Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 87 - 11. mai 2005 Einki Barometur í summar Summarsendingin hjá ÚF, sum tey flestu elska, men sum summi elska at hata, er nú tikin av skránni. – Í staðin fyri Baro- metrið verður ein øðrvísi summarsend- ing gjørd, sigur Jógv- an Jespersen BAROMETRIÐ Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Sendingin, sum provoker- aði og sjokkeraði, og sum fyri nógvar føroyingar er sjálv ímyndin av summar- inum her heima, verður ikki at hoyra í ár. Baro- metrið er nevniliga tikið av skránni hjá útvarpinum. Onnur summarsending – Tað er rætt, at einki Barometur verður at hoyra í ár. Vit fara at gera eina summarsending, men hon verður í øðrvísi sniði og við aðrari manning. Konseptið verður heldur ikki tað sama, greiðir útvarpsstjór- in, Jógvan Jespersen frá. Hann sigur, at Barometr- ið hevur verið send í trý ár, og at hon líkasum hevur tænt sínum endamáli nú. Ætlanin er í staðin at gera eina sending, sum verður gjørd kring nýggja útvarps- bilin. – Vertirnir fara at koyra landið runt og gera send- ingar ymsa staðni frá. Ætl- anin er at koma ógvuliga vítt um landið, sigur Jógvan Jespersen. Barometrið var ein ógvuliga løtt og ungdóms- sinnað sending. Spurdur um nýggja sendingin eisini verður í sama lætta andan- um, svarar Jógvan Jesper- sen, at tað verður hon neyvan. – Hetta verður ein heilt øðrvísi sending. Dentur verður lagdur á at ferðast kring landið og senda ymsa staðni frá. Og av tí, at tað vera nógv færri fólk um hesa sendingina, verður hon ikki eins fjøltáttað og Barometrið var, staðfestir útvarpsstjórin. Alt ikki avgjørt enn Jógvan Jespersen sigur, at allir smálutir framvegis ikki eru komnir upp á pláss, viðvíkjandi nýggju send- ingini. – Hon verður ikki send hvønn dag, men bert fýra dagar um vikuna. Men enn er ikki heilt greitt, júst hvat innihaldið skal vera. Hann sigur, at teir í løtuni arbeiða við at leggja summ- arið til rættis, men at tað er ein stór kabal sum skal ganga upp, tí flestu fólk ynskja sær jú summarferiu hetta tíðarskeiðið. Tí eru smálutirnir í sendingini ikki komnir upp á pláss enn. – Enn dugi eg heldur ikki at siga júst hvussu nógv av Barometrinum verður í nýggju sendingini. Men grundleggjandi ætlanin er at gera eina øðrvísi sending enn Barometrið var. Dent- urin verður í staðin lagdur á at koma so vítt um í land- inum sum gjørligt, leggur Jógvan Jespersen dent á. Tað er tó avgjørt, at nýggja sendingin eisini fer at vera send beinleiðis. Vertirnir í nýggju send- ingini verða Elis Poulsen, Kári Sólstein og Øssur Eg- holm, sum so koma at skift- ast um at hava sendingina. Barometrið, sum við skift- andi manning hevur verið at hoyrt trý summur á rað, verður ikki á skránni hjá ÚF í ár. Ìstaðin verður ein onnur summarsending á skránni, har dentur verður lagdur á at senda úr ymiskum pørtum av landinum Mynd: Savnsmynd Ungdómur hittist til gudstænastu Kórsangur, drama og felagssangur verða á skránni í annaðkvøld í Vesturkirkjuni Havn: Hóskvøldið kl. 20 verður skipað fyri ung- dómsgudstænastu í Vesturkirkjuni. Tað verður TenSingkórið hjá KFUM&K í Havn "Sound of Glory", sum kemur at syngja, eins og ung úr Meinigheitshúsinum í Havn koma at standa fyri felagssangi, sum ungum dáma. Við gudstænastuna fara báðir prestarnir við kirkj- una at virka við, Bergur D. Joensen og Heri Joensen. Ungdómsgudstænastan vendir sær á ein serligan hátt til konfirmantarnar, sum nú ganga at lesa í Suð- urstreymi, og øll tey, sum seinastu árini eru konfirmerað. Men øll eru kortini vælkomin. sb. "Sound og Glory" fer at seta sín dám á ungdómsgudstænastuna í morgin Stór og smá uppá tá "Stór og smá, fríðkið Vág" Mynd: D. Olsen Leygardagurin stóð í ruddingartekninum í Vági. Undir heitinum "Stór og smá, fríðkið Vág", varð farið til verka FRÍÐKAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ein liður í Menningarætl- an fyri Vág er, at Vágur skal verða reinasta bygd innan fá ár. Fleiri verkætl- anir eru í Vági í løtuni; skapandi spírar við fleiri spírum á ymsum økjum, og annað er ein umfatandi menningarætlan. Stór og smá, fríðkið Vág Ein bólkur hevur tikið við og tikið sær um reiggj og veruliga sett ferð á innan umhvørvisøkið. Leygar- dagurin 7. mai var róptur ruddingardagur í Vági og hesin byrjaði við kaffi- stund í Framtíðini, har eini 100 fólk møttu. Lítil kapping var um eitt heitið til tiltakið og skaldið "NePtuN" vann við rópinum: "Stór og smá, fríðkið Vág!" Avgjørt varð, at hvør ruddaði í sínum býlingi, og annars hjálpti, har hjalp nýttist. Góðveðrið henda dag, avbrotið av stuttum ælum, gjørdi dagin til eitt reint uplivilsi hjá stórum og smáum í nýggja føroyska várinum.