Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 87 - 11. mai 2005 UTTAN ÚR HEIMI Iranar byrja aftur Hóast fleiri ávaringar úr USA og Evropa hava iransku myndugleikarnir kunngjørt, at teir eru næstan lidnir at fyrireika seg til at taka ta umstríddu kjarnorkuverkætl- anina uppaftur. Varastjórin á iranska kjarnorkustovninum segði við tíðindastovuna IRNA í gjár, at avtalan við tey evropeisku londini um at steðga við kjarnorkuverkætl- anini, verður sett úr gildi fyrsta dagin. Hann legði aft- urat, at í fyrsta umfari er ætlanin at taka arbeiðið á kjarnorkuverkinum í Isfahan uppaftur. Sambært Reut- ers kann hetta verkið gera brennievni til turbinur, sum verða brúktar til at ríka uran við. ES og USA hava boðað frá, at taka iranar kjarnorku- arbeiðið uppaftur, verður málið lagt fyri trygdarráðið hjá ST, og at tað kann hava við sær, at tiltøk verða sett í verk ímóti Iran. Iranar halda fast um, at teir ætla bara at brúka kjarn- orkuna til friðarlig endamál, men bæði í Evropa og USA verður stúrt fyri, at tann veruliga ætlanin er ein onnur. Afturtøka útsett Um vikuskiftið boðaði ísraelska stjórnin frá, at fleiri hundrað palestinskir fangar, sum sita í ísraelskum fongslum, sleppa ikki úr fongslunum sum ætlað, og nú hevur stjórnin eisini kunngjørt, at afturtøkan úr Gaza- geiranum er somuleiðis útsett. Í vár kunngjørdi Ariel Sharon, forsætisráðharri, at Ísrael fór at taka seg úr Gaza-geiranum um miðjan juli, men nú sigur hann, at afturtøkan byrjar ikki fyrr enn umleið 15. august. Orsøkin sigst vera, at ísraelska syrgihátíðin til minnis um, at templið í Jerusalem bleiv oyðilagt, endar tann 14. august, og tí má afturtøkan bíða til aftan á hátíðina. Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, fýlist á ísraelsku avgerðina. Hann segði í gjár, at Ísrael tekur týðandi avgerðir uttan at ráðføra seg við teir palestinsku myndugleikarnar, sjálvt um landið hevur lovað at samstarva við palestinar um afturtøkuna. Eftir ætlanini hjá Sharon skulu niðursetufólkini flytast úr 21 bygdum í Gaza-geiranum, samstundis sum allir ísraelskir hermenn verða tiknir burtur haðani. Gamal forseti sjúkur Fyrrverandi indonesiski forsetin Suharto er vorðin sjúkur, og sambært læknunum kann sjúkan kosta hon- um lívið. Læknarnir siga, at tann 83 ára gamli forsetin, sum bleiv fluttur á sjúkrahús í síðstu viku, er illa sjúkur av bløðingum, men sum er er hann kortini ikki í lívs- vanda, siga teir. Læknarnir siga tó, at støðan kann skjótt gerast álvarssom, versnar hann. Suharto stóð á odda fyri einum hernaðarligum einaræði í Indonesia í 32 ár, til hann noyddist frá í 1998. Hann er skuldsettur fyri grovt svik, men rætturin vísti málinum frá sær, tí sambært læknunum var gamli forsetin ov sjúkur til at møta á rættarfundi. Stjól 50.000 býflugur Tey flestu, sum hava verið í Danmark um summarið, munnu hava runnið undan býflugum, men tað eru minni enn so øll, sum gera tað. Fyri nøkrum døgum síðani varnaðist ein býflugualari í Jyllandi, at onkur hevði stolið 50.000 býflugur frá sær. Alarin alir býflugur fyri at fáa húnang burtur úr teimum, og sambært Berlingske Tidende væntar mað- urin at missa nógvar pengar av stuldrinum. Tær stolnu býflugurnar eru einar 20.000 krónur verdar, og haraft- urat kemur so tann misti vinningurin av