leygardagur 9. september 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 173 - 9. september 2000
Nr. 173 - 9. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
SVEINUR TRÓNDARSON
Tvær fyritøkur, tveir stjórar
sum hvør í sínum lagi hava
ábyrgdina fyri rakstrinum
mótvegis landsstýrismann-
inum. Á leið soleiðis er
støðan í dag og nøkunlunda
soleiðis verður hon eisini
framyvir.
Tað sigur Tórbjørn Jacob-
sen, landsstýrismaður í
mentamálum, um støðuna
hjá Útvarpinum og hjá
Sjónvarpinum.
Orsøkin til at stovnarnir
báðir eru komnir í andglett-
in er, at Tróndur Djurhuus
segði seg úr starvi, og at
Jógvan Jespersen fyribils er
settur í hansara stað.
Ikki lagdir saman
Tað er ikki ov nógv sagt, at
SvF hevur verið í brenni-
deplinum í langa tíð. Fíggj-
arliga støðan hjá stovninum
var beinleiðis orsøkin til at
landsstýrismaðurin mátti
leggja frá sær, og í longri
tíð hevur verið spurt, um
hetta ikki eisini skuldi fáa
avleiðingar fyri stjóran eis-
ini.
Tað fekk tað ikki. Stjórin
varð sitandi og sum skilst,
so hevur hann vent fíggjar-
ligu gongdini soleiðis at
SvF nú er rættiliga væl
koyrandi.
Tí kundi hann eisini fara
við røttum ryggi væl vit-
andi, at eftirmaður hansara
ikki kemur til eina fíggjar-
liga søkkandi skútu. Og
sambært landsstýrismann-
inum var tað ein skilagóð
ger.
- Eg haldi, at Tróndur
hevur valt tað røttu loysn-
ina, sigur Tórbjørn.
- Hann hevur tikið fulla
ábyrgd fyri hallinum í 1998
og 1999, men hann hevur
eisini víst hegni til at venda
gongdini. Nú kundi hann
fara við góðari samvitsku,
hóast tað sjálvandi er missur
fyri SvF, tí hann er góður
journalistur, sigur landsstýr-
ismaðurin.
Skulu hava stjóra
Tá
landsstýrismaðurin
hevði fingið uppsøgnina var
bara eitt at gera. Tað er stjór-
in, sum hevur ábyrgdina av
rakstrinum mótvegis lands-
stýrismanninum, og tí var
einki annað at gera enn at
finna ein egnaðan mann.
- Niðurstøðan var, at
ÚF og SvF verða hvør sær
Hóast landsstýrismaðurin í mentamál-
um í vikuni setti Jógvan Jespersen,
sum fyribilsstjóra í SvF, til nýggjur
stjóri er funnin, so merkir tað ikki, at
stovnarnir verða lagdir saman
- Hatta er so avgjørt
ikki tað ringasta valið,
sum landsstýrismað-
urin kundi gera, og
onkur skal verða
stjóri, sigur Øssur
Winthereig, tíðinda-
leiðari í SvF, í sam-
bandi við, at Jógvan
Jespersen er settur
sum fyribilsstjóri í SvF
SVEINUR TRÓNDARSON
- Tað sum umræður er, at
hyggjarin hevur álit á, at
tað, sum verður víst á
skíggjanum er valt av
SvF. Hyggjarin skal ikki
sita við eini kenslu av, at
tað er nýggi stjórin ella
ÚF sum avgerð, hvat
kemur á skíggjan frá SvF.
Tað sigur tíðindaleið-
arin í sjónvarpinum, Øss-
Jógvan Jespersen er tann
rætti maðurin at leiða SvF í
skiftistíðini. Hann hevur
leitt ÚF gjøgnum kreppuár-
ini og tað hevur hann gjørt
væl. ÚF hevur ikki havt
ur Winthereig, nú útvarps-
stjórin eisini er settur at vera
ovasti leiðarin í hinum loft-
miðlinum. Lógin sigur, at
onkur skal verða stjóri á
stovninum og hava ábyrgd-
ina mótvegis landsstýris-
manninum.
- Til ta uppgávuna er
Jógvan valdur, og hatta er
so avgjørt ikki tað ringasta
valið, sum landsstýrismað-
urin hevur gjørt, sigur Øss-
ur.
Eins og starvsfelagarnir í
ÚF, so dugir Øssur ikki at
síggja nakran vanda fyri at
nýggi stjórin fer at leggja
seg út í dagligu arbeiðs-
gongdirnar í SvF. — Redak-
tionellu og programpolit-
isku avgerðirnar vera tiknar
í SvF, sum tær altíð hava
verið tað, og stjóraskiftið fer
ikki at hava við sær, at SvF
fer at hugsa um ÚF tá av-
gerðir verða tiknar. Sjálv-
andi ikki, sigur tíðinda-
leiðarin í SvF.
- Fíggjarliga er stovn-
urin við at koma upp á
pláss, og um ársskiftið er
stovnurin fíggjarliga sera
væl fyri. Tróndur hevur
vent fíggjarligu gongdini
soleiðis at stovnurin nú er
vælkoyrandi.
