Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 87 - 11. mai 2005 Í 1989 fór Poul Schluter og stjórn hansara frá, orsakað av sokallaðu Tamil- málinum. Í Fiski- málaráðnum hevur eitt mál ligið eina tið, ið minnir um Tamil- málið TINGHELLUKRONIKK Ólavur Waag Høgnesen Politiska og fyrisitingarliga skipanin hevði í farnu viku høvi vil at møta einum av royndastu og dugnaligastu politikarunum í danskari søgu, fyrrverandi forsætis- ráðharranum, Poul Schlüt- er. Tá ið Schluter og stjórn hansara við honum legði frá sær, so var tað, orsakað av tí sokallaða Tamil-mál- inum, ein bumba, ið løg- málaráðharrin Erik Ninn- Hansen hevði lagt undir stjórnina. Erik Ninn-Hansen mátti standa skúlarætt yvirfyri trimum instansum umframt Fólkatinginum: Fólkating- sins Umboðsmanni, einum kanningarrætti og at enda ríkisrættinum. Málið fekk eisini avleiðingar fyri fleiri av embætisfólkunum. Tamil-málið snúði seg um, at Ninn-Hansen bað fyri- sitingina lata vera við at avgreiða umsóknir um familjusamanføring av útlendingum. Innan løgfrøðina verður skilt millum tvey sløg av dráli, sambært Poul Ander- sen, ein av teimum stóru í danskari løgfrøði, sum í 1965 skrivaði greinina "Forsinkelse í den offent- lige forvaltning": 1. Simpult drál: Tá er talan um forsømilsi og vænt- andi eftirlit, heldur enn tilætlað drál 2. Kvalifiserað drál: Tá er talan um tilætlað drál, har fyrisitingin leggur seg eftir at fremja eitt ólógligt endamál (`magtfordrejning') Sum dømi um tilætlað drál nevnir Poul Andersen, at "myndugleikin [við at drála] heldur seg fáa møguleika fyri eini avgerð, sum hann ynskir sær, við eini lógarbroyting ella ein- ari broyting av faktiskum viðurskiftum". Hettar at fyrisitingin brúkar sína maktstøðu til at fremja eitt ólógligt endamál, verður eisini rópt `magtfordrej- ning'. Í Fiskimálaráðnum hevur eitt mál spøkt í rúma tíð, tað sokallaða Thomas Ny- gaard-málið. Skipið er ræð- isavmarkað (hevur einki veiðiloyvi); tað hevur eig- arin søkt um at fáa. Mangt er, sum bendir á, at Fiski- málaráðið satsar uppá, at tað við at drála fær tikið ta avgerð, sum tað ynskir sær, tí fyrsta dagin kemur í gildi lógarbroyting, ið forðar fyri, at "Thomas Nygaard" kann fáa veiðiloyvi. Eg ein stóran ... Forsøgan er hendan. Fram til 2002 hevði lógin um vinnuligan fiskiskap eitt skott, sum segði, at tað bar ikki til at flyta dagar ella loyvi av skipum, minni enn 40 BRT yvir á skip, størri enn 40 BRT. Men línuskip- ini vildu hava fleiri fiski- dagar. Tað eydnaðist, tí í mars 2002 var 40 BRT- skottið tikið burtur. Av- leiðingin varð, at dastið av 20 tonsarunum varð keypt upp av línuskipunum. So hendi tað, at loyvir av útróðrarbátum vórðu løgd saman og flutt yvir á línuskip (Jógvan S og Skør- in, og fyri tað West Freezer o.a.). Tí varð strongt á politiska myndug-leikan um at fáa skott sett í aftur lógina, og 4. mars í ár legði Bjørn Kalsø uppskot um hetta fyri tingið. Sambært uppskotinum skal skott setast í aftur (110 tons), so tað ikki ber til at selja loyvir og dagar tvørtur um hettar mark. Men uppskotið er ikki lýst sum lóg; tað er samtykt við 2. viðgerð, og 3. viðgerð er sett at vera í dag. Tað er lítið at ivast í, at tað verður politiskt rok, fær "Thomas