leygardagur 9. september 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 173 - 9. september 2000
Nr. 173 - 9. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Nú skal Birita Krossteig
royna at fáa meira lív í Sjón-
leikarhúsið í Havn.
Fyri einari viku síðani
byrjaði hon sum dagligur
leiðari, og hon æltar at
leggja seg eftir, at fáa meira
virksemið í Sjónleikarhúsi-
num.
Havnar Sjónleikarfelag
Birita vorðin
leiðari
hevur verið virkið seinastu
árini, og felagið hevur á
hvørjum ári sett leikir upp.
Umfamt hetta eru onnur til-
tøk í húsinum. Tað er orku-
krevjandi at skipa fyri øllum
hesum, og tí hevru sjónleik-
arfelagið avgjørt at seta ein
dagligan leiðara.
Útnorðurráðið helt ársfund
sín í Havn í døgunum 4. til
7. september. Á fundinum
var nýggjur formansskapur
valdur við Ole Lynge,
landstingsformanni, sum
formanni, Árna Johnsen, al-
tingsmanni, sum 1. næstfor-
manni og Jógvan Durhuus,
løgtingsmanni, sum 2. næst-
formanni.
Evni á fundinum var sam-
starv hjá vinnulívinum í Út-
norði, har landsstýrismað-
urin í vinnumálum, Bjarni
Djurholm, og leiðarin í
NORA, Kjartan Hoydal,
høvdu framløgu. Landsstýr-
ismaðurin í Almanna- og
heilsumálum, Helena Dam
á Neystabø, og landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum,
Jørgen Niclasen, hvør á sín-
um øki, kunnaðu um sam-
starv myndugleikanna í Út-
norði.
Ráðið samtykti á fundi-
num tvær tilráðingar innan
mentanarøkið. Ráðið sam-
tykti at mæla landsstýrum/
stjórn í londunum í Útnorði
at seta skjøtil á skjalprógv
og skriving av felagssøgu
landanna í Útnorði, og at
evna til eina felags Útnorð-
ur virkisætlan innan norr-
øna mentanarøkið. Báðar
tilráðingarnar botnaðu í
mentanarráðstevnu ráðsins,
sum hildin var í Suðurgrøn-
landi í juli í ár.
Somuleiðis samtykti ráð-
ið at søkja um eygleiðara-
støðu í Standing Committee
of Parliamentarians of the
Arctic Regions. Á fundi-
num varð m.a. tosað um,
hvussu samskifti millum í-
búgvararnar í londunum
kundi fremjast. Í hesum
sambandi samtykti ráðið at
gera uppskot til verkætlan
fyri ársfundin 2001, sum
hevur til endamáls at knýta
tættari bond millum íbúgv-
ararnar í londunum.
Ár 2001 verður veiðiár
Útnorðurs, har ráðið í stóran
mun fer at leggja dentin á
samstarvið landanna mill-
um viðvíkjandi veiði. Í hes-
um sambandi fer ráðið at
skipa fyri eini veiðiráð-
stevnu í Íslandi í juni 2001.
Eftir áheitan frá Útnorður-
ráðnum arbeiða tey norrønu
húsini í Útnorði og Nordens
Institut í Grønlandi við til-
rættaslegging av eini stórari
veiðiframsýning, sum letur
upp í 2002. Framsýningin
verður í londunum í Útnorði
og Skotlandi, Kanada og
møguliga teimum baltisku
londunum og Skandinavia.
Á ársfundinum varð sam-
tykt, at ferðsla verður evni
á ársfundinum 2002. Upp-
lýsingar, sum komu fram á
fundinum um niðurlegging
av flogrutum millum Ísland
og Grønland, ørkymlaðu
ráðið. Útnorðurráðið sam-
tykti tí eina orðing til ferðsl-
umálaráðharrarnar í londu-
num, har heitt varð á teir
um at arbeiða fyri at tryggja,
at flogruturnar millum Ís-
land og Narsarsuaq og Ís-
land og Kulusuk kundu
halda fram.
Heimasíða Útnorðurráðs-
ins: www.vestnordisk.is
Nærri upplýsingar fáast
við at venda sær til skrivar-
arnar í sendinevndunum.
