mikudagur 11. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
5
Formaðurin í uttan-
landsnevndini hjá
løgtingium vísir
staðiliga aftur, at
málið um yvirtøku-
lógirnar er so illa lýst,
at tjóðveldisflokkurin
og miðflokkurin
høvdu rætt til at
boykotta Løgtingið
BOYKOTT
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
– Tjóðveldisflokkurin og
miðflokkurin fingu alt at
vita, sum teir høvdu brúk
fyri.
Johan Dahl, formaður í
uttanlandsnevnd Løgtings-
ins, vísir staðiliga aftur, at
málið um yvirtøkulógirnar
varð so illa lýst, at Løgting-
ið kundi ikki taka støðu til
tað.
Í øllum førum mettu tjóð-
veldisflokkurin og mið-
flokkurin, at málið var so
illa lýst, at teir noktaðu at
taka lut í atkvøðuni og
løgdu sostatt alt tingarbeið-
ið lamið tað mesta av eim-
um tíma fríggjadagin.
Teir søgdu at ein orsøk
var, at uttanlandsnevndin
hevði sýtt fyri at innkalla
serfrøðingar í nevndina,
sum kundu lýsa, hvørja
ávirkan yvirtøkulógirnar
fóru at fáa.
Hesum vísir formaðurin í
uttanlandsnevndini aftur.
– Tað, sum tjóðveldis-
flokkurin og miðflokkurin
gjørdu, var ósømuligt. Tað
var at draga gøtulótir inn
um tingsins gátt og tað var
at niðurgera Føroya Løg-
ting.
– Yvirtøkulógirnar hava
fingið tað viðgerð, sum tær
skulu hava og tí eru atfinn-
ingarnar frá andstøðuni
høpisleysar.
Men tá ið nú andstøðan
følir, at málið er ov illa lýst,
er tað so rætt at sýta fyri at
innkalla teir serfrøðingar í
nevndina, sum teir høvdu
brúk fyri?
– Fyrst av øllum stað-
festir Johan Dahl, at tað er
formaðurin sum ger av,
hvør skal innkallast í
nevndina at geva frágreið-
ing.
– Vit kallaðu tveir før-
oyskar
serfrøðingar
í
nevndina og teir hava sjalv-
sagt lýst málið líka væl sum
nakar útlendskur serfrøð-
ingur hjá tjóðveldisflokk-
inum og miðflokkinum
kundu gjørt. Talan var um
báðar
løgfrøðingarnar,
Halgir Winther Poulsen og
Kári á Rógvu.
– Harumframt ætlaði
andstøðan
at
innkallað
stjóran í Atlantsflogi og
vinnulívsmannin,
Egil
Olsen, til at umrøða flog-
vallarmálið og útbyggingar
av flogvøllinum fyri uttan-
landsnevndini.
Tað vildi Johan Dahl
ikki, tí hann metti ikki, at
flogvallarmálið hevur nak-
að sum helst við yvirtøku-
lógirnar at gera.
– Tað má vera eitt mark
fyri, hvør skal kallast inn, tí
annars veit ongin, hvar vit
enda. Tað, sum var til við-
gerðar, vóru yvirtøkulóg-
irnar og onki annað.
Longt viðgerðina
óneyðugt
– Men er tað rímiligt at for-
maðurin noktar at innkalla
serfrøðingar í nevndina,
sum nevndarlimir vilja
sleppa at hoyra sjónarmið-
ini hjá?
– Vit mettu at teir før-
oysku serfrøðingrnir kundu
lýsa málið líka væl sum teir
útlendsku serfrøðingarnir,
sum tjóðveldisflokkurin og
miðflokkurin
ætlaði
at
kalla í nevndina. Málið
skuldi avgreiðast, áðrenn
tingið fór til hús og at kalla
útlendskar serfrøðingar í
nevndina, hevði bara longt
viðgerðina óneyðuga, uttan
at málið hevði verið betri
lýst fyri tað, enn føroysku
serfrøðingarnir høvdu lýst
tað.
Johan Dahl heldur nevni-
liga, at yvirtøkulógirnar eru
ikki eitt serliga fløkt mál.
– Yvirtøkulógirnar eru
ein politisk avtala og talan
eru um tvey hampiliga ein-
føld og greið mál. Tað snýr
seg um, at vit kunnu yvir-
taka mál, táið Løgtingið er
sinnað til tað og hetta snýr
seg um hvørji mál kunnu
yvirtakast og sum ikki
kunnu yvirtakast. Fløktari
enn so er tað ikki, sigur for-
maðurin í uttanlandsnevnd-
ini.
Funnist hevur verið at
samgonguni, tí hon ikki
hevur roynt at finna semju í
hesum máli?
– Í hesum máli er gjógvin
ímillum samgongu og and-
støðu so stór, at tað hevði
verið ógjørligt at funnið
semju, sigur Johan Dahl.
Tjóðveldisflokkurin
og miðflokkurin tóku
eina óbúna støðu, tá
ið teir boykottaðu
løgtingið fríggja-
dagin, men fram-
ferðin hjá uttanlands-
nevndini virkar
heldur ikki heilt
seriøs
BOYKOTT
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg haldi ikki, at hatta var
rætti mátin at vísa sína
ónøgd uppá. Hinvegin haldi
eg at teir hava orsøk til at
vera ónøgd.
