mikudagur 11. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 87 - 11. mai 2005
Ja, góða Maud. Nú er eitt sindur
fráliðið, síðani tú fór. Saknurin er
stórur, og tað tykist so tómt rundan
um okkum. Sjálvt um tú var nógv í
Danmark, so ringdi tú ofta, og gott
var at hoyra málið í tær.
Væl dámdi tær at binda. Tú
plagdi at sita við stovuvindeygað
og binda, meðan prátið gekk. Vit
øll sakna at hoyra málið í tær. Tú
var so fyrikomandi og glað. Tú tos-
aði við øll, tú møtti á vegnum, og
av tí sama kendi tú nógv fólk.
Tað eru longu nøkur ár síðani tú
kom til Leirvíkar. Tá vistu vit ikki,
at tú var sjúk. Tú var so frísk og
røsk. Tú greiddi okkum frá, at tú
hevði eina hjartasjúku og at tú tók
heilivág fyri hana. Um tú ikki hevði
sagt okkum um sjúkuna, høvdu vit
ikki vitað av, at tú var sjúk, tí tað
sást ikki á tær.
Tú gekk í skúla við Áir og tók
FHS, har møttust tú og Pauli. Eftir
lokna útbúgving fór tú til Havnar á
Landsskjalasavnið at arbeiða. Har
var tú eina tíð. Síðan fór tú í læru
hjá Thomas Dam á Hálsi. Tú bleiv
ikki liðug at læra, tí tú gjørdist sjúk.
Hetta var eftir, at tit høvdu mist
Synnøvu.
Orsakað av sjúku mátti tú halda
uppat at læra. Sjúkan gjørdist meira
álvarsom, og tú var longri og longri
niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Tú og
Pauli høvdu Hotel Tórshavn sum
eitt annað heim. Hóast álvarsama
sjúku var tú positiv og glað. Tað var
tú, sum royndi at ugga okkum
heima í Føroyum.
Tú var á bíðilista at fáa eitt nýtt
hjarta. Tú visti alt um sjúkuna og
hvat, ið henda skuldi, tá tú skuldi
undir skurð at fáa nýtt hjarta. Tú
greiddi okkum frá hesum og tóktist
ikki vera bangin fyri skurðvið-
gerðini.
Men so langt kom tú ikki. Tú
bleiv so brádliga tikin frá okkum.
Høvdu akkurát verið í Streymnesi
fyri at ynskja tær og Paula góða
ferð niður til Danmarkar. Morgunin
eftir blivu vit vakt av telefonini, tað
var pápi tín, sum segði, at tú var
farin suður á sjúkrahúsið og at illa
stóð til. Bert hálvan tíma seinni
ringdi Pauli, tá var tú longu farin.
Hóast vit vistu, at tú var sjúk, kom
tað óvart á okkum. Vit duga ikki at
skilja, hví tú skuldi verða tikin frá
okkum. Men tað er bert ein, sum
ræður yvir deyðanum og honum
tørvaði teg.
Tankar okkara leita til tykkum,
sum eftir sita: Paula, Jógvan,
Stefani, Ólav og Joan, sum hava
mist eina góða gentu, dóttur og
systur. Harrin má styrkja tykkum í
sorg tykkara.
Góða Maud, takk fyri alt.
Vit vilja við hesum lýsa frið yvir
minnið um Maud.
Kristbjørg og Tóra við familju
Jóh. 13,7:
Jesus svaraði og segði við hann:
»Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú;
men seinni skalt tú skilja tað«.
Minningarorð um
Maud Sonju Justinussen
Streymnes
24. juni 1972 – 30. januar 2005
Leygardagin, 14. mai fyllir
Eyðun Jacobsen, Glyvrar
50 ár.
Eyðun er føddur og upp-
vaksin í Klaksvík og er
sonur Kristinu og Rasmus
Jacobsen. Hann eigur tvey
eldri syskin, Ásbjørg og
Steinbjørn.
Eftir lokna skúlagongd
fór Eyðun í læru sum bygn-
ingsmálari og bleiv út-
lærdur í 1975, tá hann flutti
í Eysturoynna at búgva og
giftist við Dinnu Nónklett
úr Lamba. Tey fingu tríggj-
ar døtrar, Birgit, Kristina
og Heidi. Hann eigur 2
abbasynir, Filip næstan 2 ár
og Aron 7 mánaðir.
Í 1983 flutti familjan til
Danmarkar, og búðu tey
har í 17 ár, til tey fluttu
heimaftur í 2000. Í Dan-
mark arbeiddi hann fleiri ár
nógv við útvarp og ferðað-
ist nógv um landið við
sínum sangi og tónleiki.
Tað sum hevur sermerkt
lívið hjá Eyðun, líka síðani
hann var ein smádrongur,
er sangur og tónleikur.
Hann byrjaði tíðliga at
klimpra uppá gittarin og
var við í ymiskum so-
kallaðum "kjallaraorkestr-
um" í Klaksvík.
Hann hevði sín upp-
vøkstur í brøðrasamkom-
uni í Klaksvík, og var eisini
virkin í sang og tónleikalív-
inum har.
Hann hevur verið við á
fleiri
tónleikaútgávum,
bæði sum tónleikari, so-
listur og kórsangari, og er
enn ein sera virkin sang- og
tónleikari. Hetta hevur eis-
ini smittað av uppá døtur-
nar hjá honum, sum allar
eru virknar innan sang-
lívið.
Í dag er Eyðun sera virk-
in í sang- og tónleikatæn-
astuni í Kelduni Skálafirði.
Vit ynskja tillukku og
Harrans signing.
Føðingardagurin verður
hildin fríggjakvøldið 13.
mai kl 19.30 í Kelduni,
Skálafirði.
Eyðun Jacobsen 50 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Teir bygdu Christianskirkjuna
Myndin er tikin av teimum monnunum, sum vóru við til at byggja Christianskirkjuna í Klaksvík.
Kirkjan varð reist hin 11. juli 1962.
Veitst tú, hvør er á myndini, so ber til at siga frá um hetta á tlf. 314678.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsiskan hátt
sýndu samkenslu og hálpsemi, tá kæra, elskaða
kona, mamma, vermamma, omma, systir og
svigarinna okkara
Hady A. Næs
f.Vest
doyði og fór til gravar.
Tøkk til Una, prest, og øll tykkum, ið komu í
kapelli í Havn.
Tøkk til tykkum, ið tóku ímóti okkum á Drellnesi,
og heima við hús um kvøldið, tá ið vit komu
suður.
Tøkk til heimahjálpararnar, ið vóru so væl um
hana, meðan hon lá óhjálpin.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar,
gravarar og organist.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávu til
Hvalbiar Missiónshús.
Hjartans tøkk til tykkum, sum veittu stóra og
avbera góða hjálp við ervinum, og øll tit, ið á
ymiskan hátt vóru um okkum.
Tøkk til Ólav, prest, fyri troystarík orð, og tøkk til
tykkum øll, ið fylgu konu og mammu okkara til
hennara seinasta hvíldarstað, tøkk øll somul.
Vegna familjuna
Manne,
Sigrun, Maud, Ingun, Nita og Magnar Haldur