Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 87 - 11. mai 2005 Terji minti um barnaløtuna, Eyð- un var fjákuttur meðan Uni var sannførdi. So ber- søgin er ummæl- arin hjá donsku tónleikaheimasíðu ni Lydhør, í um- mæli av prixbólk- unum PRIX Niels Uni Dam Ummælarin var ein av teimum, sum var dómari í Prix Føroyar finaluni. Og tað er ikki við mýk- indum, at hann ummæl- ur okkara fremstu før- oysku bólkar. Tónlistarliga heldur hann Terja Rasmussen Band verða væl fyri. Tónleikin kallar hann meturvøru popp, og heldur at Terji við einum donskum lagi, hevði verið eitt gott boð uppá ein Melodi Grandprix vinnara. Men handverkarar- klæðini og stigan hjá Terja, hevur hann ikki skilt. Hann samanberð pallframførsluna við barnaløtuna. Hann held- ur, at tað er láturligt, at topproffesionellir tón- leikarar, megna at finna uppá eitt so vánaligt show. Eyðun Nolsøe og Showmenn fáa av grov- fílini. Lagið, ”Strúka skjótt framvið” verður rópt søtsuppa, og um- mælarin heldur, at man eitt sindur ov tíðiliga hoyrir, at lagið ”Easy” hevur verið íblásturs- kelda. Hann sigur seg ikki vera imponeraðan. Annað lag heldur hann vera eitt sindur betri, meira útvarpsvinarligt, við íblástri úr enskum rokki. Lagið »So nógvar røddir« heldur ummæl- arin vera fjákutt. Hóast hann skilur, at hetta er aftursvar til kritikkin av, at teir gomlu luttaka. Go Go Blues, fáa rættuliga góð orð við á vegnum. Ummælarin skrivar, at bólkurin spælir sannførandi, og at teir eru tann av bólkun- um, sum hevur tað mest altjóða ljóðið. Men hann ivast í, um bólkurin fer at megna at gera seg galdandi á altjóða pall- inum. Tí teirra blues- poppur er dekan ov neu- tralur. Ummælið er at finna á heimasíðuni: www.lydhoer.dk Tað tyktist láturligt Ein av Føroya best umtóktu dansibólk- um Fluffy Toys gavst leygarkvøldið. Bólk- urin hevur seinastu árini verið millum virknastu bólkar í landinum FARVÆL Niels Uni Dam Við sínum blandi av dansi- vinarligum tónleiki, 70’ára rokki og langhærda garr- villa sangara, hava teir spælt seg beint inn í hjørt- uni á føroyingum. Eg setti meg í Snar og koyrdi til Fuglafjarðar fyri at hoyra og síggja hvussu ein dino- saurus doyr. Tað er synd at siga, at nógv fólk vóru í Mentanar- húsinum í Fuglafirði leyg- arkvøldið og søgdu farvæl við Fluffy Toys. Men tey sum vóru har, dansaðu og svingaðu, sum ongantíð fyrr, tá bólkurin leveraði vøruna. Men heldur ikki nógv meira enn tað, í øllum førum ikki fyrstu løtuna.. Fyrsta settið hjá bólkinum, var væl spælt og koyrdi stak væl. Uttan tó ordiliga at fara á flog. Tað tyktist, sum um bólkurin spældi væl, og sangarin sang væl, men ikki heilt saman. Kemiin manglaði á onkran hátt. Hetta kemst kanska av, at tað er langt síðan teir allir seinast spældu saman. Meðan allir uttan sangarin júst hava luttikið í prixnum undir navninum EGR2PLZ. Løgini vóru melodisk rok- kløg, har var alt frá Beatles, til Gary Moore, Deep Purple og Breakfast at Tiffanys, dansivinarligur syngið við tónleikur fyri rokkelskarar. Nøgdsemi var stórt millum áhoyrarnar, og dansiprosenti var sera, sera høgt. Men sum heild tyktist bólkurin mettur. Sum um hetta síðsta kvøldið bara skuldi avgreiðast. Aftan á nógv ár saman, hevði eg vænta at løtan fór at verða meira sorgblíð. Dino- saurusurin tyktist bara at bíða eftir deyðanum. Ikki tí, at teir spældu illa. Teir spældu knasandi væl. Men okkurt manglaði. Kanska var tað kenslan av at spæla næstseinasta settið saman nakrantíð, sum var løgin. Eg veit ikki. Men okkurt hendi í steðginum. Seinna sett varð nógv betur. Bólkurin virk- aði meira tendraður, sum um teir vildu njóta hesa síðstu løtuna saman. Alt koyrdi bara eitt vet betur. Tað tyktist sum um teir funnu saman í eini hægri eind. Røddin hjá Einar byrjaði tó tíðiliga í settinum, at ganga fyri. Men hann kom í gongd aftur, og sang bólkin í gjøgnum ”The wall” fram til tann stóra endan, sum varð fyrst “Summer of 69” og síðan “We’re not gonna take it”. Í seinasta lagnum varð tað rokk’n’roll fyri allar pengarnar, við gittar fektan, og trummusláðara sum stóð uppi á stólinum. Fluffy Toys vórðu lagdir í grøvina. Men við pallin stóðu ungir menn, og róptu umaftur, umaftur og umaftur. Men eingin kom. Fluffy Toys vóru søga. Spurningurin er so, um hetta var endin á 70’ára rokki her á klettunum. Ella um EGR2PLZ, sum er Fluffy Toys minus sangaran pluss Jóan Petur Andreas- sen á Hammond, megna at lyfta arvin, ella um teir tíma at lyfta arvin. Alt hetta fer tíðin at vísa. Í sambandi við Atlantic Music Event, skipaði Mentanarhúsið í Fugla- firði fyri eini konsert, har bólkar, sum ikki komu í Prix finaluna sluppu at spæla fyri út- lendsku gestunum. Bólkarnir Braquet, Sic, Paradox, Direct Level og Side Effect luttóku. Eis- ini vóru Prixvinnararnir 2003, Gestir við. Ummælarin hjá donsku tónleikaheima- síðuni Lydhør var á kon- sertini og ummælir tiltakið á www.lydhoer.dk Hann heldur, at tann einasti av hesum bólk- um, sum kundi klára seg uttanlands er Gestir. Hinir bólkarnir eru ikki klárir enn, hóast teir spæla væl. Hann heldur tó Para- dox vera rættuliga for- vitnisligar, og skrivar, at teir kanska við sínum unga aldri kundu verðið eitt hitt. Hinir bólkarnir fáa eisini góð orð, allir uttan Side Effect, har hann bersøgið sigur: At hóast bólkurin spælir: “en hård omgang Prodigy- techno-rock med svul- stige sirenetoner på halvtung konventionel rock”, so var sangarin so elendigur, at tað var syrgiligt. -NuD Sangarin var elendigur Tá ein dinosaurus doyr Teir spældu knasandi væl. Men okkurt manglaði. Kanska var tað kenslan av at spæla næstseinasta settið saman nakrantíð, sum var løgin. Eg veit ikki Í seinasta lagnum varð tað rokk’n’roll fyri allar pengarnar, við gittar fektan, og trummusláðara sum stóð uppi á stólinum