Tí
fer
stjóraskiftið í hesum føri
heldur ikki at hava broyt-
ingar við sær í slíkum
føri, sigur Øssur at enda.
Tað eru tó ikki øll, sum
eru so tíðindafróð, sum
Øssur. Leiðarin á menta-
deildini hjá SvF, Ivan
Niclasen, staðfestir bara,
at útvarpsstjórin er settur
í starv. – Landsstýrismað-
urin hevur sett útvarps-
stjóran sum fyribilsstjóra
hjá okkum, og tað taka vit
til eftirtektar, sigur hann.
Deildarleiðarar í SvF:
– Eitt skilagott val
Deildarleiðararnir í
ÚF duga ikki at síggja
nakran vandi við, at
teir nú skulu deila
stjóran við SvF. — Vit
hava eitt arbeiðsbýti,
sum ger, at stjórin ikki
alla tíðina er við í dag-
liga arbeiðinum og tí
fara vit ikki at merkja
stórvegis til, at hann
eisini skal hava
ábyrgdina av SvF,
sigur Jóhan Morten-
sen, tíðindaleiðari
SVEINUR TRÓNDARSON
Jóhan sigur, at arbeiðsbýti
í útvarpinum hevur við
sær, at tað so at siga bara
er tá okkurt serligt er á
vási, at stjórin verður
tikin við upp á ráð, so tí
fara starvsfólkini í ÚF ikki
at merkja nakað til nýggja
starvið hjá Jógvani.
- Stjórin leggur seg ikki
út í dagliga raksturin av
deildunum. Ta ábyrgdina
hava deildarleiðararnir. Vit
hava fundir og leggja ætl-
anir, sum vit greiða honum
frá, men hann leggur seg
ikki út í málini. Hann verður
sjálvandi tikin við upp á ráð
tá stórmál eru, tí tað er hann,
sum hevur endaligu ábyrgd-
ina, men ikki til tað dagliga,
sigur Jóhan.
Tí dugir hann ikki at
síggja tað, sum ein trupul-
leika, at Jógvan Jespersen
er settur fyribilsstjóri í SvF.
- Eg kundi hugsað mær,
at arbeiðsbýtið er tað sama
í SvF, sum her, og tað
merkir, at ábyrgdin eisini er
býtt út á ymsar herðar, sum
so aftur svara til stjóran.
Tá tað er sagt, so heldur
tíðindaleiðarin í útvarp-
inum, at eingin ivi er um,
at útvarpsstjórin hevur
førleikan til at vera stjóri
í sjónvarpinum. Hann
hevur megnað at føra út-
varpið ígjøgnum kreppu-
árini, uttan at stovnurin
hevur verið fyri fíggjar-
ligum bakkasti, og so
hevur hann eisini arbeitt
í SvF.
- So tað sigur seg sjálvt,
at hann veit hvat tað snýr
seg um, sigur Jóhan.
Tíðindaleiðarin
fær
fullan stuðul í meting síni
frá umsitingarleiðaran-
um, sum er vísur í, at
teirra stjóri hevur førleik-
an til at loysa uppgávuna.
Deildarleiðarar í ÚF:
– Eingin trupulleiki her
hjálp fyri neyðini og tað er
eitt tekin um, at tað er ar-
beitt við skili, sigur Tór-
bjørn Jacobsen.
Eitt annað, sum lands-
stýrismaðurin hevur lagt
dent á er, at útvarpsstjórin
umframt at arbeiða í ÚF,
eisini hevur arbeitt í sjón-
varpinum, so hann kennir
stovnin innanífrá.
- Men hetta er ein mill-
umloysn, leggur landsstýr-
ismaðurin afturat.
Spurdur um tað er skila-
gott, at SvF fær ein stjóra,
sum eisini er stjóri á øðrum
stovni frammanundan sigur
landsstýrismaðurin, at so
verður hann bara noyddur
til at arbeiða eitt sindur
meira hetta tíðarskeiðið.
- Eg rokni nú heldur ikki
við, at Jógvan er bangin fyri
at taka eitt eyka tørn eitt
styttri tíðarskeið, so í tí síggi
eg ongan vanda. Annars eru
stovnarnir soleiðis upp-
bygdir, at ábyrgdin er býtt
út á deildarleiðararnar og
tað trúgvi eg ikki at hann
fer at broyta, sigur lands-
stýrismaðurin, sum hevur
eina neyva ætlan við SvF
og ÚF.
Almennar fyritøkur
Tá løgmaður bar fram løg-
mansrøðuna segði hann, at
ætlanin er at endurskoða
Jógvan Jespersen, stjóri og stjóri:
– Ein fyribilsloysn
SVEINUR TRÓNDARSON
Jógvan Jespersen er annars
eitt sindur varin við at siga
- Eg dugi ikki at síggja nakran vanda í
hesum, serliga tí, at talan er um eina
fyribilsloysn. Ætlanirnar hjá stovninunum
eru longu lagdar og tað farið eg ikki at
leggja meg út í, sigur nýggi stjórin í SvF
lógina um kringvarp, sum
nú hevur virkað í góð tvey
ár.