Ársfundur Útnorður-
ráðsins í Føroyum
Norðuroyggjar
* Klaksvík
Mánadagin
kl. 10.30-11.00
* Klaksvík
Mánadagin
kl. 14.30-15.30
Eysturoy
Eiði
Mánadagin
kl. 13.00-13.30
Norðskáli
Mánadagin
kl. 14.30-15.30
* Gøta
Týsdagin
kl. 13.00-14.00
* Leirvík
Týsdagin
kl. 14.30-15.30
Fuglafjørður
Mikudagin
kl. 14.30-15.30
Saltangará
Hósdagin
kl. 10.30-11.00
Toftir
Hósdagin
kl. 14.30-15.30
Skáli
Fríggjadagin
kl. 13.00.14.00
Strendur
Fríggjadagin
kl. 14.30-15.30
Vágar
Miðvágur
Hósdagin
kl. 15.00-16.00
Sandavágur
Hósdagin
kl. 16.30-17.30
* Sørvágur
Fríggjadagin
kl. 14.00-15.00
Sandoy
Skopun
Fríggjadagin
kl. 14.00-14.30
Sandur
Fríggjadagin
kl. 15.00-15.30
Suðuroy
Vágur
Mánadagin
kl. 10.30-11.00
Hvalba
Mánadagin
kl. 13.00-14.00
Vágur
Mánadagin
kl. 15.00-15.30
Tvøroyri
Týsdagin
kl. 14.30-15.30
Streymoy
Kollafjørður
Týsdagin
kl. 14.30-15.30
* Vestmanna
Mikudagin
kl. 14.30-15.30
* N. Finsensgøta
Hósdagin
kl. 10.30-11.30
Hornabøur
Hósdagin
kl. 12.30-13.30
* SMS
Hósdagin
kl. 14.30-15.30
* N. Finsensgøta
Hósdagin
kl. 16.30-17.30
Nósi vitjar á øllum deildum niðanfyri.
Nósi og Trøllapætur vitja deildirnar, ið
eru merktar við stjørnu:
Nósi heldur føðingardag frá 11. til 15.
september og tú kanst uppliva bæði
Nósa og Trøllapætur í fullari ferð.
Kom inn í Føroya Banka
og tøm Nósan hjá
tær, so fært tú
eisini eina
føðingardagsgávu.
s t e p h a n s s o s h ú s
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður og fylgi noyðast
enn einaferð til Danmarkar
í forsætismálaráðið at sam-
ráðast um fullveldisætlan-
ina á útivølli.
Hetta er greitt eftir at løg-
maður 5. september sendi
danska forsætisráðharran-
um bræv, har hann staðfest-
ir, at samráðingarnar verða
í Danmark sum avtalað í
telefonsamrøðu framman-
undan.
Á seinasta samráðingar-
fundinum, sum var tann
triði í røðini, samdust part-
arnir annars um, at fjóðri
samráðingarfundurin skuldi
haldast í Føroyum. Seinni
komu so boð frá forsætis-
ráðharranum til løgmans
um, at best var at halda
fundin í oktober, tí ikki bar
Samráðast í Keypmannahavn
Hóast landsstýrið ætlaði komandi
samráðingarnar um ríkisrættar-
ligu støðuna at vera í Føroyum,
er nú endaliga avgjørt, at
fundurin verður í Keypmanna-
havn 26. oktober
til at savna donsku lykla-
ráðharrarnar fyrr enn eftir
fólkaatkvøðuna um evruna.
Kunnu kortini ikki
savnast
Donsku lyklaráðharrarnir í
fullveldissamráðingunum
kundu kortini heldur ikki
savnast til at koma til Før-
oya í oktober. Tí hevur
danski forsætisráðharrin,
Poul Nyrup Rasmussen,
gjøgnum telefon boðað
løgmanni frá, at tað liggur
best fyri at halda samráð-
ingarfundin í Keypmanna-
havn 26. oktober.
Hesum tekur løgmaður
undir við, men í brævinum
til forsætisráðharran vísir
hann á sína ónøgd um hesa
avgerð. Løgmaður sigur seg
undrast yvir, at hann er
noyddur at staðfesta, at tað
ikki ber til hjá forsætisráð-
harranum at halda lyftið
um,
at
samráðingarnar
skuldu fara fram í Føroyum.
Skulu hava úrslit
Løgmaður ætlar sær at sam-
ráðingarfundurin í oktober
skal geva endaligt úrslit á
trimum økjum. Samráðst
skal liðugt um ríkisborgara-
rætt og borgararættindi,
gjaldoyrasamstarv og um-
sitingarligt samstarv.