Nygaard" veiði- loyvi. Tí er hugsandi, at drála verður við at útskriva veiðiloyvi, líkamikið hvat galdandi reglur siga ... Spurningurin er, um Thomas Nygaard-málið er ein føroysk Tamil-bumba. Um so er, er taða so embætisverkið, sum hevur lagt hana undir Bjørn Kalsø? Ella hevur lands- stýrismaðurin lagt bumb- una undir samgonguna? Og veit løgmaður um bumb- una? Brestur hon ella verður hon demonterað í 12. tíma ...? Veiðiloyvið hvarv! Í heyst keypti Pf. Vest Trading í Vestmanna línu- skipið "Thomas Nygaard" við ongum veiðu- og fiski- loyvi. Felagið átti framm- anundan "Havbúgvan", ið er 307 rúmmetrar. Av tí at veiðiloyvi av "Norðfinni" (fyrr "Vesturleitið") var flutt yvir á "Havbúgvan", so var veiðiloyvi hjá Hav- búgvanum uppá 631 rúmmetrar. 21. januar søkir Pf. Vest Trading um at fáa loyvi av "Havbúgvanum" flutt yvir á "Thomas Ny- gaard", og tað skuldi verið lagamanni, eftirsum hann bert er 596 rúmmetrar. Men Fiskimálaráðið svarar meira enn tveir mánaðir seinni 0), av "Havbúgvin bara hevur ta fiskiorku, sum støddin á skipinum [307 rúmmetrar] gevur tí rætt til. Fiskiorkan frá øðrum veiðiloyvum, ið eru flutt á Havbúgvan, eru ikki málinum viðkomandi." Við øðrum orðum: Teir 324 nýggju rúmmetrarnir, ið eru fluttir av "Norðfinni" og yvir á "Havbúgvan" (og sum hava eitt virði uppá kanska 500-600.000 kr.) eru horvnir út í ta bláu luft! Eingin greinilig grundgev- ing er fyri tulkingini heldur. Hendan tulkingin av §8 stk. 2 er greitt í stríð við lógina og eisini við praksis frammanundan. T.d. var loyvi av einum skipi uppá 237 rúmmetrar flutt yvir á "Presttanga", ið var minni enn 200 rúmmetrar; men reiðariið fekk váttan fyri, at tað kundi fáa sær annað skip í staðin upp til 237 rúmmetrar. Sjálvandi ! Nýggja tulkingin hjá Fiski- málaráðnum er snøgt sagt høpisleys fyri tann, sum fæst við skiparakstur. Grundgevingin fyri nokt- andi svarinum heldur snøgt sagt ikki. Jørgen'sa lóg úr gildi? Síðani sendi felagið eina nýggja umsókn. Biðið var um, at loyvini av Havna- tindi og Reynir vórðu flutt yvir á "Norðfinn", og at loyvini av "Norðfinni" og "Havbúgvanum" síðani vórðu flutt yvir á Thomas Nygaard. Nevndu loyvi eru størri enn "Thomas Ny- gaard", so tann treytin er lokin. Enn hevur Fiski- málaráðið ikki svarað um- sóknini, men av munn- ligum samskifti skilst, at Fiskimálaráðið heldur uppá, at heimild er ikki fyri hesum. Grundgevingin er, at talan er um trý loyvir (Havbúgvin, Havnatindur og Reynir). §8 stk. 3 í lógini heimilar at tvey loyvir verða løgd saman, ikki fleiri. Hóast tingið í 1999 broytti lógina so- leiðis, at bert tvey loyvir kundu leggjast saman, so bleiv orðingin frá fyrsta degi umsitin eftir Jørgen'sa lóg ella lex Jørgen. Lands- stýrismaðurin Jørgen Niclasen staðfesti, at legði tú tvey loyvir saman, so vóru tey eitt, og einki var til hindurs fyri at leggja hetta nýggja loyvi saman við einum triðja loyvi. Hvørt heimild er fyri einum noktandi svari við teirri grundgeving, at talan er um fleiri enn tvey veiði- loyvir, skal ikki takast dagar í millum her. So mik- ið er í hvussu er greitt: Slíkar samanleggingar eru gjørdar í fleiri førum, eisini av sitandi landsstýris- manni. Tingið, ið hevur eftirlit við fyrisitingini av