Jógvan Sundstein er ein
av
okkara
royndastu
politikarum, bæði í løgtingi
og í landsstýri og hann
hevur eisini verið løgtings-
formaður.
Hann heldur ikki, at
flokkarnir báðir gjørdu
rætt, tá ið teir rætt og slætt
boykottaðu Løgtingið fyri
at vísa sína misnøgd við
framferðarháttin hjá løg-
tinginum og uttanlands-
nevndini tá ið yvirtøkulóg-
irnar vóru til viðgerðar.
– Hetta var ikki rætti
mátin og eg haldi, at tað eitt
sindur óbúgvið at boykotta
atkvøðugreiðsluna, sigur
gamli topp-politikarin.
Men hinvegis skilir hann
eisini, at tjóðveldisflokkur-
in og miðflokkurin eru
ónøgdir við ta viðgerð, sum
yvirtøkulógirnar fingu í
uttanlandsnevndini og í
løgtinginum sum heild.
– Viðgerðin í uttanlands-
nevndini virkar ikki heilt
seriøs og eg haldi heldur
ikki, at tað var rætt av løg-
tinginum at skunda tvey so
stór og týðandi mál ígjøgn-
um, tá ið ivaspurningarni
nú einaferð vóru so stórir,
sum teir vóru.
– Eg veit ikki um Løg-
tingið bara vil sleppa í
summarfrí, ella hvat tað er,
men í tveimum so stórum
málum, eigur tingið at geva
sær tað tíð, sum neyðug eg,
fyri at viðgera málini til
lýtar, tí tað er ongin fastur
dagur ásettur fyri, nær Løg-
tingið skal í summarfrí og í
veruleikanum er tingið
saman til ólavsøku.
– Eg haldi, at løgtingið
og uttanlandsnevndin kundi
verið liðiligari í eini slíkari
viðgerð.
Jógvan Sundstein sigur,
at tá ið ynski eru frammi í
uttanlandsnevndini um at
tilkalla
serfrøðingar
í
nevndina at lýsa málini, átti
nevndin at gingið tí á møti.
– Eg haldi, at uttan-
landsnevndin átti at tikið
ímóti øllum upplýsingum í
einum so týðandi máli sum
tað yvirhøvur bar til at fáa
fatur á, bæði frá løgfrøð-
ingum og øðrum serfrøð-
ingum.
Tí heldur Jógvan Sund-
stein, at tað var skeivt at
sýta ynskinum frá andstøð-
uni um at kalla ávísar ser-
frøðingar
til
fundar
í
nevndini.
Kortini er hann ikki heilt
so vísur í, at ístaðin fyri
uttanlandsnevndina, skuldi
málið verðið viðgjørt í eini
serligari nevnd við øllum
flokkum, so at allir flokkar
fingu høvi til at viðgerða
tað, har allir flokkar fingu
umboðan.
– Um serligar nevndir
skulu gerast, er altíð ein
tulkingarspurningur
um,
hvussu týdningarmikið eitt
mál er. Tað er eisini greitt,
at tað hevur sínar avmark-
ingar at vera ein lítil flokk-
ur, sum í hesum føri.
Gera alt fyri semju
Annars
heldur
Jógvan
Sundstein, at yvirtøkulóg-
irnar eru so stór og týðandi
mál, at Løgtingið átti at
gjørt alt fyri at rokkið einari
fullari semju um tær.
Tað heldur hann átti at
borið til.
– Tá ið tað enntá ber til at
fáa sambandsflokkin at
góðtaka yvirtøkulógirnar,
átti tað als ikki at verið
ómøguligt at snikka eina
orðing til, sum hevði fulla
semju í Tinginum.
Jógvan Sundstein sigur,
at so átti tingið heldur at
brúkt eina viku ella tvær,
afturat upp á at samráðst
um málið, til ein full semja
varð funnin.
– Tað hevði eisini gjørt
støðu okkara úteftir mun-
andi sterkari, tá ið vit komu
hartil, at lógin skal brúkast
í verki.
Hinvegin dugir hann væl
at síggja trupulleikan í at
samsvar ikki er ímillum
donsku og føroysku við-
merkingarnar.
– Men var tað eitt samt
løgting, sum stóð aftanfyri
lógina, hevði tað í øllum
førum styrkt okkara støðu.
Jógvan Sundstein veit
ikki um virðingin ímillum
manna fyri Løgtinginum er
lækkað so nógv í hesum
máli.
– Men bæði tað, at Løg-
tingið skrumbla eitt so týð-
andi mál ígjøgnum og so
tað, at andstøðan boykott-
aði atkvøðugreiðsluna økja
ikki júst um virðingina fyri
løgtinginum, sigur Jógvan
Sundstein.
Fingu allar neyðugar upplýsingar
– Tað má vera mark fyri, hvør skal innkallast at geva
frágreiðing, annars veit ongin, hvar vit enda, sigur Johan Dahl,
formaður í uttanlandsnevndini
Áttu at gjørt alt fyri at funnið semju
Løgtingið átti at brúkt tað tíð, sum var neyðug fyri at finna
semju, heldur enn attrumfa málið ígjøgnum, heldur Jógvan
Sundstein