Fyri at náa hesum máli
skjýtur løgmaður upp, at
spurningurin um skiftistíð
ikki kemur á dagsskránna.
Løgmaður vísir á, at tá
landsstýrið kann staðfesta,
JOHN JOHANNESSEN
Ein føroysk grundlóg skal
kunna brúkast í gerandis-
degnum. Hon skal ikki bert
vera ein lóg í eini glas-
montru, eins og til dømis
danska grundlógin.
Hetta
er
grundlógar-
nevndin, sum í løtuni leggur
lunnar
undir
føroyska
grundlóg, samd um.
Rúni Joensen, sum er for-
maður í tí arbeiðsbólkinum,
sum hevur viðgjørt virknið
hjá einari komandi føroysk-
ari grundlóg, sigur tað vera
umráðandi at gera sær
greitt, um grundlógin er
nakað vit ynskja at brúka í
gerandisdegnum ella ikki.
– Okkara niðurstøða í
nevndini er, at ein føroysk
grundlóg skal vera til at
brúka, staðfestir Rúni Joen-
sen.
Fólkið eigur valdið
At gera eina føroyska
grundlóg, sum skal virka í
Grundlógin skal
kunna brúkast
Grundlógarnevndin heldur, at ein føroysk grundlóg eigur
at gerast soleiðis, at hon er nakað fólk kunnu vísa til.
Talan skal ikki vera um eitt pappír á vegginum
gerandisdegnum hjá ein-
staka føroyinginum, bæði
høgum og lágum, setir krøv
til grundlógarnevndina.
– Tað er fólkið, ið skal
seta karmarnar, tí evsta
valdið skal liggja hjá fólk-
inum, sigur Rúni Joensen.
Tí er tað, at grundlógar-
nevndin leggur so stóran
dent á at kunna um arbeiðið
í nevndini. Fólkið skal vita
hvat gongur fyri seg og tak-
ast upp á ráð.
Rúni Joensen vísir á, at
vanligi føroyingurin sjáldan
hugsar um stýrisskipanar-
lógina og donsku grund-
lógina, sum eisini er okkara
grundlóg, í gerandisdeg-
num. Orsøkina heldur hann
vera, at fólkið ikki hevur
verið við til at gjørt hesar
lógir og tískil heldur ongar
kenslur hevur fyri teimum.
– Í 1957 skuldu føroy-
ingar atkvøða um nakrar
broytingar í donsku grund-
lógini. Men fá vóru á vali.
Hetta er uttan iva tí, at talan
var um eina lóg, ið var
fremmand fyri fólkinum,
sigur Rúni Joensen.
Grundlógin í
lummanum
Í USA er heilt vanligt, at
fólk vísa til grundlógina, tá
tey kenna seg vera órættvíst
viðfarin.
Harafturímóti
kemur slíkt nærum ikki fyri
í Føroyum og Danmark.
Orsøkina til hetta heldur
Rúni Joensen vera, at fólkið
ikki er tikið við upp á ráð,
tá danska grundlógin varð
gjørd.
Men føroyska fólkið skal
komandi mánaðirnar takast
væl og virðiliga upp á ráð í
sambandi við arbeiðið at
gera føroyska grundlóg. Og
úrslitið av hesum vónar
grundlógarnevndin verður,
at føroyska grundlógin
verður nakað, fólk hava
eina kenslu fyri og brúka.
Enn einaferð verða
løgmaður og fylgi
hansara á útivølli,
tá samráðast skal
um ríkisrættarligu
støðuna 26. oktober
at stjórnin ikki vil samráðast
um eina hóskandi skiftistíð
hóast avtaluna frá juni
1998, ætlar landsstýrið sær
frameftir at arbeiða sjálv-
støðugt við hesum máli.
Skulu hava ávegis
samráðingar
Áðrenn samráðingarfundin
26.oktober er ætlanin, at
danskir ráðharrar og før-
oyskir
landsstýrismenn
skulu møtast til at samráðast
um ávísar spurningar í rík-
isrættarligu samráðingun-
um.
Løgmaður skjýtur upp, at
Frank Jensen, løgmálaráð-
harri, og Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í lógar-
málum, hittast at samráðast
um borgararættindi og ríkis-
borgararætt.
Marianne Jelved, búskap-
arráðharri,
og
Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, skulu eftir
evruvalið hittast at samráð-
ast um gjaldoyrasamstav.
Løgmaður vónar, at hetta
fer at gera samráðingarnar
26. oktober munandi lætt-
ari.