Endamálið við at endur-
skoða lógina um kringvarp
er, at broyta bygnaðin so-
leiðis, at ÚF og SvF verða
broytt til tveir sjálvstøðugar
almennar fyritøkur við pro-
fessionellari nevnd, sum
kemur
at
hava
alla
ábyrgdina av fyritøkunum.
- Í veruleikanum er talan
um at gera miðlarnar til
vanligar »almennar« fyri-
tøkur. Sum í privata vinnu-
lívinum skal nevndin hava
ábyrgdina av fyritøkuni, og
tað verður stjórin, sum skal
hava ábyrgdina mótvegis
nevndini. Hetta verður gjørt
fyri at slíta stovnarnar, sum
hava stóran týdning, burtur
frá politisku skipanini á øll-
um økjum, sigur lands-
stýrismaðurin.
Men hetta skal viðgerast
áðrenn og tað er ætlanin at
fáa frá hondini í heyst. Tá
tað er yvirstaðið, og bygn-
aðarligu
broytingarnar
komnar upp á pláss, tá kann
søkjast eftir nýggjum stjóra.
- Til ta tíð, kemur Jógvan
Jespersen at verða stjóri í
báðum
stovnunum
við
ábyrgd mótvegis lands-
stýrismanninum, sigur Tór-
bjørn Jacobsen.
stórum fyritøkum?
- Tað dugi eg ikki at
síggja vandan í. Stovnarnir
koyra sum vælvirkandi
eindir, hvør í sínum lagi.
Tað merkir, at nógvar av-
gerðir verða tiknar úti á
teimum ymsu deildunum,
uttan at eg yvirhøvur eri við
inni í myndini. Soleiðis er
tað nokk eisini í SvF, og tað
verður ikki broytt bara tí at
eg komi har, sigur Jógvan
Jespersen.
Hann leggur dent á, at
hann fer ikki at kollvelta
øllum mannagongdum í
SvF nú hann er vorðin stjóri
har, og at hann fer ikki at
leggja seg út í valið av evn-
um til sendingarnar, tí ta
uppgávuna hava onnur.
- Eg skal — við ábyrgd
yvirfyri landsstýrismann-
inum — hava ábyrgdina av,
at raksturin til ein nýggjur
stjóri verður settur, sigur
Jógvan.
Onkur heldur kanska at
hann á henda hátt fær innlit
í »loynidómar«, sum SvF
brúkar í kappingin móti
Útvarpinum, men soleiðis
sær hann tað ikki. Hinvegin
heldur hann, at SvF kann
fáa gagn av, at hann er stjóri
í einum stovni, sum hevur
hórað undan kreppuárini, tí
hann umsitingarliga hevur
verið væl fyri.
- Tað kundi verið, at SvF
fekk okkurt burtur úr tí
ístaðin, sigur hann og legg-
ur afturat, at verður tað úr-
slitið, so er tað gott.
Í báðum stovnunum er
tað so, at deildirnar hava
ábyrgd fyri sínum øki, og í
tí sambandi hava tær eisini
fíggjarliga ábyrgd. Hetta er
eisini ein orsøk til, at nýggi
stjórin ikki heldur, at tær
stóru broytingarnar skulu
gerast. Leiðin er løgd fyri
langari tíð síðani, men tað
er upp til hansara at halda
eyga við at alt hongur
saman tá til stykkis kemur.
nakað sum helst hesar fyrstu
dagarnar, tí hann hevur heilt
einfalt ikki fingið stundir at
seta seg nóg nógv inn í alt
enn.
Men sum skilst, so hevur
hann sagt ja, tí landsstýr-
ismaðurin hevur lagt eina
við, at tað er ætlanin at
halda fast við, at talan skal
verða um tveir stovnar —
ella fyritøkur, sum ætlanin
er at gera tað til.
Men er ikki vandi fyri at
hann gerst hálvur í báðum
støðum, tá hann á henda hátt
skal verða stjóri í tveimum
Hóast Jógvan
Jespersen fyribils er
stjóri á báðum
stovnunum er ikki
ætlanin at leggja ÚF
og SvF saman
“FYRI OKKUM ER TAÐ BÍLIGARI OG NÓGV
SKJÓTARI AT FLYTA KIMS BEINLEIÐIS FRÁ
FRAMLEIÐARUNUM Í NOREGI OG SVØRÍKI,
HAR EIMSKIP FERMIR FRÍGGJADAG, TÍ VIT
HAVA VØRUNA LONGU MÁNAMORGUN –
UTTAN STEÐG ELLA UMSKIPING. VØRAN
STENDUR TRYGG Í BINGJUM – UTTAN MUN
TIL VEÐUR OG VIND”
Finn Rasmussen, Landshandilin Pf.
Eimskip heintar vøruna kring alt Evropa og í Føroyum standa 30 starvsfólk til reiðar at taka í móti, og flyta tær vøruna heilt fram til
dyrnar. Ring og fá nærri at vita á 31 97 97.
stephanssons hús 31 42 91