Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 11. mai 2005 21 B68 og Royn á odda Eftir tey bæði fyrstu umførini eru bert tvey lið, sum hava fult stigatal í aðru deild FÓTBÓLTUR Jákup Mørk B68 og hini. Soleiðis ljóðaðu staðfestingarnar, áðrenn farið varð undir ársins útgávu av fótbólts- landskappingini í 2. deild, og tó at tað enn bert eru leikt tvey umfør, so hava toftamenn sjálvir í øllum førum ikki avsannað hetta. Leygardagin høvdu teir annað vikuskiftið á rað dyst móti havnarfelagi. Hesaferð var tað HB, sum kom inn á Toftir, og her gjørdist talan um tryggan sigur hjá B68. Sum skilst, so var talan í allar mátar um eitt sannførandi avrik, har HB ikki fekk teir stóru møguleikarnar, og har einki spurnartekin kundi setast við sigurin hjá heimaliðnum. Royn fylgir við Enn hava toftamenn so fylgi av Royn í odda- stríðnum. Hvalbingar vitj- aðu um vikuskiftið B36, og annað vikuskiftið á rað mátti árstalsfelagið taka til takkar við teprum tapi. Sagt verður úr Gunda- dali, at størsti trupulleikin hjá B36 er, at teir í løtuni ikki hava nakran fastan mann at seta í málið, og at hetta hevur kostað í teimum báðum fyrstu dystunum. Tað munnu hvalbingar tó ikki leggja tað stóra í. Serliga fyri steðgin royndu teir at trýsta, og tað eydnaðist teimum eisini at skjóta seg upp á 2-0, áðrenn B36 fekk minkað um munin. Eftir steðgin kom einki mál, og so vóru enn trý stig á veg suður til Hvalbiar. FSV04 á talvuni Á Sandi hevði B71 vitjan av LÍF. Tað kundi líkst einum dysti millum tvey lið, sum ætla at gera seg galdandi í ár, og eftir góða avrikið á Tvøroyri, fingu sandoyingarnir aftur hesaferð fult. Talan var tó um rokdyst, har ikki færri enn tríggir menn vórðu riknir av vølli. Áðrenn hetta hevði B71 tó lagt seg væl og virði- liga á odda, og hóast teir bert vóru níggju mans seinastu løtuna, so var sigurin ongantíð í vanda. Tað var hann heldur ikki í Sumba, tá GÍ vitj- aði. Gøtumenn verða av mongum mettir sum niðurflytingarkandidatar, og Sumba hevði heldur ikki stórvegis trupulleikar av dystinum. Stóri mað- urin í Sumba var Rene Thomsen, sum ikki færri enn fýra ferðir var á blettinum. Seinasti dysturin var í Sandavági, har AB vitjaði. Báðir partar verða mettir at hava møguleikan at gera seg galdandi í ár, og talan gjørdist eisini um eina tætta uppgerð. Tað varð tó FS Vágar, sum dróg longra stráðið. Sonni Johansen gjørdi skjótt av, tá møguleikin beyðst, og so kundi heimaliðið dúva upp á kontrabólt. Tað gav tó ikki nakað beinleiðis úrslit frameftir, men teir megn- aðu at halda argja- monnunum burturi, og tað fyrst og fremst hetta, sum denturin varð lagdur á. Máltindurin Formula-deildin Súni Olsen GÍ 5 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 5 Jónhard Frederiksberg Skála 5 Rúni Nolsøe HB 4 Tór-Ingar Akselsen HB 4 Allan Mørkøre B36 3 Obele Okeke Onyebuchi B36 3 Hans á Lag HB 3 Rasmus Nolsøe HB 3 Atli Danielsen KÍ 3 Andy Olsen NSÍ 3 Bogi Gregersen Skála 3 Óli Johannesen TB 3 2. deild