Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 11. mai 2005 3 Barnaprix við sexuellum undirtónum Tað er keðiligt, at løg- ini, sum vald eru til luttøku í Nósa Barna- prix'num, eru út- lendskir kærleikssang- ir við seksuellum und- irtónum, siga foreldur at børnum, sum ætla at luttaka. Ógrundað- ur ótti, sigur fyrireik- arin, sum ikki fer at loyva slíkum sangum BARNAPRIX Edvard Joensen Foreldur at børnum, sum ætla at luttaka í tilstundandi Nósa Barnaprixnum, harm- ast um, at eingir føroyskir barnasangir, sum børnini kenna, eru millum løgini, veljast kann ímillum. Har eru mest bara enskir kær- leikssangir. Summir við beinleiðis sexuellum heit- um og undirtónum, siga foreldur, sum Sosialurin hevur tosað við. Tað er ov dýrt at brúka føroyskar sangir, siga fyri- reikararnir av Barna- prixnum. Men vit fara ong- antíð at loyva børnunum at syngja ósømiligar sangir. Men tað verður kortini ikki Nósa Barnaprix uttan føroyskt íkast, sigur ein av fyrireikarunum av Nósa Barnaprixnum. Tí til sjálva finaluna fara luttakararnir at framføra spildurnýggjar, fittar føroyskar barnasang- ir, sum eru gjørdir til júst hetta høvið. Óheppið Tað er ikki serliga heppið, at úrvalið av sangum, sum ætlaðir eru børnum í sjey til fjúrtan ára aldri, skulu vera slíkir, sum bara handla um kjøtliga girnd og slíkt, sum harvið fylgir, sigar foreldr- ini, blaðið hevur hitt. Við at hyggja gjøgnum listan við uppskotum til sangir, síggjast heiti sum »Sexed up«, »Sweet trans- vestite« og »Jeg vil í seng med de fleste«, vísa hesi foreldrini á. Og tað er ikki hóskandi fyri smábørn at fara á pall við, siga tey. Gamaní eru nakrir dansk- ir barnasangir, sum børnini ivaleyst hava hoyrt og duga, sum eitt nú »Æbleman«, ið Creamy gjørdi kendan aftur fyri nøkrum árum síðan. Men teir føroysku barna- sangirnir, sum áttu at verið við í eini slíkari kapping, mangla fullkomuliga, siga hesi foreldrini. Hesin trupulleikin er helst gjørdur størri, enn hann í veruleikanum er, sigur Mark Joensen, sum er ein teirra, sum fyrireikar Nósa Barnaprix'ið. Úrvalið er so stórt, at eingin trupul- leiki eigur at vera við at finna sangir, sum ikki hava hatta innihaldið, sum nevnt verður. Men sjálvandi ber til at finna onkran slíkan ímillum, ásannar hann. – Men eg kann vissa fólk um, at vit fara ikki at loyva luttakarunum at syngja slíkar sangir á pallinum, sigur Mark Joensen. Skuldi tað hent, at ein luttakari hevði valt ein slíkan sang, siga vit nei. So einfalt er tað, sigur hann avgjørdur. Dýrt Hann ánsannar, at tað er óheppið, at eingir føroyskir sangir eru við í úrvalinum. Men tað er ikki tí, at vit ikki vilja, ella hava roynt at fáa teir við. Grundin er tann, at tað er ov kostnaðarmikið, sigur Mark Joensen. Hann sigur, at tey, sum eiga upphavsrættin til teir sangir, sum fyrireikararnir kundu hugsað sær at havt við, krevja so mikið nógv afturfyri, at fyrireikararnir ikki halda tað vera møgu- ligt at gjalda. Hinvegin ber til at keypa ein samlaðan pakka við útlendskum karaokeløgum, sum børnini so sleppa at velja ímillum til innleið- andi umførini. – Tá so tey, sum hava meldað til, hava valt síni løg, hyggja vit at valinum og gera av, um vit vilja góðtaka tað ella ikki, sigur Mark Joensen. Mánakvøldið varð sáttmáli undirskriv- aður millum S&K og Føroya Arbeiðsgev- arafelag. Sáttmálin er á sama støði sum sátt- málin millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðs- gevarafelag ARBEIÐSMARKNAÐUR Edvard Joensen Mánakvøldið skrivaðu fel- agið hjá skrivstovu- og krambúðarfólki, S&K, og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir nýggjan tvey ára sátt- mála. Semjan er á sama støði sum semjan við arbeiðara- feløgini við einum út- reiðslukarmi á 2,4 prosent. Í sáttmálaskeiðnum hækka eftirløn og lívs- trygging við trý prosent. Hetta svarar til ein út- reiðslukarm á 2,4 prosent yvir 2 ár, sigur Pætur Nicla- sen, formaður í S&K. Innihaldið í sáttmálanum er sett soleiðis upp, at frá 1. mai 2005 hækkar gjaldið til Lívstrygging við 0,5 pro- sent til 1,5 prosent. Eftirlønargjaldið hækkar 1. mai 2005 við 0,5 prosent til 4,1 prosent. Eftirlønar- gjaldið hækkar aftur 1. mai 2006 við 2 prosent til 6,1 prosent. Viðbøtur fyri forskotna tíð verða broyttar soleiðis, at ein nýggj viðbót er ásett millum kl. 19.30 og 20.30 á kr. 4,00. Aftur fyri lækkar viðbótin millum kr. 20.30 og 24.00 til kr. 5,70. Starvsfólk, sum verða sett í starv, har setanin varar longri enn tríggjar mánaðir og arbeiðstíðin er í miðal meira enn 15 tímar um vik- una, skulu hava setanskriv. Formaðurin í felagnum hjá skrivstovu- og kram- búðarfólki, Pætur Niclasen, heldur, at ymiskt er, sum kundi verið fingið við í sáttmálan afturat. – Vit kendur støði, sum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag høvdu lagt, og har væntaðu vit eisini, at vit endaðu, sigur hann. Um ta nýggju viðbótina, ið gjørd er fyri kram-búðar- fólk, sigur Pætur Niclasen, at tey høvdu lagt upp til, at hon byrjaði heldur fyrr um kvøldið, enn úrslitið gjørd- ist. Hinvegin hava tey fingið eina serliga viðbót fyri klinikkassistentar á privatu tannlæknastovunum, sum sigur, at klinikkassistentar- nir nú kunnu fáa eina persónliga viðbót í mun til persónligan førleika, ar- beiðsuppgávur og ábyrgd. Tað vil siga, at eitt nú skeiðvirksemi fer at síggj- ast aftur á lønarseðlinum. – Men vit høvdu vónað at fáa okkurt annað, sum ikki kostar pengar, við í avtal- una, sigur Pætur Niclasen. Til dømis í samband við álitismannaskipan og so- vorðið. Men tað var púra avvíst av arbeiðsgevarun- um við teirri grundgeving, at teir vildu ikki hava nak- að, sum hevði við eftirlit at gera, inn í sáttmálan, sigur hann. Tað er óheppið, at allir sang- irnir, sum eru at velja í til Nósa Barnaprix'ið eru á útlendskum máli, siga foreld- ur at børnum, sum ætla at luttaka. Tað er ikki heilt rætt, siga fyrireikararnir, tí tað verða gjørdir nýggir, føroyskir sangir til finaluna S&K og arbeiðsgevararnir hava gjørt sáttmála Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, skrivar undir sáttmálan við S&K Mynd: Vinnuhúsið