vegna fer at gera journalistiska karrieru aftur á hesum
stovni ella aðrastaðni. Føroyska pressan hevur rætt og
slætt brúk fyri honum.
SJÓNVARPSSTJÓRIN hevur tikið á seg ábyrgdina av
vánaliga úrslitinum. Hetta er tó eisini ein áminning til
allar føroyingar um, at tað almenna Føroyar hevur svikið.
Landsstýrið og fyri tað løgtingið hava ikki viljað givið
stovninum karmar at virka undir, sum tað sømir seg
einum tjóðarsjónvarpi í 21. øld í einum sjálvbjargnum
Føroyum. Til verju fyri sjónvarpsstjóran talar, at løgtingið
og landsstýrið ongantíð vildu geva Sjónvarpi Føroya
teir neyðturviligu fíggjarligu karmar at arbeiða undir,
soleiðis at sjónvarpið kundi lúka tey krøv, sum somu
myndugleikar áløgdu sjónvarpinum. Teir áløgdu nevniliga
sjónvarpinum við kringvarpslógini og tí sokallaða Øravík-
arskjalinum, at 30% av senditíðini skuldi vera føroysk
og at halda eitt høgd dygdarstøði. Eingin sjónvarpsstjóri
í allari verðini og heldur einki sjónvarp kann lúka slík
kvalitetskrøv uttan eina játtan á fíggjarlógini. Sam-
anumtikið má man siga, at Tróndur Djurhuus hevur havt
øgiliga truplar umstøður at arbeiða undir, og tað má
vera okkara vón, at myndugleikarnir nú taka fylgjurnar
av hesum og geva einum komandi sjónvarpsstjóra og
sjónvarpi ta fíggjarliga støði, sum skal til, soleiðis at
føroyingar fáa gott sjónvarp. Gott sjónvarp er einasta
mótverja móti tí vánaliga, sum børn og ung fáa inn í
stovnurnar frá video og parabolum. Lagnunnar speisemi
er tað annars, at nettupp nakað av tí annars góða
researcharbeiði, sum táverandi journalisturin Høgni
Hoydal slapp at gera í bankamálinum - lopfjølini til
Tinganes - er ein partur av tí undirskoti, sum nú feldi
stjóran.
Ikki allastaðni í heiminum
sita grannar væl um sátt. Vit
hava sæð dømi um hetta t.d.
á Kypros, í Jerusalem, í Jo-
hannesburg, í Belfast og
nógva aðra staðir runt um í
heiminum. Og sjálvt um
stríðið kanska eina tíð kann
tykjast vera niðurlagt, so
skal so ótrúliga lítið til, fyrr
enn alt aftur stendur í ljós-
um loga. Tað kann bert vera
talan um eina lítla provoka-
tión, sum síðan fær øll sinn-
ini aftur í kók. Og tíverri
síggja vit eisini, at ávísir
bólkar, sum ikki trívast við
friðin, teir festa í aftur við
fríum vilja.
Føroyingar
hava
av
landafrøðiligum ávum onga
veruligar nærar grannar,
sum dagliga kunna minna
okkum á, at vit ikki eru
einsamallir í verðini. Danir
eru hin vegin okkara polit-
isku grannar, hóast einir
1500 km. eru í frástøðu
millum londini.
Ikki altíð hava føroyingar
og donsku grannar okkara
sitið so væl um sátt og langt
frá tí. Óneyðugt er at fara
øldir aftur í tíðina, tí vit
hava feskastu dømini her í
byrjanini av 90´unum, har
stríðið mangan var sera
harðligt millum partarnar.
Men so við og við legði
stríðið seg, vit fingu meira
normal viðurskifti millum
londini, og vit fingu avgreitt
nøkur mál, sum júst høvdu
medvirkað til spentu viður-
skiftini.
Og nú hevur friður valdað
í eina tíð, men knappliga
bendir mangt á, at menn nú
við beráddum huga aftur
eru í ferð við at festa í aftur.
Og samanbrestirnir eru eitt
endamál í sær sjálvum.
Seinastu tíðina hava vit
havt ikki færri enn fýra
samanbrestir millum før-
oyskar og danskar myndug-
leikar:
• Fiskivinnusamstarvið
millum Føroyar - Ísland
- Grønland
• Sáttmálin um landsparta-
mál
• Brævið til ST
• Brævið til aðalskrivaran
í Nato
Hóast málini eru ymisk í
innihaldi, so er tað týðiligt
at felagsnevnarin er, at
landsstýrið og stjórnin duga
ikki einfælt samráðingarlag.