lógini, hevur ikki hildið seg havt orsøk fyri at reisa misálit ímóti fyrrverandi landsstýrismanninum, tíansheldur hesum. Fiski- málaráðið hevur eftir øllum at døma gjørt eina kúvend- ing í fyrisitingini av áset- ingini um samanlegging uttan nakra almenna kunn- ing sum helst. D-R-Á-L ... Fyri ikki at standa eftir við einum skipið uttan fiski- loyvi, so sendir Pf. Vest Trading eina nýggja um- sókn til Fiskimálaráðið. Søkt verður um, at loyvini av "Havbúgvanum" og "Gullborgini" verða flutt yvir á "Thomas Nygaard". Her er sostatt bert talan um tvey loyvi, og rúmmetra- talið ríkiligt. Men felagið hevur einki svar fingið. Kemur ein játtandi avgerð ikki í vikuni, so kann fyri- sitingin svara umsøkj- arnum, at nýggj lóg er komin í gildi, sum hevur við sær, at fyrisitingin noyðist at svara, at lógar- heimild er ikki fyri at geva "Thomas Nygaard" veiði- loyvi, tí veiðiloyvi av "Havbúgvanum" skal syft- ast yvir um 110 tons markið. Fleiri ábendingar eru um, at talan er um, at Fiski- málaráðið drálar við be- ráddum huga. Sum longu nevnt hevur Fiskimálaráðið meiri enn tveir mánaðir um at viðgera fyrstu umsókn- ina, og svarið er stuttorðað og uttan nakra veruliga grundgeving. Fiskimála- ráðið viðgongur beinleiðis, at tað hevur brúkt ov nógva tíð: "Vónandi bera tygum yvir at umsóknin nústani verður svarað", skrivar ráðið at enda í brævinum. Hettar skal samanhaldast við, at mál áður hava verið avgreidd uppá onga tíð at kalla (2-5 dagar). Í samrøðum í Sosialinum 3. og 23. februar sigur Bjørn Kalsø, landsstýris- maður, at hann ætlar sær at tálma ella steðga umsetilig- heitini, meðan ein arbeiðs- bólkur arbeiðir við at rudda upp í lógini. Hetta kann illa skiljast øðrvísi enn so, at Fiskimálaráðið ikki ætlar sær at avgreiða ella játta umsóknum, ið hava við sær samanleggingar, sum man politiskt ikki brýggjar seg um. Í brævi, dagfest 22. mars, har fyrsta umsóknin verður svarað noktandi, skrivar Fiskimálaráðið: "Til seinast skal verða víst á, at uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap í løtuni er til viðgerðar í løgtinginum (løgtingsmál nr. 88/2004). Uppskotið hevur m. a. tað mál, at tað frameftir ikki verður loyvt at f fyta veiðiloyvi ella fiski- dagar frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar størri enn 110 tons ella øvugt". Hetta er heilt burturvið: Hvat hevur eitt uppskot, sum ikki er sam- tykt og lýst sum lóg at gera við eitt mál, ið skal við- gerast eftir galdandi regl- um? Hetta kann illa lesast øðrvísi, enn eitt prei um, at umsøkjarin kann spara sær ómakin ... Stutt sagt: Fyrisitingin meldar time out og suspen- derar galdandi reglur til nýggjar eru samtyktar ...! Politikkur fram um rættartrygd? Tað er eingin ivi um, at tingið fer at samtykkja, at skott verður sett í ímillum línuskipini og smærru bátarnar. Hóast Thomas Nygaard-málið er heitur politskur greytur, so skuldi ein trúð, at landsins ting sá til, at rættartrygdin er í hásæti. Men nevndin tekur fult undir við, at galdandi reglur ikki skulu galda fyri summi: "Eisini hevur nevndin álit á, at lands- stýrismaðurin ikki avgreiðir ivasamar umsóknir, meðan BjørNinn Kalsø? Tað er lítið at ivast í, at tað verður politiskt rok, fær Thomas Nygaard fiskiloyvi