mikudagur 11. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag, mikudagin 11. mai,
fyllir Jóhan Vang í Havn 60
ár. Jóhan hevur í mong ár
verið handilsmaður í høv-
uðsstaðnum.
Foreldrini hjá Jóhan vóru
Jóhanna ella Diddan, sum
hon varð nevnd, og Niels
Vang. Hon var úr Skemm-
uni í Porkeri, og hann var úr
Gørðum í Kaldbak. Diddan
og Niels Vang fingu tveir
synir. Óli, sum eisini býr í
Havnini, er sjey ár eldri enn
Jóhan.
Óli var føddur í Klaks-
vík, og Jóhan var føddur
nakrar mánaðir eftir, at tey
vóru flutt til Havnar at
búgva. Í Klaksvík búði
Niels Vang í trettan ár, og tá
ið hann giftist við Didduni,
bygdu tey húsini, sum
standa dygst norðanfyri
Ósáskúlan. Niels arbeiddi í
trý ár hjá Kal, og í tíggju ár
var hann fyristøðumaður í
krambúðini hjá Kjølbro á
Biskupsstøð.
Í Havnini bygdu tey fyrst
húsini úti í Grønlandi, sum
Sigurð Joensen, sakførari,
seinni átti. Niels Vang var
handilsmaður í Havnini.
Hann arbeiddi fyrst hjá
Mariu Poulsen, sum hann
átti saman við øðrum.
Síðani fór hann í holtur við
matvøruhandil á Ingetrøð.
Har leigaði hann kjallara til
handil, og síðani keypti
hann grannahúsini, sum
familjan fyrrapartin av
fimti árunum búsettist í.
Tá ið Jóhan var liðugur
við realskúlan, fór hann at
hjálpa pápanum, og síðani
hevur hann mest sum alla
tíðina verið handilsmaður.
Eitt ár í seksti árunum var
hann á handilsskúla í Keyp-
mannahavn.
Jóhan gekk undan, tá ið
krambúðin hjá Niels Vang
fyri einum 35 árum síðani
bygdi nýggjan bygning á
grundøkinum, har handilin
og sethúsini høvdu verið,
og í hølunum, sum eru
aftanfyri Auto, høvdu teir í
sjeyti árunum ein tann
størsta matvøruhandilin í
høvuðsstaðnum.
Tá ið handilsmynstrið
broyttist nógv í Havnini,
gavst Jóhan við matvøru-
handlinum. Eitt skifti hevði
hann barnaútgerð, men so
fóru hann og konan í holtur
við barnaklædnahandilin,
sum tey nevndu Daddan.
Eina tíð vóru tey í SMS. So
vóru tey aftur á Ingetrøð,
og nú hava tey í fleiri ár
havt stóran og kanska tann
størsta barnaklædnahandil-
in í landinum uppi á Hálsi.
Jóhan luttók í nevndarar-
beiðnum í Havnar Detail-
handlarafelag, og hann var
eisini í fleiri ár nevndar-
limur í Havnar Framburðs-
felag, sum er valfelagið hjá
Fólkaflokkinum í Suður-
streymi. Í 1972 var hann
uppstillaður til býráðsvalið.
Honum restaði eina at-
kvøðu í at verða valdur. Jó-
han var okkurt skifti í
býráðnum sum eykamaður,
men í 1976 stillaði hann
ikki uppaftur.
Í eina fjórðingsøld vóru
Jóhan og konan í sang-
kórinum í Ebenezer, har
Jóhan eisini var sunnudags-
skúlalærari í upp móti
tredivu árum.
Jóhan Vang giftist í 1970
við Honnu í Túni av Toft-
um. Tey bygdu í Stoffalág,
har tey framvegis búgva í
hugnaligum heimi, sum
altíð hevur verið eyðkent av
stórum gestablídni.
Hanna og Jóhan eiga
fimm børn: Niels, føddur í
1971, er giftur við Miriam,
sum er dóttur Jonnu og
Hans Sivertsen í Nuuk. Tey
búgva í Eysturgrønlandi,
har tey eru trúboðarar. Júst,
sum er føddur í 1973, ar-
beiðir hjá Statoil. Hann er
giftur við Katrin, sum er
ættað úr Vatnsoyrum. Eva,
sum er fødd í 1977, er gift
við Jákupi Klein úr Vatns-
oyrum. Tey búgva í Havn-
ini, og Eva er pedagog.
Maria, sum er fødd í 1979,
er í Keypmannahavn, har
hon lærir til fysioterapeut.
Rebekka, sum er fødd í
1987, býr heima hjá for-
eldrunum, og hon gongur í
Hoydølum. Jóhan eigur
sjey
abbabørn
-
tveir
dreingir og fimm gentur.
60 ára føðingardagin er
Jóhan burturstaddur.
Jóhan Vang 60 ár
Hon hevði ikki fylt 35 ár, tá
hon settist í formansstólin í
Føroya Arbeiðarafelag, og
har hevur hon sitið síðani.
Uttan tá hon hevur staðið
úti á barrikadunum, og tað
er ikki so sjáldan.
Mikudagin 11. mai fyllir
hon 60, Ingeborg Vinther.
Hon varð fødd í Vági í
1945, dóttir Mariu Jacob-
sen av Glyvrum og Meinar
Joensen úr Vági, og hon er
gift við Andru Vinther.
