Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 86 - 10. mai 2005 Kimi Räikkönen segði aftan á koyringina á Circuit de Catalunya í Barcelona. At sigurin hevði verið lættur, og at hann ongantíð noyddist at trýsta bilin. So sannførandi vann Räikkönen at hann var á odda alla koyringina, og var ongantíð nær við at verða avbjóðaður, heldur ikki, tá hann var í pit fyri at fáa bensin FORMEL 1 Niels Uni Dam Spanska hetjan Fernando Alonso, megnaði ikki at vinna framman fyri nógvu fjepparunum, men endaði á øðrum plássi. Hann bjóðaði ongantíð Räikkönen av. Teir annars so sannførandi Renault bilarnir, hava fing- ið okkurt at hugsa um til næstu koyring. Alonso var heppin at fáa annað pláss. Tí óhepni lið- felagin Giancarlo Fisi- chella, hevði annað pláss inntil eitt petti datt av bil- inum, og hann noyddist í pit í 35 sekund. Fisichella end- aði fimtur. Eisini Michael Schumacher hótti Alonso. Áðrenn týskarin við tveim- um punkteringum oyði- legði sær bilin, og noyddist at gevast. Jarno Trulli stríddi seg uppá eitt triðja pláss, aftan á harða kapping við lið- felagan Ralf Schumacher, sum gjørdist nummar fýra. Mark Webber byrjaði næst- ur í koyringini, og datt síð- an spakuliga aftur á sætta plássið, sum hann endaði á. Montoya varð eyðmýkt- ur, tá liðfelagin Räikkönen yvirhálaði hann, við eini heilari umferð. Montoya hevði ein truplan dag. Fyrst misti hann tamarhald á bilinum, men megnaði í síðstu løtu at fáa tamarhald aftur, meðan bilurin snaraði runt. Tá hann løtu seinni skuldi hava bensin á bilin, riggaði áfyllingarstøðin ikki. Hann noyddist inn aftur. Endin varð, at hann fekk tvey stig fyri sjeynda pláss. Skotin, David Coulthard, fekk seinasta stigið til Red Bull Racing á áttanda plássi. Hetta er fimtu ferð á rað, at nýggja liðið far stig. Rubens Barrichello og Nick Heidfeld byrjaðu báðir aftast, og megnaðu ongantíð veruliga at stríða seg upp í stigini. Felipe Massa í Sauber-Petronas, steðgaði upp, tvær umferðir áðrenn endan við eini punktering. Men hann end- aði alíkavæl framman fyri báðum Jordan bilunum. Liðfelagin hjá Massa, Jaques Villeneuve gavst 15 umferðir frá endaflaggin- um við tøkniligum trupul- leikum. Vitantonio Liuzzi í seinna Red Bull bilinum, koyrdi útav tíðliga í koyr- ingini. Minardi skuffaðu aftur, tá hvørgin bilur kom á mál. Úrslitið í Barcelona Nr. Koyrari Bilslag Tíð 1 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 2 Fernando Alonso Renault +27.6 sek 3 Jarno Trulli Toyota +45.9 sek 4 Ralf Schumacher Toyota +46.7 sek 5 Giancarlo Fisichella Renault +57.9 sek 6 Mark Webber Williams-BMW +68.5 sek 7 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes +1 umfar 8 David Coulthard Red Bull Racing +1 umfar 9 Rubens Barrichello Ferrari +1 umfar 10 Nick Heidfeld Williams-BMW +1 umfar 11 Felipe Massa Sauber-Petronas +3 umfar 12 Tiago Monteiro Jordan-Toyota +3 umfør 13 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota +3 umfør Ikki komnir á mál: - Jacques Villeneuve Sauber-Petronas +15 umfør - Michael Schumacher Ferrari +20 umfør - Christijan Albers Minardi-Cosworth +47 umfør - Patrick Friesacher Minardi-Cosworth +55 umfør - Vitantonio Liuzzi Red Bull Racing +57 umfør Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 44 Jarno Trulli Italia Toyota 26 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 17 Giancarlo Fisichella Italia Renault 14 Ralf Schumacher Týskland Toyota 14 Mark Webber Australia BMW-Williams 12 Michael Schumacher Týskland Ferrari 10 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren-Mercedes 10 David Coulthard Stórabretland Red Bull 10 Nick Heidfeld Týskland BMW-Williams 9 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 8 Alexander Wurz Eysturríki McLaren-Mercedes 6 Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 5 Pedro de la Rosa Spania McLaren 4 Christian Klein Eysturríki Red Bull 3 Felipe Massa Brasil Sauber-Petronas 2 Vitantonia Liuzzi Italia Red Bull 1 Bilar Merki stig Renault 58 Toyota 40 McLaren 37 BMW-Williams 21 Ferrari 18 Red Bull 14 Sauber-Petronas 7 Kimi Räikkönen vann í Spania Formel 1 tíðindamaður í bilinum hjá Schumacher Formel 1 tíðindamaðurin hjá Sosialinum, slapp at sita í Ferraribilinum, sum Michael Schumacher vann heimsmeistarahetið í 2003 í. Niels Uni hevur verið formel 1 fjeppari síðan 1988, og Schumacher fjeppari síðan 1991, so løtan var stór fyri hann. Tað var á básinum hjá Shell á North Atlantic Fish Fair, at møguleiki var at sita í bilinum. Heldur ikki hesaferð eydnaðist heimsmeistaranum, Michael Schumacher, at vinna. Her fer hann við fullari ferð út av breytini í Barcelona Mynd: Reuters