týsdagur 10. mai 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 10. mai 2005
29
Nú er greitt, hvørji lið
skulu umboða Ong-
land í Champions
League komandi ár.
Enn er eitt pláss í
UEFA Cup, sum ikki
er avgjørt. Eftir er
bert at finna útav,
hvør skal ta tungu
leið niður í The
Championship, sum
næstbesta deildin
eitur. Fýra tey niðastu
liðini hava framvegis
møguleika at lív-
bjarga sær, men bert
eitt teirra fer at spæla
í Premier League
komandi kappingarár
PREMIER LEAGUE
Stefan í Skorini
Chelsea fekk leygardagin
steypið handa heima á
Stamford Bridge. Tá hetta
var seinasti heimadystur
hjá
meistarunum,
fór
steypahandanin fram á trið-
seinasta leikdegi hjá Chel-
sea. Hetta var næsta meist-
araheitið í søgu felagsins.
Tað síðsta kom fyri júst
fimmti árum síðani í 1955.
Chelsea møtti Charlton,
og heimaliðið vann ein
tepran 1-0 sigur við einum
brotssparki í seinasta mi-
nutti. Claude Makelele
fekk heiðurin at taka sær av
tí.
Hóast
meistaraheitið
longu er fingið heim, still-
aði Chelsea upp við einum
sterkum liði, og teir vildu
allarhelst enda við einum
sigri á heimavølli.
Men tað gekst ikki væl í
hond hendan dystin. Charl-
ton stríddist væl og vildi
óivað vinna meistaralið-
num neisir, nú teir skuldu
fáa steypið handað. Men
tað eydnaðist Chelsea at
knógva Charlton í evstu
løtu.
Verjan lykilin
Mourinho hevur bygt sítt
lið uppá eina krútsterka
verju. Bert trettan mál er
skotin ímóti Chelsea í teim-
um 37 dystunum higartil.
Til samanberingar kann
nevnast, at næstbestu verj-
una eigur Manchester Uni-
ted, har 22 mál er farin
ígjøgnum.
Í 25 dystum hevur Chel-
sea verjan hildið málið
reint, og hetta man vera
eindømi.
Nakrir leikarar hava meir
enn aðrir lagt lunnar undir
hendan Chelsea sigurin. Og
um vit skulu nevna nakrar
koma vit ikki uttanum John
Terry í verjuni og Frank
Lampard á miðvøllinum.
Terry varð kosin ársins
leikari av sínum viðleikar-
um í Premier League, og
hann hevur spælt allar
dystirnar hjá liðnum í ár.
Lampard fekk sama heið-
urin, tá ítróttarjournalist-
arnir valdu ársins leikara.
Hóast hann er miðvallari er
hann toppskjútti hjá liðnum
í landskappingini við tólv
málum.
Arsenal fekk
annaðplássið
Arsenal
tryggjaði
sær
sunnudagin annaðplássið
frammanfyri Manchester
United, ið nú bert hevur ein
teoretiskan møguleika at
vinna Arsenal innaftur.
Arsenal vann 3-1 á
heimavølli ímóti Liverpool,
sum endaliga spældi sær av
við møguleikan at luttaka í
Champions League kom-
andi ár, tí einki bendir á, at
vinnarin av Champions
League sleppur at verja
heitið, um tað skuldi verið
Liverpool, sum vinnur.
Arsenal var einaráðandi
fyri steðgin og kom fram
um við málum frá Pires og
Reyes. Eftir steðgin svaraði
Liverpool aftur við máli frá
Gerrard, men móti endan-
um sló Fabregas sigurin
fastan.
Manchester United hevur
elt Arsenal, men leygar-
dagin megnaðu teir bert at
fáa javnleik á heimavølli
móti
botnliðnum
West
Bromwich Albion, ið hevur
fyrrverandi United kemp-
una Bryan Robson við stýr-
isvølin.
Giggs legði United fram-
um, og líkt var til ein trygg-
an United sigur. Men mið-
skeiðis í seinna hálvleiki
javnaði Robert Earnshaw
við brotssparki, og 1-1
gjørdist endaliga úrslitið.