Eg eri sannførdur um, at í
hvørfall hesi seinastu, men
allarhelst øll kundu verið
loyst uttan nakran sum helst
trupulleika, høvdu partarnir
tosað eitt sindur saman.
Men loysnin av málunum
við ST og Nato hevði ikki
nakað endamál fyri lands-
stýrið, tað var als ikki hetta,
málið snúði seg um.
Fyri meg at síggja er stra-
tegiin hjá Tjóðveldisflokk-
inum og Høgni Hoydal púra
greið. Fáa vit ikki fullveldið
við samráðingum, so skulu
vit í minsta lagi syrgja fyri,
at viðurskiftini millum Før-
oyar og Danmark gerast so
út av lagi vánalig, at antin
síggja føroyingar onga aðra
loysn enn loysing, ella
kanska loysa danir frá okk-
um. So ein skipa loysing
antin so ella so.
Við hesi strategi leggur so
Høgni Hoydal til brots. Íðin,
sum hann er, og við væl-
valdum orðum fær hann
skjótt løgmann linan í kong-
unum, og so er bara at fara
til verka.
Løgmaður, ein hentur
stavnamaður hjá tjóðveldis-
monnum, letur seg brúka
ella rættari misbrúka, og við
báðum beinum er hann lop-
in í felluna og heldur enntá
aftaná, at hann sjálvur hevur
funnið upp á alt hetta. Og
sum um tað ikki var nóg
mikið, so eydnast eisini
tjóðveldismonnum at fáa
danska uttanríkiráðharran at
spæla við og geva landsstýr-
inum júst tey svar og tey
brøv, sum landsstýrið inn-
ast inni gjarna vil hava til
seinni brúk.
Høgni Hoydal hevur til-
vitað, men við duldum mo-
tivum sett henda sjónleik í
verk, tí nú vil hann hava
eina nýggja orrustu millum
londini. Nú er einki banka-
mál, so hvat er annað til
ráðar at taka. Við beráddum
huga hevur hann saman við
góðum ráðgevum sínum
sett henda leikin upp, sum
hevur eittans endamál, og
tað er at fáa samanbrestir.
Har man í Belfasr brúkar
bensinmumbur, so brúkar
landssstýrið ístaðin ein góð-
trúnan løgmann og embæt-
isfólk til at senda brøv í
Viðmerking
Góð roynd, Høgni,
men tú er avdúkaður
Tøkk
Øllum tykkum, sum hjálptu og mintust, tá kæra
kona, mamma, omma, vermamma og langomma
okkara
BORHILD JOENSEN
á Strondum
á sjúk, doyði og fór til gravar, takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Kristjan
Tøkk
Øllum tykkum, ið á ymsan hátt gjørdu okkum
føðingardag mín 31/8 so minniligan, takka vit
hjartaliga. Stuttligt at tit komu so fjølment –
vónandi verða stundir til meiri prát við hvønn
einstakan tykkara eina aðru ferð! Takk eisini
fyri gávur, blómuheilsanir, brøv, fjarrit og upp-
ringingar.
Blíðar heilsanir
Sverri Egholm
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá ið mamma okkara
ÁSLEYG WINTHER JACOBSEN
doyði og varð jarðað.
Elin Súsanna, Ingun og Randi
eystur og vest, sum ikki
hava annað til endamáls
enn, at vit fáa nakrar saman-
brestir við donsku stjórnina.
Og Gud hjálpi mær, so
situr hinumegin borðið ein
líka góðtrúgvin uttanríkis-
ráðharri, sum eisini letur seg
draga upp á tráð, og so kann
leiktjaldið dragast frá, og
sjónleikurin kann byrja.
Eitt nøktandi svar frá ST
ella ein fundur við Nato-
aðalskrivaran hevði verið
ein strika í rokningini hjá
Høgna. Hann fekk júst tað,
hann vildi hava - saman-
brestir.
Ein
dugnalig
roynd
Høgni, men hon er avdúk-
að.
Jóannes Eidesgard
s t e p h a n s s o n s h ú s