Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 • mikudagur • 11. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo - Vón okkara er, at hava fólk fyrst eina- ferð roynt okkara vørur, so gera tey tað fegin aftur ein ferð aftrat, sigur stjórin á NORÐFRA í Norð- depli, Jógvan Høj FISKIVINNA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Bárður Norðdepil: Tað er neyvan nakar í Norðdepli og Hvannasundi, sum ivast í tí týdninginum sum flaka- virkið hevur fyri báðar bygdirnar. Ein góðan dag eru um 45 fólk til arbeiðis á virkinum, og svarar hetta til 10 % av øllum íbúgvunum í hesi lítlu kommununi. Tað er tí ikki at taka seg aftur í, at uttan flakavirkið NORÐFRA í Norðdepli hevði tann fíggjarliga støð- an hjá fólki neyvan verið tann sama. Hetta virkið arbeiðir á tveimum so ymiskum marknaðum sum tí før- oyska og tí amerikanska. Og aðalmálið í báðum før- um er at bjóða kundunum eina dygdarvøru. – Okkara mál er at hava eina vøru sum skal vera fyrstafloks, - og tað er hon. – Men tað er ikki vist, at hon altíð er tann bíligasta, sigur Jógvan Høj, stjóri á NORÐFRA við Sosialin. Tað eru tó ikki bert fólkið í Norðdepli og Hvanna- sundi sum fáa gagn av virkinum. Tey gera eisini nógv við at selja kring landið, og koyra tey tí vørur út í Havn komandi týsdag, meðan tey vitja í Eysturoy, Norðurstreymoy og Vágoy dagin eftir. Henda dagin, vit stukku inn á gólvið á virkinum vóru tey bert eini átta fólk til arbeiðis. Eingin fiskur var tøkur tá, men so skjótt virkið aftur fekk fisk, fóru boð at verða send eftir ar- beiðsfólkunum. Fryst vøra Tá talan er um NORÐFRA, so kann virkið lýsast um eitt vanligt flakavirki, men sum eisini framleiðir aðrar fiskavørur. Á virkinum verða fram- leidd fløk, sum verða út- flutt, eins og ein framleiðir fiskavørur til heimamark- naðin. Virkið byrjaði í 1997, og var størsti denturin tá lagd- ur á framleiðslu av fiska- vørum í salti, og sum ser- liga vóru ætlaðar til spanska marknaðin. At tað júst var til spanska marknaðin komst av, at ein spanióli átti í virkinum. Og hann hevði sjálvandi áhuga í at vørurnar vórðu seldar, og eisini til heimland hans- ara. - Vit arbeiddu soleiðis í eitt ár, men komu so fram til at her mátti broyting koma í. Og síðani tá hava vit so bara arbeitt við fryst- um vørum, sigur Jógvan Høj. Umframt broytingina í sjálvari framleiðsluni, so broyttist marknaðurin eis- ini. Síðani tá hevur høv- uðsmarknaðurin hjá NORÐFRA verið tann amerikanski. Millum sløgini, sum verða framleidd í Norð- depli kunnu nevnast raspað hýsufløk og kalvi, flak av toski og hýsu, umframt ta vældámdu – og ikki minst vælumtóktu - fiskasupp- una. - Okkara vón er, at hava fólk fyrst einaferð roynt okkara vørur, so gera tey tað fegin ein aðru ferð eisini, sigur stjórin. 10 ymisk produkt Framleiðslan hjá NORÐ- FRA umfatar í høvuðs- heitum heil fløk, sum verða pakkað og fryst uppá ym- iskar mátar. Leiðslan á virkinum hevur tó ikki gloymt heima- marknaðin, og fyri einum ári síðani varð tikið eitt stig tann vegin. Í dag kann virkið tískil bjóða fram 10 ymiskar framleiðslur til føroyska marknaðin, eins og lesast kann á heimasíðu teirra nordfra.fo Hetta stigið kann síggjast sum ein avleiðing av, at stjórin sjálvur í mong ár hevur arbeitt á, tí nú aftur- latna, virkinum Norðurfisk í Árnafirði. Á hesum virk- inum hevði ein drúgvar royndir í framleiðsluni av t.d. fiskakøkum og raspað- um fiskafløkum. – Vit á NORÐFRA hava brúkt hesar royndirnar, og tí – Okkara fiskur skal vera tann besti Arbeiðið er ójavnt á virkinum. Frá 45 og niður í 8, sum tað var henda dagin, vit vitjaðu virkið. Hesar báðar arbeiða í pakkingini Eitthvørt virki hevur brúk fyri eini skrivstovu. Hesar báðar halda skil á kontórinum