mikudagur 11. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 • mikudagur • 11. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Skála-B36:
Næsti
oddadysturin
í slag
Annað umfarið á rað
fær Skála vitjan úr
Havn, og aftur er
talan um oddabrak
UPPTAKT
Jákup Mørk
Enn er Skála kanska ikki
komið í heilt somu snún-
ingar, sum teir vóru í fyrstu
mongu umførini í fjør, men
úrtøkan hevur kortini verið
á eini heilt góðari leið. So-
mikið góðari, at oddasess-
urin er vísur, um talan verð-
ur um sigur mikukvøldið.
Harðir dystir
Hesaferð er tað B36, sum
vitjar, og her hevur Skála
helst góð minni. Í fjør
eydnaðist í øllum førum at
vinna ein tryggan sigur, og
eisini ta ferðina merkti
hesin, at liðið leyp um B36
og upp á oddasessin.
Eftir dystin sunnudagin
tykjast tað tó vera nakrir
slitnir skálamenn, sum gera
seg út til nýggjan toppdyst.
- Har eru nokk fleiri, sum
dragast við smærri snuddir,
men vit vóna í øllum før-
um, at teir verða tøkir.
Ringast sær út hjá Iulian
Florescu, sum fór út við
einum trælæri móti HB, og
tað verður so ikki avgjørt
fyrr enn undir upphitingini,
um hann er við ella ikki,
staðfestir
venjarin
hjá
Skála, Jóhan Nielsen.
Í aðrar mátar noyðist
venjarin við vissu at síggja
burtur frá Bjarna Jørgensen
og Jenel Circic, sum heldur
ikki vóru við seinast.
Ivamál um
liðskiparan
Hjá B36 verður roknað við,
at flestu spælararnir eru
tøkir, nú liðið skal spæla
kanska
týdningermesta
dystin higartil á árinum.
Undantakið er sjálvandi
Mikkjal Thomassen, eftir at
hann fekk reytt kort í
dystinum seinast.
Hartil tykist ivamál vera
um Pól Thorsteinsson. Hann
fekk ein lítlan snudd móti
endanum av dystinum móti
GÍ, og týskvøldið skuldu tey
í B36 kanna, hvussu vorðið
var við hesum.
Komandi dystir
Formula-deildin
Dagf.
Dystur
Dómari
11.05
KÍ-EB/S
Georg Rasmussen
11.05
HB-ÍF
Eiler Rasmussen
11.05
VB-TB
Birgir Sondum
11.05
GÍ-NSÍ
Lassin Isaksen
11.05
Skála-B36
Suni Johansen
Í fjør tók Skála við einum 2-0 sigri á B36
fetið heilt upp í oddin, og mikukvøldið er
møguleiki fyri eini endurtøku av hesum