mikudagur 11. mai 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 87 - 11. mai 2005
Kaupthing fíggjar nú
Fiskavirking
Teir báðir stóru før-
oysku peningastovn-
arnir, Føroya Banki
og Føroya Sparikassi,
hava fingið ein harð-
an kappingarneyta í
Kaupthing. Íslendska
íløgufelagið hevur
millum annað yvir-
tikið alt fíggingar-
virksemi hjá Fiska-
virking, sum áður
hevur verið í Føroya
Banka
FÍGGJAR-
MARKNAÐURIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kemur dátt við hjá
Føroya Banka, at Føroya
Fiskavirking valdi at flyta
alt virksemi sítt í bankanum
til kappingarneytarnar í
Kaupthing, sama dag sum
Jørn Astrup Hansen fór frá
sum stjóri í bankanum.
Talan er ivaleyst um størsta
einstaka kundan á føroyska
marknaðinum, sum nú hev-
ur vent Føroya Banka
bakið.
Kapping er harðnað
Nevndarformaðurin
í
Føroya Fiskavirking, Óli
Hansen, váttar, at Fiska-
virking hevur flutt sítt
fíggjarvirksemi úr Føroya
Banka í Kaupthing:
- Tað er rætt, at vit hava
flutt alt virksemi til Kaup-
thing, men annars havi eg
ikki tær stóru viðmerking-
arnar til málið. Vit meta, at
talan er um innanhýsis við-
urskifti millum okkum og
veitarar hjá okkum, ið ikki
eru almenn, sigur Óli
Hansen.
Føroya Fiskavirking hev-
ur havt nærum alt fíggjar-
virksemi hjá sær í Føroya
Banka. Havandi í huga at
samlaða
søluvirði
hjá
Føroya Fiskavirking og
fyrrverandi Føroya Fiska-
sølu í fjør var nærum 900
milliónir krónur, er talan
um ein sera stóran miss hjá
Føroya Banka, sum nú av
álvara er farin at merkja
kappingina frá íslendska
íløgufelagnum.
Ongar alarmklokkur
Jóhan Páll Joensen, nevnd-
arformaður
í
Føroya
Banka, hevur ikki hug til at
gera stórvegis viðmerking-
ar til, at bankin nú hevur
mist Føroya Fiskavirking
sum kunda.
- Vit kunnu bara stað-
festa, at kappingin er
harðnað
nógv,
og
vit
noyðast at stríðast fyri at
verja okkara marknaðar-
part, sigur Jóhan Páll Joen-
sen.
Røddir vilja verða við, at
ein av orsøkunum til, at
bankin hevur mist Fiska-
virking, er tann, at Jørn
Astrup Hansen er farin frá
sum stjóri. Spurdur um
nevndin í Føroya Banka
hevur ætlanir um at seta ein
nýggjan stjóra afturat Jan-
usi Petersen, sigur Jóhan
Páll Joensen:
- Fyribils hava vit ongar
ætlanir um at seta ein stjóra
afturat, men sjálvsagt kann
eg ikki siga, at tað framyvir
bert verður tann eini for-
stjórin, sigur nevndarfor-
maðurin í Føroya Banka.
Jóhan Páll Joensen sigur,
at hóast bankin hevur mist
sín størsta kunda, so er tað
ikki nakað, sum fær al-
armklokkurnar at ringja í
bankanum:
- Kappingin er hørð, men
tað er eingin panikkur í
bankanum, sigur Jóhan Páll
Joensen.
Tað ljóðar eisini, at fleiri
aðrar stórar vinnufyritøkur
hava vent bankanum bakið,
men tað sigur nevndarfor-
maðurin seg einki kenna til.
Jóhan Páll Joensen sigur tó,
at um so er, at bankin er við
at missa fleiri stórar kund-
ar, so er tað nakað, ið
nevndin í bankanum fer at
viðgerða í næstum.
