mikudagur 11. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 11. mai 2005
17
Tamil-málið snúði seg
um, at løgmálaráðharrin
Erik Ninn-Hansen ikki
brýggjaði seg um eina
áseting í útlendinga-
lógini, tí ásetingin hevði
óundansleppandi
við
sær, at fleiri útlendingar
komu til landið; áset-
ingin gav flóttafólki rætt
til sokallaða familju-
samanføring, t.v.s. at fáa
hjúnarfelaga og børn til
Danmarkar, og var eitt
sonevnt rættarkrav eins
og tú t.d. hevur rættar-
krav uppá fólkapensión,
tá ið tú fyllir 67.
Tað var tí púra greitt –
ikki minst fyri Ninn-
Hansen, ið sjálvur er
løgfrøðingur – at tað var
ólógligt at nokta um-
søkjarunum samanfør-
ing ella ikki at avgreiða
umsóknirnar. Fyri at
sleppa undan, at misálit
varð reist ímóti sær, so
royndi Ninn-Hansen at
`dekka
seg
inn'
í
Fólkatingsins
Rættar-
nevnd: Hann bað nevnd-
ina um undirtøku fyri, at
bert eitt avmarkað tal av
umsóknum um familju-
samanføring
skuldi
viðgerast á hvørjum ári.
Men Rættarnevndin tók
ikki undir við Ninn-
Hansen
(løgfrøðiliga
hevði tað kortini ongan
mun gjørt, tí tað er ráð-
harrin og ikki tingið, ið
hevði ábyrgdina fyri
fyrisitingina av lógini).
Erik Ninn-Han-sen bað
kortini
fyrisitingina
drála, so at familju-
samanføringarnar ikki
vórðu framdar. Sum
grundgeving
brúkti
hann, at talan var um at
vinna tíð, eftirsum útlit
vóru fyri, at støðan á Sri
Lanka fór at batna í
næstu framtíð. Hendi
tað, so slapp Ninn-Han-
sen ikki bara undan at
fremja
familjusaman-
føringarnar, hann kundi
eisini senda flóttafólkini
(umsøkjararnar) heim.
Fyrisitingin
gjørdi
sum henni varð álagt.
Umsóknirnar
hópaðu
seg upp, í allarflestu
førum viðgjørdar til
fulnar, men ikki av-
greiddar, eftirsum eingin
formlig avgerð varð
tikin og fráboðað um-
søkjarunum.
Fólkatingsins
Um-
boðsmaður fekk klagur
frá 37 umsøkjarum (tá
lógu 123 mál í bunk-
anum). Umboðsmaðurin
staðfesti, at hald var ikki
í pástandinum um, at
viðurskiftini á Sri Lanka
fóru at batna, um tað
mundið, tá ið avgerðin
um
niðurprioritering
varð tikin. Hann stað-
festi eisini, at tað sjálv-
andi ikki er ólógligt í
sjálvum sær, at ein fyri-
siting prioriterar, men
a) prioriteringin má
I hesum føri, staðfesti
umboðsmaðurin,
var
talan var um ókompli-
serað mál, ið vóru nóg
væl upplýst, men sum
høvdu tikið ósamsvar-
andi drúgva tíð (16
mánaðir ímóti vanliga
4). Talan var als ikki um
nakað resursutrot, og at
málini áttu at verið
avgreidd fyri langari tíð
síðani. Soleiðis sum um-
boðsmaðurin lýsir málið
hava fleiri løgfrøðingar
hildið tað vera løgið, at
hann ikki helt seg hava
grundarlag fyri at kunna
staðfesta, at talan var um
tilætlað
drál.
Seinni
staðfestu bæði serligi
kanningarrætturin
og
Ríkisrætturin, at talan
var ólógligt drál.
Tamil-málið
Lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994.
Fiskirikidømi undir Føroyum er ogn Føroya fólks, og
endamálið í umsitingini av hesum ríkidømi er at gagnnýta
tilfeingið burðardygt lívfrøðiliga og búskaparliga, og í
viðmerkingunum sæst, at hettar skal gerast á
marknaðartreytum.
Veiðiloyvi
Í lógini um vinnuligan fiskiskap verður hvørt einstakt
fiskifarið skil-markað sum ein eind við einum veiðuloyvi.
Veiðuloyvi er knýtt at skipinum og hevur tvinnanda tættir:
c) Veiðuloyvi er eitt slag av skrásetingarskjali frá
myndugleikan-um, ið sigur at tú hevur rætt til at fiska;
t.v.s., uttan veiðiloyvi, eingin fiskiskapur, men
veiðiloyvi í sær sjálvum er ikki nóg mikið, bara
fortreytin. Tú mást hava fiskiloyvi omaná so at siga (sí
niðanfyri)
d) Veiðuloyvi ásetur, hvussu stórt fiskifarið í mesta lagi
kann vera. Tey fiskifør, sum vóru í flotanum, tá ið lógin
kom í gildi, fingu veiðiloyvi, og støddin á hvørjum ein-
støkum skipi avgjørdi støddina á veiðiloyvinum
Fiskiloyvi og -dagar
Hvørt einstakt fiskifar síni egnu, avmarkaði fiskirættindi;
upprunaliga var hettar sum kvota (tons), men seinni var
hettar broytt til fiskidagar. Tey fiskifør, sum vóru í
flotanum í 1994, fingu sum nevnt veiðiloyvi og tillutað
ávíst tal av fiskidøgum (línuskip t. d. 120, bátar 15-40
BRT 80 o.s.frv.), og hettar er fiskiloyvi við so og so
nógvum døgum.
Umseting av fiskidøgum
Fiskidagar kunnu avhendast (seljast ella leigast) frá einum
fiskifari til annað. Men ikki púra frítt. Lógin hevur tvey
uppbýti. Annað er millum trol og húk, og har er reglan
tann, at ein húkafar kann ikki avhenda dagar til trolfar ella
øvugt.
Hitt uppbýtið er innanfyri ávikavist húk og trol, har
verður býtt upp í skipastøddir. Fyrst er at siga, at 15 tons
er markið millum smábátar (bólkur 5) og aðrar, og lógin
setur fullkomið bann fyri at selja fiskidagar um hetta
mark. Halda vit okkum til húkaflotan, so vóru bólkarnir
upp-runaliga bólkur 4A (15-40 BRT), bólkur 4B (40-110
BRT) og bólkur 3 (størri enn 110 BRT). Her kundu
fiskidagar umsetast frítt, tó ikki tvørtur um 40 tons-
markið. Tá ið fiskidagar verða umsettir millum fiskifør,
sum eru ymisk til støddar, so verður umroknað eftir eini
talvu, ið er grundað á rúmmetrar. Keypir t.d. eitt línuskip
100 dagar frá einum 20 tonsara, so fær línuskipið 35 dagar
burturúr.
Í 2002 var 40 BRT-skottið tikið burtur, og síðani hava
línuskipini keypt ein stóran part av døgunum hjá serliga
20 tonsarunum. Í løgtinginum liggur eitt uppskot um at
seta skott í aftur við 110 tons, soleiðis at dagar ikki kunnu
avhendast tvørtur um hetta mark. Tað er ein treyt fyri at
kunna avhenda fiskidagar — líka mikið um tað er endaligt
ella til leigu — at tann, sum avhendar, hevur brúkt í minsta
lagi 60% av tillutaðu fiskidøgunum í undanfarna fiskiári.
Flyting og samanlegging av veiðiloyvum
Sambært §8 er loyvt at flyta og/ella leggja veiðiloyvir
saman.
5)
Tað er loyvt at flyta veiðuloyvi av einum fiskifari
yvir á eitt annað, sum ikki hevur veiðiloyvi
6)
Tað er loyvt at flyta veiðiloyvi av einum fiskifari yvir
á eitt annað fiskifar, sum hevur loyvi (samanlegging)
7)
10) Tað er loyvt at flyta tvey veiðiloyvi yvir á eitt fiskifar,
sum ikki hevur veiðiloyvi (í upprunalógini stóð bara
"veiðiloyvi", ikki "tvey veiðiloyvi", t.v.s. at fleiri
loyvir kundu leggjast saman, men hettar var broytt í
1999)
13) Verður eitt fiskifar lagt med alla ella strika úr
skipaskránni, so er loyvt at liggja inni' við loyvinum
í upp til tvey ár uttan at tað verður flutt á annað
fiskifar
Treytin er altíð, at fiskiorkan hjá skipinum, sum
veiðiloyvi(r) verða flutt yvir á, hevur somu ella minni
veiðu-orku, ongantíð størri. Tá ið tala er um `veiðiloyvi',
so er talan um upprunaloyvini frá 1994, bæði tá ið tað
kemur til tal av loyvum, men eisini støddina á tí einstaka
loyvinum, so tann, sum hevur rættindi, veit, hvørj ar
fortreytirnar eru fyri virkseminum.