Hon arbeiddi sum flaka-
kvinna í Føroyum og Ís-
landi 1964-84. Síðani fekk
hon sær útbúgving í skip-
anarleiðslu á Arbeiðarahá-
skúlanum í Danmark árini
1978-82. Haraftrat fekk
hon sær ped. útbúgving
sum skeiðsleiðari á Kyst-
gården í 1982.
Eisini hevur hon verið
uppi í politikki. Hon var ein
av
fakfelagsleiðarunum,
sum stillaðu upp fyri
Verkamannafylkingina
í
1994 og varð vald sum
tingkvinna
fyri
Suður-
oynna. Hon var í tinginum í
4 ár, men tað kom vátt í
reiðrið millum hana og hin
sterka fakfelagsleiðaran,
Óla Jacobsen, við tí av-
leiðing, at Verkamanna-
fylkingin klovnaði. Hvørki
teirra stillaði uppaftur á
valinum í 1998.
Kendast er Ingeborg sum
fakfelagsleiðari. Fakfelags-
arbeiði var henni ikki ókun-
nugt, tí pápin var nevndar-
limur í Føroya Arbeiðara-
felag í 10 ár. Hon kom í
nevndina fyri Føroya Ar-
beiðarafelag í 1977, meðan
Johannes Olsen úr Sanda-
vági framvegis var for-
maður. Longu 3 ár seinni, í
1980, varð hon vald til for-
mann.
Tað merkti eitt skifti í
fakfelagspolitikkinum hjá
Føroya Arbeiðarafelag. Jo-
hannes Olsen var spakur
maður, sum fekk nýggjar
sáttmálar í lag uttan stór-
vegis hóvasták ella verk-
fall. Ingeborg var meira
braneggjað og stýrdi við
harðari hond. Tað man hava
verið væl dámt í felagnum,
tí øll hesi árini, hon hevur
verið formaður - 25 ár fyri
kortum - hevur ongin still-
að upp ímóti henni, tá for-
mansval hevur verið.
Umsitingin er vaksin í
hennara tíð. Tá hon tók við,
vóru tvey fólk í starvi á
skrivstovuni, sum hevði
opið tvær ferðir um vikuna.
Nú eru 4 fulltíðarstørv, og
skrivstovan er opin hvønn
dag. Nevndarfundir plagdu
at vera tvær ferðir um árið,
nú er fundur hvønn mánað
ella oftari.
Í samrøðu við Sosialin
fyri stuttum segði Ingeborg
Vinther, at nú tekur felagið
sær eisini av øðrum enn
løn, eitt nú sosialum skip-
anum, trygd og trivnaði á
arbeiðsplássinum.
Sam-
skiftið við fakfeløg úti í
heiminum er nógv vaksið,
og Ingeborg Vinther og
onnur ferðast nógv fyri
Føroya Arbeiðarafelag.
Konufólk fingu fulla løn,
tá tey vóru fylt 16, mann-
fólk tá tey vóru fylt 17,
men mannfólk fingu meira
um tíman. Spurningurin
varð tikin upp í 1977, tá
Ingeborg leiddi samráðing-
arnar fyrstu ferð. Tað end-
aði við, at partarnir góð-
tóku eitt semingsuppskot
frá Jógvani Sundstein um,
at eftir fýra árum skuldu
konufólk fáa somu løn sum
mannfólk, og samstundis
skuldi aldurin fyri, nær tey
fingu fulla løn, hækkast til
17 ár.
Mong verkføll hava ver-
ið, meðan Ingeborg hevur
verið formaður. Sjálv sigur
hon, at tað harðasta verk-
fallið var í 1987. Tað vardi í
3 vikur.
Sum formaður í Føroya
Arbeiðarafelag hevur Inge-
borg Vinther eisini havt
onnur álitisstørv, millum
annað sum limur í umsjón-
arráðnum
fyri
Lands-
bankan.
Ingeborg Vinther 60
Kunnað verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri
Jørgen Kreisø
andaðist í heiminum 2. mai, 50 ára gamal.
Farið verður frá heiminum á Falster Aastrupvej 51,
4850 Stubbekøbing, 14. mai kl. 12.00.
Verður jarðaður á Assistens Kirkegaard
í Keypmannahavn kl. 13.45.
Familjunnar vegna
Natascha
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi
og abbi okkara
Jákup Pauli Georg Joensen
Hvalvík
Vanliga nevndur Palli
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk til Bergur Joensen, prest, fyri vøkur og
troystarrík orð í kapellinum
og til Marjun Bech, prest, í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og
Theodor Petersen.
Takk til starvsfólkið á G4 á Landssjúkrahúsinum.
Takk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
ervið.
Takk fyri kransar, blómur og gávur til G4, og takk
til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Kona og børnini við familju
Tøkk
Hjartaliga takk fyri vístan heiður á mínum
65 ára føðingardegi 24. apríl 2005. Takk
fyri heilsur, blómur og gávur.
Eisini takk fyri gávur til merkisdagin
1. apríl og øll tit mongu, ið vóru inni og
heilsaðu uppá.
Heilsan
Solveig Nolsøe Johansen, Vágur
Dagurin
11. mai, Mamertus, deyður í 475. Biskupur í
Suðurfraklandi; tikin av døgum.