húnanginum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at býflugualarar í Jyllandi missa býflugur. Maðurin, sum nú var fyri stuldri, sigur tað ikki vera óhugsandi, at tað eru alarar, sum stjala frá hvør øðrum. Hóast næstan fimm mánaðir eru lidnir síðani flóðalduvan- lukkuna í Suðurasia, gongur endurbygg- ingin í Aceh-lands- partinum ongan veg ENDURBYGGING Árni Joensen fartekst@mail.dk Indonesiski landsparturin Aceh varð serliga meint raktur av flóðalduni annan jóladag í fjør, og altjóða samfelagiðjáttaði pengar til at endurbyggja býirnar og bygdirnar. Men enn er arbeiðið nóg illa komið í gongd, sigur Kuntoro Mangkusubroto, sum vegna indonesisku myndugleikarnar hevur eftirlitið við arbeiðinum. Vanlukkan kostaði meiri enn 165.000 mannalív i Aceh, og viðurskiftini hjá teimum 600.000, sum sluppu við lívinum, eru at kalla einki batnað síðani, sigur hann. Ein orsøk til, at so lítið er hent, er sambært Kuntoro Mangkusubroto, at altjóða samfelagið hevur drálað við at lata tað, sum londini lovaðu. Tað hevur havt við sær, at næstan 30 milliardir krónur eru ikki komnar fram enn, sigur hann. Men altjóða samfelagið hevur ikki alla skyldina, sigur samskiparin, tí teir indon- esisku myndugleikarnir hava arbeitt alt ov seint. Avleiðingin er, at fólk í tígjutúsundatali hava framvegis einki at búgva í, og arbeiðið at gera nýggjar vegir, brýr og havnir er ikki byrjað enn. Týski kanslarin, sum sjálvur misti pápan undir seinna heims- bardaga, var fegin um at vera boðin til 60 ára minningarhaldið í Moskva MINNING Árni Joensen fartekst@mail.dk - Hendan hjartaliga inn- bjóðingin vísir, at ringir fíggindar eru vorðnir góðir vinir og samstarvsfelagar, skrivaði týski kanslarin, Gerhard Schrøder, í einari grein í russiska blaðnum Komsomolskaya Pravda mánadagin. Í greinini bað hann eisini russar um um- bering fyri tað, sum tað gamla nazistastýrið gjørdi ímóti landi teirra. Seinasta summar var Schrøder tann fyrsti týski kanslarin, sum tók lut í einum hátíðarhaldi til minnis um, at 60 ár vóru liðin síðani ta stóru land- gongdina í Norðurfrak- landi, og tveir mánaðir seinni var hann við til at minnast polska uppreist- urin ímóti nazistunum. Mánadagin var hann við til haldið í Moskva til minnis um, at 60 ár vóru liðin, síðani seinni heims- bardagi endaði í Evropa. Við sær hevði hann sjey gamlar týskar hermenn, sum bardust í Russlandi, og trý ungfólk, sum tey sein- astu árini hava verið uppi í mentanarligum sam- starvi ímillum Týskland og Russland. Umframt hátíðarhaldið í Moskva nýtti Schrøder høvi til at vitja Lyublino- kirkjugarðin, har 486 týskir hermenn liggja jarðaðir. Har legði hann blómur við minnisvarðan og á grøvina hjá tí yngsta hermanninum, Siegfried Pfaifer. Hann var 18, tá hann fall. Sjálvur misti Gerhard Schrøder pápan undir seinna heimsbardaga, og í fjør vitjaði hann fyri fyrstu ferð grøvina hjá pápanum í Ceanu Mare í Rumenia. Schrøder var ikki føddur, tá pápin fall í bardøgum har í 1944. Fáa ikki ta lovaðu hjálpina Schrøder var á grøvini hjá Siegfried Sigursharrar og taparar frá seinna heimsbardaga heilsast í Moskva. Frá vinstru: Japanski forsætisráðharrin Junichiro Koizumi, týski kanslarin Gerhard Schrøder, russiski forsetin Vladimir Putin og amerikanski forsetin George W. Bush. Aftan fyri Schrøder sæst franski forsetin Jacques Chirac