Í sambandi við at
Gjaldstovan er farin
at gera mánaðarlig
hagtøl yvir, hvussu
góður gjaldari landið
er, er komið fram, at
tað almenna hevur
trupult við at halda
gjaldsfreistir
GJALDSFREISTIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var í fjør heyst, at
Gjaldsstovan boðaði frá, at
hon var farin undir eina
effektivisering av gjalds-
mannagongdum
hjá
tí
almenna. Í hesum sam-
bandi vóru krøv sett til
vinnuna, um at hon gav
eins gjaldstreytir til allar
stovnar. Eisini var kravt, at
hesar treytir vóru so mikið
rímuligar, at tað fór at bera
til hjá stovunum at halda
hesar treytir, skrivar Vinnu-
húsið á heimasíðu sínari.
Stórur partur verður
goldin ov seint
Nú nýggja skipanin hjá
Gjaldsstovuni er farin at
virka, ger Gjaldsstovan
mánaðarligar uppgerðir til
Fíggjarmálastýrið
yvir,
hvussu góður gjaldari tað
almenna er. Hesi tøl av-
dúka, at tað almenna ikki
hoyrir teir bestu gjaldarnar.
Í marts mánað vóru 37 pro-
sent av rokningunum hjá tí
almenna goldnar ov seint.
Vinnuhúsið
sigur
á
heimasíðu sínari, at tað
kunnu verða nógvar orsøkir
til, at goldið verður ov
seint. Men tað skerst ikki
burtur, at trupulleikin hjá tí
almenna við at halda sínar
gjaldsfreistir,
kostar
vinnuni nógvan pening.
Sambært
Vinnuhúsinum
hevur
Fíggjarmálastýrið
áður boðað frá, at tað
leggur stóran dent á, at
goldið verður til tíðina, og
tí heldur Vinnuhúsið, at
stýrið hevur nakað at fara í
holt við.
Hans
gevst í
All That
Rain
Hans Ravnsfjall
gevst, sum gittar-
leikari í All That
Rain, seinastu fram-
førslurnar við hon-
um verða 20. mai í
KÍ-Høllini og 21.
mai í TB-Húsinum
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
Henning Nicodemussen
trummuleikari í bólkin-
um, sigur: At teir sjálv-
andi eru keddir av at
missa gittarleikaran. Teir
eru allir enn væl. Hvørki
tónlistarliga ella persón-
liga eru nakrar ósemjir.
Hans Ravnsfjall byrjaði
í bólkinum, tá Jens Marni
Hansen fór burturúr í
2001. Hann var eitt skift-
ið sangari og gittarleikari.
Men síðan fyrst Pól Arni
Holm og síðan Rókur
Jakobsen hava røkt sang-
ara leiklutin, hevur Hans
fyrst verið gittarleikari.
Hans, sigur við portalin,
at tað er við sorgblídni, at
hann traðkar aftur. Men
hetta er neyðugt av per-
sónligum og familju-
ligum ávum. Hann leggur
tó dent á, at hann ikki
gevst, sum tónleikari,
men bara fyribils skiftur
gear niður.
Enn er eingin avloysari
funnin. Bólkurin fer í
næstum at tosa um, hvat
víðari gerast skal. Men
fleiri uppløgd boð eru.
Her er fyrst og fremst Rói
Christiansen, kendur úr
Deja Vu og Tangz, sum
avloysti í ATR herfyri.
Men eitt boð, sum heldur
ikki er heilt burturvið, er,
at bólkurin aftur gerst ein
trio. Rókur Jakobsen er
farin at spæla meira gittar
í bólkinum, og spurn-
ingurin er, um hann ikki
kann røkja allan gittar-
leiklutin. Henning sigur,
at hann avvísur hvørgan
møguleika, men at einki
er avjørt enn. Tó er eitt
víst, hetta als ikki er
endin á All That Rain.
Landið heldur ikki gjaldsfreistir
Óli Hansen, nevndarformaður í Føroya Fiskavirking, váttar, at Fiskavirking hevur flutt alt
fíggjarvirksemi hjá sær úr Føroya Banka til Kaupthing, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar