mikudagur 11. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 87 - 11. mai 2005
GÍ-NSÍ:
NSÍ á kambinum og
GÍ í dalinum
Men hóast munurin
er stórur á stigatalv-
uni, so rokna teir í
NSÍ við ógvuliga tor-
førari avbjóðing, tá ið
teir fara til Gøtu
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í kvøld verður oyggjaupp-
gerð í Gøtu. NSÍ fer at
vitja, og harvið er lagt upp
til spennandi lokaluppgerð.
GÍ og NSÍ hava seinnu árini
mangan stríðst móti hvørj-
um øðrum í steypakapp-
ingini og landskappingini,
og tað hevur oftast verið
ógvuliga tætt. Eisini tá ið
fjarstøðan millum liðini á
støðutalvuni hevur verið
stór.
- Eg eri sera væl nøgdur
við gongdina seinastu vik-
urnar. Men hóast GÍ er nið-
ast á støðutalvuni, so rokni
eg við ógvuliga torførari
uppgávu. Kanska tí mest
torføru higartil í ár, sigur
NSÍ venjarin Trygvi Mort-
ensen.
Hann hevur rættuliga
gjørt hol í sjógvin í Runa-
vík. Eitt er, at lyklaspælarar
sum t. d. Helgi L. Petersen,
Brynjolvur Nielsen og ikki
minst toppskjúttin Christi-
an Høgni Jacobsen eru væl
fyri. Eitt annað og ikki
minni týdningarmikið er
tað, at venjarin rættuliga er
farin undir ættarliðsskifti,
og at tað samstundis hilnast
væl. Andy Olsen og Jústi-
nus R. Hansen eru nú fastir
menn á liðnum. Einar
Hansen var millum teir
fyrstu ellivu móti VB, og
tveir
aðrir
unglingaspælarar
eru
komnir á vøllin seinastu
ferðirnar. Teir eru Debus
Danielsen
og
Hjalmar
Dalbúð, sum skoraði síðsta
málið í rimmar 5-1 sigrin-
um á VB.
Í Gøtu hevur fótbólts-
lagið onkuntíð verið betri,
enn tað er nú. Men teir
royna at síggja tað positiva
í tí, hóast úrtøkan hevur
verið soltin. Í Gundadali
sunnudagin hekk spælið
væl saman. Hevði B36 ikki
havt framúr skarandi Jákup
Mikkelsen millum stólpar-
nar, so hevði møguleikin
ikki verið so lítil fyri, at GÍ
kundi havt fingið úrtøku.
Higartil í ár hava gøtumenn
bara vunnið í Vági. Men
avrikini móti Skála í fjórð-
ingsfinaluni og í Gundadali
móti B36 hava givið optim-
ismu.
- Vit mugu sleppa undan
at gera persónlig mistøk í
verjupartinum, so rokni eg
við, at stigini fara at koma,
hevur Krzystof Popczynski
sagt.
Tvørámenn ætla sær
í hvussu so er at
halda tørn um tað,
sum teir hava, tá ið
teir fara at vitja VB,
sum hevur trupul-
leikar frammi á vøll-
inum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Nullloysn. Tað er ikki so
lítið sannlíkt, at tað kann
gerast úrslitið, tá ið tann
fyrsta av trimum upp-
gerðum millum tey bæði
feløgini í Suðuroy í bestu
deildini verður á skránni í
kvøld. 17. juli skal TB
aftur til Vágs. Tað verður í
17. umfarinum, og vág-
bingar skulu norður á
Tvøroyri í 26. og næst-
síðsta umfarinum, sum
verður á skránni 16.
oktober.
Nógv kann broytast
inntil eina ferð í oktober.
Útgangsstøðan
undan
fyrstu lokaluppgerðini í ár
er tann, at bæði liðini
liggja stutt frá niðurflyt-
ingarstrikuni. Og higartil
hava báðir partar havt ilt
við at skjóta mál, meðan
tað sum heild hevur hiln-
ast betri í verjupartinum.
