mikudagur 11. mai 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
15
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Bústovnurin og Sambýli á Rúnarvegi
620 Runavík
Pedagogur
til Rúnarveg
Innan Heimarøktina og Serforsorgina, og stovnar
undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum og Sam-
býlinum á Rúnarvegi í Runavík, er eitt pedagog-
starv leyst til setan 15. juni 2005 ella eftir nærri
avtalu.
Talan er um eitt tænastumannastarv. Løn og setan-
artreytir vera eftir sáttmálanum millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønarstigini 24-
33 eftir lønartalvu frá 01.10.04
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður í
skiftandi vaktum, tvs. tað eru dag, kvøld og náttar-
vaktir. Eisini verður arbeitt í vikuskiftum og á ser-
støkum halgidøgum.
Dentur verður lagdur á, at tann sum settur
verður, er áhugaður í at luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan.
Harafturat er neyðugt at arbeiða sjálvstøðugt
og at samstarva við onnur.
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið á Líknagøtu 1 í
Saltangará, ið er undir somu leiðslu sum Bústovn-
urin og Sambýli á Rúnarvegi. Tí kann tann setti
eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um tørvur
gerst á hesum.
Bert umsøkjarar, sum hava lokið eina námsfrøðiliga
útbúgving vera settir í starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 226121.
Umsóknarfreistin er 10. juni kl. 12.00 2005 og skulu
umsóknirnar sendast til:
Bústovnin á Rúnarvegi
Att: Leiðarin
Rúnarvegur 6
Fo - 620 Runavík
Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 17 frá 6. mars 2002
um adressur, er adressuskráin fyri Vestmanna
góðkend.
Skráin er almenn og tøk á www.matrikul.fo.
Landsadressuskráin
Boks 327
Tlf. 357900 - Faz 357901
FO-110 Tórshavn
www.matrikul.fo - post@matrikul.fo
Adressur í
Vestmanna
Stevningsmaður
Eitt starv sum stevningsmaður fyri Norðoyggjar er
leyst at søkja frá 1. august 2005.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært kunngerð
nr. 255 frá Justitsministeriet frá 11. apríl 2005.
Umsóknir skulu vera dómaraskrivstovuni í hendi í
seinasta lagi 5. juni 2005.
Sorinskrivarin í Føroyum
tann 6. mai 2005
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarða Kommunu verður við hesum
arbeiðið í sambandi við gerð av útstykking á
Kambsdali, boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir í stuttum um gerð av einum 40 m.
longum vegi,600 m2 felagsøki og byggibúning av 8
grundstykkjum.
Lisitatiónin verður á kommunuskrivstovuni í Fugla-
firði fríggjadagin 20. mai 2005 kl. 13.30.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast til í seinasta lagi
fríggjadagin 13. mai kl. 10.00 við at gjalda kr. 5000,-
í veðhaldi á konto nr.6460-1657404 í Føroya Banka.
Veðhaldið verður afturgoldið,um útbjóðingartilfar-
ið verður aftursent í seinasta lagi eina viku eftir
lisitatiónina.
sp/f Teknistovan
v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen
ráðg. Byggifrøðingar
FO- 510 Gøta
tel: 44 21 05 · fax: 44 21 07
email: klement@post.olivant.fo
Handilslærlingur
Vit sóknast eftir lærlingi til HVS deildina hjá
P/F Mariu Poulsen, Smyrilsvegur 8.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi yrki, við dagligum
avbjóðingum og góðum arbeiðsumhvørvi.
FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum lærlingur í
handilsvinnuni.
Vit vænta at tú ert røsk/raskur, fyrikomandi og
von/vanur við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein
fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella útbúgv-
ingar innan handilsvinnuna, men hetta er ikki ein
treyt.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er,
fríggjadagin 10. juni 2005.
Eru spurningar eru tygum altíð vælkomin at ringja
tlf. 312000.
Box 182
FO-110 Tórshavn