Tað, sum er skrivað viðvíkjandi fiskidøgum omanfyri,
tá ið kemur til umseting millum bólkar er eisini galdandi
fyri veiðiloyvir: Flytast kundi ikki tvørtur um 40 BRT-
markið, men tað varð avtikið. Sambært uppskoti frá
landsstýrismanninum skal skott setast í aftur, soleiðis av
veiðiloyvir undir 110 tons ikki kunnu avhendast til
fiskifør omanfyri 110 tons og øvugt.
Lógin um vinnuligan fiskiskap
broytingaruppskotið er til
viðgerðar í tinginum ".
Hetta er skelkandi lesnaður
frá einari tingnevnd: Her
stendur snøgt sagt, at
fyrisitingin skal sita hendur
í favn, til uppskotið er sam-
tykt í tinginum, tí so verður
fyrisitið eftir núverandi
politiska viljanum, ikki
neyðturviliga eftir galdandi
reglum.
Men hvat embætisfólk,
vinnulívsfólk og tingfólk
hugsa og halda og meina
um, hvussu lógin átti at
verið, ja tað er óviðkom-
andi fyri viðgerðina av
Thomas
Nygaard-
málinum, ið skal viðgerast
eftir galdandi reglum.
Avgerð ella
skiftisreglu
Tær umsóknir, sum ikki eru
avgjørdar, tá ið lógin
verður lýst, skulu viðgerast
eftir nýggju ásetingini,
uttan so ein skiftisregla
verður sett inn í lógina, t.d.
at umsóknir, sum eru
komnar inn áðrenn lógin
var endaliga samtykt skulu
viðgerast eftir núverandi
heimildum. Hvat nú, um
umsøkjarin stendur eftir
við svarta peri, t.e. einum
skipi, sum ikki ella illa
slepst av við? Er alt farið
reglurætt fram, t.d. at
fyrisitingin ikki hevur brúkt
óneyðugt drúgva tíð, ja so
er einki at gera. Hinvegin,
um drál í fyrisitingini hevur
við sær figgj arligan miss,
so kann umsøkj arin krevja
myndugleikan eftir endur-
gjaldi, líka mikið um talan
er um ótilætlað ella tilætlað
drál.
Tá ið talan er um tilætlað
drál, skrivar áður nevndi
Poul Andersen: "Tað kann
eisini gerast ein spurningur
um, hvort tann umsokjarin,
sum verður raktur av drál-
inum, beinleiðis kann gera
rættarstøðu sína galdandi
hóast
[eina
noktandi]
avgerð á nýggja grund-
arlagnum ",
tað vil í hesum føri siga –
um tað verður staðfest, at
talan hevur verið um til-
ætlað drál og at skipið átti
at fingið veiðiloyvi sam-
bært núgaldandi reglum –
at umsøkjarin kann gera
krav uppá, at "Thomas
Nygaard" fær loyvi, hóast
nýggju reglurnar eru kom-
nar í gildi. Landsstýris-
maðurin hevur sjálvandi
altíð politisku ábyrgdina
fyri umsitingini av einum
málsøki. Tá ið talan er um
tilætlað drál, so kann eisini
verða talan um ábyrgd eftir
revsilógini, t.v.s., at tilætlað
drál kann verða roknað sum
kriminelt.
Hvørt
"Thomas
Ny-
gaard" skal hava veiðiloyvi
ella ikki, er ein avgerð, sum
Fiskimálaráðið eigur at
taka. Antin eitt væl grund-
að, noktandi svar ella eitt
játtandi svar. Tað er ikki
sømiligt at velja at lata vera
við at taka eina avgerð fyri
harvið at røkka tí úrsliti ein
ynskir. Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður, hevur enda-
ligu ábyrgdina. Hann hevur
í hvussu er nakað at hugsa
um,
nú
lógaruppskotið
verður samtykt. Og skot-
bráið er stutt. Fyri hann og
fyri álitið á fyrisitingina og
politisku skipanina yvir-
høvir er at vóna, at hann
ikki endar sína politisku
karrieru sum BjørNinn
Kalsø .. .
Tamil málið feldi í sínari
tíð Poul Schlüter