- Hjá okkum er talan
um tveir sera týdningar-
miklar dystir, nú vit fyrst
fara til Vágs og mána-
dagin fara at fáa vitjan av
GÍ, sum er aftast, sigur
TB veteranurin Jón Jo-
hannesen.
Eingin ivi er um, at TB
fer fyrst og fremst at dúva
upp á verjupartin í kvøld.
Frammi á vøllinum hava
teir verið tunnir higartil.
Men nú fáa teir styrk í
framrættaða
partinum.
Miðvallarin
Alexander
Jovevic er tøkur aftur,
eftir at hann leingi hevur
verið skaddur, og Bárður
Dimon, sum hevur verið
uttanlands tað, sum er
farið av hesum kappingar-
árinum, er aftur á Tvør-
oyri. Tá ið vit frættu,
roknaðu teir við, at hann
fór at vera við í kvøld.
Hjá vágbingum hevur
gingið syndarliga illa við
málskjótingini.
Sunnu-
dagin høvdu teir fleiri
møguleikar í Runavík, og
tað tóktist síggja ljóst út,
tá ið teir eftir fínt álop
løgdu seg á odda. VB tapti
stórt, men skal nakar
glotti finnast, so má tað
vera, at teir í 1. hálvleiki
megnaðu at spæla seg til
fleiri møguleikar, og teir
siga sjálvir, at spælið
fyrru trý korterini var
betri, enn tað hevur verið
frammanundan.
Træ-
karmurin og Jens Martin
Knudsen vóru teimum ov
boysin. Í kvøld fer ein
annar sera stinnur mál-
verji at royna at halda
mótstøðumálið tætt, tá ið
fyrrverandi VB venjarin,
Milan Milanovic, sum
tvørámenn halda heilt
nógv av, aftur fer at vitja á
Vágseiði.
- Tað er alneyðugt hjá
okkum í álopsspælinum at
gera alt annað enn at oysa
høgar bóltar í høvdið á
Óla Johannesen og Aca,
siga teir í Vági, og so fæst
at síggja, um TB og VB í
kvøld fara at fáa rættuligt
glið á málskjótingina.
TB hevur ikki fingið
fult í Vági síðani í 1993,
tá ið teir vunnu ruddulig-
an 3-0 sigur.
Tað gongur væl betri
við málskjótingini á næst-
besta liðnum hjá saman-
setta VB og Sumba. Leyg-
ardagin vann liðið, sum
eitur Sumba, 8-4 á heima-
vølli
móti
teimum
næstbestu hjá GÍ.
VB-TB:
Báðir partar
hava ilt við at
fáa mál
Tað eru serliga HB og VB, sum hava hagtølini við sær, tá tosast skal um dystirnar mikukvøldið. Hvørgin av hesum hava seinastu
tíggju tapt á heimavølli fyri mótstøðuliðunum mikukvøldið, og í báðum førum hevur talan verið um fýra sigrar og ein javnleik
seinasta. Í aðrar mátar tykist talan vera um javnar uppgerðir. KÍ hevur havt eina lítla yvirvág móti EB/Streymi, og í Gøtu hevur
NSÍ staðið seg heilt væl seinnu árini. Størsti spenningurin er tó kanska um dystin á Skála, og sambært hagtølunum, so verður
eisini talan um spennandi dyst – tó at hesin kann gerast málfátækur. Eitt eru tó hagtølini. Annað er, at tað er á vøllinum miku-
kvøldið, at dystirnir verða avgjrødir, og úrslitið av hesum fáa vit so ikki at vita fyrr enn til ta tíð. Talvan sýnir, hvussu úrslitini
hava verið seinastu tíggju árini, tá mótstøðuliðini mikukvøldið hava hitst í tilsvarandi uppgerðunum.
-jm
Hagtølini