Rene Thomsen Sumba 4 Clayton Soares B71 3 Dánjal Pauli Dalbø GÍ 3 Uni Arge HB 3 Súni Fríði Barbá AB 2 Eli Hentze B71 2 John Eystberg GÍ 2 Hendrik Rubeksen HB 2 Fróði Joensen LÍF 2 Magnus Skorðalíð LÍF 2 Petur Sjúrðaberg LÍF 2 Jóan Pauli Olsen Sumba 2 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 7 5 - 1 - 1 11 2 9 16 2 Skála 7 4 - 2 - 1 17 10 7 14 3 HB 7 4 - 0 - 3 18 12 6 12 4 NSÍ 7 3 - 3 - 1 14 9 5 12 5 ÍF 7 3 - 3 - 1 12 11 1 12 6 KÍ 7 2 - 2 - 3 10 12 -2 8 7 VB 7 2 - 1 - 4 4 11 -7 7 8 TB 7 1 - 3 - 3 6 10 -4 6 9 EB/Streymur 7 1 - 3 - 3 6 13 -7 6 10 GÍ 7 1 - 0 - 6 9 17 -8 3 Støðan, 2. deild menn vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 2 2 - 0 - 0 4 0 4 6 2 Royn 2 2 - 0 - 0 3 1 2 6 3 HB 2 1 - 0 - 1 7 4 3 3 4 B71 2 1 - 0 - 1 6 4 2 3 5 Sumba 2 1 - 0 - 1 11 10 1 3 6 LÍF 2 1 - 0 - 1 8 8 0 3 7 AB 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 8 FSV04 2 1 - 0 - 1 1 1 0 3 9 B36 2 0 - 0 - 2 1 3 -2 0 10 GÍ 2 0 - 0 - 2 5 15 -10 0 Badmintonlandsliðið úttikið Landsliðsvenjarin í badminton, Jonas F. Tai, hevur tikið út teir sjey leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í badminton á oyggjaleikunum í Hetlandi í summar. BADMINTON Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sjey leikarar eru á bad- mintonlandsliðnum. Van- ligani hava tað bara verið leikarar úr HBF í Havn, sum hava verið á lands- liðnum, men í ár er ein leik- ari úr VÍF eisini við á liðnum. Yngsti leikarin er 14 ár Teir sjey leikararnir eru hesir: Aksel Poulsen, Bjart- ur Lamhauge, Erland Poul- sen, Rani í Líð, Gurið Poulsen og Brynhild Carls- son úr HBF og Guðrun Poulsen úr VÍF. Vert er at leggja til merkis, at Brynhild Carlsson, sum er yngsti leikarin á liðnum, einans er 14 ára gomul. Eitt føroyskt úrvalslið í badminton var um viku- skiftið á ferð í Hetlandi, har kappast var við hetlendskar badmintonleikarar. Nógvir ungir leikarar vóru við á ferðini, og fríggjadagin dystaðust føroysku ung- dómsleikarnir við het- lendsku javnaldrarnar. 26 dystir vóru á skránni, og føroyingarnir vunnu teir 17, meðan hetlendingar vunnu níggju. Leygardagin var skipað fyri einstaklingakapping fyri vaksin, og tá endaði tað við einari reinari føroyskari finalu í einmansleiki hjá monnum. Tað vóru teir báðir Niclas Eysturoy og Erland Poulsen, sum brustu saman, og Erland vann dystin. Tvímansleikin hjá monnum vunnu Bjartur Lamhauge og Aksel Poul- sen á einum hetlendskum pari. Fremsti kvinnuligi før- oyski badmintonspælarin, Gurið Poulsen, vann seg eisini fram í finaluna í ein- mansleiki, har mótstøðu- kvinnan var hetlendksa Anne Wood. Her gjørdist talan um ein drúgvan dyst, sum hetlendska kvinnan tó vann eftir trý sett. Hinvegin stóðu føroysku leikararnir seg ikki so væl í tvímansleiki hjá kvinnum og blandaðum tvímans- leiki, og sagt verður, at neyðugt verður at arbeiða hart við blandaða tvímans- leikinum undan oyggjaleik- unum, sum fara av bakka- stokki um tveir mánaðar. Lesið Sosialin - so eru tit við