United byrjaði ikki við
sterkastu manning, og tað
kostaði teimum møguliga
sigurin. Nú verður óivað
fokuserað uppá FA Cup
finaluna ímóti Arsenal.
Everton vann leygar-
dagin ein tryggan 2-0 sigur
á Newcastle. Verjuleikarin
David Weir og Tim Cahill
skutu málini hjá Everton,
sum nú kann gleða seg til
Champions League fótbólt
komandi ár, um teir væl at
merkja vinna í kvali-
fikatións-umfarinum.
Harður bardagi
í botninum
Botnstríðið hevur verið
óvanliga hart í ár. Øll tey
fýra niðastu liðini hava
framvegis eina vón um, at
tey kunnu lívbjarga sær.
Men trý teirra skulu undir
øllum umstøðum ta tungu
leið niður í næstbestu deild-
ina.
Tvey teirra møttust leyg-
ardagin á Selhurst Park, har
Crystal Palace tók ímóti
Southampton.
Dysturin
endaði 2-2, og tað var ikki
fyrr inni í eykatíðini, at
Southampton fekk útjavn-
andi málið.
Fitz Hall hevði annars
lagt Crystal Palace framum
í fyrra hálvleiki, men Peter
Crouch javnaði stutt eftir.
Dysturin varð sera hart
leiktur, og eftir steðgin
fingu tveir leikarar reytt
kort. Gonzalo Sorondo hjá
Crystal Palace og Peter
Crouch hjá Southampton
vórðu riknir av vølli eftir
ein samanbrest teirra mill-
um.
Í seinasta umfarinum,
sum verður sunnudagin,
skal Southampton møta
Manchester
United
á
heimavølli, meðan Crystal
Palace skal á vitjan hjá
Charlton.
Fjórða botnliðið er Nor-
wich, sum leygardagi vann
1-0 á heimavølli ímóti
Birmingham. Einasta málið
í dystinum skoraði Dean
Ashton frá brotssparks-
blettinum.
Norwich liggur nú fjór-
niðast og omanfyri niður-
flytingarstrikuna. Norwich
skal í seinasta dystinum
spæla ímóti Fulham á úti-
vølli og við einum sigri eru
teir tryggir.
Middlesbrough
í UEFA
Í kappingini um tað sein-
asta UEFA-Cup plássið
liggur Middlesbrough væl
fyri eftir 1-0 sigurin á Tott-
enham. Miðvallarin George
Boateng fekk einasta málið
eftir tíggju minuttir.
Hetta var ein dyggur
smeitur hjá Spurs, sum
fegnir vildu sloppið við í
UEFA Cup komandi kapp-
ingarár. Nú skal Middles-
brough bert hava ein javn-
leik í seinasta dystinum á
útivølli ímóti Manchester
City fyri at tryggja sær
sjeynda pláss, sum gevur at-
gongd til UEFA Cup. City
kann tó við einum sigri á
Middlesbrough stjala plássi-
ð á seinasta leikdegi.
Hini bæði liðini í UEFA
Cup eru Liverpool og Bol-
ton, ið eru á ávikavist fimta
og sætta plássi.
Nú er eisini greitt, at
Sunderland og Wigan Ath-
letic skulu spæla í Premier
League komandi kapping-
arár. Tað seinasta plássið
verður funnið eftir play-off
dystirnar, har Ipswich, Der-
by, Preston og West Ham
skulu dystast.
Úrslit, Premier League
7. mai
Chelsea-Charlton
1-0
Aston Villa-Manchester City
1-2
Blackburn-Fulham
1-3
Crystal Palace-Southampton
2-2
Everton-Newcastle
2-0
Middlesbrough-Tottenham
1-0
Norwich-Birmingham
1-0
Portsmouth-Bolton
1-1
Manchester Utd.-WBA
1-1
8. mai
Arsenal-Liverpool
3-1
Nú er bara niðurflytingin
at spæla um
Í yvirtíðini javnaði
Southampton í dystinum
móti Crystal Palace, og nú
hevur liðið møguleikan at
bjarga sær, tá teir taka ímóti
Manchester United í seinasta
umfarinum
Mynd: Reuters