Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Fólk leggjast afturat allatíðina, og tað vísir seg, at tað at lesa tíðindi er ordiliga interessant, sigur leiðarin av marknað- arstápinum á Føroya um nýggju tænastuna Flags hjá Føroya Tele FLAGS Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Hví eitur tað Flags? – Lýsingardeildin fekk til uppgávu at finna navn til nýggju tænastu okkara. At flagsa merkir at fara á flog. Tað kann so seta tankarnar í gongd; at mann er fríur, tá mann fær informatiónirnar, sigur Jónhild Rasmussen, leiðari av marknaðarstápin- um á Føroya Tele. Nýggja fartelefontæn- astan gevur brúkaranum at- gongd til ein part av alnótini gjøgnum fartele- fonina. Um tú hevur eina GPRS- ella EDGE-telefon - sum tey flestu hava – so kanst tú fáa Flags frá Føroya Tele. – Flags er ein serlig inter- net-síða til fartelefonir, har tú finnur eitt hav av infor- matiónum. Alt frá tíðindum á Portalinum til telduopst. Tú kanst fara inn á nummar.fo, og tú kanst eisini síggja vevmyndir. Harumframt kanst tú fara inn á ymsar danskar tíð- indasíður, til dømis Jyl- lands-Posten, Børsen, og Berlingske Tidende. Hesar er allar serligar internetsíð- ur, sum er tilgjørdar fartele- fonina, sigur Jónhild Ras- mussen. Annað enn bert tos Jónhild Rasmussen sigur, at nú hevur tú alt beinleiðis á telefonini. – Tú kanst brúka fartele- fonina til annað enn at tosa í. Tú brúkar hana meira sum eitt informatiónstól, sigur Jónhild Rasmussen, marknaðarleiðari á Føroya Tele. Hon sigur, at so við og við fara fleiri Flags-tæn- astur at koma. Enn ber til dømis ikki til at chatta við Flags, men Jónhild Ras- mussen arbeiðir við møgu- leikanum. – Tú kanst fara inn á Yahoo og post.olivant, og vit ar- beiða eisini við at fáa MSN, sigur Jónhild Rasmussen. – Eisini er møguligt at stytta sær um stundir við Flags, har tú kanst spæla fyrsta føroyska fartelefon- spælið ULPA, sum er ment saman við føroysku KT- fyritøkuni Simprentis. Ulpa er ikki bert tað fyrsta før- oyska fartelefonspælið, men er eisini heimsins fyrsta fleirbrúkara virkis- spæl til fartelefonir. Í spæl- inum ert tú eitt virki, sum setur saman ulpu-figurar í samstarvi og kapping við hini, sum eru við. Málið er at fáa so stórt yvirskot sum møguligt, sigur Jónhild Rasmussen. 25 krónur per megabyte Tað er ókeypis at stovna Flags, men tað kostar at brúka. 25 krónur per megabyte er kostnaðurin. Hetta svarar til umleið 40 vanligar teldupostar við teksti, ella einar 50 til 100 greinar á Portalinum. Soleiðis gert tú Møguleikarnir eru tveir í tali. Tú kanst senda eini SMS-boð til 1441 við tekstinum »flags,« og so fært tú uppsetingina send- andi. Tú kanst eisini fara inn á heimasíðuna hjá Føroya Tele og seta tað upp tann vegin. – Men hetta krevur, at tú hevur eina GPRS-telefon ella EDGE-telefon. Hevur tú eina Edge-telefon, so koyrir sambandið skjótari. Ein rúgva av fólki hava meldað seg til longu nú. Tað vísir seg, at tað at lesa tíðindi er ordiliga interess- ant, sigur Jónhild Rasmuss- en, marknaðarleiðari á Før- oya Tele. Nr. 87 - 11. mai 2005 7 Fyri nøkrum vikum síðani varð ein hýruvognsfør- ari í Havn hóttur við knívi. Nú er aftur eitt líknandi mál meldað til løgregluna POLITIMÁL Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Næstseinasta sunnu- dag var galið við Hvítanes. Sosialurin frættir frá ónevndari keldu innan hýruvognsumhvørvið í Havn, at ein kundi vildi ikki gjalda, tá túrurin var liðugur. Førarin biður mannin fara úr bilinum, men tá rykkir kundin í hondbremsuna, og kvinnuligi hýruvogns- førarin megnar ikki at fáa hondbremsuna niðuraftur og sleppur tískil ikki avstað. Maðurin situr fram- vegis í bilinum. Førarin roynir nú at kalla á støðina, og tað eydnast. Maðurin, sum ikki er vælsintur, vil vita hvat hon ger. Hann skræðir síðani sendaran í bilinum av. Síðani tekur hann í hárið á henni og ristur hana aftur og fram. Kvinnan er sjokerað, men meldar ikki málið. Nú hevur felagið hjá hýruvognsførarum meldað tilburðin til løgregluna. Kristina Christiansen, virkandi støðleiðari á løgreglu- støðini í Havn, sigur, at avhoyringar eru í málinum í hesum døg- aum. Meira fær hon ikki sagt. Risti í høvdið á kvinnuni Føroya Tele flagsar – Skjótleikin av Flags er treytaður av hvørjari telefon tú hevur. Um tú hevur eina EDGE-telefon, sum er ein víðarimenning av GPRS, so koyrir tað nógv skjótari, sigur Jónhild Rasmussen, leiðari av marknaðarstápinum á Føroya Tele. Tann bíligasta GPRS- telefonin, har tú kanst nýta Flags, kostar 1.099 kr. Tann bílígasta EDGE-telefonin kostar 1.499 kr.