Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 11. mai 2005 19 KÍ-EB/Streymur: Tveir tystir partar í Klaksvík Hvørki hjá KÍ ella EB/Streymi, sum í kvøld hittast í Klaks- vík, hevur tað gingið soleiðis, sum teir høvdu vónað og kanska roknað við UPPTAKT Jóannes Hansen Í kvøld fer KÍ fyri fyrstu ferð á heimavøllin, síðani formaðurin Gestur Hov- gaard legði frá sær og síð- ani Oddbjørn Joensen gjørdist venjari. Enn er tað iki greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá honum. Men tað er greitt, at tað verður ikki D. J. Joensen, sum hevur verið hjálpar- venjari hjá Ove Flindt Bjerg, og sum eisini undan- farnu árini fleiri ferðir hevur verið stuðul hjá KÍ venjarunum. - Eg havi sagt við spælar- arnar, at teir skulu sleppa øllum ótta fyri at gera mis- tøk. Teir skulu spæla fótbólt, tí tað veit eg, at teir duga. 4- 3-3 spælskipanin leggur upp til, at bólturin verður fluttur nógv, og at spælararnir arbeiða nógv fyri hvørjum øðrum. Í álopspartinum er alneyðugt, at vongspælið fæst at rigga, sigur Odd- bjørn Joensen. Í Klaksvík eru allir teir, sum vóru á Tvøroyri tøkir. Umframt teir, sum komu á vøllin, var Marek Wierz- bicki við á Sevmýri. Hann hevur ikki sáttmála við KÍ í ár, men hann arbeiðir har norðuri, og so spælir hann við 3. deild. Eisini í kvøld verður Marek á dómara- seðlinum. Funnu stríðsviljan Tá ið ÍF vitjaði á Mølini, endaði tað við javnleiki. Í EB/Streymi harmast teir um, at tað ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku, men teir gleddust samstundis um, at stríðsviljin var, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Teir hava higartil í ár ikki verið nøgdir við hug- burðin. Teitur Joensen, sum í fjør var í Fuglafirði, var sunnu- dagin fyri fyrstu ferð aftur á besta liðnum hjá EB/- Streymi, og hann tóktist vera sannur fongur í høgra borði. Hann skoraði eitt mál, og fleiri ferðir setti hann við snildum draging- um trýst á ÍF verjuna. Sorin Anghel og Sonni L. Petersen skoraðu í fjør eina rúgvu av málum. Higartil í ár hava teir verið sørir, men kanska var tað fráboðan um betri tíðir, tá ið Sonni L. Petersen setti bóltin í ÍF mál- ið. Hetta taldi kortini ikki, tí Sonni var rangstaddur. EB/Streymur, Sonni L. Petersen og Sorin Anghel hava fleiri ferðir argað klaksvíkingar. Síðst tá ið KÍ var á heimavølli mitt í viku gekk einki serligt. Tá taptu spældu teir ikki væl, og teir taptu 2-0 móti Skála. HB-ÍF: Vilja hava upp- reisn Meistararnir ætla sær uttan iva at hevna tapi í steypakapping- ini, nú ÍF aftur vitjar UPPTAKT Jákup Mørk Tað var mest átøkt eini sensatión, tá ÍF fyri lítlari viku síðani sendi HB úr steypakappingini. Enntá í Gundadali. Mikukvøldið hittast so aftur. Aftur er tað Gunda- dalur, sum er karmur um dystin. Men hesa ferð vilja tey í HB í øllum førum ikki hava nakra endurtøku. Skal liðið fylgja við í oddinum, er ein sigur eisini altavgerandi. Til dystin hevur HB at kalla alt fólkið tókt. Spurningurin er so, um samansetingin hjá Heine Fernandez hesaferð verður tann sama, sum hon var á Skála, ella um kortini verða blandað øðrvísi hesaferð. Eisini Petur Simonsen hevur mest sum allar sínar mans tøkar, tá hann nú skal royna at endurtaka sigurin frá steypakappingini. Ein- asta undantakið er Eyð- álvur Petersen, sum hevur verið skaddur seinastu tíðina, og sum helst ikki verður tøkur mikudagin. Og í Fuglafirði tykjast tey trúgva upp á møgu- leikan fyri eini endur- tøku. Gongdin hjá ÍF hevur higartil verið fram- úr, og megna teir enn einaferð at draga fult á útivølli, hava teir av álv- ara lagt seg út í heiðurs- merkjastríðið. Í fjør smekkaði Atli Danielsen eina frísparksperlu í kassan móti EB/Streymi, men samanlagt rakk tað bert til javnleik